leygardagur 13. juni 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
byrjjreindsdór | Blaðfólk: Ljósmyndari: ST: uppseting og prent: Telefon: 311820
Jan Miller | Dagny Joensen, Jens Kristian Vang Sosialurin hú Telefax. 314720
| Aki Bertholdsen,
Blaðstjóri: | Emil L. Jacobsen Lýsingar og sela: ið 26, Argjum e-mail:
. Eirikur Lindenskov | Sveinur Tróndarson Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76, post Gsosialurin.fo
internet: www.sosialurin.fo Turið Kjølbro 110 Térshavn
Moralsk skylda hjå
løgmanni
Oddagrein
TANN føroyski fólkaflokkurin hevur eitt forklårings
problem Tí hvussu kann hesin flokkur, um sama
mundi bæði biðja danir ikki blanda seg uppí føroyskan
innanríkispolitikk, samtíðis sum stavnamaður floksins
leggur seg út í danskan innanríkispolitikk? Nú avtala
er undirskrivað við danir hevur fólkatingsmaðurin hjá
Í fólkaflokki num sagt, at hann fer - men bara í hesum
ia førinum - at lata vera við at atkvøda ímóti uppskoti
ni danskari sosialistastjórn. Tá Hvítusunnupakkin
er avgreiddur er alt við tað gamla aftur sigur fólka
tingsmaðurin og vísir á, at tá verður hann aftur tann
g Óli Breckmann, sum sær tað sum sina høvuds-
uppgávu at „bekempa“ sosialistar. Tvs. at hann fer tá
aftur at atkvøda ímóti eini danskari javnaðarstjórn og
gera alt fyri at tella hana
frá er
um sama mundið sum starvsfelagi
nn Kallsberg, løgmadur fær eina av
hvers reyði tráður jú er, at danir skulu
ti løroysk vidurskifti hereftir. Allar
uldu burtur løgmadur undan
samrødu vid Sosialin i dag roynir
ja roykslør yvir og lutvist rættvisgera
n hjå OB å fólkatingi Hann sigur, at
r í stóran mun eru galdandi i Førovum
er skiljandi, at ein føroyskur tólka
i atkvødur á fólkatingi. Men, legg
sgu
r må metast frå måli til mål
segði
ALVARAT
OS harr
Tu veit væl, at talan verð
ur ikki um nakra meting. Oli Breckmann fer tå avtornar
møguliga vid løgmansins fulla samtykki - at halda
fram vid at leggja fordingar fyri eini danskari
tit tabe 'r jú tað, sum alt hansara politiska
Men her eigur
a logn raður
soOslalis
Uskar
stiorn
nýr
tv STIVT
Tað ER hansara liv
Tí hver metingin SR hjå formann
»rOuTr
VEI u
seg um
borðið at fanga
løg Manni
áhugavert at fylgja við í Hóast eee er
veren er tað ein moralsk skylda hjá Anfinn
Kall Ísberg at um hann meinar nakað við at
danir ikki skulu blanda seg upp í foroysk innanríkismál
»g førovingar heldur ikki upp í donsk - at geva sínum
loksfelaga greið boð um ikki brúka fólkatingssessin
at arbeiða ímóti eini danskari stjórn í reinum donsk
um málum. Tað er greitt, at Anfinn Kallsberg her hevur
eitt problem. Hann kann ikki sum legmaður loyva sær
bara at standa og hyggja at, meðan hansara egni Óli
Breckmann aftur fer at leggja seg út í danskan innan-
ríkispolitikk. Eftir Hvítusunnupakkan er jú alt aftur við
tað gamla hevur OB sagt, og harvið meinar hann, at
hann aftur er partur av tí konservativa flokkinum ogð
ein neiatkv eða til eina sosialistiskari stjórn
ur, so
síggja Ul
TAÐ er sera umrådandi, at øll tann føroyska pressan
fylgir væl við nú. Anfinn Kallsberg, løgmadur má ikki
sleppa undan at svara - og til deils eisini standa til
svars - um og tá OB aftur fer at leggja seg út í danskan
innanríkispolitikk. Anfinn Kallsberg sigur, at líka mikið
hvat tú ger á fólkatingi leggur tú teg út í danskan
politikk. H er ikki rætt harra logmaður. Ti tekur Óli
Breckmann somu steðu sum Jóannes Eidesgaard um
ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, so
uppviga teir hver annan sitandi ávikavist til vinstru og
høgru í fólkatingssalinum.Vónandi fer AK at siga OB
at hann skal ikkiatkveða í málum á fólkatingi uttan so,
at hesi hava nakað beinleiðis við Føroyar at gera. Sam-
hetta: Tad vil
løgmadur
vera noralskt og politiskt forkastiligt um
í framtíðini bara fer at hyggja at, meðan
ein av hansara næstu politisku feløgum, Óli Breck
mann í fólkatinginum fer at atkvøda ímóti eini sosia
listiskari stjórn i Danmark. Kennir løgmadur ábyrgd
og tað halda vit hann ger í øårum málum - so átti tað
at verið skylda hansara longu nú at givið Óla Breck-
mann boð um at liva upp til landsstýrisins politikk,
nevniliga ikki at blanda seg upp í danskan innanrík-
ispolitikk. Alt annað vildi verið at stungið somu menn,
sum tit báðir hava biðið halda fingrar sínar burtur frá
føroyskum politikki, í ryggin. Tað vita vit, at Óli Breck-
mann ikki fýrir fyri, men Anfinn Kallsberg er annar
maður. Nú fáa vit so at síggja. Sosialurin
Anfinn Kallsberg, I ogmaður eftir avtaluna við danir:
Heimaarbeiðið gerast til
sjálvstoðugar Føroyar
Avtalan við danir er eitt stig á leiðini og ein týðandi partur av tí búskaparliga
fundamenti, sum er ein fortreyt fyri einum sjálvstóðugum Fóroyum. Nú er at
gera heimaarbeiðið til komandi samráðingar við danir um ríkisrættarligu
viðurskiftini sigur Anfinn Kallsberg, lógmaður heimafturkomin úr Danmark.
JAN MØLLER
-Tað er ikki talan um, at
danir fara niður í penga-
kassan og slongja tvær mill-
iardir á borðið. Eg haldi, at
stórur partur av donsku
pressuni yvirreagerar, er
óserigs og ikki serliga fair,
tá tað nú verður lagt eftir
stjórnini fyri at hava forerað
okkum fleiri milliardir. Her
er talan um eina samlaða
loysn, sum fevnir um 20 ár
sigur Anfinn Kallsberg, løg-
maður og vísir á, at í mun
til ta avtalu vit hava havt,
so merkir henda nýggja av-
talan eina minni útreiðslu
fyri føroyska samfelagið
uppá góðar 2 milliardir yvir
20 ár
Løgmaður vísir øllum at-
finningunum í donsku fjøl-
miðlunum aftur, sum verð-
andi púra burturvið. -Vit
hava fingið eitt annuitetslán
úr danska statskassanum,
sum ger, at vit kunnu kal-
kuera við eini útreiðslu á
fíggjarlógini uppá 323 mill
kr. í rentum og avdráttum
um árið yvir 20 ár. Hvat
viðvíkur rentuni, so vita vit,
at hon kann fara upp og
niður. Vit hava so fingið
fyrimunin av, at rentustýðið
er sera lágt í dag, og haraftat
hava vit fingið eina ávísa
kompensatión í mun til tað,
sum danski staturin kann
læna pengarnar á marknað-
inum í dag og tað hann
lænir til okkum fyri. Tí er
sera torført at rokna hesi
tingini neyvt.
Men taka vit stødi í skuld-
ini vit hava og tí rentu, sum
er galdandi í dag og siga, at
vit skulu rokna við at gjalda
eitt annuitetslán av tí virð-
inum í 20 ár í mun til tað,
sum nú liggur fast, so er tað
eitt gott hál og haraftrat sera
stabilierandi fyri búskapin.
Vit kunnu bara ímynda
okkum, hvat hevði hent, um
rentan fór nøkur fá prosent
upp. Tað hevði verið nokk
til at taka grundarlagið und-
an fíggjarlógini. Við hesi
nýggju avtaluni hava vit
fingið eina kurstrygging
Anfinn Kallsberg sigur, at
avtalan er ein roynd at fáa
skipað viðurskifu millum
Føroyar og Danmark og eis-
ini á okkara egna búskapi
eftir, at vit eru komin burtur
úr teimum ringastu trupul-
leikunum. Hetta er grundar-
lagið undir at kunna fara
undir meira langtíðar plan-
legging í Føroyum.
Løgmadur er fegin um, at
allar bindingar nú eru slept-
ar mótvegis Føroyum. Hes-
ar eru beinleiðis skaðiligar.
Hetta at tú ikki kanst med-
virka til at fáa eina skila-
góða loysn fyri kommun-
urnar er ikki serliga skila-
gott, tá ein veit, at tær flestu
kommunurnar gjalda 9% í
rentu, meðan landskassin
við síni skuld nú er komin
niður á 5%
-Tí er tað sera gott, at vit
nú fáa eisini fyri tann partin
gjørt nakrar langsiktadar
skilagóðar fíggjarligar
loysnir. Men sjálvandi skulu
vit alla tíðina minnast til at
hava fyri eygað stabiliser-
andi búskaparlig viðurskifti
Stór ábyrgd
Løgmaður viðgongur, at tað
fer at liggja sera stór ábyrgd
á landsstýrinum ikki at geva
leyst aftur fyri veðhaldum
ol.
Landsstýrið má ikki undir
nøkrum umstødum fara út
á eitt skråplan á tí økinum.
Tað skal ein ómetaliga stór-
ur politiskur fastleiki til
frameftir. Og tað vónar
hann, at politikarnir klára.
Anfinn Kallsberg vid-
gongur, at tað við hesi av-
taluni verða einar 80 mill.
kr. meira tøkar á figgjar-
lógini, men tær skulu ikki
undir nøkrum umstødum út
til forbrúk. Tær mugu brúk-
ast til at konsolidera før-
oyska samfelagið við.
Hann vísir á, at vit eisini
hava aðra skuld. Tað er
heldur einki forgjørt í at
hava eitt yvirskot á fíggj-
arlógini, og harvið eisini
kann leggja penar til síðis.
Vit hava eisini nakrar iløg-
ur, sum vit verða noyddir
til at gera. Men ein skal ansa
ómetaliga væl uppá, at tær
fløgurnar verða gjørdar eis-
ini við atliti til tað virksemi,
sum annars er í samfelagn-
um. Vit mugu ikki fáa eitt
økt ílóguvirksemi bæði á tí
privata, tí vinnuliga og tí
almenna sektorinum.
Men hvussu verður, tá
teir ymsu landsstýrismenn-
inir fara at biðja um fleiri
pengar?
-Tað er einki óvanligt í tí,
men har er tað umráðandi,
at landsstýrið vísir fastleika
í sínum fíggjarpolitikki og
ger teir karmar, sum hóska
til tann samlaða føroyska
búskapin. Ein má tí syrgja
fyri at leggja til rættis lóg-
gávu, um tað er trupulleikin,
soleiðis at hesir karmar
kunnu haldast.
Avtalan hevur við sær, at
tað verður lættari at gera
langtíðar ætlanir. Eg vóni,
at tann tíðin er farin, tá vit
verða tikin á bóli
Kredittvirðið hækkað
Hvat kreditvirðinum við-
víkur, so heldur løgmaður,
at tað við hesi avtaluni átti
at verið hægri, í og við at
okkara uttanlandsskuld eftir
eini nátt í prinsippinum
minkar so mikið nógv, at tað
er ein spurningur, um ikki
føroyska samfelagið er
komið niður á null í uttan-
landsskuld.
-Tað er í hvussu er eitt
positivt figgjarligt baromet-
r. Alt annad lika åtti kre-
ditvirðið at hækka, og tað
at ein hevur møguleikar við
hesi avtaluni at gera lang-
siktaðan figgjarpolitikk,
skuldi eisini bøtt um kred-
ittvirðið. Men tað merkir
ikki, at vit skulu út at læna
pening. Men ai tær íløgur
sum eru gjørdar við út-
lendskum og kanska eisini
føroyskum kapitali skuldi
verið bíligari at forrenta í
framtíðini
-Nú vita vit, at ílógu
hugurin í politiskt og bú-
skaparliga óstabilum økj-
um vanliga ikki er so stør-
ur. Kann ein siga, at Før-
oyar undir kreppuni og
teimum turbulentu við-
Framhald á síðu 3
* Trådleysur * Sera følsamur, upptekur
øll ljóð frá barninum * Brúkar A
ig battari back-up
£ make tings better.
SBC SC 362
BABYSITTARI * BABYSITTARI
ELDING
SMS tel 318662 - 318663 + Saltangarå tel 448762
e-mail: eldingeolivant fo
an