Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Blaðfólk: Jan Miller Dagny Joensen, Áki Bertholdsen, Blaðstjóri: Emil L. Jacobsen ; Eirikur Lindenskov = | Sveinur Tróndarson Internet: www.sosialurin.fo | TÞurið Kjølbro Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Lýsingar og sola: Jonhard Hammer Útgevari, uppseting og prent: Sp. Sosialunn Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: ; post & sosialurin.fo Umhvørvid fyrsta prioritet Oddagrein HESA vikuna verður fundur i GEM, har umboð fyri umleið 25 oljufeløg og føroyskar myndugleikar eru limir. Talan er um ein felagsskap, sum m.a hevur til endamál at gera kanningar av umhvorv- num við Føroyar, nú oljuleiting og møgulig olju- framleiðsla stendur fyri durum SPURNINGURIN um umhvørvi eigur altíð at hava fyrsta prioritet. Hvussu keðiligur og drúgvur hann enn kann sýnast av vinnulívsfólki, ið eru altráð at kki bara at lata okkum lynda g royndir aðrastaðni frá. Tvorturímóti »tta er eisini skylda okkara mótvegis gera umhvervi til ein C t tað verður sligið fast við eymi, at í Føroyum verður ikki slakað : r so mikið tætt knytt at havinum tað sigur seg sjálvt, at ta ein nygg TIGG > EuU Do < Yy To Sun vinna tekur seg upp, SC ter non virkan á umhvervið JETTUF rq hepnur eið gur = g li at s F eft n teilagSSKapur su stórum tydningi. Ein av uppgávunum er at skraseta og kortleggja støduna í dag, soleiðis at vit hava nakað at visa aftur til um nøkur ár, fyri at vita, um ein nýggj vinna hevur gjørt seg inn a nátturu og annað livandi SUM skilst so er GEM-verkætlanin unik, tvs. at tað er fyrstu ferð í søguni, at so mong oljufeløg - so góðari tíð undan eini oljuleiting og útviklingi annars - fara saman og seta út í kortið ein felags „umhvervispolitikk“. Og hví tá ikki brúka júst hesa verkætlan at slóða fyri og vera fyrimynd hjá ødrum eisini. Finst olja her og bæði oljufeløg og sam- felagið fáa stóran vinning, hví tá ikki seta pengar av av yvirskotinum ti! nettup at víðarifora hetta so týðandi arbeiðið. Ja ein kundi hugsað sær, at Føroya GEM-verkætlanin kundi verið „seld“ og marknadarførd aðrastaðni eisini. Og nú talan er um at minkað um óheppin árin av oljuleiting og - framleiðslu, hví tá ikki eisini slóða fyri og seta pengar av til at menna varandi orkukeldur. GREENPEACE sigur „No new oil“ í Atlantshav- inum. Vit siga: latið okkum seta pengar av frá lenandi nýggjum oljuleiðum á Atlantsmótinum til nettup kanningar og gransking í sambandi við at menna varandi orkukeldur. Finst stórt rikidømi í okkara undirgrund, hví kunnu vit tá ikki vera und- angonguland á hesum økinum? VIT ynskja GEM-fólkunum vælkomnum til Foroya og góðan byrð við arbeiðinum - eitt arbeiði, sum eftir okkara tykki, skal vera við til at tryggja eina sunnan og skilagóðan útvikling á oljuøkinum um okkara leiðir. Ein slík verkætlan er eisini ein stór avbjóðing fyri føroyingar. Góða eydnu øll somul. PS. Hesa seinastu tíðina hava verið frætt um eina „nýggja“ dálking av havbotninum kring oljukeldur. Hetta eru skakandi týðindi, sum vit eiga at taka í stórsta álvara. Tað vísir seg, at móðran, sum verður brúkt í sambandi við oljuboring, hevur dálking við sær kring pallarnar. Henda dálking skal vera nógv verri enn hildið. Hetta er so avgjørt eitt mál, ið eisini vit eiga at hugsa um - her serliga við okkara gýtingarstovnum og fiskastovnum ann- ars í huga. Ein spurningur er eisini, hvat verður gjørt vid radioaktivitet, sum stendst í sambandi við oljuframleiðsiu. Hóast hettaliggur langt frammi, so eigur tað eisini at verða sett á umhvørvislistan Saslaluni - Far og boða evangeliið - Uppgávan hjá tær í orðsins tænastu er at boða eva ngeliið. Boðskapin um, at tað bara er eitt navn undir himni, sum vit kunnu verða frelst við, segði Hans Jacob Joensen, biskupur, tá ið hann prestvígdi Hans Eiler Hammer í Dómkirkjuni sunnudagin HEFE: £ c? KATY x EARAX Eye KÆR #2 * 5 På + , Meinhard Bjartalid lesur úr Skriftini fyri Hans Eiler Hammer, me dan hinir prestarnir eru hjástaddir, og Hans Jacob Joensen, biskupur stendur innanfyri altarringin FRANTS JENSEN — Ein kristin gudstænast er ikki at fáa flestar atkvødur til ein frelsara. Heldur ikki skalt tú sjálvur finna uppá, hvat tú skalt boða, segði Hans Jacob Joensen. Við utgangsstødi í orðum Pæturs, um at Jesus er hornasteinurin, og at ikki er frelsa í nøkrum ødrum navni, helt biskupur taluna til kandidatin i gudfrødi, Hans Eiler Hammer. Bis- kupur undirstrikadi, hvat uppgåvan hjå honum vard, nu hann skuldi prestvigast og vera í orðsins tænastu. — Tað er tann kristni boð- skapurin, sum skal boðast. Teir fyrstu ápostlarnir boð- aðu orðið, og tað er eisini okkara uppgáva. Kristin- dómur er ikki at menniskju hava valt sær Jesus til Krist. Tað er Gud, sum velur út, tað er Guds sigur, sum skal boðast. — Ein kristin gudstænasta er at takka Gudi, sum valdi fyri okkum - hann, sum valdi hóast okkum. Tað skal bodastm at ikki er frelsa í nøkrum ødrum navni. Sannleikin broytist ikki av manna- hugsanum Sannleikin um okkum menniskju er, at vit eru komin út í Oføri, haðani tað er ógongiligt. Hetta er veru- leikin; um vit trúgva ti ella ikki. Størsti trupulleikin er júst hetta, at tað eru so nógv sum ikki vilja trúgva hesum veruleikanum. Men sann- leikin broytist ikki, sjålvt um menniskju meina nakað annað. Tað skulu øll fáa at uppliva ein dag. Í 1500 ár trúðu fólk, at jørdin var fløt, men sannleikin sigraði til síðst. — Kristni boðskapurin er, at tað er ein bjargari út úr tí éførinum, sum vit eru kom- in í. Tað er Jesus. Tá ið vit verða kallað fram fyri Gud, er tað hann, sum talar okkara sek. — Uppgávan er at boða Hans Eiler Hammer varð prestvígdur í Dómkirkjuni sunnudagin, og verður innsettur í Christianskirkjuni sunnudagin 5. juli (Mynd: Frants Jensen) (Mynd: Frants Jenser henda Jesus og at vera trúgvur í hesi tænastuni. Lisið úr Skriftini Hans Eiler gav lyfti um at halda seg til henda boðskap- in, og biskupur setti hann í tænastuna at prædika orðið reint og rætt, at handfara sakramentini, at hava um- sorgan fyri kirkjuliðinum og at virka samsvarandi Guds Orði og teimum kirkjuligu fyriskipanunum. Orð úr Skriftini vórðu eisini lisin fyri Hans Eileri. Prestarnir Niels Pauli Dan- ielsen, Marjun Bæk, Mein- hard Bjartalíð og Erland Beder lósu. Bøn varð hildin fyri Hans Eileri meðan allir prestarnir, ið vóru til staðar, løgdu hendurnar á hann. Hátíðarstund Umframt allar prestarnar, sum sótu frammi í kór og sjálva vígsluna, setti Kristi- liga kórið eisini sín dám a hátíðarstundina í Dómkirkj- uni. Hetta sjálvt um kirkjan ikki var fullsett. Tað var Jákup R. Hansen, systkjunnabarn hjá Hans Eileri, sum helt prædikuna. Dómprósturin, Bjarni Bæk og David Johannesen høvdu altarborðið. Hans Eiler Hammer verð- ur innsettur í tænastuna sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi í Chris- tianskirkjuni sunnudagin 5. juli. ØE —— |