týsdagur 16. juni 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nú er aftur
biligari at
keypa hús
kring alt
landið
Eftir at prísurin á
sethúsum tók at
hækka við risa-
fetum so hvort vit
komu burturúr
kreppuni, er nú
vend komin í aft-
ur. Prísirnir á
sethúsum eru aft-
ur farnir at falla
kring alt landið.
Ein orsók kann
vera, at húsaprís-
urin er komin
uppá eitt stødi,
har tað heldur
loysir seg at
byggja.
AK! BERTHOLDSEN
Tann, sum hugsar um at
selja húsini hjá sær, skuldi
havt gjørt tað í fjør
Og tann, sum hugsaði um
at keypa sær hús í fjør, kann
ikki annað enn frøa seg um,
at hann bíðaði
Síðani kreppan fyrst í
nitiårunum hæsaði av, og
tíðirnar aftur fóru at batna,
er sethúsaprísirnir nógv
hækkaðir kring alt landið
Nógv høvdu á máli, at tað
var blivið líka garvilt aftur
sum í teimum ørastu áttatár-
unum
Men so langt upp komu
husaprisirnir verri enn so
” aftur
Og nú sær aftur út til at
vend komin í
Tí nú hækkar húsaprísirin
ikki meiri
Tverturímóti sær tað út
til, at prísurin á sethúsum
aftur er farin at falla - ella í
besta før: kann sigast, at
hann stendur i stad
Ein uppgerð, sum Føroya
Sparikassi hevur gjørt, visir
at í fjør, kostaði eimi sethus
í Havn 928.022 krónur i
fjør i midal
Fyrsta ársfjórðing í år fall
prísurin niður á 844.286
krónur í miðal.
Tað er ein lækking uppá
næstan 10%
Býtt landið upp í ski
Síðani 1985 hevur Føroya
Sparikassi ført eina någrein-
iliga skráseting av øllum
vanligum sethusasølum í
Føroyum
Vanligar sethusasølur er
alt, uttan tvingsilssølur
Men tá ið hús, sum eru
keypt á tvingsilssølu, aftur
eru seld, er tann sølan tikin
við í uppgerðina hjá Spari-
kassanum
Sparikassin hevur gjørt
uppgerðina eftir tinglysing-
unum, har ið prísurin er
uppgivin, tá ið skeytini eru
tinglýst
Í uppgerðini er landið
býtt upp í trý
Tórshavn er fyri seg
Størri bygdir fyri seg og
småbygdir fyri seg
Upp í størri bygdir hevur
sparikassin roknað tær
bygdirnar, har ið flakavirki
var
Men tað førir so við sær,
at fortreytirnar undir upp-
gerðini er ikki tað sama í
dag, sum tað var í 1985.
Tí nú er flakavirki ikki
longur allastaðni, har tað
var í 1985
Tó er Tórshavnar gkið 6-
broytt
Og úti á bygd verða so fá
sethús handlað, at ein skal
vara seg fyri at taka ov
greiðar niðurstøður
Men gongdin tann sama
øll árini: Húsini eru dyrast í
Havn og bíligast á smá-
bygd.
Tvey undantøk er tó í
1985 og 1988, tá ið sethús-
ini vóru eitt sindur dýrari á
smábygd, enn á teimum
stóru bygdunum.
1.876 hús tilsamans
Uppgerðin hjá Sparikass-
anum vísir, at síðan 1985
eru tilsamans 1.876 sethús
seld í vanligum handli í Før-
oyum
Í miðal kostaðu húsini
701.745 krónur, tá ið alt
landið er tikið undir einum
Sidsti ársfjórðingur 1988
var seljarans marknaður
burturav, tí ongantíð hava
húsini í Havnini verið dýrari
enn tá. Tá kostaði eini hús í
Havnini |.302.083 krónur í
miðal.
tíðindablaðið SOSU Nr. 110 — 16. JUNI 1998
Hús í
Tórshavn
0 mr
1985 19 529.474 25 518280 51 863.541 95 705.870
1986 35 526813 32 558969 50 988405 117 732.869
1987 28 559.500 42 676.000 47 1113214 117 — 823.753
1988 15 — 801.542 24 733.243 59 — 1.191.420 98 1.019.538
1989 26 618.861 30 — 686.218 58 + 1.227.363 114 — 946.175
1990 33 m— 708.833 33 — 760.734 72 1.126218 138 939.010
1991 19 495.647 45 698944 56 952.369 120 785.020
1992 37 488803 41 638.607 61 844.600 139 689.131
1993 33 401.376 34 — 553.598 49 692.057 116 568.780
1994 56 — 370.865 48 — 420.890 72 527.715 176 — 448.674
1995 64 — 377.837 84 — 463.793 72 644.033 220 — 497.775
1996 768 — 485.205 55 511.460 86 855.000 219 — 637.015
1997 49 — 496.785 50 — 585.460 84 928.022 183 —> 718.958
jan-mars
i 1998 7 ma 10 — 519.600 7 844.286 24 — 600.250
Tils: 499 — 494.702 "SS 580.005 824 908828 1876 701.745
Talvan er eitt fullfiggjad yvirlit, sum Føroya Sparikassi hevur gjørt yvir allar vanligar sethisasølur í Føroyum frå 1985
til nú. Tvs, at tvingsilssølur eru ikki vid. Men hús, sum fyrst eru keypt á tvingsilssølu erut ald við, táið tey eru seld aftur
Landið er ytt sundur í trý. Høvudsstadarøkid er fyri seg. Smábygdir fyri seg og stórri bygdir fyri seg. Stórri bygdir eru
tær, har ið flakavirkið var í 1985. Tvs, at fortreytirnar fyri hagtølunum eru eitt sindur broyttar, tí Flakavirki er ikki
longur allastaðni, har tað var í 1985.
Hetta árið var miðalprís-
urin 1.191.420 krónur.
Men 1989 var eisini eitt
rokár, tí onki ár hava hús í
Havn verið so dýr í miðal
sum tá. Í 1989 kostaði eini
hús í Havn 1.227.363 krón-
ur í miðal.
Hinvegin skuldu tey, sum
ætlaðu at keypa sær hús,
vera úti um seg í 1994, tí tá
botnaðu húsaprísurin í
Havn. Tá kostaðu tey ikki
meiri enn 527.715 krónur í
miðal
Serliga triðja ársfjórðing
í 1994 var botnurin náddur,
tí tá kostaðu húsini í Havn
ikki meiri enn 497.748
krónur í miðal.
1994 var eisini tað vána-
ligasta árið báði á smábygd
og á teimum stóru bygd-
unum.
Í 1994 kostaðu húsini á
smábygd 370.865 krónur í
miðal. Botnurin var skrav-
aður fyrsta ársfjórðing, táið
prísurin kom niður á
321.717 krónur.
Á smábygd vóru húsini
dýrast í 1988, táið tey
kostaðu 801.542 krónur í
miðal. Fyrsta ársfjórðing
toppaði prísurin, táið húsini
kostaðu 1.158.333 á bygd.
Og tað er eisini ferð, at
húsini úti á bygd fara upp
um milli6nina.
Á teimum stóru bygdun-
um kostaðu húsini bara
420.890 krónur í miðal í
1994.
Bíligast vóru tey fyrsta
ársfjórðing,táið tey kostaðu
302.313 krónur.
Mest kostaðu húsini úti á
størru bygdunum í 1990, tå
ið tey kostadu 760.734 í
miðal.
Men dýrasti ársfjórðingur
var fyrsti ársfjórðingur í
1991 táið húsini á størru
plássunum kostaðu 880.669
krónur í miðal
Prísurin fella aftur nú
Táið Føroyar skramblaðu
saman fyrst í nitiårunum,
rakti tað sum vera man eis-
ini sethúsamarknaðin sera
hart og prísirnir fullu í botn.
Men síðani tíðirnar aftur
fóru at batna, fór sethúsa-
prísirnir aftur at kvinkað
uppeftir, og báði í 1996 og
1997 hækkað prísirnir heilt
nógv.
Men síðani er tað áhuga-
verda hent, at nú tykist sum
um stígur av álvara aftur er
komin í prísin.
Tí sethúsamarknaðurin
fyrsta ársfjórðing í ár, vísir
nevniliga, at prísurin eru
nógv falnir báði á bygd og í
bý.
Í fjør kostaðu eini hús í
Havn 928.022 krónur í mið-
al
Fyrsta ársfjórðing í ár er
hann komin niður á 844.286
krónur.
Á størru bygdunum kost-
aðu húsini 585.460 krónur
í miðal.
Í januar til mars í ár er
hann fallin niður í 519.600
krónur.
Og á smábygd kostaðu
húsini 496.785 krónur í
miðal.
Men nú eru tey komin
niður á 471.429 krónur í
miðal.
Men samstundis er vert at
hava í huga, at síðani 1985
hava tað ongantíð verið so
fá sethús keypt og seld í
Havn, sum fyrsta ársfjórð-
ing í ár.
Tað vóru nevniliga bara
sjey sethús handlað í høv-
uðsstaðnum tíggjar teir
fyrstu mánaðirnar í ár.
Og á bygd er talið eisini
sera lágt, um tað onkuntíð
hevur verið lægri.
Annars er vert at leggja
sær í geyma, at talið á
sethúsum, sum eru keypt og
seld, hevur verið nógv
hægri seinastu árini, enn tað
var, táið búskapurin kókaði
uppá tað harðasta í áttati-
árunum.
Eitt gott barometur
Buskaparfrødingar, vit hava
tosað við, eru varnir at drag-
a nakrar greiðar niðurstøður
burturúr gongdini á sethúsa-
marknaðinum.
Tað halda teir at tað er
nakað tíðliga til enn.
Ikki minst eru teir varnir
at lesa nakað serligt burt-
urúr sethúsahandlunum á
bygd, tí tey tølini eru so
smá, at tað skal lítið til at
broyta gongdina.
Ofta verður sagt, at
gongdin á sethúsamarknað-
inum er eitt gott barometur
fyri, hvat fólk væntar sær
av framtíðini og tí tora at
seta seg fyri.
Er tað so, skuldi gongdin
í ár verið tekin um eitt ávíst
varsemi.
Men akkurát hví, fólk
skuldu verið serliga varin
beint nú, stór framgongd er
í samfelagnum, veit ongin
at siga.
Tó ivast teir ikki i, at
tølini eru eitt tekin um, at
tað er minst komin stígur í
sethúsamarknaðin - um teir
eru eitt sindur varnir at
kunngera, at hann er bein-
leiðs fallin.
Men hvussu tað ber til, at
talið á sølum er hægri hesi
seinastu árini, enn tað var í
teimum villastu áttatiárun-
um, hóast tað var vónleyst
at fáa grundstykki tá?
Tað vita búskaparfréðing-
ar onki greitt svar uppá.
Men teir halda, at ein
gund kann vera, at fólk hava
útvegað sær grundstykki
privat i åttatiårunum.
Ein onnur orsøk kann ver-
a, at nógv hús vórðu seld á
tvingsilssølu tey fyrstu níti-
árini og tað kann vera, at
tað eru tey húsini, sum aftur
verða handlað nú.
Ein grund til, at tað eru '
so serstakliga fåar sølur
fyrsta ársfjórðing í år, kann
vera, at øll skeytini ikki eru
tinglýst
Loysir seg betur at
byggja nú
Marni Jacobsen i Føroya
Sparikassa heldur, at ein
forklåring kann vera, at
prisurin á húsum er nú vid
at koma upp hartil, at tað
loysir seg betri at byggja.
ikki minst nú tað ikki er so
trupult at fáa grundstykki.
Marni Jacobsen sigur, at
ikki minst hevur tað týdn-
ing fyri hugin at byggja, at
nú er mvg tikið av arbeiðs-
lónum í sambandi við set-
húsabygging.
Hann ivast ikki í, at tað
er ein høvudsorsøkin til, at
prísirnir eru farnir at falna.
Meiri heldur hann ikki, at
vit kunnu leggja í tølini.
At húsaprísurin fór til
himmals í åttatiårunum,
heldur hann, komst av, at
eftirspurningurin eftir byli
var nógv størri enn útboðið
av grundstykkjum.
— At prísurin er hækkaður
við rakettfart seinastu árini
kemst uttan iva av, at prís-
irnir vóru sera lágir fyri
nøkrum árum síðani.
— Men hinvegin hava vit
havt eitt uppspardan íbúð-
artørv.
Ti ímeðan alt hevur ligið
lamið, eru fleiri ættarlið
komin afturat, sum nú øll
skulu hava íbúð meir ella
minni ísenn.
Marni Jacobsen sigur, at
tað undirbyggir hesa niður-
støduna, at tað vísir seg sum
um verulig gongd aftur er
komin á húsabyggingina,
t.d. í Havn.
Hann sigur, at heilt leysl-
iga mett eru eini 50-60 set-
hús í gerð í høvudsstadnum
í løtuni.
Somuleiðis er trýstið á
tey, sum hava íbúðir til leig-
u.
Marni Jacobsen sigur, at
tað er ikki vist, at tað er ein
onnur forkláring uppá
gongdina í sethúsamarkn-
aðinum er sum hon hevur
verið.
— Tað kunnu verða aðrar
frágreiðingar, men tað ber
fyribils ikki til at so so nógv
um, tí til tað eru tølini ov
fesk.
Men Marni Jacobsen
heldur, at tað er einki lagið
í, at prísurin á serhúsum
stendur ístað nú, ella enntá
fellur.
Tí húsaprísurin er helst
komin uppá markið, har tað
heldur fer at loysa seg at
byggja, sigur hann.