Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 110 — 16. JUNI 1998 ítróttar 11 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - e-mail til ítróttin: emil Gsosialurin.fo HB beindi allan iva til viks Fótbóltur: Oddaliðið í 1. deild staðfesti sina stóðu sum besta lið í landinum í løtuni. Í niðara enda av stigatalvuni sær tað alsamt daprari út hjá TB, sum eisini hesa ferð fekk ein mann riknan av vølli EMiL L. JACOBSEN Nógv gjørdist, um ikki heilt greitt, so í øllum fórum greiðari eftir sjeynda umfar í bestu fótbólts- deildini um vikuskiftid. Tað er greitt, at tað fer at verða sera tor- ført hjá hinum liðunum at steðga HB, sum bert skal halda sær frá at gera nakað býtt og steðga sær sjálvum, tí so er fyrsta FM-heitið síðani 1990 sera væl áleiðis. Tað gjørdist eisini greitt, at TB nú er greiður niðurflytingarkan- didatur. Tvgrámenn hava als einki fingið burtur úr higartil í ár, hava heldur ikki havt neyðugu eydnuna við sær, og nú eru Gsigrarnir bliv- nir stórir. Sunnudagin fingu teir aftur ein mann riknan av vølli, og harafturat mistu teir målmannin. KI, sum undan vikuskiftinum varð mett sum liðið, ið fram um øll onnur kundi hótta HB — tað eru teir fyri sovítt framvegis — hevdi sín ringasta dag higartil í landskappingini og tapti 4-0 í Gundadali í einum oddadysti, sum ongantíð bleiv til tað, áskoðararnir høvdu roknað við. NSI tók seg upp á annað plássið, men runavíkingar eru í løtuni í so 6stødugur til at kunna hótta odda- liðið. Tað eru føroyameistararnir B36 eisini. Leygardagin taptu teir 0-2 móti júst NSI, sum uttan at spæla upp til sítt besta ikki hevdi veruligar trupulleikar av árstals liðnum IF bíðar framvegis eftir sínum fyrsta sigri í landskappingini. Tað var heldur ikki væntað, at hann skuldi koma móti GI, men ein kemur ikki langt við javnleikum í hesum døgum, og um fuglfirðing- ar ikki skjótt lata seg í vinnara- skógvarnar, kann tað enda við 2 deildarfótbólti í 1999 GI fekk trý hart tiltrongd stig og tók seg upp úr botninum. Men tað er enn langt eftir á mál hjá gamla stórliðnum, um teir skulu røkka somu hæddir, sum teir hava verið á seinastu árini Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo Allan Mørkøre setir her seinasta seymin i Kl-kistuna við at skora til 4-0. Tað var risastórur munur á nummar eitt og nummar tvey sunnudagin Mynd: Alvur Haraldsen VB við Jón Paula Olsen á odda hevur aftur fingið vind í og er nú bert tvey stig plássinum. Komandi fáa vágbingar nakað anna hugsa um, tí tá trína teir inn europeiska leikpallin í Hvalba Sunnudagin vann VB 2-0 á Sumba, og fyri sumbingar merkti ósigurin, at GI yvirhálaði teir á stigatalvuni B68 er framvegis væl vid kappingini, og 5-0 sigurin á Sev mýri leygardagin hevdi við sær at målurtøkan nú eisini sær heilt brúkilig út Nú eru bert tvey umfør eftir til summarsteðgin. Tíðin hevur ging ið skjótt, og tá kappingin byrjar aftur tann 2. august, verður tað m.a. við nýggjum graslíki í Gun- dadali og við útlitum til lands kappingardystir á grasvøllinum á Toftum, men uttan nakra steypa finalu at hugsa um. Soleiðis broyt ist so mangt, eisini í fótbólti