Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 ítróttar S Hk wir R < Nr. 110 — 16. JUNI 1998 Midvingar toku argjamenn å boli Kappróður, 8-mannafør: Miðvingur tók øll á bólið í ein- um sera spennandi róðri, sum ikki var avgjørdur fyrr enn bátrarnir fóru um mállinjuna hann bragdið Vantandi var, at tað skuldi verða Argjabåturin, Knørrur og kanska kvivikingur, sum togast um odda- men tað vísti seg longu tíðliga í róðrinum at Miðvingu in vildi hava eitt orð við í texti avgerðini skuldu in piassini Hann legði seg framm- alaga beinanvegin og var vid i kappingini allar 1500 metrarnar Argjabåturin og Kvivik- ingur gjørdi tað teir kundu fyri at sleppa fram um og einu løtuna sá tað út til at fara at eydnast Argjabáturin kom fram- um, men miðvingar svaraðu aftur. Og tá bátarnir fóru fram við Hegabóli og nærk- aðust málinum var púra vónleyst at taka dagar ímill- um hver báturin var fremst- ur, Argjabáturin, Miðvingur, ella Kvivikingur Tá bátarnir fóru um sjálva mállinjuna brustu tey trý skotini næstan samstundis og so javnt var teirra mill- um. at bert 19/100 av einum sekundi var ímillum numm- ar eitt og nummar trý Tað var sera stutt millum båtarnar. Ikk: meir enn fimm sekund vóru millum nummar eitt og numma! seks, so tað skal vera légið um ikki onkur annar bátur enn Argjabáturin og Mið- vingur endar við at vinna onkran róður. Sjóriddarin harafturímóti, var so langt aftanfyri, at har skal annað skinn um bak, um teir skulu gera sær nakr- ar vónir at fáa bara eitt lík- inda úrslit. Tað var so púra javnt millum Miðving, Argjabátin og metrar eftir á mál og spurturin er byrjaður Men tað ræður ikki bara um at vinna, sigst. Úrslitið av 8-mannafars- róðrinum var annars: I. Miðvingur 7.37.04 2. Argjabáturin 7.37.11 3. Kvívíkingur 7.37.23 4. Knørrur Kvívíking. Her eru bert fáir (Mynd: Sveinur Tróndarson) 5. Húsavíkingur 6. Ørvur 7. Sjóriddarin ÉT [ff Tað er eingin sum í løtuni kann gera nakað sum helst við Eysturoying. Hann er so nógv tann besti báturin av tiggjumannaførunum. Myndin er tikin stutt ådrenn båtarnir fara um mållinjuna og Eysturoyingur er, sum tad sæst einar 5 båtslongdir frammanfyri Kjøl, sum gjørdist nummar tvey (Mynd: Sveinur Tróndarson) Eysturoyingur suverenur Kappróður, 10-mannafør: Tað er eingin sum kemur nær í nåmind av Eysturoyingi. Hóast munurin styttis, so var hann tíggju sekund frammanfyri nummar tvey Manningin á nýggja Eysi- uroyingi hevur so sanniliga víst at dugur er í bátinum. Á stevnuni um vikuskift- ið legði hann seg á odda beinanvegin og har varð hann verandi. Hóast Kollfirðingar í Kjøli gjørdu alt teir vóru mentir, so hjálpti tað ikki eitt vet. Tá málið var hálvrógvið sá annars út til at stígur var komin í hjá Eysturovingi, men so var ikki. Teir høvdu gott útsýnið til hinar bátarnar og tá Kjølur nærkaðist settu teir bert ferðina enn meira upp og aftaná tað var einki at gera hjá hinum bátunum. Fimm bátslongdir vóru millum nummar eitt og tvey og íkki færri enn níggju bátslongdir vóru millum nummar eitt og trý. Um- roknað til tíð, svarar hetta til umleið 18 sekund. Einasta kappingin hjá 10- mannaførunum stóð um triðjaplássi har Havnarbát- urin og Nólsoyingur togað- ust. Í ti kappingini dróg Havn- arbåturin tað longra stráðið. Tad er ikki vantandi at Eysturoyingur verður tikin í ár. Til tað eru teir alt ov suverenir. Tá steypini vóru handað segði róðursmaður- in á Kjøli, at tað gekk framá, tí teir høvdu tikið tvey sek- und inn á Eysturoying frá seinasta vikuskiftið, tá rungaði láturin niðri á kaj- uni í Runavík. Tað var óivað eisini mest í skemti hann segði orðini. Men hóast tað, so er at vóna, at hinir bátarnir gera tað teir kunna fyri at nærk- ast Eysturoyingi. Um ikki annað, so fyri spenningin skyld. Urslitid av róðrinum var annars hetta: |. Eysturoyingur 9.21.00 2. Kjølur 9.31.08 3. Havnarbáturin 9.38.10 4. Nólsoyingur 5. Vestmenningur 6. Tvgrabáturin 7. Vágbingur