Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juni 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

fr 16 tidindabladid 2/FRtÐ) Mr KURKSAKRIIKIU VU Í Nr. 111 — 17. JUNI 1998 Fa. Gravsteinar hevur eina framsýning uttan fyri virkið við Velbastaðvegin oman fyri kirkjugarðin Fa. Gravsteinar: fyri seg sjálvan — siga Mikala Gulklett Mac Donald og Karsten Mikkelsen, ið eftir ávikavist 15 og 20 ár í yrkinum eru byrjað fyri seg sjálvi við egnum gravsteinsvirki TURIÐ KjøLBRO Fyri stuttum fóru Mikala Gulklett Mac Donald og Karsten Mikkelsen undir egið virki, sum ger grav- steimar og annað arbeiði burtur úr gróti og steini Bæði hava tey drúgvar royndir í yrkinum. Fyri tjúgu árum síðani byrjaði Karsten at arbeiða við gróti, og hansara royndir fevna líka frá grótbroti til lidna veru. Mikala byrjaði fyri fimtan árum síðani í yrki- num og hevur burturav ar- beitt við bókstavum og dekorasjónum á gravstein- um — Vit byrjaðu fyri okkum sjálvi, tí framtíðin í bygn- inginum vit arbeiddu í á Sandvíkarhjalla gjørdist so ótrygg. Tað er ein drívkraft at byrja fyri okkum sjálvi Vit hava opið hvønn dag vanliga tíð, og vit fara gleð- iliga út her eftir áheitan um vikuskiftid og eftir arbeiðs- tíð, tí vit vilja hava virkið at ganga. Og vit hava góðar vónir um, at tað fer at bera til, sigur Mikala. Fa. Gravsteinar, sum virkið eitur, er eitt av fáu virkjunum í Føroyum, sum innflytir råvøru til virkingar. Flestu gravsteinarnir eru år granitti, men tað ber eisini til at gera gravsteinar úr hagagróti. Fólk kunnu koma við hagagróti, tey halda vera egnað, ella kunnu tey biðja Mikalu og Karsten útvega grótið og gera tað til gravstein — Øll råvøran til grav- steinar fekst år Føroyum fyrr. Tað er ein lind, sum gongur igjøgnum allar Før- oyar og henda lindin er væl egnað at virka burtur úr, men í dag er so trupult at fáa fatur á henni, sigur Kar- sten Mikkelsen Flestu bíleggingarnar til gravsteinar koma ljósu tíð- ina av árinum, líka frá tå ið tann seinasti kavin er bráðn- aður til fyrsti kavin legst aftur — Fólk rakna við, tá ið várið kemur. Men ofta er eisini fitt at gera til jólar. Um veturin bíleggja vit vøru og gera annað grótar- beiði, sigur Karsten. Virkið tekur sær eisini av umvælingum av gravstein- um. Tað ber eisini til at keypa borðplátu úr gróti og har er ørgrynna av valmøg- uleikum Eitt slag av terapi Vanliga bíleggja fólk grav- stein eitt til tvey ár eftir deyðsfallið. Leiðið skal sjunka, verður steinur settur á ov skjótt, er vandi fyri at hann koppar ella fer eftir liðini. Tá ið fólk bíleggja gravstein fáa tey hann eisini settan á grøvina og annars ráðgeving um, hvgrjir stein- ar eru væl egnaðir til veð- urlagið. — Hóast ein tíð er liðin er tað ikki altíð, at tey avvarð- andi heilt hava sligið seg til tols við missin. Spurning- urin er, um tað ikki er eitt slag av terapi at fólk taka sær av at keypa gravstein og gera annað í sambandi við deyðan. Í útlandinum verður alt latið upp í hend- urnar á einum biðimanni, meðan fólk her taka sær av øllum. Men tú venir teg aldri við at taka ímóti fólki, sum hava verið út fyri ein- um stórum missi, til dømis um tey hava mist eitt barn. Tað er altíð ein stórur sorg- arleikur og tað ávirkar okk- um sjálvandi. Hinvegin eru eldri fólk vanliga meiri rólig og tey takla deyðan ødrvisi, sigur Mikala. gr meguleikar Valið av gravsteinum er ofta eitt samanspæl av ymiskum vidurskiftum, ið hava til- knýti til tann deyða. Á grøv- um hjá sjómonnum er íkki óvanligt at síggja eina slupp, skip, akker ella ann- að, ið hevur samband við sjógvin. Fólk kunnu eisini koma við eini tekning, skitsu ella skapelón, sum Mikala og Karsten so kunnu gravera uppá steinin. Hvussu steinarnir, sum standa við síðuna av síggja út, hevur eisini sítt at siga. — Nøkur koma inn og bidja um ein einfaldan nat- úrstein, tí viðkomandi, sum Mynd: Álvur Haraldsen Ein drivkraft at byrja skal hava gravsteinin, dámdi væl at ganga í haga- num til dómis. Onnur gera meiri burtur úr og markera alt gkið við kanti og ødrum. Gera grøvina til eitt stað, sum tey kunnu fara til og gera nógv burtur úr at halda, sigur Mikala. Tað eru kirkjugarðar í Føroyum, har tað ikki er loyvt at hava garð rundan um og tað verður kanska gongdin aðra staðni í Før- oyum eisini. Ein grøv við ongum kanti er lættari at halda hjá teimum, ið hava ábyrgdina av kirkjugørdum. — Tá id eg spåki úti í nått- åruni hyggi eg eftir gróti. Eisini tá ið eg eri uttanlands fari eg inni í kirkjugarðar at hyggja, hvussu gravsteinar- nir síggja út. Okkara eru avgjørt líka vakrir, um ikki vakrari enn teir, vit síggja uttanlands. Eg havi ikki sæð ein stein, sum vit ikki kunnu gera her. Tað er bara spurn- ingurin um at hava røttu maskinurnar, sigur Karsten. Næsta iløgan hjá Fa. Gravsteinum er at keypa lyftiútgerð, sum ger tað høgligari at arbeiða við stóra gróti. Kanna grót Í Suðuroy og Viðoy JAN MØLLER Herfyri vóru fleiri av fremstu jardfrødingum hjá norska oljufelagnum Saga Petroleum í Føroy- um fyri at kanna grót. Hetta er partur av kann- ingum, sum byrjaðu í fjør. Eisini umboð fyri olju- feløgini Total og Anadar- co hava verið í Føroyum við tí sama fyri eygað. Terje Hagevang, jarð- frødingur hjá Saga og nevndarformadur í Saga Føroyar sigur við Sosial- in, at grótkanningarnar eru ein týðandi brikkur í einum stórri puslispæli. Gråtløgini í berginum i eitt nå Suduroynni og i Vidoynni kunnu siga jarð- fróðingum nakað um ald- urin og lógini annars mill- iónir av árum aftur. Hetta kann so aftur vera ein hjálp í leitingini eftir olju og gassi í føroysku und- irgrundini. -Tað er umráðandi at hava calibreringspunkt á landi, nú vit skulu til at finna út av, hvat finst í undirgrundini úti til havs og kilometrar undir tjúkk- um basalti. Boringin í Lopra hevur stóran týdn- ing í so máta og grótkann- ingarnar á landi í Føroy- um hava eisini stóran týdning. Haraftrat hava kanningar av gróti í sam- bandi við fund bretsku megin markið eisini stóran týdning. Alt hetta skal geva okkum eina heildarmynd av, hvussu tað kann síggja út longur niðri í undirgrundini sigur Terje Hagevang, sum eft- irhondini er vorðin fastur gestur her á landi. Saga er fyrsta oljufel- agið, sum hevur sett fleiri fólk“ og stovnað skriv- stovu í Havn. Hóast fel- agið hevur verið fyri nið- urskurðum í Noregi, har fleiri av arbeiðsuppgáv- unum nú eru vornar út- lisiteradar til onnur feløg, so fer hetta ikki at nerva Føroyaprojektid. Tverturímóti = verður skorað á kanningarnar við Føroyar og júst í hesum døgum er eitt norskt felag farið undir aftur kanning- ar at taka botnroyndir av havbotninum kring Før- oyar. Hesar kanningarnar byrjaðu í fjør og vístu seg at vera so mikið væleydn- aðar, at Saga, Total, Ana- darco og eftir tí Sosialurin hevur skilt, eisini Esso, nú vilja hava fleiri kanningar gjørdar. Kanningarnar i fjør vórðu gjørdar vid skipi- num Geo Boy, sum tók fleiri hundrad royndir å føroyskum øki. Oljufeløg i Listaskála JAN MØLLER Hóast ein føroysk olju- vinna enn bert er veruleiki å skrivabordinum og i hugaheiminum hjå mong- um félkum, so gerast vitj- anir av útlendskum olju- fólkum ein støðugt stórri og størri partur av før- oyska gerandisdegnum. Tad fer ikki dagur uttan at okkurt av oljufelag vitj- ar. Tann 24. juni fara tey bæði oljufeløgini Lasmo og Norsk Hydro at skipa fyri tiltaki í Listaskála- num. Endamálið við hes- um tiltaki er at kunna um feløgini, sum eru partur av Faroes Partnership samtakinum, ið eisini fevnir um Amerada Hess og Dong. Fleiri av odda- fólkunum í hesum báðum feløgunum vera við ferð- ini í Føroyum. Sosialurin skilur, at Lasmo fer at taka fýra før- oyingar sum „trainees“ í næstum. Felagið hevði herfyri lýsingar í fóroysku bløðunum, har sekt varð eftir fólki til nøkur tíðar- ásett størv. Ætlanin er, at Norsk Hydro eisini skal fara undir líknandi tiltak. Frammanundan hava bæði Amerada Hess og Dong sett føroyingar í bæði fast starv og í starv sum „trainess“. GEM-fundur Hesa vikuna verður eisini fundur í GEM, ið er ein felagsskapur við umleið 24 oljufeløgum og før- oyskum myndugleikum, ið m.a. tekur sær av um- hvørvisuppgåvum í sam- bandi vid eina komandi oljuleiting. | I |