Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið >>" r 10,3 Nr. 112 — 18. JUNI 1998 10 a —— mill. til 8 mill. uppá 11/2 ár — Vit fóru inn í bygdarráðið við einum máli. Tað var at víkar kommunu, Heðin Zachariasen FRANTS JENSEN Bygdarráðið í Hvalvíkar kommunu hevur rættiliga spent seg út fyri at niður- gjalda skuldina — Tað ber ikki til at virka sum kommuna við so stór- ari skuld. Ein er næstan heftur bæði á hendur og føt- ur. Tí fóru vit inni í komm- ununa við einum endamál: Tað var at niðurgjalda skuldina. Vit settu sum mál, at gjalda eina millión av skuldini niður pr. år Kommunan hevur havt hampuliga góða inntøku seinastu årini. Samstudis gav nyggja kommunuavtal- an møguleikan hjå komm- unum at gjalda eykaavdrøg Hetta er grundin til, at tað hevur eydnast hjá Hvalvíkar kommunu at niðurgodið skuldina, soleiðis at komm- unan er frammanfyri tað málið, hon hevur sett sær í mun til tíðarætlanina. — Tá ið vit tøku við í kommununi fyri hålvum- ødrum åri sidani, var skuld- in 10,3 mall. krónur. 30. juni f år skulu vit gjalda eitt eyk aavdrag uppá ! milliónir, og er skuldin tá komin niður á 8 mill. krónur 2,3 mill. krónur hevur kommunan sostatt kl goldið niður eftur un hålvumødrum år: Longu nú eru frammanfyri tað mál, sun vit settu okkum í hesum bygdarráðnum, og klára vit at niðurgjalda skuldina enn meir, ja, so gera vit tað. Kommmunur bara brúka av inntøkuni Orsøkin at Hvalvíkar kommuna er í so stórari skuld er millum annað stór- ar iløgur á kajøkinum, og ein grus fótbóltsvellur, sum tíverri ikki verður brúktur í dag. Skattaprosentið í Hval- vikar kommunu er 19%, og Hedin væntar ikki, at tað verður hæðkað. Málið, kommunan setti sær við niðurgjaldingini, hevur eisini ført við sær, at teir ikki hava gjørt nakrar íløgur ella nýtt pening til onnur endamál. Peningur hevur einans verið nýttur at reka alt tað dagliga: Tó er eisini nakað av peningi sett av til at orna innlegging av vatni í bygdini. Hetta er nakað, sum hevur ligið á láni, og tað verður farið í gongd við hetta arbeiðið seinni í hesum árinum. — Vit hava sagt, at áðrenn skuldin er komin niður á 5 milliónir vilja vit ikki nýta nakað av peningi til annað Tå kann kanska nakað nýt- ast til annað, men best er, at kommunan er skuldafri áðrenn hon fer at nýta ening til nakað sum hel S ur síg r sum tað y €tt i NK 1 I u kk K u Kunna rúkt la ening. Nóg fáa skuldina niður, sigur bygdaráðsformaðurin í Hval- best er um kommunan hin- vegin heldur bara brúkti av yvirskotinum, hon fekk inn. Eg trúgvi hetta hevði borið væl til, og fólk kundu lært seg at liva eftir tí. Felagskommunala eindin I Hvalvíkar kommunu búgva 318 fólk. Í kommun- uni eru umframt Hvalvik og Streymnes eisini Nesvík og norðari partur av Au- num. Nakað av virksemi er í bygdini, sjálvt um tað eru fleiri, sum koyra av bygdini til arbeiðis. Silaaling, Norð- setur og Fiskaaling eru tey størstu arbeidsplåssini i kommununi. Sjålvur ar- beidir Hedin sum formadur hjå IRF i Leirvik. Hvalvikar kommuna hev- ur eisini nógv samarbeiði við hinar kommunurnar í Sundalagnum. — Vit hava skipað eina fel- agskommunala eind, har flestu kommunurnar í Sund- alagnum eru við. Her tosa vit um felags viðurskifti, men henda nevndin hevur kortini ongan peningaligan avgerðarrætt. Alt skal fyri hvgrja einstaka kommunu aftur, áðrenn nakað verður av gjørt Kommunurnar eru eisini saman um Felagsskúlan á Oyrarbakka og Læknasam takið. Eiðis kommuna er eisini við í hesum báðum samarbeiðunum Samanlegging ikki vidgjørd Kommunurnar í Sundalag- num eru vanar við samar beidi, og tí skuldi tað ikki verið tann stóri trupulleikin við eini samanlegging skuldi ein trúð. — Vit hava ikki vidgjørt spurningin um samanlegg- ing av kommunum í bygdarráðnum, og tí vert eg ikki, hvat vit gera Sjálvur haldi eg kortini, at vit klára eins væl at gjalda skuldina aftur einsamallir, ella um vit eru vóru ein stór kommuna, sigur bygdar ráðsformaðurin í Hvalvíkar kommunu Niðurgjalding av skuld hevur allatíðina verið okkara mál, og nú eru vit komin nakað ávegis, sigur bygdaráðsformaðurin í Hvalvíkar kommunu, Heðin Zachariasen (Mynd: Alvur Haraldsen)