hósdagur 18. juni 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 112 — 18. JUNI 1998
tíðindablaðið SOSU
13
So skal aftur í árar-
nar togast
Triðja vikuskifti á rað fara róðrarfólkini aftur í bátarnar, hesaferð í Sunda-
lagnum. Nú fær Hvessingur møguleikan fyri,
á heimasjógvi, at vísa at tað sum
hendi á Skálafjarðarstevnu, tá Jarnbardur snýkti seg framum, var eitt óhapp
SVEINUR TRÓNDARSON
Tá hetta vikuskifti er farið
aftur um bak, er helvtin av
kappingarárinum yvirstað-
ið. Og enn er hálvur annar
mánaði til Olavsøku.
Men soleiðis eigur tað at
verða og spennandi verður
tað kortini.
Umstødurnar at rógva í
Sundalagnum eru góðar.
Róð verður 2000 metrar og
eru veðurgudarnir við okk-
um, so kundi hent, at veðrið
verður eins gott og á Skála-
fjardarstevnu seinasta viku-
skifti.
5-mannafør dreingir
Hjå dreingjunum sær so-
leiðis út, at Junkarin år Kvi-
vik hevur lagt seg å odda
vid 14 stigum.
Teir hava vunnid bådar
tær undanfarnu stevnurnar
við góðari fråstødu til næsta
bát og tað tykist verða tor-
ført hjá hinum at fáa bukt
við kvívíkingum.
Tó so, tríggir bátar liggja
í oddinum og hava skilt seg
eitt sindur frá hinum bátun-
um.
Drekin úr Havn og Blikur
av Argjum eru båtarnir sum
koma næst eftir Junkarin og
skal nakar taka kviviks-
dreingirnar, so er lítið at iv-
ast í, at tað skal verða annar
av hesum.
Og tað er heldur einki at
taka seg aftur í, at teir á
havnabátunum hava vant
dúgliga hesar seinastu dag-
arnar fyri at fáa fatur á tí
síðsta.
Um tað er nóg mikið fáa
vit at síggja leygardagin um
trýtíðina.
S-mannaførini liggja í
hesi rød:
Sílið
Báran
Svanur
Súlan
Drekin
Junkarin
ae ISS
7. Blikur
8. Erla Kongsdóttir
9. Fípan Fagra
10. Tjaldrið
11. Ritan
6-mannafør kvinnur
A Skálafjarðarstevnuni
seinasta vikuskifti varð býtt
um uppá nummar eitt og
tvey frá Norðoyastevnu.
Hvessingur vann í Klaks-
vík, men megnaði ikki at
halda Jarnbardi aftanfyri
seg í Runavík.
Í Runavík gjørdist Gong-
urólvur nummar trý og
munurin millum hesar
tríggjar bátar var ikki so
ógvuliga stórur. Tí er væl
hugsandi at tað verður ein
javnur róður í Sundalagn-
um.
Men, men. Hvessingur er
á heimasjógvi og hava uttan
iva stóran áhuga at vísa
bygdafólki sínum, at tað
sum hendi í Runavík, var
eins »smuttari«.
Eftir hvat skilst, so hava
tær ikki lagt venjingina um,
men hava vant á sama hátt,
sum tær plaga - og líka hart.
So er bara at bíða ...
Tað er tó vert at skoyta
uppí í hesum sambandi, at
bátarnir bert verða fimm í
talið. Páll Fangi og Strálan
hava ikki meldað til Sunda-
lagsstevnuna.
Tveir bátar hava fingið
gul kort. Gongurólvur og
Páll Fangi, men tá tann
seinni ikki hevur meldað til,
so er tað bara Gongurólvur,
sum hesaferð skal ansa sær
ikki at fáa fleiri kort.
6-mannaførini liggja annars
í hesi rød:
I. Lómur
2. Hvessingur
3. Jarnbardur
4. Gongur6lvur 1.G
5. Fuglfirðingur
S-mannafer gentur
Størsti róðurin á seinastu
nógvu stevnunum,
hevur
verið genturóðurin.
I so máta verður Sunda-
lagsstevnan einki undantak.
12 gentumanningar skulu
dystast um heiðurin hesa-
ferð og tað er ein færri enn
seinast.
Tað, sum so kanska er
keðiligt, er at tann báturin,
sum ikki hevur meldað til,
er ein Sundalagsbátur.
Hvassi úr Kollafirði verð-
ur ikki við í Sundalagnum,
men úrslitið hjá teimum á
Skålafjardarstevnuni = var
heldur ikki serliga eggjandi.
Tær komu síðstar um mál-
linjuna.
Í Runavík hendi tað 6-
væntaða, at Ørnin úr Sand-
avági fór við sigrinum og
hon tók Koll og Svan við
sær í oddin.
Tann róðurin var sera
spennandi og úrslitið var
fullkomiliga ødrvisi enn tað
hjá somu bátum á Norðoya-
stevnu, tá Royndin Fríða úr
Vági vann.
Men tað at bátarnir eru so
javnir at teir bæði kunnu
vinna og síðan gerast
nummar sjey, ger bert
spenningin uppaftur stórri.
Vágsgentur hava í hvussu
er nakað at vísa í Sunda-
lagnum.
Tær skulu vísa áskoðar-
unum at okkurt var sum tað
ikki skuldi verða seinasta
vikuskifti.
Bátarnir liggja í hesi rød:
Drekin
Fípan Fagra
Tjaldrið
Royndin Fríða
Junkarin
Kollur
Ørnin
Svanur
Erla Kongsdóttir
10. Sílið
11. Beinta
12. Blikur .
6-mannafør menn
Snopprikkur hevur gjørt
bart báðar undanfarnu
be de be ed el
-
=
stevnurnar.
I Klaksvik var starturin
einki at reypa av, men tað
var endaspurturin haraftur-
ímóti.
Sólmundur, sum lå fremst
meginparturin av róðrinum
å Nordoyastevnu megnadi
ikki at halda tørn og tapti
fyri Snopprikki.
A Skåtafjørdinum lá
Snopprikkur fremst mest-
sum allan vegin og heldur
ikki tå megnadi Sølmundur
at gera nakað við hann
Men ikki tí, munurin
millum båtarnar er ikki
stórri enn so, at hann kann
takast innaftur.
Skal Snopprikkur ikki fáa
ov stóran fyrimun í stiga-
talvuni, so verða hinir bát-
arnir, og kanska serliga Søl-
mundur noyddir til at gera
okkurt munagott.
Hósvíkingar fingu eitt
gott úrslit í Runavík, og tí
verður eisini spennandi at
síggja teir í Sundalagnum.
Hvessingur varð mannað-
ur beint undan Skálafjarð-
arstevnuni og tí høvdu teir
bert verið einaferð í bátin-
um. Urslitid var eisini har-
eftir. Men nú hava teir vant
sera dúgliga verður sagt úr
Hvalvík og tí vanta teir sær
eitt munandi betri úrslit
hesaferð.
Um tað so verður nóg
mikið til at vinna, er so ein
annar spurningur, men
neyvan er tað sannlíkt.
6-mannaførini liggja so-
leiðis:
I. Kollfirdingur
Strálan
Lómur
Sølmundur
Snopprikkur
Hósvíkingur
Gongurólvur
Hvessingur
Jarnbardur
8-mannafør
Hjå 8-mannaførunum er
kappingin eisini púra opin.
Miðvingar,argjamenn og
kvívíkingar kappaðust sína
millum seinasta vikuskifti
við miðvingum sum vinn-
arum
Hinar bátsmanningarnar
lógu eitt sindur aftanfyri,
men tó ikki so nógv, at tað
ikki kann takast innaftur.
Tað er tó vantandi, at
kappingin fer at standa mill-
um teir fyrstnevndu triggjar
bátarnar.
Knørrur og Ørvur hava
eisini víst góðar »taktir« í
ár, so her er alt opið.
Hjá Kvívíkingum ræður
serliga nógv um at koma
fyrstur á mál. Skulu teir ikki
missa takið á argjamonnum,
so verða teir noyddir at
spenna seg út.
Teir hava evnini. Tað
vístu teir millum annað á
SONINN
bygdastevnuni á Skála, har
teir vunnu m. a. framman-
fyri Argjabátin.
Spennandi verður tað tí at
síggja leygardagin hver
teirra verður stinnastur, tí
áttamannafarsróðurin er al-
tíð sera spennandi
Bátarnir liggja í hesi rgð:
Gullbrandur
Ørvur
Knørrur
Argjabåturin
Miðvingur
Kvívíkingur
Húsavíkingur
Sjóriddarin
ÆIARUBIAN—
10-mannafer
Eysturoyingur hevur tær
báðar undanfarnu stevnur
nar verði so langt framm-
anfyri hinar, at hann verður
ikki tikin í ár
Og Kjølur hevur verið so
greiður á ødrumplåssi, at
neyvan verður hann tíkin
heldur
Tað vil so siga, at kapp
ingin fer at standa um triðj-
aplássi.
Seinasta vikuskifti stóð
kappingin millum Havnar-
bátin og Nólsoyingur, við tí
fyrra sum vinnara
Um tað fer at verða so, er
tó ilt at siga. Aftaru bátarnir
hava verið ógvuliga javnir
higartil og tí kann alt henda
Heilt frammi fara koll-
firðingar at leggja doyðin á
at vísa eysturoyingum at teir
ætla at forða teimum í at
vinna allar stevnurnar í ár
men um tað verður nóg
mikið er so ein annar spurn
ingur
Higartil hevur so púra
eingin spenningur verið
millum 10-mannaførini
Bátarnir liggja í hesi rød
i. Tverabáturin
2. Nólsoyingur
Kjølur
Eysturoyingur
Havnarbáturin
Vestmenningur
Í ON MA þa lá
HSR hevur
góðar umstødur
Róðrarfólkið í Hvavíkar Streymnes-
| ar Róðrarfelag hava góðar umstød-
SVEINUR TRÓNDARSON
Kappróður fer við nógvari
tíð og orku hjá rødarunum,
tað er vist.
Men eru umstødurnar
hjá rødarunum í lagi, so
er lættari hjá teimum at
fara undir venjingina.
Og umstødurnar hjá
róðrarfólkinum í HSR eru
í lagi - tað heldur formað-
urin í felagnum, Petur Eik-
holm í hvussu er.
— Jú, tað haldi eg ein
kann síga. Vit hava eitt
gott »neyst« í tveimum
hæddum. Í neðra er gott
pláss til båtarnar og har
standa teir heitt og fjålgt.
Í erva er ein salur uppá
einar 60-70 fermetrar og
har er eisini ein køkur. Í
nidaru hæddini eru tvey
toilet.
Tað tykist verða so væl
umtókt at venja styrkivenj-
ing í samband við
róður nú til dags, hava tit
so eisini útgerð til styrki-
| ur at íðka sín ítrótt, hetta hóast har
ikki eru tól til strykivenjing og líkn-
andi, sigur formaðurin
venjing?
— Nei, tað hava vit ikki.
Vit hava nakrar kondi-
súkklur standandi, men
onkrar teirra eru tíverri í
ólagi. Men rødararnir
brúka ikki so nógv såkkl- |
urnar. |
Tey venja á ein annan
hátt. Tey gera nógv við
renning og so eru tey |
sjálvandi eisini nógv í bát- |
unum, sigur Petur Eik-
hólm. |
Tað hevur altíð borið til |
at manna bátarnar hjá |
HSR.
Hesaferð gekst eitt sind-
ur striltid at manna Hvess-
ing hjå monnum, men tad
er nú komið i rættlag 0;
teir verða eftir øllum at
døma við restina av kapp- |
ingarárinum.
— Teir eru stak ráskir og
gera sera nógv við venj-
ingina, so tað skal nokk
fara at gangast betur, sigur
Petur Eikholm, formaður
í HSR.
se re
Í hesum stóra húsinum heldur HSR til. Her standa
bátarnir heitt og væl. Húsið er bygt í 1978-79,
sigur formaðurin, Petur Eikholm
|