Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 106 - 6. juni 2000 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 106 - 6. juni 2000 JÁKUP MØRK Tað var ein sera harmur Oddmar Andreasen, sum um vikuskiftið boðaði frá, at hann í samráð við hjálpardómarar sínar nú hevur gjørt av leggja floytuna á hyllina. - Fótbóltsdómarafelag- ið hevur stungið okkum í baki við avgerini um at avgreiða dystirnar um vikuskiftið, og hetta meta vit okkum ikki kunna liva við, sigur Oddmar An- dreasen. - Orsøkin til at sigi so- leiðis er, at nevndin fríggjakvøldið ella leyg- ardagin hálsaði um, og kolldømdi avgerðina, sum eini 80% av møttu limunum høvdu samtykt hóskvøldið. Ikki nøkur nýggj støða At talan skal vera um eina aðra støðu, nú FSF hevur boðið dómarafe- lagnum á fund, er Odd- mar als ikki samdur í. - Vit tosaðu um hetta hóskvøldið, og semja var um, at dystirnir skuldu ikki dømast, hóast FSF kom við einum útspæli fríggjadagin, tí hetta væntaðu vit frammanun- dan fór at koma. - At nevndin so eisini fer aftur um bakið á okk- um, og tosar við dóma- rarnar hvør sær, fyri at Floytan løgd á hillina Orsøkin til avgerðina er, at dómarabólkurin kennir seg stungnan í ryggin av nevndini í dómarafelagnum trýsta teir til at døma, meti eg vera eina somikið ljóta gerð móti okku, at eg als ikki skilji, hví vit skulu hava nakra nevnd at umboða okkum. Mín áheitan skal tí vera, at nevndin leggur frá sær sum skjótast, áðrenn hon verður koyrd frá. At fleiri dómarar so eisini velja at geva eftir fyri trýst- inum, sum verður lagt á teir, er sjálvandi eisini at harmast um. Tað nærmasta eg kann koma einum orði fyri hetta er »skrúubrækkai«, og hetta sigur kanska eisini eitt sin- dur um, hvussu veikt dóm- arafelagið í veruleikanum er. Formaður felagsins er snøgt sagt tikin av ræði av øðrum nevndarlimum og FSF, og einasta, sum okkara dómarabólkur frættir um málið er, tá vit leygardagin hoyra í Útvarpinum, at dyst- irnir kortini verða leiktir, og hetta haldi eg vera undir alt lágmark. Láturligt Oddmar heldur eisini lítið um, at FSF í síni roynd at fáa dystirnar avgreiddar, hevur latið lítið um ítróttar- ligu avgreiðingina av dyst- unum. Sum dømi um hetta nevnir hann dysitn á Sandi, har ein óroyndur dómari varð settur at døma ein dyst, sum kundi hava alstórar av- leiðingar fyri liðini, og tí var kanska væntandi, at talan fór at gerast um dyst, sum varð torførur at døma. - Ikki tí, eg havi alt gott at siga um Lars Müller, sum dømdi dystin, og tað gleðir meg eisini, at allir partar tóktust nøgdir um døming hansara, men tað kundi eins væl gingið gal- ið, tá ein somikið óroyn- dur dómari verður settur at døma. Hugstoytandi Spurdur, um tað ikki er hugstoytandi at skula gevast við dømingini á slíkan hátt, sigur Oddmar, at tað er so avgjørt. Eg eri sera harmur um, at alt skuldi enda soleiðis, tí eg havi verið sera fegin um at havt møguleikan at døma á hæsta stigi her heima. Síðani hetta málið tók seg upp, havi eg tó upp- livað at verið spiltur út meira ella minni alment, og eitt nú hava tey, sum vara at heimasíðuni hjá HB verið noydd at strikað ymsar viðmerkingar, tí hesar snøgt sagt hava ver- ið ov grovar. Hetta er sjálvandi eisini nakað, sum ávirkar hugin skeiva vegin, og alt í alt er tað alt annað enn stutt- ligt at skula siga farvæl til dømingina. Sum støðan var helt eg meg tó ikki kunna handla øðrvísi, og tí er floytan løgd á hillina med alla. GÍ–EB/Streymur 1–1 (1–0) Tey fyrstu umførini gekk rættuliga undan hjá Bergi Magnussen og EB/Streymi. Men nú kom stígur í. Fyrst heilkiksaðu teir á heima- vølli móti KÍ, og leygar- dagin hálvkiksaðu teir í Gøtu. EB/Streymur hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini. Serliga í 1. hálvleiki vóru teir greitt omaná. Janus Rasmussen og Símun Petur Justinussen hava verið krumtappurin á GÍ liðnum, men hesa ferð var Janus ikki við, tí hann var skaddur, og Símun Petur, sum hevur á- byrgdina av næstbesta lið- num, setti ikki seg sjálvan inn, fyrrenn 2. hálvleikur var væl liðin. EB/Streymur hevði Brian Jensen og gomlu GÍ kemp- una, Jón Sigurd Gleðis- heygg, í álopinum. Stóru menninir stríddu seg til møguleikar, og Jón Sigurd hevði einar tríggjar í 1. hálv- leiki, sum hann átti at hava skorað uppá. Serliga var møguleikin stórur, tá hann hevði fingið bóltin av aft- asta manninum hjá GÍ, Jan Skoradal, men skotroyndin var so miseydnað, at mál- verjin, Hallur Hansen noyddist at fara fram eftir bóltinum, sum ikki orkaði inn móti strikuni! GÍ hevði fáar og smáar møguleikar í 1. hálvleiki, men tað eydnaðist teimum at skora, tá vanliga leiktíðin var farin. Omar Pálsson, sum var miðvallari, hevði síðsta fótin á. Í 2. hálvleiki var EB/ Streymur framvegis spæl- stýrandi. GÍ var kortini meiri við, enn teir høvdu verið undan steðginum, og tá tað restaðu tveir minuttir, áttu teir at havt sligið sig- urin fastan. Heini Heinason stríddi seg ígjøgnum í vin- stru, hann legði upp á tvørs til Per Dalheim, sum var innkomin. Vinkulin hjá hon- um var í so spískur, og hann valdi heldur at leggja aftur fyri føturnar á Heina, sum var komin í málteigin. Men ólukkutíð fyri GÍ, so sendi NSÍ snýtti fuglfirðingar ÍF–NSÍ 0–1 (0–1) Hesa vikuna liggur besta fótbóltsliðið í Runavík tungt í sjónum. Kanska er tað ein uggi, at tað liggur so nógv betri fyri hjá næstbesta lið- num. NSÍ er á odda í 2. deild, og tað er ikki púra við síðuna av at ímynda sær møguleikan, at teir flyta upp, samstundis sum 1. deildarliðið flytir niður! Fuglfirðingar fluttu niður í fjør. Teir stríðast við at samanspæla eitt lið, sum skal standa seg so mikið væl, at tað kanska flytir upp aftur. Við hvørt hevur tað hilnast væl hjá ÍF, men ungu menninir eru óstøðugir. Leygardagin var tað heilt greitt, at NSÍ var ikki komið til Fuglafirðar at undirhalda. Tann partin lótu teir heima- liðið hava ábyrgdina av, og tað var ein trupulleiki hjá ÍF. Tey árini, tá ÍF hevur stríðst fyri at yvirliva í 1. deild, hava teir ikki hugsað so nógv um at skapa spælið. Tá teir eru oddalið í 2. deild lata mótstøðuliðini ÍF um at mynda, og so dúva tey upp á kontra spælið, og soleiðis var tað leygardagin. Fyrsta korterið høvdu fuglfirðingar tríggjar ella fýra góðar royndir móti málinum hjá NSÍ, men Rúni Petersen, Bárður á Lakjuni og hinir menninir frammar- laga á vøllinum misnýttu. Spurningurin er, hvussu tað hevði tørnað út, um teir høvdu havt skorað. Teir skoraðu ikki, og tað hevði fyrst og fremst Ólavur Høj- gaard í NSÍ málinum heið- urin av. Miðskeiðis í 1. hálvleiki noyddist Bárður á Lakjuni at taka seg burturúr, tí hann var skaddur. Tað var ein dyggur smeitur fyri ÍF. NSÍ skoraði, tá seytjan minuttir vóru farnir. Upp- spælið var í vinstru. Høgni á Lakjuni, sum í ár er komin til NSÍ úr Fuglafirði, har hann býr og arbeiðir!, lyfti úr vinstru tvørturum til handara stólpa. ÍF málverjin drálaði, og so kom miðvall- arin Bergur Djurhuus og setti fótin á. Seinna umfarið bara vardi NSÍ. Jákup Martin Jacobsen var ein brandur í miðver- juni, og veteranurin Eyðun Gaardbo hjálpti honum við øllum sínum royndum. Tað gjørdi so mikið góðan mun, at ÍF ikki megnaði at fáa mál. Og so var hýrurin í Fuglafirði sjálvandi vána- ligur. JH álopsmaðurin skeivu megin stólpan. Vanliga leiktíðin var um at vera runnin, tá EB/Strey- mur fekk fríspark dygst utt- anvert brotsteigin. Finn- bjørn Zachariassen smekk- aði flatt móti ver- jugarðinum, onkur hoppaði upp frá, og bólturin streyk í meskarnar aftanfyri Hall Hansen, áðrenn dómarin bríkslaði av. Komandi leygardag eru havnarliðini á skránni hjá EB/Streymi og GÍ. Gøtumenn skulu í Gundadal at spæla móti HB, og EB/ Streymur fær vitjan av B36. jh Sundalagið hálvsnávaði 2. deild: Gøtumenn fingu heldur óvæntað annað stigið við sær av Eiði, tá teir leygardagin tóku ímóti EB/Streymi 2. deild: NSÍ er nú á odda í næstbestu deildini, eftir at tað eydnaðist teimum at vinna torføra útidystin í Fuglafirði Roknskaparleiðari til TRYGGINGARFELAGIÐ FØROYAR Kongabrúgvin P.O.Box 329 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tel +298 345600 Fax +298 345601 tf@trygging.fo www.trygging.fo The Faroe Insurance Company Til Tryggingarfelagið Føroyar verður søkt eftir roknskaparleiðara. Starvið Leiðarin stendur fyri roknskapardeildini og skal skipa fyri, at deildin altíð virkar væl og er ajour við sínum arbeiði. Roknskaparleiðarin hevur m.a. ábyrgdina av Perioduroknskapum, deildarroknskapum, ársroknskapum og øðrum møguligum roknskaparuppgerðum fyri allar deildir og dótturfeløg fíggjarætlanum og uppfylging av teimum likviditetsuppgerðum hagtølum Førleiki Tann, sum setast skal í starvið, má hava góðan roknskaparligan førleika, og dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir, leiðaraevnir- og royndir. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu. Umsókn Umsóknir, saman við prógvum og viðmælum, skulu verða Starvsfólkadeildini í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. juni 2000. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gunnar í Liða, stjóra. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Sosialurin - 311820 EVNISDAGAR um sálarliga viðgerð Í samstarvi við ein bólk frá "Institutt for Aktiv Psykoterapi" í Oslo skipar felagið "Føroyskir Sálarfrøðingar" fyri tveimum evnisdøgum á Føroya Læraraskúla 14. og 15. august 2000. Foredragsholdere: Sjefpsykolog og klinisk spesialist Stein Rønnow, advokat og psykolog Grethe Nordhelle, psykolog Morten Nystrøm, barnevernspedagog og mødrehjemsleder Ingrid Kviberg, psykolog Kjersti Karlsen, spesialpedagog og rusterapaut U. S. Sakhi. Tema: Ny identitet i voksenalder Famileterapi – innspil fra en tradisjon Psykoterapi av personlighetsforstyrrelser Barn med Asberger's syndrom Vold i hjemmet – ulike perspektiver Ungdom og rusmisbruk Behandling av sosiale utsatte mødre Bevisstgjørelse av komfliktopptrappende og avspennende språk. Begge dager: Workshops og paneldebatt Málbólkur: Fakfólk sum starva við viðgerð á stovnum, sjúkrahúsum og klinikkum, pedagogar, sjúkrasystrar og røktarar, heilsusystrar, læknar, sosialráðgevarar, barnaverndir, prestar og onnur við áhuga fyri sálarfrøðiligum evnum. Kostnaður fyri luttøku báðar dagar: 1.500,- kr. íroknað døgurði, kaffi, skrivligt tilfar v.m. N.B. Avmarkað luttakaratal! Áhugað ringið tel. 314522 (Sernámsdepilin), millum kl. 13.00 og 15.00 og tit fáa semt tilmeldingarblað og skrá. Seinasta freist at tilmelda seg er 20. juni 2000. Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Tel 30 30 30 · Fax 30 30 31 · www.tele.fo Føroya Tele er skrásett hjánavn hjá P/F Telefonverkið · Reg. no. 2697 Hestprent 314 555 LUTASEÐIL LUTASEÐIL 1. Toyota Corolla Hatchback virði 169.400 kr. (Frá Reyni Service) 2. Ferð fyri 2 vaksin og 2 børn við bili Tórshavn-Hanstholm við frítíðaruppihaldi í 1 viku í Danland virði 15.000 kr. (Frá Smyril Line) 3. Gávukort frá Th. Dam á Hálsi virði 10.000 kr. 4. Gávukort frá Shell virði 5.000 kr. 5. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 6. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 7. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 8. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 9. Apex ferðaseðil fyri 1 persón virði 2.800 kr. 10. Føroyskt krov virði 1.000 kr. Drigið verður bara millum seldar seðlar. Drigið verður mánamorgunin 7. august kl. 9.30 á Elektron og lýst í bløðunum 8. og 9. august 2000. Eisini verða vinnaratølini løgd út á heimasíðu: www.sporthal.fo Tórshavnar Ítróttarráð 2000 20 kr. -har tað hendir