leygardagur 6. desember 2003síða 28
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 6. desember 2003
55
55
54
Nr. 233 - 6. desember 2003
Sølustevnan í Runa-
vík í dag og í morgin
bjóðar eina rúgvu av
framsýnarum, undir-
haldi, sangi, mótasýn-
ingum og øðrum. Og
so kunnu tey vitjandi
eisini gera kvetti
TÍÐNDASKRIV
Fótbóltsfelagið NSÍ spenn-
ir bogan høgt, tá stóra sølu-
stevnan Marko ’03 verður í
ítróttarhøllini í Runavík í
dag og í morgin, tí við
einum góðum blandingi av
ikki færri enn 25 básum, ið
sýna fram alt millum
himmal og jørð, ber til hjá
teimum vitjandi at fáa tímar
at ganga við at ferðast mill-
um básarnar, har nógv góð
tilboð eisini verða latin.
Á pallinum verður við
jøvnum millumbili borð-
reitt við alskyns undirhaldi,
sangi og mótasýningum, og
tá einki er á pallinum, skap-
ar hugnaligur jólatónleikur
rætta hýrin í høllini, meðan
fólk vitja teir ymsu básar-
nar.
Hevur onkur so hug at
hvíla seg eina løtu, ber til at
fáa sær ein góðan drekka-
munn, køkur ella breyð við
viðskera í kafeteriuni, ið
verður opin alla tíðina báð-
ar dagarnar.
Her verður eisini hugsað
um børnini, tí tey kunnu
sjálv baka í serligum jóla-
húsi, sum verður á Marko
’03, og sum fólk gjøgnum
vikuna annars hava sæð á
jólatorginum í SMS.
Nakað fyri øll
Marko ’03 letur upp í dag
klokkan 14 og ein tíma
seinni, klokkan 15, fer
Rodmund Nielsen, borgar-
stjóri í Runavíkar komm-
unu at seta stevnuna.
Tað, sum annars verður
fyriskipað á pallinum til
undirhalds, er ætlað bæði
teimum yngstu og teimum
elstu.
Gykl er ein partur av
skránni, tí í kvøld klokkan
19.30 kann Ásbjørn úr
Glotti & Gleimi upplivast á
pallinum, og í morgin
klokkan 16 vitja Absalon
og Niklái úr Glotti &
Gleimi á pallinum.
Kendar røddir lívga eisini
Marko ’03 við sínum sangi,
tí tað hevur eydnast at
fingið bólkin I Am á pallin
í kvøld klokkan 21 og
Magna Christiansen í ann-
aðkvøld klokkan 20.30. Í
báðum førum er talan um
serstakliga fløguaktuellar
framførslur.
Harumframt fara Beinta
& Co., sum eru nøkur ung
av eystara armi á Skála-
fjørðinum, at syngja jóla-
sangir í dag klokkan 16. Í
morgin fer so kendi vísu-
sangarin og -tulkarin, Hans
Hjalti Skaale, at undirhalda
á pallinum við góðum og
beinraknum
táttaskald-
skapi.
Nógv at vinna
Mótasýningar eru eisini
báðar dagarnar, so fólk
kunnu síggja, hvat teir
mongu móta- og barna-
handlarnir á Marko ’03
hava at bjóða. Ein móta-
sýning er hvønn dagin, í
dag klokkan 18 og í
annaðkvøld klokkan 19.
Annars kunnu allir gestir
á Marko ’03 eisini gera
kvetti, tí burturlutaðir verða
størri og smærri vinningar
frá teimum, sum sýna fram
á
sølustevnuni.
Drigið
verður bæði í kvøld og í
annaðkvøld millum seldu
atgongumerkini.
Harumframt verður eisini
seldur lutaseðil, har vinn-
ingarnir millum annað eru
tvær flogferðir á øllum rut-
unum hjá Atlantsflog og ein
vikuskiftisflogferð til Ís-
lands.
Luttakandi
básarnir
kunnu eisini fáa upp í posa
og sekk, tí tey vitjandi
kunnu sum vant atkvøða
um vakrasta básin á sølu-
stevnuni.
Marko ’03 er opin leyg-
ardagin frá klokkan 14 til
22, og sunnudagin verður
latið upp klokkan 15 og tá
er eisini opin til klokkan
22.
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Bókin er um tey bæði Onnu
Lisu og Ára, og vinmann
teirra, Klæna, sum er ein
rúmdarmaður. Tey trý fara
at læra barnið ferðsluregl-
urnar saman. Ætlanin við
bókini er, at barnið skal
læra at ansa sær í ferðsluni
og at birta í kjak millum
foreldur og barn um evnið.
Í bókini verður eisini stað-
fest, at tað er ikki nóg mik-
ið at sita við hús og læra
um ferðslu við at lesa,
barnið má eisini gera sínar
egnu royndir úti í ferðsluni.
Børn læra jú best av at
royna sjálvi. Aftast í bókini
eru leiðbeiningar til for-
eldur.
»Á veg í barnagarð« er
eitt úrslit av virkseminum í
Ferðsluringi
Barnanna,
sum Ráðið fyri Ferðslu-
trygd setti á stovn í 1984.
Síðani hevur staðið øllum
børnum í boði at fáa tilfar
um ferðslu og ferðslutrygd.
»Á veg í barnagarð« er
liður í einum framhaldandi
útgávusamstarvi
millum
Ráðið fyri Ferðslutrygd og
Føroya Skúlabókagrunn.
Katarina Nolsøe hevur
týtt úr íslendskum eftir "Á
leið í leikskóla" eftir Jón
Ármann Steinsson og Jón
Hámund Marinósson.
Prentað hevur Hestprent.
»Á veg í barnagarð«
verður í hesum døgum latin
øllum 3 ára gomlum børn-
um í Føroyum. Eisini er
bókin at fáa í bókabúðun-
um og kostar 40 kr, siga
Ráðið fyri Ferðslutrygd og
Føroya Skúlabókagrunnur í
tíðindaskrivi
Stór Marko-
sølustevna
í Runavík
Anna Lisa, Ári og Klæni í ferðsluni
C
M
Y
K
54
At klippa út og goyma, til kappingin endar 20. desember. Seinasta freist at senda Sosialin allar útkliptu leparnar við spurningum og svar
um, navni á luttakara, bústaði, tel. og aldri, er leygardagin 20. desember. Uttan á brævbjálvanum skal standa Jólakapping 2003, umframt
navn á luttakara og bústaður. Minnist til, at allir lepar í brævbjálvanum frá hvørjum einstøkum luttakara, skulu hava sama navn.
Postboks 76
FO-110 Tórshavn
Tel. 341 800 • Fax 341 801
Í einum dreymi sá Jákup ein stiga ganga frá jørðini til himmals. Uppi yvir stóð Gud og talaði við hann um landið,
hann vildi geva honum. Jákup gav staðnum, har hann hevði havt dreymin, navnið Betel. Hvat merkir tað?
15
Eina dóttur átti Jákup. Hon æt Dina. Hvussu nógvar synir átti hann?
16
Fýra av synunum átti Jákup við fyrru konu síni, bara tveir við seinnu konuni: Benjamin, sum var yngstur, og
tann næstyngsta, sum Jákup var betri við enn allar hinar synirnar. Hvussu æt hann?
17
Tann sonin, sum Jákup var serliga góður við, seldu brøðurnir til nakrar keypmenn og lugu fyri pápanum, at
hann var deyður. Hvussu eitur landið, hann kom til?
18
Næstyngsti sonur Jákup gjørdist mætur maður í landinum, hagar brøður hansara seldu hann, og nógv av hansara ætt komu og búsettust har.
Fleiri hundrað ár seinni leiddi Móses eftirkomarnar aftur til gamla landið. Á vegnum gingu teir á turrum gjøgnum eitt hav. Hvussu eitur havið?
19
Meðan Ísraelsmenn, sum eftirkomararnir hjá Jákupi kallast, vóru á veg heim úr langari útlegd, fingu teir tey
tíggju boðini. Hvussu eitur fjallið, har Gud gav Mósesi boðini?
20
Tíggju eru boðini, Ísraelsmenn fingu frá Gudi. Hvussu ljóðar tað órða?
21
Spurningar
Tykkara svar
Navn á luttakara:
á
Bústaður:
Telefon:
Aldur:
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
Leygardagin 06.12.kl. 2030
Sunnudagin 07.12.kl. 2000
Leygardagin 06.12.kl. 2245
Sunnudagin 07.12.kl. 2215
Billettprísur: 45,- kr.
Leygardagin 06.12.kl. 1815
Sunnudagin 07.12.kl. 1745
Leygardagin 06.12.kl. 2045
Sunnudagin 07.12.kl. 1930
Leygardagin 06.12.kl. 2330
Sunnudagin 07.12.kl. 2230
Frumsýning
Mikudagin
17.12.kl. 1800
Mikudagin
17.12.kl. 2215
Forsølan er byrjað
KOMANDI FILMUR
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu