Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eirikur Lindenskov Sveinur Tróndarson Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76, post &sosialurin.fo rblaðstjóri: | Blaðfólk: | Ljósmyndari: | Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 311820 | Jan Miller | Dagny Joensen, | Jens Kristian Vang Sp/t Sosialurin Telefax. 314720 | | Áki Bertholdsen, Bústaður: Blaðstjóri: | Emil L. Jacobsen | Lýsingar og sola: Argjavegur 26, Argjum e-mail: | Internet: www.sosialurin.fo Turið Kjølbro 110 Tórshavn Skotlandssiglingin! Oddagrein NÚ Atlantsflog er farið at flúgva til Skotlands, og nú Smyril Line aftur leggur leiðina inn til Lervik í Hetlandi stendur spurningurin fram- vegis opin og ósvaraður: hvussu við Skot- landssiglingini? TAÐ er greitt, at summar- flúgvingin ella summarsiglingin hjá ávikavist Adánisiins og Smyril Line geva ikki nakað svar uppá umredda spurning. TAÐ var undanfarna landsstýrið við sjálv- stýrisflokkinum á odda, sum avreiddi okkum Skotlandssiglingina. At hetta so eisini hóvaði hinum flokkunum í Tinganesi væl er so sigur heldur ikki so lítið. STRANDFERÐSLAN hevði bygt upp ein nytt ferdamynstur - eina farleid, sum - hóast hon gav undirskot - tó mentist fyri hvønn dag. Siglingin millum Feroyar og Skotland alt árið var einki minni enn ein kollveltandi roynd, sum hevði eitt framtíðar tættari samband millum Føroyar og Skotland/Ongland/meg- inlandið fyri eygað. Henda siglingin rúmaði so nógvum. Eitt var so tað, at hon var vorðin farleiðin hjá tí meiniga feroyinginum, sum nýtt hovi til at fara á innkeyp ella rætt og slætt at ferðast til hetta okkara so vakra grannaland. Hinvegin bar hon eisini i sær, at føroyskir fiskaútflytarnar høvdu ein eina- standandi møguleika alt årid at kunna flyta feskan fisk til stóra bretska marknaðin og inn á meginlandið. Fyri ikki at tosa um møgu- leikarnar fyri tættari samvinnu og samstarvi á eðrum økjum sum eitt nú innan mentan og vinnulív annars. TAÐ hevur einki við at vera negativur móti dønum ella at undirmeta sambandið millum Feroyar og Danmark, tá vit siga, at vit for- oyingar hava eisini brúk fyri at hyggja í aðrar ættir. Og her var Skotlandssiglingin ein so avbera góður møguleiki. NU er hann so ikki til longur, og tí kann tað kanska vera „umsonst“ at tosa um hann. Vit gera tað kortini, tí hóast siglingin ikki er long- ur, so átti íblásturin frá Smyrlatíðina at verið so mikið sterkur enn, at onkur tók stig til at fáa siglingina í gongd aftur - um ikki í ár ella næsta ár, so at sett sær sum mál at fingið í lag eina Skotlandssigling frá í seinasta lagi 1. januar ár 2000. Hví ikki markera byrjanina til eina nýggja old við nettup at sett út í kortið hesa farleið og harvið eisini latið eygu og oyru okkara upp fyri einum ødrum parti av heiminum enn tann, sum vit eru so von við, nevniliga Danmark og Norðurlond annars. VIT hava bara gott av at víðka sjónarringin, og tá hugsað verður um møguleikarnar fyri samvinnu innan frálandavinnu á Atlants- mótinum í framtíðini, so er tað so upplagt, at ein siglingarbrúgv verður knýtt millum Feroyar og Skotland. Alt gott um flúgvingina og siglingina uppá Hetland, men hesi bæði eru ikki nóg mikið til at nøkta tørvin. Lat okkum kalla hesi bæði tiltokini fyri ein partur av eini heild. Um vit so fáa fasta rutu til Skotlands alt árið, so verður so avgjørt eisini brúk fyri flogsambandinum. Tað eina úti- lokar ikki hitt, tverturímóti supplera tey hvert annað. Sosialurin Ein átala Í góðveðrinum mikudagin 3. juni í ár fóru 20 fólk frá Tilhaldinum í Tórsgetu 21 í Havn, oman at vitja løg- tingshúsið. Túrurin varð í samráð við løgtingsskrivstovuna. Men ein litlan tíma áðr- enn farast skuldi, varð tår- urin avlýstur vegna sjúku. Hetta er nakað sum kann henda. Men at tað er ongin ann- ar, sum kundi gera hetta ar- beiði, seta vit ein stóran spurning við? Tí Legtingshúsið er ikki eitthvert hús. Men kanska sum onkur tók til: >Sigur hetta eitt sindur um fólkini sum starv- ast á løgtingsskrivstovuni, ella kanska er hetta serstakt føroyskt?« Við allari virðing fyri løg- tingshúsinum og tí fólki, sum har starvast, var hetta eitt stórt vónbrot. Størsti parturin av teim- um vitjandi høvdu ongantíð verið i løgtingshusinum. Ein av teimum vitjandi hevdi eitt sera åhugavert bræv vid sær, sum hon ætl- aði at lesa i tingsalinum. Hetta bræv varð á fyrsta sinni lisið í tingsalinum henda sama dag fyri 52 árum síðani. Við allari virðing fyri okkum sjálvum og tinghús- inum vilja vit átala henda ésømiliga atburð. Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum í Térsgøtu 21 P. S. Hetta er brævið. Føroya Løgting eigur ong- an fóroyskan málning til at prýða tingsalin við. Har eru tríggir málningar, tveir danskir, sum tingið bert hevur til láns og ein av Sverra kongi á Dovrafjøll- um, sum er givin tinginum. Í hesum dógum stendur til framsýningar ein málning- ur av Havnar skansa undir hersetingini, málaður av J Waagstein. Við tað at Skansin jú í sær sjálvum er eitt søguligt stað, og hendan myndin festir eina serliga tid i Skansans og Føroya søgu, halda vit, at tad hevdi verið hóskandi at givið Før- oya Løgtingi hana til at heingja upp i tingsalinum Målningurin kostar um 1.000 kr., og heita vit her å handilsfeløg i Havn um at seta seg fyri ein part av kostnaðinum. Peningurin verður goldin samstundis við tekningini. Tórshavn, hin 3. juni 1946 Kj. Mohr, P. W. Háberg Viðmerking Marjus Dam, lógtingsmaður Sambandsfloksins Artikel 9 i avtaluni: Ein spottan av Før- oya fólki, umbidin av Tjóðveldisflokkinum Avtalan er soleiðis sum Sambandsflokkurin roknaði við at hon fór at vera, eftir Grónborg- frágreiðingin nú er løgd fram. Í millum 2 og 3 milliardir krónur verd. Ein lætti. Men enn er byrðan tung at bera eftir vanstyri i 80- unum. Hvør føroying- ur skyldar enn, hóast avtaluni, knappar 100.000 krónur pr. íbúgva. So enn skyldar hvert húski stóra upp- hædd í uttanlanda- skuld. Men vit hava fingið øll vidurskiftir uppá pláss og nú er slætt borð ímillum Ríkispartarnar. Hetta skuldi gjørt møguligt at ment landið. Sambandsflokkurin hevur uttan stórvegis drál tikið undir við av- taluni um ikki eitt stórt spott, nevniliga artikel 9 stóð í avtaluni. Har verður nevnt, at føroy- ingar skulu niður til Danmarkar at samráð- ast um hvussu vit í Før- oyum skulu fáa hetta samfelag at gerast »økonomiskt selvbæ- rende«. Undir framløg- uni var framsøgumad- ur Tjóðveldisfloksins serliga glaður fyri ar- tikel 9. Sum sambandsmað- ur kendi eg meg ikki sért bilsnan. Tí ikki er, eftir Sambandsfloksins hugsan neyðugt at fara niður á flatlond at spyrja hvussu vit skulu stýra í Føroyum. Tað var heldur ikki neyð- ugt, um Sambands- flokkurin sat í landsins leiðslu. Tí at stýra heima í Føroyum metir Sambandsflokkurin at føroyingar sjálvir eru førir fyri. Uttan hjálp aðrar staðir frá. Tí er artikel 9 ein spottan ímóti gllum føroying- um og Føroyum sum tjóð. Og tað tekur sam- bandsflokkurin íkki undir við. Sambandsflokkurin hevur seinastu 4 árini víst, at tað ber til at stýra hesum landi skilagott, soleiðis at tað gerst betri hjá før- oyinginum at liva í Føroyum. Fingu vit ikki fleiri skattalættar? Var ikki sjómansskatt- urin settur í gildi? Var ikki fíggjarognarav- gjaldið avtikið? Osv. osv. Eisini var goldið niður uppá uttanlanda- skuld seinasta 4 ára skeiðið umframt. Nú Sambandsflokkurin legði frá sær stendur væl til fíggjarliga. Hava vit ikki hoyrt Landsbankastjóran nú landsbankin var 10 ár upplýsa, at føroyski búskapurin nú er hampuliga væl fyri og í eini sunnari menn- ing? Soleidis var ikki fyri 4 árum síðani. At menna hetta land er Sambandskkuirn førur fyri framyvir - f sam- starvi við aðrar flokkar sjálvandi. Men artikel 9 er ein spottan ímóti Føroy- um, hvørki meira ella minni. Marjus Dam, løgtingsmaður