Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

« LE eg Nr. 116 — 24. JUNI 1998 tidindabladid 17 Nytt danskt : == oljufelt byrjar Vinnuligir karmar? framleiðslun JAN MØLLER Í farna mánað fór enn eitt oljufelt á donskum øki í Norðsjónum undir framleiðslu. Talan er um Lulita feltið og er tað tað 13. olju- og gasfeltið yvirhøvur i danska partinum av Norðsjónum. Tað er Mærsk Olie og Gas AS, sum er operatørur vegna DUC og Danop/ Statoilbólkin. Boripallurin Mærsk Endeavour er júst liðugur við at bora og veðrur framleiðslan frá Lulita frå tveimum brunnum, harav tann longsti er næstan fimm kilometrar langur. Dagliga framleiðslan verður 8.500 tunnur um dagin. Lulita oljufelud liggur nakrar kilometrar í ein norðan frá Harald pallunum á 65 metra dýpi. Sjálv oljugoymslan liggur 3,5 kilometerar undir havbotninum. Lulita feltið er bæði á øki, sum AP: Møller hevur einkarrætt til og á lisensum hjá Danop/Statoil- bólkinum. Framleiðslan verður býtt soleiðis: DUC, sum stendur fyri Dansk Undergrundskonsortium, ið AP. Møller eigur, hevur 50% og í Danop/ Statoilbólkunum verða tey 50% býtt soleiðis: Statoil 18,8%, Donsk, 13,6, Denerco Oil, 12% og LD Energi 5% A myndini síggja vit boripallin Mærsk Endeavour, sum borar teir báðar Lulita brunnarnar frá útbúnaðinum hjá AP Møller á Haraldpallinum. (Kelda er tíðindaskriv frá Mærsk Olie og Gas AS) „I bvin« hvonn hósdag i Sosialinum Sjónarmið Bankamálið er nú endiliga avgreitt. Lat okkum nú taka um sjálvan kjarnan í tí fóroyska bygnaðartrupulleikanum: Tann almenna bygnaðin! Tíðin er ímóti okkum Ofta undrast vit á, hví tað skal vera so trupult at virka í Føroyum, vinnu- liga og alment. Hví tykist tað miseydnast so ofta, tá fólk við góðum royndum í útlondum, koma til oyggjarnar og verða sett at leiða arbeiði, felag ella stovn. Hvat er tað, sum er so ødrvisi í Føroyum? Tað er neyvan teknikk- ur ella skipanir, sum eru so serligar. Ein almanna- veiting er nøkunlunda tann sama f Føroyum sum i Tysklandi og ein verkstmidja skal helst rekast umleið eins í Sør- vági sum í Rønne á Born holm. Helst eru fleiri viður- skifti galdandi, men lat meg í hesi grein vísa á nøkur viðurskifti, sum kanska eru av serligum týdningi. Í fyrsta lagi er tað stuð- ulsvirksemið. Tað, sum t.d. Tórshavnar Radioser- vice ofta er fyri Tórs- havnar Skipasmiðju. Ein virkisleiðari í útlondum keypir vanliga tænastur ymiska staðni frá og leggur bert tann partin afturat vøruketuni, sum júst tað virkið hevur ser- ligar fortreytir fyri. Í Føroyum er so mangt, sum má byggjast frá grundini. Eitt dómi, sum hepnaðist, er gamla Før- oya Fiskasøla. Har var bygt frá grundini bæði til peningarensl, pakning, virkisleiðslu, sgluútbúgv- ingar, skipabygging 0.a., sum lítið hevði við fiska- sølu at gera, men var neyðugur partur fyri at fiskivinnuskipanin kundi virka í menning. Tað er so manga staðni, at hetta ikki hepnast. Ikki tó fólkið ikki erfullført, men tí virkiskarmarnir eru trongir. Í ødrum lagi er tað kunnleikin. Tað, sum á útlendskum máli verður nevnt »avanceret faktor- udrustning«. Ein leiðari í útlondum hevur vanliga góðar vitanartænastur í nánd. Skúlar, fróðskapar- setur, granskingarstovn- ar, granskingarparkir, fel- agsskapir, læruskipanir o.a.m. Útvarp, blød, ríð- arrit og sertænastur eru alla tíðina við hondina við itøkiligari og við komandi vitan. Í Føroyum er tað tunn ligt við ítókiligari, nýliga vidgjørdari vitan á høg- um stødi. Eitt dómi er eitt niðurpínt fróðskaparset- ur, sum í peningaligari ómegd noyðist at venda sær til ymsan tilvildarlig- an granskingarstyrk, og so sjálvsagt ikki kann standa seg í kapping við meir ella minni sjálvbe- staltaðar útlendskar >ser- frødingar í føroyskum vidurskiftum«. Eitt gamalt dømi, sum hepnaðist, vóru ætlanirn- ar, sum gjørdar vóru sein- ast í 50-unum og sum fingust at virka fyrst í 60- unum Vit hava hesi seinastu 10 árini í krepputíðini ikki megna at latið nakra greiða, gjøgnumarbeidda kreppuætlan úr hondum, ikki tí fólkið ikki er full- ført, men tí virkiskarm- arnir eru trongir. I triðja lagi er tað kunn- leikin um smálutirnar. Tað er heilt vanligt í út- londum, at tað er so mangt, ein leiðari ikki veit. Tað eru mong onnur, sum vita og leiðarin tekur sær bert av leiðslu. I Føroyum ber hetta ikki til. Føroysk leiðslu- mentan er treytað av teim smáu viðurskiftunum. Skilamaðurin/-konan, sum skipaði, mátti duga bæði at leiða og at virka í praksis. Ráðini vóru - og eru - ikki til annað og fólk hava íkki álit á, at tann, sum ikki »eingang veit hatta«, tó kann vita til at leiða. Hetta ger, at krøvini til ein føroyskan leiðara eru væl størri, enn krøvini til ein útlendskan leiðara. Hetta er helst ikki júst so sum flestu okkara hugsa í fyrsta umfari. I fjóðra lagi er tað al- tjóða kappingin. Longu mitt í 1800-talinum, tá talan var um fríhandil í Føroyum sóu fólk vand- an, um Føroyar gjørdust handislliga ov innibyrgd- ar. Hesi seinastu 5 årini hava vit byrgt okkum meir og meir inni við inn- lendis tænastum uttan møguleika fyri útlendsk- ari kapping. Tað seinasta og mest ræðandi er lógin frá 1997 um forðingar í sambandi við fiski Teoretiskt sølu av kunnu vit leggja til merkis, at av hesum fýra >bygnaðar- trupulleikunum« í før- oyskum vinnubúskapi, eru triggir beinleidis vid- gjørdir i ti, sum M. Porter gav heitið »diamantur- in«, sum er høvudsmynd- in hansara í sambandi við kappingarføri í tjóðum Eftir hesum myndli eru virkiskarmarnir har sum virkir eru í harð- ari altjóða kapping, hava lætta atkomu til stuðlandi vinnur, hava lætta at- komu til kunnleika á høg- um stødi og so tað, sun ikki er nevnt omanfyri, at virka millum kræsnar keyparar, krøv til veruna Sæð við hesum eygun um er tað sera trupult at vera virkisleiðari åt Før- oyum og at fáa eitt virki at bera seg, um tað skal virka til útflutnings. Við gðrum orðum: vinnu- karmarnir eru trongir. Uttan at vit rættiliga hava gjørt okkum tað greitt, so eru vit í dag í eini stóðu, sum er sam- bærlig við 50-ini, tá tann fysiski infrastruktururin við vegum, havnum og el var so illa fyri, at vit illa kundu tosa um tátíðar modernadar vinnukarm- ar: teir vóru als ikki til staðar! Tí var ongin í altjóða høpi modernað vinna uppbygd í Føroyum fyrr enn væl inn í 60-ini og sum var í hæddini í gull- tíðini hjá gomlu Føroya Fiskasølu i 70-unum og 80-unum. Í dag er stødan aftur tann, at vit hava ongan i altjóða høpi modernaða vinnu, hvørki innanfyri fiskivinnuna ella adra vinnu. Vit hava bert vinn- ur í harðari priskapping. Orsøkin er aftur at finna f vinnukarmunum, sum ikki eru til stadar fyri modernada vinnu. Uppgåvan at skapa modernaðar vinnukarmar i Føroyum krevur, soleið- is sum eg síggi tað, eitt amboð. Hvørki meir ella minni: tað er ein kunn- leika- og útreiðsluopum- alan almennan bygnað Vit kunnu í hesum høpi síggja tann almenna byg- naðin sum eitt slag av »Kolumbuseggi«, tí í ho num liggja minst 4 ymis kir lyklar góðir, sum seta nøg sum kunnu SVN 18 + FR snarast um somu tíð |. meir enn helvtin av føroysku framleiðsluork- haða 2 Ir 7 tø oysk 3sluork ir ha sum kundi vorðið »vitan- arinfrastrukturur< liggur har 4. tað er í síðsta enda bygnaðurin tí almenna sektorinum, sum mynd- ar ráðgevingina á hægsta politiska og vinnuliga stigi. Virkiskarmarnir í Før- oyum eru als ikki til stað- ar í sambandi við eina modernaða vinnu anno 2000, heilt einfalt tí vit eru so lítil tjóð úti í At- lantshavi vid egnur máli, egnari mentan og egnum búskapi, utt: vit hava byrgt up hesum vansu teimum til okkar munar Vit noyðast sjál berja okkum framá! Har- til krevst orka, leiðsla, vitan og gott politiskt handalag - og eg sí bert eitt stað at finna hesi fýra: Í tí almenna sektor- inum! Setir hendan samgong- an sær fyri at broyta vinnukarmarnar munandi og ger nakað við tað, so eigur tað at bera til inn- anfyri hetta valskeiðið at koma heilt væl áleiðis! Tora vit ikki at taka spurningin um tann al- menna bygnaðin upp, so óttist eg, at alt annað verður til lítla og onga nyttu! Bankamålid er nú endi liga avgreitt. Lat okkum nú taka um sjálvan kjarn an í tí føroyska bygnaðar trupulleikanum: Tann al menna bygnaðin! Tíðin okkum! y 1 re Tr MOT Signar J. Heinesen