hósdagur 25. juni 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 117 — 25. JUNI 1998
Nýggjársaftan 1997 vóru 30 ár
síðani nýggjárshaldið byrjaði
av álvara í Vági og kendir eru
skemtararnir Niels Petur Nols-
øe, Robert McBirnie og Petur
Dahl Nolsóe
DAGFINN OLSEN
Spurdur, hvussu hetta við
skemtinum og undirhaldi
num kom í lag, svarar Niels
Petur Nolsøe
Eg havi altíð havt lætt
lyndi og dugað at sæð tað
stuttliga í øllum..I 1967 av-
gjørdu Robert og eg, at til
veitsluna í Framtíðini skuldi
Robert reisa seg upp at tala
og eg skuldi so provokera
Vit settu okkum íkki sam
an og Robert reisti seg upp
og so gekk ein løta, so svar-
aði eg til. Eg spurdi hvat
hann visti um hatta hann
egði og framvegis.
Nýggjársneyndin var seriøs
og tá eg hevði provokerað
eina løtu, nú reisa menn úr
nevndini seg upp og koma
fram vid vegginum, men tå
teir vóru ein favn frá mær
sigur Robert: Latið vera, vit
arga tykkum bara.
Hetta var fyrstu ferð vit
undirhildu og skjótt kom
Petur Dahl Nolsøe uppí.
Síðani hava vit hildið
fram hvørt nýggjár, greiðir
Niels Petur frá.
- Vit hava ongantíð sitið í
dagavís og fyrireikað;
Robert ringir og sigur, at nú
er skráin liðug; eg geri
hetta, tú gert hatta og Petur
ger hatta. Síðani hava vit
sett okkum saman at
sameina tilfarið og at koyra
alt igjøgnum.
Tit blíva við, eisini nú Ro-
bert er fluttur, tit sleppa
kanska ikki frá?
- Tað sær út. Tað eru fleiri
I Og so
onnur sum royna seg og
duga. Men tað er stuttligt
og eg havi einki ímóti tí, so
leingi ein orkar. Tað er stutt-
ligt at hoyra fólk flenna
hjartaliga, tá ein stendur á
palli.
Eg og Petur hava eisini
verið á palli einsamallir og
tað hevur eisini riggað. Nú
datt nýggjársskemtið niður
fyri, tá kreppan kom, men
so komu vit aftur fyri einum
tímum árum síðani og
koyrdu bert við gomlum
tættum, tí tíð var ikki at fyri-
reika nakað. Petur, eg og
Arnfinn Thomasen fram-
førdu so bert gamlar tættir,
og tað riggaði, tí fólk høvdu
jú bert hoyrt nógvar teirra
einaferð, og fólk gloymir
skjótt.
Men síðani hava vit, eg,
Robert og Petur, aftur
skemtast, men hvussu leingi
vit orka at blíva við veit eg
ikki, men stuttligt er tað.
Vónandi taka tey ungu
við, sigur Niels Petur Nols-
ge.
tíðindablaðið 5052
Niels Petur Nolsøe um upprunan til skemtið: - Eg havi altíð havt lætt lyndi og dugað at sæð tað stuttliga í øllum. I
1967 avgjørdu Robert og eg, at til veitsluna í Framtíðini skuldi Robert reisa seg upp at tala og eg skuldi so
provokera.
Klassi
Upplivið Peugeot 406. Hann
koyrir líka væl sum hann sær
út. Hann er ljóðleysur og kom-
fortabul. Hesin bilur gevur tær
nógva koyrigleði og.......irygd.
Vel millum 26 ymiskar útgávur
-sum sedan, stationcar ella coupé
Peugeot 406 fæst við nógvum
ymiskum motorum, í bensin
frå 1.81 til tann stóra 3.0 V6
við 194 HK ella DieselTurbo
við 90 HK og 110 HK.
Prísir úr kr.:
179.000,-
"; Meinhardt Arge
Á Hálsi * Tórshavn * Tel. 316161 + Fax 316160