Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið SV øl ir Nr. 117 — 25. JUNI 1998 15 f——————————————mommmmm——f—— 40 ára minni. Kappróðrabáturin »Fiskurin« avmyndaður á jøansøku í Vági í 1958. Á Toftibekki: Niels Petur Nolsøe og Asmund Magnussen. Miðrúm; Esbern (Ebbe) Hjelm og Fri I ur Hvalba 'g nr Niels Petur Nolsøe, NePtuN: álvur Bjarkhamar Á lærinum: Kjartan Danielsen og Jógvan við Misá og róðursmaður er Niels við Gjógvará. Allir eru millum 13 og 15 ár, og teir vunnu. Nr. 2 var Maria 3 var Tjaldri úr Vági Ein vakur morgun kann røra nógv í sinninum Undir mongum tåtti og mongum vøkrum sangi stendur skaldanavnið NePtuN. Handan navnið fjalir seg Niels Petur Nolsge, lærari í Vági og tá vágbingar koma saman til gaman, stendur NePtuN undir stórum parti av sangunum í sangheftinum DAGFINN OLSEN Vit hittu Niels Petur í hugnaligu húsunum vestri í Bø í Vági, har seyður, høsn og hundar tóku ímóti og vit spurðu fyrst, nær hann byrj- aði at yrkja. - Tað var meðan eg gekk á læraraskúla í Havnini frá 1964 til '69, greiðir Niels Petur frá. Har vóru fleiri, ið royndu seg og vit góvu blað út, Snarljós, og so royndi ein jú at yrkja til blaðið, men eisini til veitslur og annað, ið var á læraraskúlanum. Soleidis byrjaði tað spakuliga og síð- ani hevur tað bara utviklad seg, sigur Niels Petur. Stuttieiki og skemt - Tað var mest tílíkt, sum vit høvdu til stuttleika og og skemt okkara millum å læraraskúlanum. Og so róðu vit kapp eisini, vit leig- aðu Fuglfirðingin, og har komu fleiri vísur burturúr. Seinni kom eg suðuraftur og tað byrjaði so smátt við nýggjárshaldinum tá. Síðani kom klubbin, og har vóru mangar góðar veitslur, veðr- aveitsla og annað tílíkt. So bleiv ein hangandi og hetta at yrkja bleiv fastur táttur í lívinum, kann ein siga, eins og tað at undirhalda og skriva tættir til veðraveitslu, sperlaveitslu og nýggjárs- skemt, sigur Niels Petur.