Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Pauli Nielsen, rektari á læraraskúlanum við nýggju lærararnar: tíðindablaðið SSG Farið altíð við tí góða or Røda hildin fyri teimum, ið fingu læraraprógv 19. juni 1998 Fyrst av øllum fari eg at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við próvnum Nú tit fara, stendur ein riðil av fólki og vil sleppa inn á skúlan at fylla tað hol- er eftir tykkum her Yy, hóast tey igt er við starvsmøguleikunum, og at neyðugt kann gerast at finna lærarastarv uttanfyri Føroy- erða liðug, um ja nýta tann før- ía her, til ar, tå 10 tey y endurskoda læraraútbúgvingina, so hon samsvarar við tann veru- at vit mugu m vit eika, sum vit vilja skal íggjast aftur í fólkaskúla- nur nu Tað kann eisini vera rími- ligt, men spurningurin er um ikki stundum aftanfyri kravið um endurskoðaða læraraútbúgving liggur ein undirvísingarhugsan, sum er grunn og avmarkað aft- urímóti tí undirvísingar- veruleika, sum longu er á Læraraskúlanum Grundsjónarmiðið undir tí útbúgving, sum tit hava fingið, er ikki at útbúgva tykkum til eina ávísa fólk- askúlalóg, men at útbúgva tykkum til at mennast við teimum avbj6dingum, sum tit fáa í fólkaskúlanum undir skiftandi umstødum. At geva tykkum eina so menn- andi útbúgving, at tit saman við neyðugari eftirútbúgv- ing áhaldandi kunnu leggja stavnin eitt sindur longur fram í gerandisdegnum í skúlanum. Royndu vit ikki tað, vóru bæði tit og vit støðugur eftirbátur Eg sigi hetta, tí at eg er! ikki í iva um, at tit hava fingið eina góða útbúgving Eina útbúgving sum saman við skilagóðari eftirútbúgv- ing fer at gera tykkum før fyri at mynda føroyska fólk- askúlan við skiftandi lóg- gåvu og skiftandi umstød- um alla tykkara læraratíð Vit, sum hava fylgt við tykkum hesi fýra árini, tit hava gingið hjá okkum, vit vita, hvussu tit hava knoss- ast við at nema tykkum fak- ligan førleika, og hvussu tit áhaldandi hava roynt at menna tykkara førleika at skilja børnini og tey ungu nú á døgum, og tað sam- felag, sum vit byggja sam- an við teimum. Vit hava kravt av tykkum, at tit hugsa sjálv, og tað hava vit gjørt, tí vit vita, at gera tit ikki tað, so fara tit heldur ikki at duga at birta uppundir, at næmingar tykkara gera tað Tá er so skjótt, at tit í lærarayrki tykkara verða sum bensinsglumaðurin Fylla á tangan, og so er tað liðugt. Lærarayrkið er so nógv meira. Sannaðu tit ikki tað, er skjótt at tit enda sum áfyllandi moralistar heldur enn etiskir didaktikarar, ið loyva næmingunum at mennast í treysti til sín sjálvs og teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum. Og hvussu verður tá hjá næmingunum at fáa sovorð- in líkindi fyri uppliving og sjálvsvirksemi, at hann kann økja hugin at læra, royna sítt hugflog, og venja síni evni til sjålvstøduga meting og stødutakan? Tit, ið nú fara út, hava víst í verki, bæði í starvsvenjing tykkara og í dagliga arbeiði tykkara her á skúlanum, at tit megna at skapa samband millum pedagogiskt innlit og arbeiðið í gerandisdeg- num. Undirvísing er sam- ansett og torskild. Tað er skjótt at freistast til lættar loysnir. Og tað er ongantíð lætt at standa fast í einum pedagogiskum orðaskifti. Tað er lætt at dragna. Tað er stríggið at krevja eina fjølbroytta og virðiliga við- gerð av pedagogiskum spurningum Men tit hava skyldu at ganga inn í hetta orðaskifti. Og tit mugu vera fyrireikað uppá at meta måtstødu, sum ikki altíð er saklig. Styrki tykkum tá í vitan- ini um, at tit eru umboð barnanna og teirra ungu. Tit eru teirra verjar. Tí mugu tit ongantíð svíkja. Finski heimsspekingurin Georg Henrik von Wright sigur í bók síni "Myten om framsteget" um lívsleið sína sum heimspekingur: “Eg havi verið noyddur at standa á egnum beinum. Aneyð- irnar at hugsa sjålvstødugt er uttan iva tað besta, Witt- genstein hevur givið mær við á leiðini — og ein tann virðismesta gávan, sum ein heimspekingur kann geva sínum næmingi.” Wright var næmingur hjá Wittgenstein og fyrsti eftir- maður hansara í Cam- bridge Onkur heldur kanska, at hetta rýkur av egoismu. Ein annar heimspekingur, týski gýingurin Constantin Brunner, svarar so væl: “Rætt hugsaða egoisman steingir órættin úti." Hugsið tí sjálv. Hugsið tykkum um Hugsið um onnur. Ansið eftir, hvat ið tit siga og gera. “Málið er okkara sterk- asta våpn,” søgdu teir gomlu grønlendingarnir. “Tað er nógv sterkari enn våpnini gjørd úr alskyns hvøssum tilfari. Sår og lýstir í bardaga gróða aftur, hóast arrini mangan kunnu vera sjónsk og lýta." Orðini harafturímóti kunnu særa teg uttan sjónlig merki, og tey kunnu fylgja tær og tyngja teg allar dagar, sama um tey eru søgd við vilja, í bestu meining, av óreinheit ella í tankaloysi". Verið tí vandin í tí, tit siga, og farið tí altíð við tí góða orðinum. Tað góða orðið er ein visaligur vøkst- ur, ið mangan hevur vánal- igar gróðrarvánir. Tað hevur so lætt við at verða køvt av spillandi tunguni, sum fer sum illgresi um allar geilar og altíð fær tødu frá okkara sneytandi áhuga. Spillandi tungan er sum såttrøllid, ið Nr. 117 — 25. JUNI 1998 Óinum verður sitandi eftir í ljóðar- anum, sama hvussu tú vask- ar. Tað merkir ikki, at tit skulu tiga, tá ið tit eiga at tala at. Tvørturim6ti. Tað verður nú á døgum tosað so nógv um at seta mørk, og orðið verður nýtt eftir tørvi og áskoðan hjá teimum, sum nýta tað. Kanningar vísa, at væl út- búgvin fólk og lærarar og pedagogar nýta orðið mest. Nýggju lærararnir, sum fingu prógv á læraraskúlanum fríggjadagin Mynd: Timamyndir Men orðið hevur einki ein- víst innihald, og tí er tað ónýtiligt í pedagogiskum orðaskifti. Haraftrat er ongantíð prógvað, at vit menniskju hava nátúrligan tørv á "mørkum”, heldur tvørturi- móti. Christian Matras sigur tað so væl í yrkingini: Reikar tú úti um kavalond. Reikar tú úti um kavalond, mítt barn við ótyngdum sinni - heima situr tín sæli faðir byrgdur í sjónum inni. Lýsir nú fyri tær heimurin - burtur er fjálgt eins og hjá - inni situr tín verndarfaðir, fjøtrar tað hugurin så. Leikur tín er sum hin ljósi dagur loystur úr myrkursins veldi - - heima evnir tín faðir tað til, sum bræddist í hugans eldi Markleys breiðist nú fyri tær fold, við havsins fløtum so víða - faðir tín festir ein heim í bond - at liva til evstu tíða. Tí er neyðugt at ansa eftir tosinum um at seta mark. Eisini hjá tykkum sjálvum og hjá tykkara komandi starvsfelagum. Sjálvandi er neyðugt at siga frá. Eg meini bara: Gerið tað í virðing fyri tí menniskja, sum kanska ikki hevur hugsað seg nóg væl um. So er møguleiki fyri einum fruktargóðum orðaskifti. Enn einaferð: Hjartaliga til lukku og eydnu í arbeiðinum.