týsdagur 30. juni 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 30. JUNI 1998
Øssur Hansen hjá B68 roynir at sleppa framvið Dann Knudsen hjá NSÍ, sum vann grannauppgerðina móti
toftamonnum við fýra málum móti einum
Mynd: Jonhard Hammer
Avgerðin fall eftir
einari litlari lotu
Fótbóltur: NSÍ vann stórt á grannunum, og aftur eina ferð varð staðfest, at í
fótbólti eru marginalirnir sera smáir
Í stongina og inn ella í
stongina og út. Øll tey, sum
hava havt nakað við fótbólt
at gera, vita, at tað ikki so
sjáldan eru smálutir, sum
gera av, um eitt lið skal hava
viðrák og sigur, ella um tað
skal ganga heilt ødrvisi enn
teir høvdu vónað.
Uppá ein máta mundi
hetta kennast soleiðis hjá
toftamonnum, tá teir við
Løkin í Runavík vóru annar
parturin í tættari og alt ann-
að enn væl leiktari granna-
uppgerð.
B68 var á odda 1-0, tá tað
restaði ein minuttir av fyrra
umfarinum. Málið fingu teir
eftir 32 minuttir, og talan
var um stórt verjukiks. Fyrst
mistók NSÍ verjan seg í
uppspæli í vinstru, Øssur
Hansen setti ferð á í brots-
teigin, men hann steðgaði
á, og so tóktist møguleikin
at vera burtur, men enn eina
ferð mistók NSÍ verjan seg,
tá bólturin varð sendur í føt-
urnar á Øssuri Jacobsen,
sum staddur um brotsteig-
armarkið smekkaði til í mál-
ið.
Og so var tað tveir min-
uttir fyri hálvleik: Saman-
hangandi spæli hevði tað
verið millum lítið og einki
av, men hesa ferð megnaði
B68 at spæla seg igjøgnum
í høgru, bólturin varð send-
ur inn fyri málið, og meðan
NSÍ málverjin stóð við
fremru stong eydnaðist tað
ikki hjá Øssuri Hansen fyri
opnum máli at raka bóltin
nóg væl.
NSI fór í snarålop, Kasp-
er L. Jacobsen stakk Gert
Langgaard (fyri fyrstu ferð
í langa tíð á liðnum) leysan
í høgru, og Kristian Høgni
Jacobsen møtti flata inn-
legginum, sum hann kan6n-
eraði í meskarnar. Í staðin
fyri 2-0 til B68 var stødan
1-1, og eingin ivi kundi vera
um, hvør var sinniliga om-
anå undir hvildini.
Storsigurin
Fyrsta lítla korterið av
seinna umfarinum var sera
lítið skil á samanspælinum,
og møguleikarnir vóru fáir.
Andréy Stakhánov hevði
hin størsta, tå hann um
brotsteigarblettin sendi vid
síðuna av málinum, eftir at
Øssur Hansen og Øssur Jac-
obsen vóru komnir igjøgn-
um í vinstru.
58 minuttir vóru farnir, tå
NSÍ legði seg framum. Arn-
finn Olsen hjá B68, sum
beinanvegin eftir steðgin
kom á vongverjan í høgru
fyri Inga Hansen, legði inn-
fyri, málverjin fekk fatur á
og sendi høgt og langt und-
an vindinum. B68 verjan
kendi seg noydda at geva
horna, og eftir tvey innlegg
var Óli Hansen leysur við
handara stólpan og stútaði í
kassan.
So kendu toftamenn seg
noyddar at flyta fólkið eitt
vet longri fram, miðverjarn-
ir tóku meiri lut í álops-
spælinum, og í eina løtu
hekk tað betri saman hjá
B68, enn tað annars hevði
gjørt.
Heimaliðið var væl og
virðiliga greitt um støduna.
Kanska vildu teir taka meiri
lut í spælinum, enn teir gjør-
du hesa løtuna, tá teir duttu
ov langt aftur fyri at verja
leiðsluna, men teir sóu alla
tíðina møguleikan fyri long-
um sendingum til illa ans-
aðu álopsmennirnar, og tá
83 minuttir vóru farnir
gjørdist Kristian Høgni Jac-
obsen púra leysur eftir dia-
gonalsending, og so var 3-
I.
Eddie Mikkelsen loysti
Sjúrða Jacobsen av á vinstra
vongverja síðstu løtuna.
Hann er kendur fyri at
leggja vandamikil horna-
spørk innfyri við vinstra
beini úr høgru, og í síðstu
løtu evnadi hann at lyfta í
handara síðunetið, og so var
4-1.
Í kjallaranum
og á loftinum
Sjálvsagt vóru teir fegnir í
NSI, og soleiðis sum tað
tórnaði út, so var einki at
síga til, at teir vunnu. Teir
høvdu fleiri møguleikar í 2.
hálvleiki, og meðan tað var
1-0 til B68 í 1. hálvleiki,
stútaðu teir á heimaliðnum
eitt innlegg í stólpan.
Í hesum HM tíðum verð-
ur ofta tosad um, hvønn
spælistíl liðini hava at fella
aftur á, um tað gongur eitt
sindur striltið. At síggja til
hava teir í Runavík eitt sind-
ur ilt við at vísa ein ávísan
stíl, sum tað kanska kundi
roknast við, at eitt lið á heið-
ursmerkjaplássi skuldi havt.
Aðalmerkið er, at teir stríð-
ast og eru ágangandi, tá
måtstødumenninir royna at
byggja upp, og úrslitini
hava víst, at urtøkan er ikki
so lítil.
Hjá toftamonnum munnu
høvdini hanga, nú teir eru
farnir í summarfrí. Tað svíð-
ur í tveimum umførum at
tapa samantalt 9-2, og burt-
ursæð frá einstøkum lítlum
glottum, so má staðfestast,
at heldur ikki hea ferð hekk
tað saman, hvørki á verju-
partinum ella í álopspartin-
um.
Petur Erhard Kjærbo var
aftur hesa ferð ein fínur
dómari. Men tað cr óhepp-
ið, at hann ikki markerar
beinanvegin, hvørjum hann
brikslar fyri og hvønn veg
hann dømir. Spælararnir
mugu bíða, til hann kemur
á staðið. Tað ørkymlar, og
tað kann hava óheppið árin
á spælið. jh
15
— beint nú
FRANCE 98
L3UPC DO RORDZ
Emil Lisberg Jacobsen
Nú koma brakini |
Tveir dystir um dagin, onkuntíð tríggir. Tað eru
korini, fótbóltsáhugaðir sjónvarpshyggjarar og
onnur við mugu liva við í hesum tíðum. Eisini tey,
sum eru um at sålast av øllum hesum fótbóltinum,
sum verður sparkaður inn í føroysku stovurnar í
hesum døgum.
Við hesum mongu dystunum noyðist tú at passa
tær løgir, um tú vilt fáa sum mest burtur úr HM-
kappingini. Sjálvur royni eg at velja teir mest
áhugaverdu dystirnar burturúr, meðan hinir, sum
ikki síggja so spennandi út, mugu noyðast við
samandráttir ella finna als ikki vegin fram til mini
so smátt fótbóltsmóðu eygu
Nøkur lið eru eitt »must«. Ongland, Brasilia og
Danmark (eg havi ikki verið niðri á Flatlondum og
lært meg danskt, sum onkur annars vildi vera við
herfyri — tað havi eg lært í Glyvra Skúla og av at
lesa Anders And) verða altíð krossað av í
kalendaranum, og jugoslaviska liðið er so avgjørt
eina messu verda.
Dystin millum Italia og Noreg legði eg ikki í at
hyggja eftir. Bara nøvnini á liðunum siga, at tað
kann ikki vera áhugavert at síggja — og tað var tað
heldur ikki, havi eg latið mær fortalt.
Onkur grætur um, at norðmenn (P. C. Norway)
ikki eru við meir, men eg eri ikki ein av teimum
Tað er ein keðilig stóða at vera i, tá tríggir United-
menn eru á norska landsliðnum, men har taka
mínar kenslur fyri undirhaldi yvir.
Annars var tað upp á tíðina, at vit sluppu av við
allar >ífyllurnar<. Tað er ikki fyrr enn nú, at tey
stóru brakini vera — tað fyrsta longu í kveld
millum Argentina og Ongland.
Og sunnukvøldid fingu vit tað fyrsta veruliga
óvæntaða úrslitið, tå Danmark bukaði nigeriansku
humørspælararnar, sum ikki vóru í góðum lag hetta
kveldið. Michael Laudrup var sum í ungum
døgum, og ein dystur millum Danmark og Brasilia
kann ongantíð blíva annað enn undirhaldandi. Ella
hvat...? £
Í skrivandi løtu er Mexico tað einasta landið
uttanfyri Europa og Suðuramerika, sum er eftir í
kappingini. Fráfarandi FIFA-forsetin, brasilski
Joao Havelange, segði einaferð, at eitt afrikanskt
land skjótt verður heimsmeistari. Tað fekk hann
nakrar atkvødur afturat fyri, men vit mugu longu
nú staðfesta, at:tað er langur vegur eftir hjá
afrikanarunum, áðrenn teir veruliga kunnu fáa
fatur á tí óvanliga ljóta gullklumpinum hjá FIFA.
Tað eru framvegis teir tungu dreingirnir úr
Europa og Suðuramerika, sum vita, hvussu farast
skal fram til tær stóru kappingarnar: Spara upp á
kreftirnar, tá tú kanst, og tak øll mótsteðulið í
álvara. Tað gjørdi Nigeria ikki móti Danmark, og
so kundi tað ikki ganga ødrvisi.
Sum Kári Cool hevði sagt tað: Vánaligt!