hósdagur 2. juli 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rblaðstjóri: | Blaðfólk:
Jan Mø Joensen,
Eirikur Lindenskov Sveinur Tróndarson
Turið Kjølbro
Jens Kristian Vang
Lysingar og søla:
Jonhard Hammer
ve, uppseting og prent:
Sosialurin
re ir 26, Arg
ir 20, um
Postadr. Postemoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post& sosialurin.fo
Livið upp til andan
i styriskipanarlogini
Oddagrein
Í gjár vístu vit á, hvussu týdningarmikið tað er at fáa
eitt breitt alment tjak um sjálvstýrisspurningin og
framtíðar samband okkar a við Danmark. Eftir okkara
tykki ger samgongan tí sera klokt við at taka and-
støduna og her serliga javnaðarflokkin við uppá ráð
- ikki bert í einum aðalorðaskifti - men eisini longu
nú fyrireikingarnar verða gjørdar. Tað má eisini vera
rætti andin í stýrisskipanarlógini, at tú vil geva máli-
num so sakliga og breiða viðgerð, at tú tekur and-
stoðuna við í arbeiðið longu í fyrireikingini. Við ikki
at gera tað, kann henda, at andstoðan í eini ting-
viðgerð heilt fer uppá bakbeinini, tí hon kennir seg
svikna og ikki tikna við uppá ráð í nøkrum.
MEN hinvegin má ein siga, at eitt nú tjóðveldisflokk-
urin og fólkaflokkurin og fyri tað eisini sjålvstyris-
flokkunn, hava allir líkasum gjørt sjálvstýrispolitikkin
hjá javnaðarflokkinum til sín egna. Tvs. at gingiðer
burtur frá sjabbinum um loysing her og nú men er
farið yvir til at tosa um ein sjálvstýrisútvikling yvir eitt
so og so langt áramál. Tað var nettup hetta, sum
javnaðarflokkurin legði út við í sínum uppskoti um
stjórnmálaneynd á sinni. Flokkurin valdi ikki at leggja
seg fast uppá nakað ávíst, áðrenn allir flokkar hovdu
havt møguleika at vera við til at evna eina framtíðar
kós. Hetta var fyri so vítt ærligt nokk, men taktiskt
kann ein í dag siga, at hetta var skeivt. Javnaðar-
flokkurin átti longu tá at havt givið sítt boð uppá,
hvussu sjålvstynsutviklingurin skuldi síggja út. Nú
hava hinir bara gjørt tað ístaðin - uttan um javnaðar-
flokkin
SERLIGA sjónlig er nýggja kós tjóðveldisfloksins.
Frá fyrr at hava tosað um loysing verður nú brádliga
tosað um eina møguligan langan og liðiligan utvikling,
sum skal skipast á ein siviliseradan og demokratisk-
an hátt. Ongin ivi er um, at nyggiu og yngri kreftirnar
í flokkinum hava innsæð, at tíðin er farin frå at brúka
heldur óhepna og ikki sørt boomerangkenda loys-
ingarherrópi,ð til at brúka eina heilt aðra og ikki so
áleypandi terminologi.Hesum hava teir „gomlu“ í
tjóðveldisflokkinum so verið noyddir at góðtaka, og
tað var kanska eisini júst ein av orsøkunum til, at tað
eydnaðist tjóðveldisflokkinum til síðsta val at sleppa
undan at verða skýrður sum flokkurin, ið vildi koyra
landið út av tromini. Sum so må ein siga, at væl
hevur verið telvað. Ja onkur hevur sagt, at tjóðveld-
ismenninir hava verið so mikið snildir, at teir hava
yvirtikið „stolið“ ella um tu vil adopterað nakrar av
ntentiónunum við sjålvsstyrispolitikkinum hjá javn-
aðarflokkinum, evnað taðvíðari til og latið í ein
tjédveldisham.
HOAST tað sær so stabilt og gott út - samgongu-
Skjalið - so trúgva vit ikki eina lotu uppá, at fólka-
flokkurin ella sjálvstýrisflokkurin fara at vaða eins
djúpt og tjóðveldisflokkurin, tá avtornar. Nógvir av
veljarunum og stuðlunum hjá eitt nú fólkaflokkinum
fara rætt og slætt ikki ct loyva flokkinum at taka ov
víðgongd stig. Tað er heldur er loyna, at hóast
javnaðarflokkurin við núverandi formanni og ting-
manning vil sjálvstýrisleiðina so ella so, so finnast
tað kreftir í flokkinum, ið bera stóran ótta fyri gongdini,
og ikki minst ótta fyri teimum meira ,rabiatu" í tjóð-
veldisflokkinum
Javnaðarfiokkurin hevur stórt 100 ára hátíðarhald
fyri Petur Mohr Dam, sála í august, og longu í
september er landsfundur. Ti má roknast við, at
flokkurin verður væl fyrireikaður bæði undan og til
tað aðalorðaskifti, sum Høgni Hoydal nú leggur upp
ti. Hvussu sjålvstyrispolitikkurin hjá javnaðarflokk-
inum enn kemur at síggja út í smálutum, so eigur
flokkurin at hava sum stevnu - ikki at vera ímóti bara
fyri at vera ímóti - men sakliga at vera við í viðgerðini
av hesum málum - og royna at gera sína ávirkan
galdandi. Ti tey grundleggjandi virði, sum flokkurin
stendur fyri - sosialdemokratisku grundsjónarmiðini,
eru so tydningarmikil og góð, at tey mugu ikki verða
útihýst, tá framtíðar stoða Føroya verður stungin út
í kortið. Vælferðarsamfelagið Føroyar skal so ikki
syndrast uppá bekostning av einum suverenum
føroyskum stati. Hesi mugu fylgjast hond í hond.
Tað er aðaltreytin.
Sosialurin
Viðmerking:
Nýhugsan takk!
Viðmerking til róðu hjá Jóannesi Eidesgaard, fólkatingsmanni
Sosialurin prentaði fríggja-
dagin 26.06.98 réðu, sum
Jóannes Eidesgaard fólka-
tingsmaður helt í Fólkating-
inum í sambandi við orða-
skifti um stødu Føroya í
danska ríkinum. Tað er synd
at siga, at fólkatingsmað-
urin sigur nakað av týdn-
ingi um, hvussu hann ætlar
at framtíðin skal síggja út.
Tað mesta hann fær vundið
seg upp til tykist vera, at tað
sum skal gerast (hvat tað so
er?) tað skal gerast ordiliga
(hvussu vit so meta um
tað?)
Eg ætlaði ikki at gera
stórvegis viðmerkingar til
røduna sum heild, men eitt
var, sum fall mær fyri bróst-
ið — eitt sum eg ikki haldi
eigur at sleppa at standa
ósvarað. Jóannes Eides-
gaard sigur í réðu síni: »Et-
hvert moderne demokrati
bygger på de tre grundsøjl-
er: den lovgivende, den ud-
øvende og den dømmende
magt. Har man ikke disse,
så får man svært ved at
kalde sig et moderne demo-
krati«
Lagnutrúgv
Lat meg bara siga beinan-
vegin, at eg haldi úttalilsið
hjá Jóannesi Eidesgaard
bera boð um vantandi innlit
í, hvat demokrati er. Uttal-
ilsið vísir, at Jóannes Eid-
ard hevur eina evolutionist-
iska samfelagsfatan, sum
ikki skilir seg stórvegis frå
vanligari konservatismu.
Hetta undrar meg, tå hugsad
verður um, at Jóannes er
valdur í Fólkatingið sum
javnaðarmaður Tað, sum
eyðkendi og bar javnaðar-
rørsluna tå hon tók seg upp
á sinni, var júst samfelags-
lig nýhugsan og uppreistur
ímóti teirri fatan, at søgan
ráddi sær sjálvari, og at
eingin menning læt seg
stýra. Javnadarrørslan
gjørdi upp vid lagnutrúnna.
Misskiljing
Tað er ein stór misskiljing
at halda, at tad krevur eina
samfelagsskipan, sum just
ta donsku, fyri at kunna tosa
um demokrati. Danska stýr-
isskipanin er vaksin fram úr
einaveldismentanini = og
dregur ein tungan arv við
sær, sum einki hevur við
demokrati at gera. Tríbýuð
av valdinum, sum Jóannes
Eidesgaard nevnir í réðu
síni, sum avgeradi fyri at
talast kann um moderna
demokrati, hevur sín upp-
runa í Ongland í 17. eld
Tað átti at verið óneyðugt
at sagt, at Ongland var ikki
demokratiskt tá. Tríbýti as
valdinum snúði seg um at
býta valdið ímillum kong,
aðal og kirkju, soleiðis at
hvert teirra hevði sítt sam-
felagsøki at ráða yvir. Hetta
varð gjørt til tess at sleppa
undan stríði um hvør heyði
myndugleikan tá avgerðir
skuldu takast: Kongur tók
stóðu í hernaðarmálum, að-
alin stýrdi framleiðsluni og
kirkjan ráddi fyri, hvussu
trúgvast skuldi. Allir trígg-
ir myndugleikar framdu sítt
starv við harðari hond, og
teir virdu eingi demokrat-
isk rættindi. Eitt nú var
revsing uttan rættargongd
heilt vanlig og góðtikin.
Nýhugsan takk!
At valds-tríbýti er við í
donsku grundlógini, er so-
statt ikki tekin um demo-
kratiska fyrimyndarligheit,
men er harafturímóti eitt
dømi um tann feudala arvin,
sum danska styrisskipanin
er so full av. Eg haldi ikki
tað er ov nógv at krevja, at
vit føroyingar, á gáttini til
sjálvstýri, fara at hugsa eitt
Bílegging
á tlf. 317500
sindur sjålvir, i stadin fyri,
sum altíð, bara at gera sum
tey gera aðrastaðni. Serliga
haldi eg tað hevði verið
hóskandi, um føroyski
Javnaðarflokkurin gekk á
odda í kjakinum um møgu-
ligar alternativar stýrisskip-
anarloysnir, og soleiðis tók
sín søguliga uppruna í álv-
ara.
Annars haldi eg...
Serliga hóskiligt hevði eg
hildið tað verið, um Javnað-
arflokkurin og Jóannes Eid-
esgaard komu við nøkrum
hugskotum til, hvussu til
ber at gera eina stýrisskipan,
sum tryggjar, at fólkið fær
ljóð og verður hoyrt eisini
ímillum val. Ein løgtingsins
umboðsmaður er dómi um
eitt amboð, sum kann verða
við til at tryggja, at vanlig
borgararættindi ikki verða
traðkað undir fót av al-
mennum myndugleikum.
Kanska Javnaðarflokkurin
tók stig til at fáa ein slíkan
settan. Ella skulu vit heldur
Vikuskiftistilboð
Fríggja-, leygar- og sunnudag
Jóannes N. Dalsgaard
sita hendur í favn og bara
bíða eftir hvat søgan fer at
bjóða?
Hoyvík 29.06.1998
Jóanes N. Dalsgaard
Tlf. 317500
Hotellið
við útsýninum
| ellum hentleikum.
| Morgunmatur íroknaður.
Gist eina nátt á fyrstafloks kamari við |
| Matstovan borðreiðir vid 3 rættum.
7
NI
Kostnaður fyri hvønn á dupultkamari
kr. 400,-
Eyka fyri einakamar kr. 100,-
(avmarkað pláss)
4444
Altíð vælkomin Hotel Før
å
est
ar
Tlf. 317500