hósdagur 2. juli 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 122 — 2. JULI 1998
tíðindablaðið SOS 7
Høgni Hoydal um Sofus Poulsen:
múgvandi
og smá
Tú er kendur sum tann fryntligi, fyri-
komandi og prátingarsami umboðs-
maðurin segði virkandi lógmaður
Høgni Hoydal á samkomu á Hotel
Hafnia sunnudagin í sambandi við, at
Sofus Poulsen hevur arbeitt á fór-
oysku umboðsstovuni í Aberdeen í 50
år. Vit prenta røduna:
>A hesum sama degi fyri
50 árum síðani — 28.06
1948 — varð Sofus Poulsen
settur í starv sum hjálpar-
maður á umboðsstovuni í
Aberdeen. Longu tá sá
landsstýrið týdningin av
góðum umboði uttanlands
- at víðka virkiskarmarnar
— at vera á staðnum — at
tæna landi og fólki eisini
uttan fyri landoddarnar
I. april 1965 varð Sofus
settur sum skrivstovufull-
trúi á umboðsstovuni og I
februar 1980 settur sum
tænastumaður og sendifull-
trúi
Endamálið
Umboðsstovan var sett á
stovn fyri at tæna føroysk
um vinnulívi uttanlands,
heilt natúrligt í Bretlandi,
sum næsti granni og fiski
vinnumarknaður okkara
Skotskur føroyingur
Sum hjálparmaður hjá Od
mark Skarðhamar fekk Sof
us gott innlit í bretskt vinnu-
lív og tørvin á góðari tæn-
astu til rætta tíð. Sjálvur
giftist Sofus skotskari konu
og gjørdist hálvur skoti.
Hetta kom væl við, tá hann
sjálvur seinni tók við sum
sendifulltrúi.
Rættur tænastumaður
Hetta starv krevur sín mann,
og tað krevur ávísar egin-
leikar, og hesi krøv hevur
Sofus útint til litar. Tæn-
astulyndið hevur eyðkent
Sofus øll hesi mongu árini.
Mangur føroyingur man
hava notid gott av beina-
semi hansara og mongum
sjómanni man Sofus hava
bjargað úr knipu
Altíð tekur
Isfiskatidin — sildatíðin
merktu fyrstu árini av
starvstíðini hjá Sofusi
Hevði eitt skip trupulleikar
við skipspappírum, tørvadi
einum sjómanni læknahjálp
— ella høvdu føroyingar
trupulleikar at mynstra, ja,
so var Sofus har.
Grindamotmæli
Tey årini, tå umhvørvis-
bólkar mótmæltu grinda-
drápi og forðaðu keypi av
føroyskum fiskavørum, tal-
aði tú søk Føroya.
Høgni Hoydal, virkandi lógmaður ynskir Sofus Poulsen tillukku við teimum 50 árunum á fóroysku umboðsstovuni í
Aberdeen
Góð kunning
Iðin hevur tú kunnað før-
oysku myndugleikarnar um
aktuel viðurskifti, sum við-
komu okkum. Eitt nú um-
hvørvisvandan av Doun-
reay verkinum — og seinastu
årini alt, sum fyriferst i
bretskum sjógki, um kann-
ingar, funnar oljukeldur og
boringar nær markinum
Myndugleikaumbodan
Otroyttiligur hevur tå um-
bodad Føroyar å rådstevn-
um og óteljandi messum við
gløggum eyga og spílandi
oyrum. Umhugsin og væl
fyrireikaður. Tá landsstýrið
átti at lata seg umboða við
hátíðarhald, ella tá onkur
Føroyavinur í Bretlandi var
farin, tá segði tú ikki bert
frå, tú sendi uppskot til
bræv við, so alt var greitt,
tað var bara hjá løgmanni
at skriva undir. Hetta er
dømi um rættan embætis-
mann. Soleiðis skal tað
vera!
Góði Sofus.
Tú ert væl kendur millum
føroyingar, sjómenn sum
embætismenn, og íkki
minni væl kendur ert tú í
Skotlandi — kendur sum
tann fryntligi, fyrikomandi
og prátingarsami umboðs-
maðurin. Eins við øll, høg
sum lág, múgvandi og smá.
Hesi 50 árini er stór
menning farin fram í sam-
felagnum bæði á vinnugk-
inum og á samferðslugkin-
um. Við menningini er sam-
ferðslan landanna millum
munandi økt, bæði viðvíkj-
andi farmaflutningi og
ferðafólkaflutningi Vit
kunnu gleðast um, at okkara
egna flogfelag júst hevur
byrjað regluligt flogsam-
band til Skotlands. Hetta
boðar frá góðum.
Tekk
Vegna Føroya landsstýri
fari eg at enda at bera tær
eina stóra tøkk fyri tey 50
árini, tú hevur umboðað
Føroyar í Bretlandi. Við tin-
um persónligu eginleikum
hevur tú givið Føroyum eitt
gott umdømi uttanlands fyri
eftirtíðina, sum fer at gagna
Føroyum í samskiftinum
við Bretland í komandi tíð-
um.
Nú tænastuskeiðið er far-
ið at halla, fari eg at ynskja
tær og konu tíni og familju
tykkara alt tað besta og góð
an byr framyvir«, segði
Høgni Hoydal, virkandi
løgmadur, å samkomuni
Sofus Poulsen hevur mangan verið fóroyskum vinnulivsmonnum hollur stuðul. og tað var tí heldur ikki so løgid, at fleiri teirra vildu hitta hann á
samkomuni á Hotel Hafnia sunnudagin. Her hittir hann Eiler Jacobsen og Sofus Thomsen. Mynd Jan Miller