Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juli 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S0S'% Gravgangur eftir Nr. 124 — 4. JULI 1998 ————————————————————WWIWII—w gamla graslikinum Gomlu graslíkisteppini í Klaksvík og í Havn koma til nyttu á barnagórðum, spæliplássum og smærri vallum EYÐUN KLAKKSTEIN Teir fyrstu graslíkisvallirnir, sum komu til Føroya mið- skeiðis í 80'unum, hava tænt fyri seg. Og tó I hesum degum verður graslíkið á ovara velli í Gundadali og í Klaksvík skift út, og sannur grav- gangur er eftir gamla gras- líkisteppinum Í Havn er gamla teppi lagt á goymslu í Húsahaga, men gongur sum ætla, verður tað ikki liggjandi har. — Vit hava fingið nógvar umbønir um at fáa burtur av gamla teppinum. Spurn- ingurin er bara hvussu nógv av tí kann brúkast, tí tað er nógv illa slitið, sigur Vøgg Guttesen, byarverkfrøding- ur í Havn. I Klaksvík eru umbønir- nar eisini nógvar, og tær koma úr øllum landinum — Tað er greitt, at øll, sum vilja hava burturav, fáa ikki. Vit hugsa fyrst um norður- oyggjar, men møguliga fer okkurt av teppinum aðra- staðni eisini, sigur Stein- bjørn Jacobsen, formaður í teknisku nevnd hjá Klaks- víkar býráð. Til barnagarðar og spælipléss Í hesi vikuni varð gamla teppið tikid av vellinum í Klaksvík, og stóru og tungu rullirnar liggja við vøllin í Djúpumýru. Har eru ngvn longu sett á rullurnar. Nak- að skal til Viðareiðis, Hvannasund og Haraldsund og nakað skal brúkast i Klaksvík. Á Viðareiði hava tey leingi havt ein vøll í grót- brotinum, og har skal nú graslíkið leggjast á. Í Klaks- vík skal graslikisteppid brúkast á teimum ymsu spæliplássunum kring um í FCK skiftir búnar Alopsspælararnir David Nielsen og Thomas Thorninger vísa fram nýggju klæðini hjá FC Keyp mannahavn Tá FC Keypmannahavn eft- ir summarsteðgin aftur leggur til brots í stríðnum um at vinna gull í donsku fótbóltskappingini, verður tað í nýggjum búnum FCK gjørdi í fjør nýggja klædnaavtalu vid Umbro, eftir at hava spælt i Hummel klæðum í fleiri ár, og |. juli kom avtalan í gildi I tí sambandinum hava FCK og Umbro gjørt nýggj ar búnar til FCK, bæði tá liðið spælir á heimavelli í teimum hvítu klæðunum, og tá teir spæla á utivølli í teimum myrku klæðunum Búnarnir líkjast teimum, sum FCK hevur spælt í seinastu árini, men okkurt er broytt á teimum Klæðini fáast nú til keyps í FCK-sølubudini í Parkini, og har verður gongd í næstu dagarnar, tí FCK selir túsundtals troyggjur til við- haldsfólkið, og tey ætla sær at hava nýggja búnan klár an, tå lagt verður ul brots eftir summarsteðgin FCK sleppur at royna nýggju klædini, tá teir 23 juli spæla venjingardyst móti mæta hálendska lið- num Ajax Amsterdam í Íltróttarparkini ek býnum og barnagarðurin fær eisini sín part. Í Havn eru tað eisini slík stød, sum vilja hava av gras- likinum, og eisini í høvuds- staðnum ætla teir sær fyrst og fremst at lata teppið til stød í kommununi. Vøllurin verid eitt spæliplåss Munurin millum gomlu vallirnar í Klaksvík og í Havn er fyrst og fremst, at í Havn er sandur í, meðan tað ikki er tað í Klaksvík. Gras- líkið av vellinum í Klaksvík er tí nakað reinligari og lætt- ari at hava við at gera enn teppið í Havn, sum er tungt av sandinum, sum liggur í ti I Klaksvik hevur vøllurin, sum so manga aðrastaðni, verið eitt stórt spælipláss øll árini, men spurningurin er hvussu tað verður framyvir nú sandur skal í. Tað er eisini ti at vit brúka gamla graslíkið á spæliplássunum kring um í bynum. Møguliga fara børnini at taka tað teppið fram um tad nyggja, sigur Steinbjørn Jacobsen. Rúni Nolsøe og hinir HB'arnar fara at spæla á nýggjum graslíki næstu ferð teir taka ímóti Øssuri Jacobsen og hinum úr B68 Droyma um ein veill afturat í Klaksvík Stórt trýst er á vøllin í Klaksvík, og tá flestu heimadystirnir eru, má KÍ spæla nakrar av heimadyst- unum í yngru deildini í Leir- vík. Tosað hevur tí verið um at gera ein vøll afturat í Klaksvík, og salomonska loysnin millum alt og einki hevur verið at gera ein hálv- an vøll, sum allar tær yngstu deildirnar so kunnu spæla á. Tað hevði loyst trupul- leikan. Tað hevur tí verð frammi at brúka gamla teppið av vellinum í Klaksvík til ein nýggjan vøll, men tað verð- ur av ongum. — Vit vita ikki nær tann ætlanin verður veruleiki, og enn eru ongir pengar av- settir til ein møguligan nýggjan vøll. Tí hava vit valt at lata vøllin koma til nyttu beinanvegin, ístaðin fyri at lata hann liggja og kanska oyðileggjast, sigur Steinbjørn Jacobsen. Tað er tí samstundis greitt, at skulu klaksvíking- ar gera ein hálvan veill afturat í nærmastu framtíð, verður hann gjørdur við nýggjum graslíki. Fleiri enn 10 ár á baki Graslíkisvallirnir í Havn og Klaksvík vóru teir fyrstu sum komu til landið, og teir hava báðir fleiri enn 10 ár baki. Teir eru niðurslitnir, men kunnu tó koma til nyttu aðrastaðni enn á støðunum, har týdningarmiklir fót- bóltsdystir verða spældir alt summarhálvárið. Havnarmenn og klaks- víkingar hava samstarvað í arbeiðnum at fáa nýggjar vallir, og tí verður arbeiðið gjørt í senn á teimum báð- um størstu plássunum i landinum. Og tá julimánaði er farin afturvið og arbeiðið er liðugt, fara tað at liggja eins graslíkisteppi á vallu- num í Klaksvík, í Havn og á Argjum. Fleiri av hinum vallunum í Føroyum eru eisini slitnir, men enn ikki so mikið, at tað eru ítókiligar ætlanir um at skifta nakrar av teimum Tær ætlaninar fara at koma á borði næstu árini, og tá kunnu tey, sum hesa- ferð vórðu vónbrotin um at ikki at fáa burtur av gomlu teppunum í Klaksvík og Havn, aftur liggja framvið.