týsdagur 7. juli 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 125 — 7. JULI 1998
tíðindablaðið 50, 7
Listaframsyning i Smiðjuni:
Tvey ættarlid i Smidjuni
Framsýnararnir eru mammusystur og dóttursystur. Myndlistin he
fleiri ættarlið í familjuni. Nú hava listakvinnurnar Vígdis og Agg
skapa eina livandi og litfagra framsýning, sum er í dógunum 7.
DAGNY JOENSEN
JENS KR. VANG
Framsyningin f Smidjuni er
livandi og litføgur. Har eru
34 listaverk - stør og heilt
lítil, tó ógvuliga fjølbroytt,
sum tilsamans skapa eina
stuttliga og hugaliga heild.
Tær báðar Vígdis Sig-
mundsdóttir Højgaard og
Aggi Asgerð Ásgeirsdóttir,
hava í longri tíð arbeitt við
tí fyri eyga, at sýna fram í
Smiðjuni
Aggi hevur búð og virkað
í Danmark í 10 ár. Hon
hevur gingið á Listaakade-
minum í Odense, og hevur
nú verkstað í Keypmanna-
havn. Hon er 32 ára gomul,
'g hevur fyri stuttum fingið
fyrsta barnið
Henni leingist ofta heim-
aftur, og myndir hennara
bera boð um kenslur og
hugalag um minnir heim-
anifrå, men - sum hon sjálv
tekur til - eru livilikindini
betri og avbjóðingin hjá
listafólki stórri í Danmark
Alt er ikki ljósareytt
Hennara ískoyti til framsýn-
ingina eru oljumålningar og
fotomyndir, og mynda
heimlongsul, veðurlagið í
Føroyum, brim o.s.fr., men
alt er ikki ljósareytt, sigur
Aggi, og nevnir kreppuna
sum var í Føroyum
Hon hevur tilknýti til
Gallerí Gertrud í Keyp
mannahavn, og hevur eisini
havt ymiskar framsýningar
í hesum sambandi, eins og
boð hava verið eftir hennara
listaverkum
Vígdis er 64 ára gomul
'g gavst í fjør at arbeiða á
Landssjúkrahúsinum, har
hon var goymsluleiðari
Nú eru góðar stundir at
gera meir við tað listarliga,
og hon hevur tilvitað arbeitt
við hesi framsýningini í eitt
ár
Vígdis hevur bert papp-
írsklip við hesaferð, men
annars arbeiðir hon ofta við
pastelmálningum, tekning-
um og oljumálningum
Motivini eru hesaferð úr
gomlu Havnini, í bátahyli-
num í Vágsbotni og lands-
slagsmyndir, tó at húsini al-
tíð hava stóran leiklut og
eru ein livandi partur av
myndunum.
Aggi: - Mínar myndir eru
meir um ljós og skugga,
meðan myndirnar hjá
gummu (Vígdis) eru meira
konkretar
Spennandi at
seta saman
Spurdar hví tær báðar fram-
sýna í felag, siga Vígdis og
Aggi, at tað hava tær gjørt
áður. Tað er eins og meira
spennandi at fáa sýnigina at
ganga upp, tí tær eru so ym-
iskar, men ofta hava verið
saman um tað listarliga ar-
beiðið
Tað er heldur ikki so løg-
ið, heldur Aggi, tí tær báðar
hava altíð hava havt stóran
áhuga fyri listini. Tað var
eisini mammusysturin, sum
lærti Aggi at tekna, tá hon
var smágenta
Tær báðar Vígdis og Aggi
hava ikki listarliga åhugan
frå fremmandum.
Påpi Vigdis og abbi Aggi
var kendi listamaðurin Sig
mund Petersen, sáli. Hann
var upprunaliga útlærdur
skræddari og 'ilskerari, og
hevði í nógv ár skræddara
virki í Havn, men tá børnini
fóru heimanífrá, og eingin
var áhugaður at yvirtaka
skræddaravirkið, seldi hann
tað í 1950, og fór burturav
at virka sum listamaður
Hann doyði 70 ára gamal í
1973.
Vígdis veit at síga, at pápi
hansara Jóannes Petersen,
sum var skræddari á Tvør-
oyri, upprunaliga hevði ætl-
anir um at gerast listamad-
ur, men at foreldur hansara
noktaðu fyri hesum. Tey
hildu ikki, at tað at mála og
tekna var annað enn spæl
Fyra ættarlid
Påpi Sigmund Petersen, Jó
annes Petersen var ættaður
úr Funningi
Vigdis hevur hoyrt søgu
na um abba sin, at cin skips
manning ur Fraklandi cina
ferð kom til Funnings. og
- 13. juli
vur havt týðandi leiklut gjógnum
i hvør í sínum lagi gjørt sítt til at
har sóu tekningarnar hjá
abbanum. Fraklendingarnir
vóru so hugtiknir av teim
um, og bjóðaðu sær at taka
drongin við til Fraklands,
har hann kundi fáa útbúgv
ing. Foreldrini tordu sjálv
sagt ikki at lata sonin fara
so langa leið
Tá í tíðini var torført at
fáa hendur á oljumáling og
:tum, og abbi Vígdis legði
(Ld. tapetrestir og blómur á
blot, sum hann brúkti at seta
litir á tekningar sínar
Foreldrini hjá Jóannesi
Petersen hildu kortini, at
sonurin skuldi hava útbúgv
ing, sum hann kundi liva av,
og tí fór hann í læru sum
skræddari á Tvøroyri, har
hann virkaði sína tíð
Få so sonurin Sigmundur
eisini vildi vera listamaður,
segði pápin, at hann fyrst
skuldi hava eina útbúgving,
og tí fór Sigmundur í læru
hjá pápa sínum, og seinni
til Danmarkar at læra til
skering
Tá vit børn vóru farin
heimanífrá, og eingin okk
ara vóru áhugað í at taka
yvir, varð skræddaravirkið
selt, sigur Vígdis
Elsta myndin eftir Sig
mundur Petersen, sun hann
gjørdi bert 15 åra gamal, er
í varðveitslu hjá Býráðnum
í Havn
Umboðaðu Feroyar
á framsyning í fjør
Annars hava bæði Vígdis
og Aggi verið við í fram
syning í Danmark í fjør, har
Listakvinnurnar Aggi
Asgerð Asgeirdsdóttir og
Vígdis Sigmundsdóttir
Højgnard sýna fram i
Smidjuni til 13. juli
tær umboðaðu Føroyar
saman vid Kåra Svensson
og Olivur vid Neyst
Framsyningin i Smidjuni
er frå i dag til 13. juli, og er
opin i tíðarskeiðnum kl. 14
18 hvønn dag
Framsýningin er stuðlað
av Dansk-Færøsk Kultur
fond