týsdagur 7. juli 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 125 — 7. JULI 1998
Brian Laudrup
gevst á danska
landsliðnum í
tíðindablaðið S0Ssuin
Fótbóltur: Tað kom sum ein bumba, tá ið stjórnuspæl-
arin Brian Laudrup í gjár boðaði frá, at hann gevst við at
spæla á danska landsliðnum
TeERII NIELSEN
Hann er elskaður av
fótbóltsáhugaðum kring
allan heim, ikki minst í
Føroyum, men nú hevur
hann so valt at seta
landsliðsskógvarnar á hill-
ina, samstundis sum bróðir
hansara, Michael, hevur
lagt fótbóltslívið aftur um
seg. Fyrrverandi Glasgow
Rangers-áleyparin og kom-
andi Chelsea leikarin gevst
við at spæla landslids-
fótbólt.
Brian Laudrup sigur, at
hann tók avgerðina fyri
einum hálvum ári síðani, og
at orsøkin er, at hann er við
at verða mettur av fótbólti,
og tískil vil geva pláss fyri
yngri kreftum.
Hann leggur tó dent á, at
avgerðin einki hevur at gera
við, at bróðirin eisini er
givin. „Ég steðgi eftir ein
av teimum størstu dystu-
num, sum eitt danskt lands-
lið nakrantíð hevur leikt,
nevnliga eina HM-fjórð-
ingsfinalu. Eftir eina slíkan
dyst og eitt EM-heiti er man
mettur av landsliðsfótbólti.
Tað er einki yvir at dylja,
at hetta er eitt stórt tap fyri
danska landsliðið. Tað ger
heldur ikki støðuna betur, at
avgerðin kemur samstundis
sum Michael Laudrup júst
hevur spælt sín síðsta dyst.
Laudrup-beiggjarnir eru jú
fótbóltsúrmælingar burtur-
av, og tað kemur at krevja
sínar menn at fylla tóm-
rúmini eftir teir báðar. Ein,
ið helst skal fylla eitt av
hesum tómrúmum, er
Martin Jørgensen, sum fekk
sitt veruliga gjøgnumbrot
undir Heimsmeistarakapp-
ingini.
Heldur fram vid
liðfótbólti
Tíbetur fyri fótbóltsáhugaði
hevur Brian Laudrup ongar
ætlanir um at gevast heilt
við at spæla fótbólt, og fyri
okkum, sum dáma væl at
fylgja við í enskum fótbólti,
verður tað spennandi at
síggja danan fara á vøllin
fyri nýggja líði hjá sær,
Chelsea.
Eisini kunnu vit gleðast
yvir, at úrmælingurin hevur
verið í Føroyum og víst síni
kynstir, tá ið GI og Glas-
gow Rangers leiktu undan-
dyst í Europa-Cup seinasta
summar. Tíverri noyddist
hann at fara av vellinum
tíðliga í tí dystinum orsaka
av einum skaða. Haraftrat
hevur Brian Laudrup leikt
landsdyst ímóti føroying-
um. Tað var hin 10. oktober
í 1990, tá ið 38.500 fólk sóu
danir vinna 4-1 á føroying-
um í gomlu Ítróttarparkini
Tann dystin gloymdi Brian
Laudrup sikkurt skjótt, tí at
hann fekk litid og einki
burturúr, so væl sum hann
var dekkaður av núverandi
landslidsskiparanum Jan
Dam
Brian Laudrup gevst,
medan hann leikliga er i
hæddini. Fyri knappari viku
sidan, bleiv hann úttikin av
FIFA til eitt heimslið, sum
var valt út frá teimum fyrstu
54 dystunum, sum vóru
leiktir undir HM.
Heitt lutakast
Fótbóltur: Umframt ítróttarligu avbjóðingar sleppa GÍ og B36 eisini at
stríðast við nógva hitan í Budapest og Jerusalem
Á middegi í gjár gjørdist tað
greitt, hvørji liðini verða,
sum føroyingar skulu hitta
í Europa-Cup fótbólti í ár.
Og tað gjørdist eitt heitt
lutakast.
Id hvussu er fyri B36 og
GÍ, sum skulu suðureftir at
spæla á hásumri, og fáa ein
gðiligan hita at stríðast við,
umframt yrkisspælarar úr
Ísrael og Ungarn.
Hjá HB eydnaðist nakað
betri í so máta, og oddaliðið
í landskappingini fær ein
finskt lið at dystast við.
Gøtumenn skulu spæla
ímóti FC Budapest í inn-
leiðandi umfarinum tl
UEFA-Cup. Ungarska liðið
hevur 20 ferðir vunnið
meistaraheitið, og hevur
altíð nógvar spælarar á
landsliðnum.
— Vit eru fegnir um luta-
kastið, tí tað lætt at koma
til Ungarn, og vit hava
longu fingið fatan av, at teir
eru góðir at samstarva við,
sigur Árni Gregersen, sum
er saman við bróðrinum og
formanninum í GÍ, Jógvan
Gregersen, til lutakastið í
Geneve.
Tað er avgjørt at fyrri
dysturin hjá GÍ verður á
Svangaskarði 13. august
klokkan 19.00 og útidyst-
urin verður 27 august í
Budapest.
Føroyingar hava bert
einaferð spælt móti ung-
arskum liðum áður, og tað
var í fjør, tå KÍ royndi seg í
móti Ujpesti. Teir taptu 6-0
í Budapest, men máttu í
seinastu løtu lúta 3-2 á
heimavglli. Dysturin á
Svangaskarði vísti ongan
mun millum liðini, meðan
ógvusligi hitin í Budapest
var størsta forðingin fyri
einum betri ursliti, og tå
vóru klaksvíkingar full-
komiliga rendir um koll.
B36, sum spælir í
Champions League dróg
ísraelska liðið Beitar Jeru-
salem, og klára teir at vinna
dystin, bíðar ein uppgerð
ímóti risunum úr Benfica.
Har hava klaksvíkingar
eisini royndir, tí í 1995
spældu teir ímóti Maccabi
Haifa. Teir taptu 4-0 á úti-
vølli, men vunnu 3-2 á
heimavelli. Føroyska lands-
liðið hevur eisini roynt seg
ímóti israelsmonnum. Tað
var í 1992, og dysturin end-
aði við javnleiki 1-1.
Stjórnuspælarin hjá Beit-
ar Jerusalem er Eli Ohana,
sum er skaddur í knænum í
løtuni, men tað fær hann
ikki at rokna við torførum
dysti móti B36.
— Eg kann ikki siga at
lutakastið hjá okkum er
trupult. Vit vænta sjálvandi
at vinna, og hugsa tí nú um
dystin móti Benfica, sigur
hann.
Heima á Olavsøku
HB skal spæla ímóti VPS
Vasa úr Finlandi. Bæði GI
og B71 hava roynt seg ímóti
finskum liðum, men uttan
nakran sigur. Føroyska
landsliðið hevur verið í EM-
undankappingarbólki við
Finlandi, men tað gekk illa
móti finnum. Á heimavelli
tapti okkara lið 4-0 og á
útivelli gjørdist tað til 5-0.
HB og B36 skulu spæla
21. og 22. juli, og bæði vóru
drigin á útivelli. Eftir luta-
kastið í gjár vóru samráð-
ingarnar millum felggini í
gongd, og hjá føroysku lið-
unum gekk tað út uppá, at
sleppa undan at spæla á
heimavelli dag um dag.
HB'arnir vilja gjarna
spæla á útivelli fyrst, tí teir
eru av landinum á venjing-
arlegu beint undan dysti-
num, og tí hevði tað passaða
teimum væl at fara av
venjingarleguni og bein-
leiðis til dystin í Finlandi.
Seinni dysturin verður
spældur á ólavsgku, og alt
eftir um tað er B36 ella HB,
sum spælir heima verður
tað antin ólavsgkuaftan ella
ólavsgku dag.
Bæði feløgini ynskja
ivaleyst at verða heima á
ólavsgku, men tað verður
B36, sum sleppur at avgera
hvar hver spælir, tí teir
spæla í størru kappingini.
ek
17
Jugoslavar
móti rest
FÓTBÓLTUR: Sunnudag-
in var dystur millum suðr-
oyingar og jugoslavar á
grasvøllinum í Hvalba
11 jugoslaviskir spælarar
eru i Føroyum, og teir
høvdu, við B36-venjaranum
Tomislav Sivic á odda, tikið
seg saman um eitt lið, sum
skuldi spæla móti einum úr
valsliðið úr Suðuroy
Tveir av jugoslavunun
kundu íkki verið við — tað
vóru teir sum spæla á Tvør-
oyri — og tí máttu semastu
tvey plássini mannast við
suðroyingum
Urslitid av dystinum var
at spælararnir úr TB, VB
Sumba og Royn vunnu 2-0
Allan Mikkelsen úr Royn
og Tórur Holm úr TB
gjørdu málini
ek
Uni gjørdi
hattrick
FOTBOLTUR: Uni Arge
gjørdi rættiliga um seg i ís-
lendsku fótbóltskappingini
i vikuskiftinum
Liðið hjá honum og Jens
Martin Knudsen spældu
móti fremsta liðnum í deild-
ini, IBV, og teir vunnu stór-
sigur.
Báðir teir føroysku spæl-
ararnir vóru í andgletti. Har
frammi á vøllinum drønadi
Uni Arge bóltin triggjar
ferðir málið og legði fyri
við einum hattrick fyrstu
ferð hann skoraði í ís-
lendsku landskappingini.
Í aftara endanum spældi
Jens Martin Knudsen ein
branddyst og eftir dystin
varð hann kosin besti maður
á vellinum.
Leiftur, sum teir báðir
spæla við, liggur nummar
fýra við 13 stigum fyri átta
dystin. IBV hevur 16 stig,
men fyri ein dyst fleiri
ek