Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— — Nr. 126 — 8. JULI 1998 Kenna einki til mot stø0u- liðini Fótbóltur: Føroysku feløgini skulu dystast við ókend, men sterk feløg í Europa-Cup í ár Í fjør fingu fótbóltshugaðir føroyingar eitt rættiligt upp- livilsi, tá mætu Glasgow Rangers, við Brian Laudrup á odda, vitjaðu á Svanga- skarði í Europa-Cup kapp- ing. Í ár verður eingin vitjan av útlendskum felag, sum kan líknast saman við Rangers. Føroysku fótbóltsfelggini hava í euorpeisku kapping- unum drigið lið, sum valla fær blóðið í kók hjá við- haldsfólkunum, men liðini eru øll sterkari enn tey før- oysku, og serliga á útivelli fara føroysku spælararnir at fáa sína sak fyri. — Eg kenni púrt einki til FC Budapest, men vit vita væl, at tað verður ein stór uppgáva. Tað sum vit vita um ungarskan fótbólt er, at teir spæla tekniskt góðan fótbólt og hava nógvar góð- ar og kvikar spælarar, sigur Magni Jarnskor, liðskipari hjá GI. — Vit vónaðu, at vit fóru at fáa FC Keypmannahavn, tí tað hevði verið ein sera spennandi uppgáva, men lutakastið vildi tað ødrvisi. Og lutakastið vildi tað so Beitar Jerusalem, sum B36 skal spæla ímóti, er størsta felagið í Ísrael, og á liðnum eru landsliðs- spælarar úr Ísrael, Ungarn og Ukraina nógv ødrvisi, at FCK slepp- ur heilt til Azerbajdsjan át spæla. Málið er at koma víðari HB hevur fingið finskt felag at spæla ímóti, og teir kenna heldur einki til Vasa, sum er úr býnum við sama navn- ið, vesturi móti Botnsvikini. — Vit eru nøgdir við luta- kastið, tí vit hava ofta ferð- ast langt, og tí er tað gott at verða her í norðurlondum hesaferð, sigur Kaj Leo Jo- hannesen, málverji hjá HB. tíðindablaðið OMA — Eg veit ikki hvussu styrkini hjá finska liðnum er, men eg meti okkum altíð hava ein kjans og málið hjá okkum má verða at koma víðari, sjálvt um tað verður ein stór uppgáva. Kaj Leo Johannesen hev- ur verið við í øllum Europa- Cup dystunum hjá HB, og hann hevur verið við til góðar og minni góðar dystir. — Vit vita hvussu ótrúliga trupult tað er at spæla í nógvum hita, og tí er tað eisini gott at vit skulu til Finlands, har hitin ikki er so ødiligur sum sunnanfyri. Verður strævið í hitanum Spælararnir hjá B36 standa eisini á berum, tá teir skulu tosa um mótstóðuliðið hjá sær, Beitar Jerusalem. — Eg kenni einki til teir, men eri glaður fyri, at vit sleppa til Ísraels heldur enn at fara eystureftir, sigur Pól Thorsteinsson, sum skal royna Europa-Cup fótbólt fyri fyrstu ferð Hann hevur tó royndir frá landsliðsfótbólti, og er ein av teimum nýggju monn- unum hjá Allani Simonsen — Tað verður strævið at spæla í hitanum í Israel, men málið hjá okkum hevur allatíðina verið at koma víð- ari. Beitar Jerusalem er størsta felagið í Israel, allir spælararnir eru yrkisspæl- arar, og á liðnum eru lands- liðsspælarar úr bæði Ísrael, Ungarn og Ukraina. Bara tað ber boð um, at uppgávan hjá B36 er stór Spælararnir hjá B36 fáa fiki summarfrí í ár, og fara møguliga til Danmarkar at venja — Tað er strævið at skula venja alt summar, men tað er prísurin fyri at sleppa at spæla Europa-Cup, og eg gleði meg nógv til dystirnar, sigur Pól Thorsteinsson Hann hevur verið heima í Vági síðani leygardagin, men í dag skal hann aftur norður til Havnar at venja, og so verður hann verðandi norðanfyri, sjálvt um hann hevur frí frá arbeiði næsta mánaðin Venja fleiri ferðir um dagin Í grannafelagnum HB fara teir eisini at fyrireika seg væl til altjóða uppgávuna Sunnudagin fara teir til Brøndby á venjingaricgu, og teir ætla sær at:venja fleiri ferðir um dagin alla næstu viku 15 ítróttin á internetinum | www.sosialurin.fo Jan Dam og Jens Kristian Hansen fåa ovmikid at siggja til i Europa-Cup kappingini i år. Teir bådir royndu spælararnir hava stóran týdning fyri síni lið, ser- liga í europeiskum dystum - Føroyskur fótbóltur skal miðja fram ímóti at koma víðari í Europa-Cup hverja ferð, og venjarin hjá okkum ivast ikki í, at tað skal verða málið hjá HB eis- ini. Hann er ikki so varðin, sum vit føroyingar ofta eru tað, sigur Kaj Leo Johanne sen I fjør hildu vit okkum hava góðan møguleika fyri at koma víðari, men tað gekk illa á utivølli. Men sjálvt eftir slíkt úrslit, túgva vit framvegis uppá møgu leikan I GI eru nú teir meira varnir, eftir at teir hava ver ið nær við at koma víðari áður Vit vilja gjarna sleppa víðari, men vit vita at tað verður trupult. Spurningurn er altíð hvussu vit klára okkum á útivelli, tí tá plaga liðini at storma okkum Kunnu vit standa ímóti tá so er møguleiki fyri onkrun á heimavelli. heldur Ma Jarnsko ek