hósdagur 9. juli 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðfólk: jósmyndari: Ú ri, uppseting og prent: | 110 Tórshavn
Dagny Joensen, Er Kristian Vang | Sosialurin Telefon: 311820
Áki Bertholdsen, Telefax. 314720
Emil L. Jacobsen Lysingar og søla: | Bústaður: É :
Sveinur Tróndarson Jonhard Hammer | Argjavegur 26, Argjum | e-mail: —
Tunð Kjølbro Postadr: Postsmoga 76, post&sosialurin.fo
Bestir og sterkastir
Oddagrein
VIT megna einki, vit eru ov få og ov små. Hetta verður
oftani fort fram av afturhaldskreftum her á landi. Hvat
kunnu 45.000 menniskju á nekrum fjarskotnum
oyggjum sum Feroyum? Hvussu kunnu vit „bygdafrell“
formáa okkum nakað í mun til tey stóru og dugnaligu
á meginlandinum osfr?
HETTA hoyra vit um sama mundið, sum okkara ung-
dómur undir útbúgving skorar eitt mál fyri og annað
eftir. Vit minnast, hvussu tað gekk hjá nøkrum ungum
á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, tá hesi luttóku í
altjóða kappingini „European Business Game“. So væl
høvdu tey arbeitt og so skilagott, at tey millum fleiri
lond fingu fyrstu virdislønina í samband við eina verk-
ætlan tey høvdu gjert á skúlanum.
OG nú hendir tað so aftur. Hóast lond sum Ongland,
Spania, Danmark, Tjekkia, Slovakia, Skotland og Italia
luttaka, so er tað oyggjalandið Føroyar vid tess skila-
góða og dugnaliga ungdómi, sum skarar framúr - enn
einaferð
U um dagarnar vann ein bólkur úr Feroya Studenta-
skúla finaluna i umreddu kapping. Tey høvdu evnað
til eina verkætlan, sum hevði til endamál at útvinna
olju úr slógvi, og so væl dugdu tey at tala sína sek, at
tey vunnu kappingina. Hetta er ikki bert ein sigur fyri
luttakandi og vinnandi liðið av føroyingum. Tað er ein
sigur fyri skúlan tey ganga í, tað er ein sigur fyri lærarar
teirra, og tað er ein sigur fyri Feroyar, tí hetta er eitt
tekin um, at land okkara eigur fólk, sum vilja og duga
nakað. Tað er ein áminning um, at vit ikki eiga at yppa
øksi og siga, at vit duga einki og at hini duga so nógv
beturi enn vit
HETTA hevur so sanniliga eisini nógv at siga fyri For-
oyar sum so. Tí nettup evnini næmingarnir arbeiða
við - hvussu vit kunnu fáa sterri nyttu úr fiskiríki-
deminum í havninum - hava samfelagsligan týdning
júst hetta at fáa meira burtur úr fiskinum er nakað
sum tosað hevur verið nógv um, men ov lítið ítokiligt
gjørt burtur úr. Tað hevur eisini stóran tydning at
kunna ásanna, at vinnulívið kann fáa stórt gagn av
okkara undirvísingarverki. Hetta eiga ikki minst polit-
ikararnir at skriva sær aftanfyri oyrað
HENDINGIN nú eigur at sannføra okkum um, hvussu
stóran týdning ein góð útbúgvingarskipan hevur fyri
okkum, og at tað ikki nyttar bara at senda fólk í onnur
lond at útbúgva seg. Nettup tá tað um fiskivinnuna
ræður, ér táð av alstórum týdningi, at vit menna út-
bågvingarnår her í heimliga umhvervinum. Og tað má
so sigast, at vinnararnir fyrst á Fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna á sinni og nú í Studentaskúlanum í Hoy-
delum eru nettup eitt dømi um, hvussu stóran tydning
eitt fornyskt útbúgvingarumhvervi kann hava fyri okk-
ara framtíð
HETTA er ikki bara ein sólskinsega og nakað, sum eigur
at frøda tey, sum vunnu hesa kapping. Hetta er nakað
meira, og nakað, sum okkara politikarar eiga at geva
gætur. Tað vísir, at vit megna, um vit vilja. Og tað vísir,
at í hesum landi býr gott og dugnaligt fólk. Tað sannar
orðafellið um, at hver av ødrum liva må. At vinnulívið
hevur brúk fyri skúlaverkinum, og at skúlaverkið hevur
brúk fyri vinnulívinum. Og í síðsta enda, at vit øil hava
brúk hver fyri oðrum, skulu vit megna at byggja hetta
landiðupp. Vit eiga fólkið, vit eiga amboðini, spurn-
ingurin er um viljan. Eisini hann eiga vit
HÓAST tað ikki hevur so nógv við útbúgving og vinnu-
lív at gera, so standa vit okkum eisini væl á ødrum
ekjum. Tað er eisini ein sólskinssega, at okkara Regin
Vágadal nú um dagarnar vann kappingina um at vera
sterkasti maður í Íslandi. Eisini eitt domi um, hvat
góðar gávur, vilji og teiskni kunnu fera til. Vit ynskja
næmingunum og lærarum í Feroya Studentaskúla til-
lukku, og vit ynskja somuleiðis Regini Vágadal tillukku
Sosialurin
Viðmerking
Eitt pass
Eitt ávíst rumbul hevur
staðist av, at undirritaði vil
kanna skipanina, har ES-
pass verða útskrivað í Før-
oyum til føroyingar. Tær
vanligu rædusøgurnar verða
endurtiknar um at føroy-
ingar skulu byrgjast inni og
at rættindi verða skerd hjá
føroyingum.
Sum i øllum slikum mål-
um, snyr tad seg bædi um
løgfrødi og politik. Lat meg
í fyrsta lagi slåa fast, at tað
sjálvsagt er ein skylda hjá
mær at kanna, um skipanin
er í stríð við galdandi lóg-
gávu. Alt annað er fullkom-
ið ábyrgdarioysi og anarki
Hetta er tann løgfrødisligi
parturin av málinum
Lat meg í øðrum lagi sláa
fast, at trupulleikarnir hjá
føroyskum sjómonnum og
ødrum sum hava upplivad
forðingar av føroyska pass-
inum, skulu sjálvsagt takast
í álvara og loysast. Spurn-
ingurin er bara, hvussu vit
tryggja. at trupulleikarnir
verða loystir og hvussu vit
tryggja okkum rættindir í
heiminum sum føroyingar.
Hetta er tann politiski
parturin av málinum, har eg
skal gera støðu mína greiða
og grundgeva fyri henni
Eitt afturstig
Skipanin við at útskriva ES-
pass í Føroyum elvir eftir
mínum tykki til at vit frá-
siga okkum rættindir, sum
ættarlið undan okkum hava
stridst fyri. At føroyingar í
sínum tjóðarprógvi - pass-
mum - skulu standa sum
føroyingar, var eitt úrslit av
neyðsemjuni sum varð
gjørd um Heimastýrislógina
í 1946-48. Bæði danskir og
føroyskir = myndugleikar
hava sjálvsagt skyldu at
tryggja føroyska passinum
rættindir
Lands-
stevnan '98
verður
i Havn 11.-12. sept.
Men tå trupulleikar hava
stungid seg upp, er lopid
uppum har garðurin er
lægstur, og ES-pass verða
útskrivað til føroyingar sum
biða um tað.
Ein fín praktisk loysn
kunnu vit halda, og kanska
er tað gjørt í bestu meining.
Men lat meg bert nevna
nakrar heilt grundleggjandi
trupulleikar við hesi skipan-
mi:
1. Tryggleiki
og rættindir
Loysnifi Við at útskriva ES-
pass í Féroyum er sett í verk
við einum rundskrivi frá
danska løgmálaráðnum.
Onki er, gjørt fyri at loysa
trupulleikarnar sum føroy-
ingar hava upplivað við før-
oyska passinum uttanlands.
Lat okkum nú siga, at
danska løgmálaráðið broytir
hugsan og tildømis eftir
trýsti frá ES sigur, at ongin
heimild ér fyri at geva før-
oyingum ES-pass. Hvørji
rættindi hava vit tá vunnið?
At útskriva ES-pass í Før-
oyum er eftir mínum tykki
ein flýggjan undan ábyrgd-
ini av at velja okkara egnu
støðu mótvegis ES og um-
heiminum og harvið fáa
verulig rættindi.
2. At kalla seg féroyingur
gevur skerd rættindir
Tað er nú latið upp til hvønn
einstakan borgara í Føroy-
um at velja, um hann ella
hon vil hava eitt ES-pass
ella eitt grønt føroyskt pass.
Men velur tú eitt grønt pass,
har tað stendur, at tú ert før-
oyingur, fært tú ikki somu
rættindir og somu viðgerð
uttanlands sum tey. ið yelja
reytt ES-pass. Tað grøna
passið missir sjálvsagt
meira og meira av sínum
autoriteti, tå ongin vil brúka
Føroya
Javnadarflokkur
tað.
Hetta setur tann einstaka
borgararan í eina púra vit-
leysa støðu, har hann sjålv-
boðin skal velja at diskri-
minera seg sjálvan um hann
vil hava staðfest í sínum
passi, at hann er føroyingur.
3. Mismunur millum
borgarar
Vit hava nú eina stóðu, har
tveir borgarar í sama landi
liva undir somu lóggávu við
teimum rættindum og
skyldum sum tað gevur. Tað
kunnu tildømis vera tveir
fiskimenn, ið báðir liva av
at fiska burturav kvotum,
sum føroyskir myndugleik-
ar hava gjørt avtalu vid ES
um. Teir hava sum føroyskir
borgarar eisini latið ES nak-
að afturfyri og liva báðir
undir treytunum í handils-
avtaluni, sum Føroyar hava
vid ES.
Men teir fåa ikki somu
viðgerð, ikki somu rættindir
og ikki somu trygd uttan-
lands, tí annar hevur eitt
føroyskt pass, hin hevur valt
sum passar
ES-pass.
Hetta brýtur øll grund-
leggjandi prinsipp um javn-
bjóðis rættindi.
Vit eiga sjálvsagt at stríð-
ast fyri, at allir føroyingar
fáa somu rættindi.
Varandi loysnir
Nú starvast samgongan fyri,
at vit koma burturúr heima-
stýrisskipanini og skipa
Føroyar sum sjålvstødugan
stat. Pass-spurningurin er
bert eitt av óteljandi itøki-
ligum dómum um, at vit
hava alstóran tørv á at
greiða okkara ríkisrættar-
ligu støðu. At vit staðfesta
rættindir og skyldur sum
føroyingar í heiminum. Tá
skulu vit sjálvsagt eisini
hava eitt pass sum passar.
Hvat ræðast vit?
Rædusøgurnar um tað, hava
vit hoyrt so ofta og tær
krevja onki aftursvar.
Vit hava øll gjørt okkum
royndir og kunnu hvør í sin-
um lagi meta um sannleiks-
virði í hesum pástandum
um, hvussu ræðuligt tað er
at krevja rættindir sum før-
oyingar í heiminum. Tað
sama varð sagt, tá stríðst var
fyri at fáa føroyskt inn í
skúla og kirkju, tá fiski-
markið skuldi flytast út, tá
Danmark fór inn í ES, tá
málstríðið var í Hoydølum,
tá Postverkið varð yvirtikið
- og so framvegis og so
framvegis.
Í dag kunnu vit spyrja,
hvar ræðuleikarnir eru. Vit
eiga at spyrja okkum sjálvi,
um vit í veruleikanum ikki
heldur eiga at ræðast ræðu-
søgurnar, sum forða okkum
at taka stóðu og ábyrgd.
Hegni Hoydal
Landsstýrismaður
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri synda samkenslu, tå kæri
beiggi, svågur, mammubeiggi, pápabeiggi og abbi
okkara
Ólavur Térbjørn Rasmussen
Klaksvik
doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkj-
uni. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til gravar. Tøkk fyri blómur og kransar. Eisini
hjartaliga tékk til tykkuni, sum á ymiskan hátt
hjálptu til við jarðarferðina
Familjunnar vegna
systkini