Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 127 — 9. JULI 1998 tíðindablaðið SOSAN 9 nn tdindabladid SV. 9 Bo Wallenberg, (á myndini) leiðari í „Skandinaviska Barnmissionen“, hevur verið í Fóroyum við børnunum úr Tjernobyl. Blaðið hitti hann mánamorgunin, tá hann var á veg av landinum aftur. Hann er sera væl nógdur við fakið, fóroyavitjanina og tóra gestablídni, ið førovingar hava víst. - Slíkan blíðskap havi eg ikki upplivað áður, sigur hann mynd: D. Olsen Bo Wallenberg, missiónsleiðari: Heilsumála- raðharrin græt DAGFINN OLSEN - Eg byrjaði við missións- arbeiði saman við pápa mínum, ið legði lunnar und- ir arbeiðið, sigur Bo Wall- enberg. - Pápi mín var kendur undirhaldari. Í yvir 25 ár ferðaðist hann í Norður- londum, men í 1977 kom hann til trúgv. Hann kendi tað so, at hann altíð hevði givið fólki gleði í 1 1/2 tíma. Nú vildi hann geva teimum gleði restina av lívinum. Av ymsum orsøkum endaði hann á Filipsoyggjunum. har hann skuldu luttaka í sjónvarpi, men einki spurd- ist burturúr. Hann leitaði so eftir einari kirkju, tí hann vildi sleppa at siga onkrum um frelsu sína. Hann vænt- aði at finna eina stóra kirkju, tá hann kom í sínum fína, bláa klædningi, men kirkjan lá við stóra rusk- dungan, og teir um hundrað lurtararnir hevdu valla klæði á kroppinum. Pápi hevði biðið Gud senda seg, har eingin annar vildi fara, og hann skilti, at kirkjan tann mánaðan hevði havt ein dollara í inntgku. Pápi hevði jú fleiri hundrað doll- arar, ið hann skuldi keypa tinganest fyri, sum vanligt er, tá vesturlendingar ferð- ast. Presturin greiddi frá, at 16 dreingir vóru, ið ikki áttu nakran góðan. Pápi læt pengar sínar og bað prestin taka sær av dreingjunum. Síðani vendi pápi heim at greiða frá um frelsu sína og um tað, hann hevdi sæð. Ahugin var sjálvsagt stórur, at fáa henda kenda mann at greiða frá, og nakað soleiðis byrjaði arbeiðið, greiðir Bo Wallenberg frá Tjernobyl Tá arbeiddu vit bert á Filips- oyggjunum. Ein dagin spurdi ein kvinna, um eg hevði hjarta fyri børnum úr Tjernobyl. Eg visti lítið og einki um Tjernobyl, næstan ikki hvar tað var. Hetta var í 1992. Men síðani segði hon, at Gud hevði sagt, at eg skuldi hjálpa henni. Um eitt menniskja sigur soleið- Is, so er viðkomandi antin ikki f ordan, ella hevur Gud veruliga sagt so, greidir Bo Wallenberg frå. - Eg bad hana koma at hitta meg å skrivstovuni og hon segði mær sina serstøku livssøgu, og at hon hevdi fingið í hjartað, at hon vildi arbeiða fyri Tjernobyl, og um, hvussu Gud hevði sagt, at eg skuldi hjálpa. - Hetta var månadag. Hósdag sat eg í flogfari ávegis ul Ukraina. Tá eg á fyrsta sinni kom, var enda- málið at bjarga kristnum fólki, ið høvdu sitid í Sibiria. Tá tey komu heim, hevði kommunistastýrið tikið alt frá teimum. Síðani havi eg verið har 78 ferðir í fimm ár. Eg var millum tey fyrstu, ið kom inn í Ukraina, eftir at kommunisman fall, sigur Bo Wallenberg, ella Bosse, sum hann vanliga verður nevndur. Sett fest fyri trúgv sína - Har hitti eg fólk, ið hvorki áttu mat, skógvar ella klæði og eg skammaði meg, so gott sum vit høvdu tað. Vit bygdu flottar kirkjur, meðan fólk her íkki áttu klæði á kroppin, og her høvdu tey sítið í Sibiria í minst 15 ár fyri trúgv sína, sigur Bosse. - Eg fekk síðani fatur á ein- um lítium bili, við einum lítlum vogni við neyðhjálp. Uttanfyri einu kirkjuna, har eg læt hjálpina, stóð ein gamal maður, ið hevði verið í Sibiria. Hann hevði jakka og buksur, men ikki skjúrtu ella hosur og har stóð hann í kavanum, greiðir Bo Wall- enberg frá. - Presturin segði mær, at maðurin hevði latið mark- ina, ið kirkjan stóð á. Mark- in, ella akurin, var alt hann átti. Eg skammaðist so, tí júst tå bygdu vit í Svøriki eina kirkju fyri 80 milliónir. So græt eg, men gamli mað- urin spurgdi hví eg græt. Ég greiddi honum frá, men hann segði, at eg skuldi ikki gráta, tí áður heystaði hann einaferð árliga, men nú heystaði hann dagliga 30 tons av neyðhjálp - Heimkomin greiddi eg frá upplivingum mínum í nær- varpi, og uppá ein dag fingu vit 6 tons av neyðhjálp. Tá vikan var at enda komin, vóru 30 tons, sigur Bosse. - Síðani kom svenski stat- urin uppí, og vit sendu eisini bønarbrøv út um, at okkum nýttist bussar og lastbilar. Vit fingu alt ókeypis og byrjaðu at senda hjálpina avstað, men hjálpin var so stór, at kirkjurnar, har vit hjálptu, nærum íkki fingu tikið ímóti. - Vit fingu lagt stødi undir tætt samstarv við heilsu- málastýrið og socialmåla- stýrið har yviri, arbeiðið vaks og í dag taka vit okk- um av tveyhundraðtúsund fólkum árliga í Ukraina, sigur Bosse, og greiðir frá, at arbeiðið jú vaks frá at snúgva seg um nøkur kristin fólk úr Sibiria, til eisini at snúgva seg um børnini úr Tjernobyl, ið eru í størstu neyðini Vit hava klædnabúðir, ið minna um ,,second-hand' handlar. Socialarbeiðarar velja so út tey allar fátæk astu og familjur teirra. Hesi fáa so ein seðil, við boðum um at koma tá og tá at royna klæðir, greiðir Bosse frá. - Eg fekk skrivstovu hjá heilsumálastýrinum og vit hava innflutt eini 10 tons av heilivági til Ukraina, meira enn 1000 sjúkrasengur og ymsa læknaútgerð. Eisini hava vit fingið heilsumála- ráðharran sum góðan vin- mann, sigur Bo Wallenberg. Heilsumálaráðharrin græt - Ein dagin ringir heilsu- málaráðharrin og bað meg koma á skrivstovuna Táeg kom, hevði hann tár í eyg- unum. Hann greiddi frá, at hann stóð við størsta trup- ulleikanum nakrantíð. 1o ár eftir, at fólk hava verið fyri geislavirknari stráling, er trupuleikin komin niður í genini og somuleiðis eru trupulleikarnir stórir hesum viðvíkjandi 10 ár fram. Hiroshima og Nagasaki prógva hetta, sigur Bosse. - Ráðharrin greiddi mær frá, at talið á børnum, ið fødast við ymsum brekum, var økt vid 800%. Vit hava onga útgerð og læknar okk- ara eta bert breyð og drekka te og svíma undir arbeið- inum. Vit megna ikki at:taka ímóti børnum okkara. - Síðani vísti hann mær tølini, ið vístu, at tað vóru 123.099 tjernobylhørn, ið høvdu tørv á at koma burtur, greiðir Bo Wallenberg frá - Ráðharrin greiddi mær frá, at staturin bert hevdi pening til at taka sær av tjúgutús und børnum, so hundrað túsund børnum var deyðin vísur, um eingin gjørdi nah að, og síðani bað ráðharrin um mína hjálp, sigu, B Wallenberg Få vaks ætlanin fram í hjartanum on Gud. er tað tú. 10 kallar eg segði mee so vil eg fegin gera tað lítla eg kann“, sigur Bosse Heimkomin fór eg at spyrja meg fyri í kirkjum og samkomum, um tey møguliga vildu tikið sær av einum bólki uppá 30 børn ein mánaða, um vit tóku ábyrgd a Ukraina til nordurlond flutninginum frå Vit hava fingið játtandi var og 1 ar he HM g IP i eingang 260 børn vid í ferð ini. Eg før til Ukraina vit komu aftur í 6 bussun Ein bólkur er í Noreg. tríeg Da k 5 r ]f ingist ikk < f ny gyla nak 10 dreingjum Bosse. í ur „High- spot“ skini og blóðkrabbi Vit hava verið í samband við sonevnd „High-spot“ gki. Tá vanlukkan hendi í Tjernobyl, fór geislavikid burturkast upp í luftina og ferðaðist norðureftir og datt niður ymsastaðir. Tey fólk- ini vistu ikki av hesum og hava livað, sum einki var hent. Tey hava jú etið mat hvønn dag, og fingið geisla- virkni í magan og tað fer so í kroppin og brýtur niður immunskipanina. Endin er, at bl6dkrabbi ger seg gald- andi og deyðin er vísur. Vit velja út tey børn, ið eru so sjúk, at tey hava møguleika at fáa blóðkrabba, men hava ikki fingið sjúkuna enn. Vit skrúva so at siga tíðina aft- ur, við at taka tey til Føroya ein mánaða. Vit reinsa mag- ar teirra og byggja sostatt upp immunskipanina. Tá tey fara heimaftur, klára tey seg í 6 mánaðar og upp til 3 ár, áðrenn tíð er at koma úr økinum aftur, alt eftir, hvussu nógv dálking er í økinum, sigur Bosse g gentun pg smilist væl nøgd Sorgarleikir - Tað liggur okkurt um eitt ára arbeiði aftanfyri, áðrenn børnini eru her. Bara ein smálutur, sum tað, at børn í Ukraina hava ikki loyvi at hava pass, gevur trupulleik- ar. Hetta ger, at hvert barn skal hava serloyvi, fyri at fáa eitt slíkt. Síðani mugu foreldrini, ið ongantíð hava verið uttanfyri bygdina, ferðast við hestavogni, ella Summarfrí LFÚ ráðgeving og LFÚ ferðir eru stongd frá 14. juli til 30. juli. LFÚ ferðir og ráðgeving Fólk til timburarbeiði Søkt verður eftir fólki til timburarbeidi i Danmark. uvat tað kann vera, til næsta by, fyri at fåa tikid pass mynd. So mugu vit gjalda ti pening hava tey ikki, og vit mugu gera papírarbeiðið »g tosa við mynduleikar, og EISIMI mugu Vil hava IOyvi frá foreldrum at ferðast við barninum. tí skuldi okkurt barn fingið sjúku undir t.d vitjanimi í Før im vi IK r 1 3 B % 4 Ferðast ókeypis í Føroyum Í K u vaKur! komu et Kilja ikKi, at tørvur er á klæðum. Orsøkin er, at eg kann jú ikki ferðast við naknum børnum. Tey fáa eitt sett av klæðum frá okkum, tá tey fara úr Ukrai- na, sigur Bosse - Einasti trupulleiki við- víkjandi Føroyum er, at tit liggja so langt burtur, at flúgvast má til Føroya. Men í år, eins og fyrra árið, fingu vit lagaligar treytir frá Maersk Air og ferjurnar í Føroyum hava siglt ókeypis við okkum. Vit hava eitt grønt kort, so vit kunnu ferðast, sum vit vilja millum oyggjarnar. Hotel Hafnia hevur boðið børnunum at búgva og eta ókeypis, tá tey eru åvegis heimaftur, og so- leiðis er tað allastaðir í Før- oyum, har vit koma, og slík- an blíðskap havi eg íkki upplivað áður, sigur Bosse, ið er glaður fyri føroyska blíðskapin Børnini fáa klæðir og blíðskap, jú foroyingar eru blíðir, sigur Bosse, og letur seg í nýggju, føroysku troyggjuna, ið hann hevur fingið Faroe Village Stórt arbeiðið fer eisini frar á Filipsoyggjunum, har ar- beiðið upprunaliga byrjaði Hyggja vit í blaðið, sum Skandinaviska Barnamissi- ónin gevur út, „Det oppna Hjartat“, so er eisini mynd av Faroe Village. 30 tyfon- trygg hús og ein skúli mynda bygdina, ið føroy- ingar hava latið ti! hjálpar- arbeiðið á Filipsoyggjun- um. Húsini eru á oynni Capiz. Sp/f Poulsen V. Hansen, timburmeistarar, TIf. 022151272 / 021698578