hósdagur 9. juli 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 127 — 9. JULI 1998
OS: BOT TIPS: SORL DES
Vælkomin til Miðvágs
at halda vestanstevnu
Nú í vikuskiftinum verður vestanstevnan
hildin í størstu bygdini í Vágoynni, Mið-
vági. Størru bygdirnar í Vágoynni og
Vestmanna skifta annars um at skipa fyri
stevnuni, og er tað tískil fýra ár síðani
seinast, at stevnan var í Miðvági.
Bygdarfólkið tekur vanliga væl
undir við stevnuni, og nú fólk úr øllum
Føroyum koma vestureftir, verður hetta
til eitt av teimum stóru tiltókunum í
oynni. Vit gleða okkum bæði at vísa
bygdina fram og at taka móti gestum úr
øllum Føroyum.
Fólk her í bygdini hava gjørt sítt
besta til at skráin fyri stevnuna skal vera
so góð og fjøllbroytt sum møguligt.
Fyrst og fremst eru tað ítróttarfelggini
her í bygdini, sum skipa tyri stevnuni,
tíðindablaðið SOS
Vestanstevnan 98
og hava lagt skránna til rættis. Annars eru
eisini nógvir aðrir felagsskapir, áhuga-
bólkar og einstaklingar við at fyrireika og
skipa fyri stevnuni.
Veðrið, sum vit sjálvsagt einki kunnu
gera við, er sera viðkomandi fyri, hvussu
ein stevna eydnast. Er veðrið gott, so
kemur alt annað av sær sjálvum. Vit vóna
at so verður.
Vit gleða okkum at síggja nógv fólk á
vestanstevnu allastaðni úr Føroyum.
Útisetar, sum eru heima í summarfrí, skulu
eisini vera hjartaliga vælkomnir.
Johannes Klein,
bygdarráðsformaður