Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 127 — 9. JULI 1998 tidindabladid SOS) 17 Fleiri kunnu vinna FM-heiti Kappróður: 10-mannafarið Eysturoyingur og dreingirnir umborð á Junk- aranum hava fult stigatal undan næst- seinasta FM- róðrinum Leygardagin kann Eystur- oyingur staðfesta sítt meist araskap í kappingini hjá 10- mannaførum. Teir skulu bert hava tvey stig í tveim- um teimum seinastu róðr- unum, so er meistaraheitið tryggjað. Og tað skal ganga óvanliga illa klára teir ikki tað. Eysturoyingur hevur vunnið allar fýra róðrarnar higartil, og í fyrsta róðrinum á 1000 metrum, sum var á jóansgku seinast, vóru teir so sannførandi, sum tað sjáldan sæst á hesum teini. Báðir róðrarnir, sum eru eft- ir í ár, eru á 1000 metrum, og tað hevur Eysturoyingur prógvað, at hann klárar eins væl og longra teinin. Einastu bátarnir, sum í teoriini kunnu hótta odda- fiskin, eru Nólsoyingur, Kjølur og Havnarbáturin, sum allir eru langt aftanfyri, og bara koma stríðast sína- millum um plaseringarnar eftir Eysturoying. Stødan eftir fýra umfør er, at Eysturoyingur hevur 28 stig, Nólsoyingur og Kjølur Feiri bátar hava staðið seg so væl í vestanstevnu í Miðvági leygardagin 15, Havnarbåturin 14, Vest- menningur 10, Tvøråbåtur- in 5 og Vågbingur |. Tætt hjá 8-manna- førunum Seinasta róðurin hjá 8- mannaførunum vann Húsa- vikingur, sum frammanund- an ongantíð hevði vunnið ein FM-róður. Við tí óvænt- aða sigrinum togaðu teir seg frá tveimum og upp á nýggju stig. Men tað er framvegis langt upp til teir fremstu bátarnar, sum liggja lið um lið nú tveir róðrar eru eftir. Argjabáturin hevur skutin frammanfyri Miðving, og beint í hølunum liggja eisini Kvívíkingur, Knørrur og | . á . Hesir bátar eru við Bátarnir koma at liggja í hesi nummarrød til kappróðurin á vestanstevnu leygardagin 5-mannafør dreingir 6-mannafør menn 1. Sítið 1. Jarnbardur 2. Erla Kongsdóttir 2. Hósvíkingur 3. Svanur 3. Snopprikkur 4. Báran G-1 4. Strålan S. Blikur 5. Sølmundur 6. Junkarin 6. Hvessingur 7. Drekin 7. Gongurólvur 8. Fipan Fagra 9. Tjaldrið 8-mannafør 10. Súlan 1. Gullbrandur 11. Ritan 2. Kngrrur = G-1 3. Kvivikingur 6-mannafør kvinnur 4. Ørvur G-1 1. Lémur S. Húsavíkingur 2. Gongurélvur 6. Argjabåturin G-1 7. Midvingur 3. Jarnbardure 8. Sjóriddarin 4 Hessingur 5. Strålan 10-mannafør 1. Sudringur G-1 S-mannafør gentur 2. Vågbingur 1. Fipan Fagra 3. Nélsoyingur 2. Erla Kongsdóttir 4. Vestmenningur 3. Svanur 5. Eysturoyingur 4. Koltur 6. Havnabåturin 5. Ørnin 7. Kjølur 6. Junkarin 8. Tvøråbåturin 7. Sílið 8. Båran 9. Beinta Ørvur Miðvingurin skal rógva á heimavelli, og har plagar ikki at lukkast heilt eftir vild. Báturin hevur ikki vunnið í Miðvági síðani einaferð í 50'unum, verður sagt úr Vágum. Men leyg- ardagin skulu teir aftur royna at venda skeivu gongdini, og tað gera teir við tveimum sigrum í ár í bakinum. Undan kappingini leygar- dagin hevur Argjabáturin 19 stig, Miðvingur 18, Kvívík- ingur og Knørrur 14, Ørvur 12, Húsavíkingur 9 og Sjó- riddarin | stig. Snopprikkur skal reisa seg Hjå 6-mannaførunum vid monnum hevur Sniopprikk- ur verið suverenur í ár, men í róðrinum á joansøku, sum má metast sum heimasjógv- ur í FM-kappingini, vórðu teir snýttir av Stráluni, sum lirkaði fyrsta FM-sigurin frá bátinum úr Hvalba. Á vestanstevnu verður uppgávan hjá hvalbingun- um at reisa seg eftir fyrsta Osigurin í år, og gera teir tað, tryggjað teir sær sam- stundis FM-heitið. Harðasti kappingarneytin hjá Snopprikki er Sølmund- ur, men hann er so mikið aftanfyri, at nógv skal til, skal hann náa heilt fram. Stødan undan róðrinum er, at Snopprikkur hevur 26 stig. Sølmundur 17, Hós- víkingur 14, Strálan 10, Hvessingur og Gongurólvur 6 stig hver. Jarnbardur tikið seg fram um Hjá 6-mannaførum við kvinnum er kappingin mill- um Jarsbard og Hvessing tøtt og spennandi. Báðir bátarnir hava vunnið tveir róðrar í ár, og nú tvær kapp- ingar eru eftir, er tað bert eitt stig, ið skilur tær báðar manningarnar. Jarnbardur vann seinast, og tók seg við sigrinum FR Br FM-kappingini í ár, at teir kunnu tryggjað sær FM-heitið í næstseinasta róðrinum, sum verður á fram um Hvessing. Gongurólvur er eisini við har frammi, men í løtuni eru tað sjey stig upp til teir fremstu bátarnar, og tann teinurin er ov langur til at fáá innaftur í tí partinum av kappingini, sum er eftir. Or- søkin til munin er, at hóast Gongurólvur allatíðina hev- ur givið teimum báðum fremstu harða kapping, so hevur hann ikki klára at vunnið nakran róður, og eft- ir fýra av slagnum ger tað stóran mun. Stødan undan næstsein- asta róðrinum er, at Jarn- bardur hevur 24 stig, Hvess- ingur 23, Gongurólvur 16, Lómur 12, Fuglfirðingur 3 og Strálan 2. Kvívíkingar vinna Dreingirnir umborð á 5- mannafarinum Junkaranum eru ikki til at taka i ár. Dreingirnir úr Kvívík hava vunnið allar FM-róðrarnar í ár, og undan næstseinasta róðrinum er tað bert í teori- ini, at teir ikki eru føroya- meistarar. Munurin niður til næsta bátin er 10 stig, og klára Junkarin at vinna róðurin í Miðvági er hann meistari. Blikur og Drekin eru alla- tíðina í hølunum á Junkar- anum, men nú er møguleik- in fyri gullið mest sum gloppin teimum av hendi. Hesir tríggir bátarnir hava stríðst alt árið, men hverja ferð hevur tað verið Junk- arin, sum hevur havt avger- andi munin, og tí liggur væl fremst nú Stødan undan róðrinum er, at Junkarin hevur fult stigatal, 28, Blikur og Drek- in hava 18, Súla 8, Svanur 6, Báran 5, Erla Kongsdóttir 4 og Fípan Fagra 2 stig Ørnin flúgvandi Vágfólk eiga stinnasta bátin í kappingini hjá 5-manna- fórum við gentum. Ørnin úr Sandavági hevur seinastu árini verið flúg vandi, og aft ur í ár liggur báturin væl frammanfyri hinar. Gongst rættiliga eftir vid leygardagin, kann Ørnin tryggjað sær meistaraskapið á heimavelli, men tað ætlar Kollur sær at forða fyri. Tær eru bara fimm stig aftanfyri og kunnu framvegis mest sum avgera lagnuna sjálvar Í róðrinum vóru tað nógv- ir bátar, sum rættiliga bjóð- aðu Ørnini av, men í enda- spurtinum var báturin úr Vágunum tann stinnast Harða kappingin seinast var tó eitt dómi um, at Ørnin skal geva sítt ítarsta hverja ferð. Stødan undan róðrinum í Miðvági er, at Ørnin hevur 23 stig, Kollur 18, Junkarin 13, Svanur 12, Erla Kongs- dóttir 10 og Royndin Fríða 9. Róðurin fluttur Tað sigur seg sjálvt, at kappróður er klokkan 15 leygardag, men onkuntíð eru undantøk, og tå er tað serliga veður og vindur, sum spælir inn A vestanstevnu er róðurin fluttur til klokkan 17.00, og tað kemst av, at verður róð klokkan 15.00, er vandi fyri at bátarnir rógva seg uppá sandin. Seinni leygardagin eru umstødurnar betri, og fólk kring landið, sum av gomlum vana stilla inn á útvarpið klokkan 15.00, fáa ongan róður í oyra — tað verður ikki fyrr enn klokkan 17.00 Eftir róðurin verða steyp og heiðursmerki handa á kaiøkinum í Miðvági, og har vóna vertirnir, at bæði Ørnin og Miðvingur fáa gullið. ek Alliance Pentium Il teldan til einhvønn tørv & Intel Pentium II 266MHz & botnkort vid i440LX, SEC v/AGP og Ultra DMA 33 af 32Mb SDRAM, 10ns (kann útbyggjast til 256Mb) af 4,3Gb harðdiskur, S12Kb cache v/Ultra DMA 33 M Hyundai HLS870 15" kvalitets skermur & 3D Pro Turbo grafikkkort, AGP vid 4Mb SGRAM Ef 16bit, 48KHz ljóðkort af 3,5" diskettstød | 44Mb af Windows 95 knappaborð MW Logitech ergonomisk mús við trimum knøttum WLG 24x CD-stød Á Windows 95 v/føroyskum stavum