fríggjadagur 10. juli 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið
Nr. 128 — 10. JULI 1998
Koyribók, samfelagsfrødi og
stuttlig minustøl
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út, tríggjar nyggj-
ar bøkur. »Stuttlig minustøl«, >S$purnabók til Koyribókin<
og >Samfelagsfróði, eru heitini á teimum nýggju bókun-
um, sum báðar eru rættaðar til at nýta sum frálærubókur
Skemtuligt frálærutilfar framtíðin?
Nýggj frálærubók í stóddfróði á byrj-
unarstødi er komin frå Føroya Skúla-
bókagrunni
Feroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út bókina
"Stuttlig minustøl” eftir
Aase Bømler Olsen. Bókin
er eykatilfar til støddfrødi i
byrjunarundurvísin har
sum er lært í va
skulu læra tel uppí 20, og
sum skulu læra at draga frá.
Flestu uppgávurnar eru
myndir at lita, men fyri at
fáa réttu myndina fram,
mugu bernini draga frå. All-
ar myndirnar eru sovorðnar,
sum børnini kenna aftur úr
sínum gerandisdegi
Onnur bókin í
rødini Samfelags-
frødi komin
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út bókina Sam-
felagsfrødi 2. Tilfeingi og
búskapur. Hetta er onnur
bókin í rødini „Samfelags-
frødi”, sum er ætla til 8.-
10. flokk í lærugreinini
søga/samtid. Petur Ove Pet-
ersen hevur skrivað bókina,
og Oli Petersen hevur
myndskrýtt
Bókin er væl egnað at
nýta í evnisundirvísing og
tvørgreinaligari undirvis-
ing
Bókin roynir á lættfati-
ligan hátt at lýsa allar tættir
í búskapinum, og tí er hon
vælegnað til øll, sum vilja
hava innlit í samfelagsvið-
urskiftini í síni heild
Bókin er í litum
Spurnabók til
Koyribókina
Fyri einari tíð síðani gav
Føroya Skúlabókagrunnur
út »Koyribékina«, sum
skuldi vera tað åstødiliga
grundarlagið í koyrifrálæru-
ni í teimum føroysku koyri-
skúlunum. Nú hevur grunn-
urin givið út spurnaðarbók
til >Koyribókina<. Spurna-
bókin er ein arbeiðsbók, ið
skal vera nýtt saman við
»Koyrib6kini«. Bileftirlitid
og Koyrilærarafelagid hava
staðið fyri teirra fakligu
viðgerðini
ýr SKUSDÓKIRNUNNUT
Oljan kastar meir av sær enn nakrantið
Mánaðarskiftið juni-juli fekk danski staturin goldnar 1,1 mia. krónur í fram-
leiðsluavgjóldum frá pørtunum i Dansk Undergrunds Consortium. Hetta er
størsta framleiðsluavgjald, sum nakrantíð er latið í danskari søgu.
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ikki so legið at
stórur áhugi er fyri at
bora eftir olju.
Inntøkurnar til lands-
húsarhaldið frå oljuvinn-
uni eru øgiligar og riug-
åvirkaninar av vinnuni
síggjast aftur í nógvum
liðum.
Hjá føroyingum, sum
annars bara hava havt
fiskin at liva av, er tað
eisini sera áhugavert at
hoyra um tær inntøkur,
sum eitt nú danski stat-
urin hevur av oljuvirk-
seminum, sum fer fram í
Norðsjónum.
Um mánaðarskiftið
juni-juli fekk danski staturin
goldid framleidsluav gjaldid
fyri 1997.
Upphæddin, sum er tann
størsta nakrantíð, var 1,1
mia. krónur og er roknað út
eftir framleiðsluni, sum var
í fjør.
Afturat framleiðsluav-
gjaldinum fær danski stat-
urin eisini eitt rørleidings-
avgjald uppá eina knappa
hálva mia. krónur. Tað svar-
ar til 5 prosent av virðinum
av råoljuni, sum er fiutt
gjøgnum rørleidingina hjå
danska statinum frå Gorm
feltinum ul Fredericia.
Inntøkurnar økjast
år undan åri
i
i 4
jet
HH
44
bt
+
LÆ)
Inntøkurnar hjå danska stat-
inum av virkseminum hjå
DUC eru vaksnar hvørt ein-
asta ár.
Í 1997 vóru tær akkumu-
leraðu inntøkurnar hjá stat-
inum uml. 29 mia. krónur,
målt í 1997 prísum. Inntøk-
an fyri årid 1997 einsamalt
var um 3,5 mia. krónur.
Tað er nú ikki bara stats-
kassin, sum hevur fyrimun
av oljuinntøkunum.
Stóra oljuframleiðslan á-
virkar eisini gjaldsjaynin
tann rætta vegin.
I fjør betraði olju- og gas-
framleiðslan hjá DUC
gjaldsjavnan við ikki minni
enn 8 mia. krónum,
Framleiddu
11,4 mió tons
Danska oljuframleiðslan er
nógv økt sidan borurin varð
settur í á fyrsta sinni. Í 1997
kom oljuframleiðslan hjá
DUC uppá 11,4 mi6. tons
og sølan av natúrgassi uppá
umleið 7 mió. kubikmetrar
Hetta er ein hækking
uppá ávikavíst 10 og 22
prosent frá 1996.
Framleiðslan hjá DUC í
1997 var 43 prosent hægt:
enn samlaða nýtslan hjá
dønum í fjór..