Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 128 — 10. JULI 1998 NA —wei——"T%ItT1" veðrið í betring, men um tað var tí Páll nýtti høvid at rósa tí fyri góðan atburð, er helst óvist. Faðir Páll, Niels á Reynatúgvu sáli, var ann- ars maðurin, ið skuldi seta fyrst stevnuna, sum var hildin í 1976, men hann gloymdi seg burtur á út- róðri, og bleiv ov seinur til setanina. Tíðarandin tók hetta sjálvsagt við einum stórum smíli. Ødrvisi hevði helst verið í dag, um løg- tingsmaðurin Páll hevði gloymt tíð og stað. Hann fréddist annars um fram- burðin í oynni og gleddist um at hava sett búgv í Sand- oynni, eftir langa útlegd Róðu kapp Leygardagurin heyði nógv at bjóða øllum aldursbólk- um, og hóast ælaveður av og á gjørdi sitt til, at klædn- apløgg gjørdust vát, so hugnaðu stevnufólkini sær ófgrt. Sandingar og skopun- ingar róðu kapp á vågni, og tað vísti seg, at heimasands- menninir og kvinnurnar vóru stinnari við árunum. Sands Fornminnafelag hevði framsyningar í Aks- el'sa handli á Grótteigum og í húsunum í Koytu. Børnini hugnaðu sær á besta spæli- plássinum í bygdini, niðri á Sand, róðu í ánni, sótu á hestbaki, runnu postarenn- ing 0.s.fr. Ut á seinnapartin byrjaði »gongan« so spak- uliga. Gingið verður á dyrn- ar og nærum allastaðni slepst inn. Blíðskapurin er ófgrur og fólk eru í góðum Heimasandsmenn gingu húsagongd á stevnuni lagi, sungið verður av full- um hjarta, og ikki so sjáldan hava menn hug at tríva í kvæðaskaldskapin mikla. Dansiringurin í stovuni ella køkinum fær ein at hugsa um dansin, soleiðis sum hann hevur yvirlivað gjøgn- um tíðirnar, dansaður og kvgðin í trongum roykstov- um við einum heilt serligum stemning! av felagsskapi og nærleika. Tá steypar vóru tømdir allir, nógvir í hvussu so er, og klokkan nærkaðist mið- nátt, myrkrið hevði vunnið á ljósinum og hjá nógvum hevði óskilið vunnið á skil- inum, leitaðu fólk sær undir Føroya Banka at líða á Finn Olsen útiseta. Finnur tosaði í romantiskum vendingum um Sands bygd sum verandi hjartarótin í huga hansara. Ospiltu náttúru, ið uppvaks- andi børn njóta sum paradís á jørð. Sambastemningurin helt á alla leygarnáttina. Ahug- að fótbóltsfólk tosaðu enn um tað syrgiliga, at Dan- mark ikki megnaði at basa rútmunum úr Suður Amer- iku, onnur staðfestu bert, at fótbóltslið í gulum spæli- blusum ofta vinna!!! Sunnudagin skuldu gulu B7l'ararnir leika móti Sumba, men hetta bleiv til onki, tí ikki lá fyri hjá teim- um at koma norður. Tó, eitt sindur av ítrótti fingu tey áhugaðu, tá einasti súkklar- in í oynni, Sverri Mohr Ed- vinson royndi seg móti nøkrum minni royndum tíðindablaðið S0812/U súkklarum av Sandi. Sverri vant burtur úr måtstødu- monnunum og gjørdist vinnari. Á teimum báðu næstu plássunum endaðu Clementsen brødurnir Jóan Petur og Rin Rós til Virkið Sandoyarstevnan 1998 var eitt vælskipað tiltak. Ung- mannafelagið Virkið eigur rós uppiborið so væl sum alt annað 6lønt frítíðarar- beiði í hesum landi. Vón- andi fær hetta risastóra ar- beiðið ta viðurkenning, tað hevur uppiborið. Fíggjar- liga er stevnan eitt gott i- skoyti, og eg ivist onga løtu í, at fyrireikararnir gleðast um stóru undirtgkuna. Stevnufólkini munnu nokk ikki klaga, við undantaki kanska av onkrum ørvitis- fiski, sum enn ikki hevur gjørt landgongd og berjist í brimgarðinum. Ørvitisfisk- ar ella ikki, Brasilia spældi týskv øldid móti Hollandi og vónandi gjørdu fiskarnir landgongd, áðrenn tann dysturin fór í gongd, tí tað var eitt brak av einum fót- bóltsdysti! Um fýra ár er stevnan aftur á Sandi. Kom- andi trý árini verður hon í Skálavík, Húsavík og Skop- un. Um fýra ár er aftur HM- fótbóltur, og stuttligt verð- ur at síggja føroyska lands- liðið í endaspælinum júst móti gulkløddu brasiliu- monnunum. Tå fara vit aftur at dansa samba heima å Sandi!!!