leygardagur 11. juli 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rblaðstjóri: Blaðfólk:
ikr Joensen,
i Bertholdsen,
Blaðstjóri: Emil L. Jacobsen
Eirikur Lindenskov | Sveinur Tróndarson
+ internet: www.sosialurin.fo Turið Kjølbro
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Lýsingar og sela:
Jonhard Hammer
Útgevari uppseting og prent:
Sp/ Sosialurin
Bústaður: ;
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
-—
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post & sosialurin.fo
Gott høvi at bøta
viðurskiftini!
Oddagrein
TAÐ verður gott hovi hjá forsætisráðharra
og umboðum fyri foroyska heimastýrið at
bøta um viðurskiftini landanna millum, tá
Poul Nyrup Rasmussen kemur at vitja
oyggjar okkara í september mánað. Við-
urskiftini eru batnað munandi. Bæði tå
tað snýr seg um stjórn og landsstýrið, og
tá hugsað verður um foroyska og danska
javnaðarflokkin.
KORTINI má ásannast, at komið er ikki á
beint enn, og tí er at vóna, at partarnir eru
so mikið at sær komnir, at í heyst verða
vidurskiftini normal aftur. Líka mikið, hvat
vit annars halda um tjóðskaparspumingin,
so skerst ikki burtur, at samvinnan við
danir undan búskaparkreppuni var fyri-
myndarlig og at hon hevur verið til stóran
bata fyri foroyska samfelagið.
NU føroyska tjóðin — eftir ætlan — skal
taka stór stig á sjálvstýrisleið, er týdning-
armikið, at báðir partarnir kunnu samskifta
sínámillum. Poul Nyrup Rasmussen hevur
fleiri ferðir sagt, at hann er sinnaður fyri
at tingast við foroyingar um ein nýggjan
og ein meira nútímans sáttmála millum
londini bæði, so nú er at smíða meðan
jarnið er heitt
HELDUR ikki skerst burtur, at samstarvið
millum foroyska og danska javnaðarflokk-
in hevur verið fruktargott fyri foroyska
samfelagið. Tað verið seg longu síðst í
tjugunum og í triatiårunum, tá stjórnin hjá
Stauning gamla játtaði løgtinginum
lán,veðhald og stuðul til vinnuligar nýskip-
anir
TANN sama sosialistiska og solidariska
bróðurhondin var aftur frammi seinast í
fimtiárunum, tá vit fingu nýskipanina við
fólka-, avlamis- og einkjupensión, eins og
danir veðhildu og stuðlaðu teimum stóru
vinnuligu og samfelagsligu framtøkunum,
sum vórðu tikin fyrst í sekstiårunum.
JAVNAÐARFLOKKURIN stóð á odda í
landsins stýri, og tey árini hendi storsta
sosiala, heilsuliga, vinnuliga, samferðslu-
liga og mentanarliga útbyggingin, sum vit
nakrantíð hava sæði í føroyskari søgu.
Takkað verið m.a. danska javnaðarflokkin-
um og donsku javnaðarstjórnini. Tí — ikki
minst av søguligum orsøkum — er týdning-
armikid, at hesir bróðurflokkarnir aftur
kunnu samstarva og lata gamalt agg fara
aftur við borðinum!
Sosialuri
Sosialurin o
Oddagreinin í Sosialinum
mikudagin ber heitið
„spæla við eld< og viðger
nýbygging í Jerusalem. Tað
er einki nýtt, at Sosiabirin
ikki hevur nakað gott at siga
um aðrar stjórnir í Ísrael enn
tær, ið hava sama politiska
lit sum Sosialurin, tí nýtir
blaðstjórnin lýsningarorðið
»høgravend stjórn< í hesum
sambandi
Sannleikin er tann, at
stjórn Ísraels í dag roynir at
bóta um tann skaða, sum
Rabin og aðrir hava gjørt
við at geva land >fyri frið<,
sum tað eitur. Men hvar er
friðurin? Neyvan munnu so
nógvar yvirgangsatgerðir
hava verið framdar í Ísrael
av palestinskum yvirgangs-
monnum, sum síðani Oslo-
avtalan varð undirskrivað
Jerusalem og Ísrael er
jødisk ogn. Henda 4000 ára
ognarrætt kann eingin taka
frá teimum. Palestinarar
hava ongantíð átt teirra egna
stat og eru í roynd og veru
ikki egið fólk, men ein part-
ur av arabiska fólkahavin-
Hví gav Jordan ikki
unum terra egna stat,
Jordan ráddi fyri
i frå 1948-1967?
Nei, teir ynsktu ikki sinum
egnu brødrum inn i eygad
Og hvat gjørdi Jordan vid
palestinska flóttafólkið og
PLO, sum hildu til í Jordan
á sinni? Jú, teir fóru í vápn-
aðan bardaga móti teimum
og róku teir til Libanon. Ein
palestinari, sum býr í Dan-
mark og sum var flótta-
maður í sambandi við 1948-
kríggið millum jødar og
arabar, segði í sjónvarpin-
um, at hann ongantíð var
góðkendur sum javnlíki
millum arabar í Libanon.
Hussein kongur, sum nú
krevur líkt og ólíkt av Ísra-
el, hevur víst at hann einki
legði í palestinar, men
»ekspederadi« palesuna-
problemið til Libanon, har
hesir skaptu ruðuleika og
borgarakríggj og áhaldandi
álop á Ísrael, inntil PLO
eisini mátti rýma frá arab-
isku brødrum sínum í Liba-
non til Tunis.
Eingin av arabisku »brød-
runum« vildu hava pale-
stinar og PLO, men ten
vóru nóg góðir at brúka sum
politisk kastibløka á altjóða
politiska leikpallinum til at
kroysta Ísrael, tí vildu teir
ikki loysa palestinska flótta
fólkaspurningin, hóast teir
væl og virðiliga kundu gjørt
tað
Arabisku tjóðirnar leggj:
framvegis einki í palc
stinska fólkið. Teir vilja ein
ans framveg brúka ter
sum politiska kastibløku
Jerusalem
fyri sjålvir aftur at taka
rædid yvir jødiskum landi
og reka jødarnar i havid,
sum ætlan teirra alla tíðina
hevur verið. Tað ger tað
sama, hvussu nógv landøki
palestinar fáa. Tað er Je-
rusalem, teir vilja hava, ikki
bara eystara partin, men
ALT Jerusalem og ALT
Ísrael — og reka allar jødar
út í Miðalhavið.
Sosialurin nevnir um Je-
rusalem sum ein halgibý
fyri jødar, muslimar og
kristin og er óttafullur fyri
hvat fer at henda, um Ísrael
byggir á lendi eystan fyri
Jerusalem. Tað er ikki
neyðugt hjá Sosialinum at
óttast fyri at muslimar ikki
framvegis sleppa til halgi-
stødini, tað hava teir slopp-
ið síðani Ísrael tók eystur-
Jerusalem í 1967. Vardir av
ísraelska herinum hava teir
enntá fingið loyvi at hava
síni egnu vaktarlið við
moskéir sínar á tempul-
plássinum.
Men hvat hendi meðan
Jordan hevði ræði á Jerusa-
halgistødunum
1948-1967? Tå slapp eing-
in jødi fram at Gråtimur-
inum, sum er størsta
halgistad jødanna. So stor
var-toleransan hjå arabarum
motvegis Ísrael og jødisk-
m halgistødum.
iem og
Ísrael hevur víst so stóra
toleransu, sum eingin annar
í somu stóðu vísir nakra-
staðni í heiminum. Ísrael
varð í 1947 býtt sundur
millum jødar og arabarar,
men arabarar vildu ikki
góðtaka býtið, tí bleiv kríggj
tá. Herlið frá 6 arabisku
tjóðum løgdu á Israel. Um
jødar taptu kriggid hevdi
eingin jødi verid eftir har,
teir høvdu allir verid drip-
nir. Men jødar vunnu og teir
arabar, sum búðu har
frammanundan, fingu loyvi
at vera i landinum.
Men tad eru ikki hesir,
sum volda stríðið og ófrið-
in í dag. Men tað eru Arafat
og hansara >útlendsku<
palestinar, sum eru slopnir
inn aftur í landið av ísra-
elskari náði. Arabisku brød-
ur teirra vístu teimum onga
náði og góvu teimum einki
land at búgva í, hóast teir
hava ivaleyst av lendi
Tá tað vidhvørt verður
sagt, at Ísrael rak teir pale-
stinar út, sum seinni gjørd-
ust tey umstríddu arabisku
flóttafólkini, so passar hetta
ikki. Teir rýmdu av tí at
arabisku londini, ið taptu
kríggið, heittu á tey um at
rýma
Israelsfelagið
v/ Maigun Solmunde, for
Lesarabræv:
Framtíðin sum uppgáva
Uttanifrå sæð eru Føroyar eitt
serliga lítið land. Vit kunnu
gott taka utgangsstødi í hesi
sannroynd. Tað vidførir av-
markingar á so nógvum gkjum,
Ld hava vit ikki somu møgu-
leikar sum størri lond, vit
kunnu ikki meta okkum við
teirra politiska ella fíggjarliga
ávirkan, leiklutur okkara er be-
skeðin í stóra samanhanginum
Hesi umrøddu vidurskiftir
kunnu lættliga fåa undirluta
kenslurnar fram f okkum før-
oyingum, sum millum annað
kunnu føra til, at vit fara at
hugsa, at tá so er vorðið, mugu
vit bara liva fyri okkum sjálvi
og syrgja fyri at tað verður so
goit sum gjørligt at búleikast í
Føroyum
Hettar er skeiv tankagongd,
sum er sprottin úr følskum fyri-
treytum, hóast politisk og
fíggjarlig orka tykjast verða
einaráðandi, eru onnur veru-
ligu ting til í heiminum.
Hesa áskoðan eiga vit at frí-
gera okkum fyri í størst møgu-
ligan mun, um vit skulu koma
til at skilja, at eisini vit sum
fálk hava eina stóra uppgávu
at liva fyri. Tað eru onnur ting,
av grundleggjandi týdningi fyri
land og fólk og tað er, hin anda
liga drívmegin í daglig degnum
á gllum stigum í samfelagnum
Søgan ber prógv um, at har
tey grundleggjandi tingini vóru
skúgvaði til viks, gekk ikki
langt tíðarskeið, til bæði stór
og smá lond heystaðu niður-
gongd fyri ikki at siga undir-
gang. Hann, sum gav lívið, gav
lívsins lógir, eingin sum brýt-
ur hesar lógir er komin væl frá
tí, hvørki sum einstaklingur,
ella sum fólk
Spurningurin um framtíðina
er yvir øllum øðrum spurning-
urin, um tann andi, sum livir
millum manna og setir sín dám
á samfelagi og mentanina er
burðardyggur í verki. Tí er alt
tað, sum gjørt verður fyri at
stuðla rætta andanum og seta
hann í samband við hitt li vandi
skapandi lívið menturnarliga
og samfelagsliga av allar
størsta týdningi. Her kann eitt
lítið land, og fólki í tí, koma í
fremstu 1Ø0 eins væl og tey
stóru.
Andaligur innsatsur, og
tydningurin av honum, er 6-
heftur av tí sjónliga stórleika
og rikidømi, søgan ber boð um,
at hitt týdningarmesta árinið á
vesturlendsku mentanina og
andslív er sprotti úr tveimum
smærri londum við Miðara-
havi: Israel og Grikkaland
Vit eiga tí sum fólk, ístaðin
fyri undirlutakenslu, at viður-
kenna okkum annsvari til upp-
gávuna, sum heitir á okkum í
tíðini, um at liva fyri etisku,
moralsku og andaligu virð-
unum, sum hvørki vit ella tann
heimspartur vit tilhoyra kann
verða fyri uttan og samtíðis
koma væl frá tí
Omanfyristandandi er hug-
kveiktir tankar av at lesa ym-
iskar framstandandi persónar
m.a. Stiftspróst Paul Broder-
sen
Jóhannes M. Olsen
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at elskaða
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Herborg Karolina Petersen
(Herborg á Smið)
Kaldbak
fødd 21/12-1909
andaðist hósdagin 9. juli, 88 ára gomul.
Farið verður. úr
sunnudagin kl. 15.00.
Landssjúkrahúskapellinum
Jarðarferðin verður úr salinum Nazaret í Kald-
bak mánadagin 13. juli kl. 14.00 í kirkjugarðin í
Havn.
Børnini