leygardagur 11. juli 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 129 — 11. JULI 1998
tíðindablaðið SOSlalUWn
Tróndur Patursson heimaftur av hvalaveiðu í Indonesia:
15
Mundi verið gloyptur av
augusti í Kyrrahavinum
— Tá eg lá har í sjónum, og ein augustur bert var fáar metur frá mær, hugsaði eg, at skuldi eg verða gloyptur av
einum hvali, so lat tað verða gjørt skjótt og væl sigur listarmaðurin og ævintýrarin Tróndur Patursson, sum júst er
afturkomin av eini sera spennandi og åhugaverdari veiðuferð eftir augusti saman við teimum innføddu á oyggjunum
har eysturi í Indonesia. Sosialurin hevur tosað við hann.
JAN MÚLLER
Nú um dagarnar kom list-
armaðurin og ævintýrarin
Tróndur Patursson heim
aftur av enn eini spennandi
ferð úti í heimi saman við
kenda íranum Tim Severin.
Teir báðir, sum hava verið
á flestu av heimsins høvum
saman, vórðu hesaferð á
hvalaveiðu í Indonesia sam-
an við oyggjafólki, sum í
fleiri túsundd ár hevur veitt
spermhval við árabáti og
skutli.
Tróndur er nú í ferð við
at gera tekningar til eina
bók, sum Tim Severin
skrivar um hesa aldargomlu
veiðumannamentan, ið ere
lítið broytt gjøgnum tús-
undtals ár
I góðan mánað vóru
Tróndur og sonurin Brandur
saman við oyggjafólkinum
á eini av smáoyggjunum í
Malukkunum. Hesar liggja
har eysturi í Indonesia,
miðskeiðis millum Austral-
1a og Borneo.
Eftir at hava siglt f kjal-
arvørri Brendans til Ameri-
ka og å bambusflaka mill-
um Japan og Amerika um-
framt at hava gjørt fleiri
aðrar åhugaverdar ferðir,
avgjørdi Tim Severin her-
fyri at gera eina bók og film
um veiðuna eftir augusti í
suðurkyrrahavinum millum
Indonesia og Australia. Við
undantaki av føroyingum
eru íbúgvarnir her helst ein-
asta fólk í heiminum, sum
drepur hval frá árabáti.
Tróndyr Patursson, sum
altíð hefur verið drigin og
hugtikinjav náttúruni og her
ikki minst hvali, slapp hesa-
ferð veruliga at royna seg.
Í nógvum av tí hann sá,
kendi hann seg heima aftur
í Føroyum ella frá føroyska
gerandisdegnum, sum hann
serliga var fyrr, tá einans
árabáturin varð brúktur.
Fryntli klókt fólk
fn:
an er um eitt sera frynt-
ligt, klókt og vinsælt fólk.
Tey eru sera fátgkk, liva fyri
tað mesta av tí, sum havið
gevur. Tríggjar mánaðir um
ár er augustatíð. Í juni, juli
og august gongur sperm-
hvalurin ella augustur júst
um hesar leiðirnar. Hann
gongur vestur eftir millum
oyggjarnar Timor og Flo-
rence, har oyggjabólkurin
Bali endar. Staðið er bert 50
fjórðingar frá Australia, og
tí er sera heitt og turt í
hesum økinum. Hóast vit
skjótt skriva ár 2000, so
veiða tey framvegis hval
uppá tann gamla mátan við
árabáti og skutli. Men eftir
er bert ein lítil oyggj, har
árabáturin enn verður brúkt-
ur. Á ødrum oyggjum er
motorbåturin tikin í brúk.
Augusturin hevur verið
fastur partur av húsarhald-
inum hjá hesum oyggjafólk-
inum so langt menn vita
um. Umframt hvalaveiðu
veiðir fólkið eisini risast6ru
djevlaskøtuna, sum er so
vanlig um hesar leidirnar.
Eisini hon verður skutlað,
tá hon liggur uppi í sjónum.
Pátrúgvin stór
-Sum hjá mongum fólki, ið
liva so nær knýtt at nátt-
úruni, hevur pátrúgvin eis-
ini stóra ávirkan á siðirnar
og livihåttin hjá hesum
oyggjabúgvunum greiðir
Tróndur frá
-Tá vit løgdu frá sand-
inum í teimum eyðkendu
ára- og seglbátunum, sum
allir eru primitiv før úr træ,
varð sungið mest sum alla
leiðina út á hvalamiðini í
takt við áralagið. Teir róðu
nøkur tøk, løgdu stilt og
bóðu eina bøn. Soleiðis sum
ein kann ímynda sær, at
forfedrar okkara gjørdu fyri
100 árum síðani, tá teir í
sínum áttamannafgrum fóru
út um hólmin.
Teir eru einir 20 mans við
bvørjum báti; tá farið verður
út eftir augusti. Í mesta lagi
eru einir 20 bátar og alt
umborð er væl lagt til rættis.
Fýra skutlarar eru við hvørj-
um av bátunum, og her er
talan um sera royndar og
oftani eldri menn. Tað er
nevniliga ikki sért vanda-
mikið at vera skutlari, tí bert
ein lítil snávan ella mistak,
og tú kanst koma til skaða.
Teir brúka bæði árar og
segl, og róð verður mest
sum um kapp at verða fyrst-
ur á „féltinum“. Tá verður
so lagt tætt upp at august-
inum, sum liggur sera ov-
arliga í sjónum. Skutlarin
finnir sær løgir og loypir
niður á ryggin á hvalinum,
finnur rætta staðið at stinga
í, helst millum rivini, beint
Veiðumenninir hava skutlað hvalin, sum ger øgiligt um seg.
aftanfyri høvdid. Roynt
verður at drepa hann bein-
anvegin við at raka hjarta
ella lungu, men oftani skal
meira til enn so at fáa lívið
av hvalinum. Skutlarin er
ótrúliga kvikur, og klárar
hann at koma sær upp í
aftur bátin, áðrenn hvalurin
merkir hvassa skutulin.
Tað er ein øgiligur brest-
ur, tá ein ella oftani allir
fýra skutlarnir verða settur
í hvalin. Báturin ríkur av-
stað, og sprænurin stendur
um æsingarnar. Hvalurin
tekur dyk á seg og kavar.
Tá ræður um ikki at vera í
nánd av endanum, sum er
festur í skutulin. Men tað
kemur meira enn so fyri,
at hvalurin fer á botn við
bátinum. Og allir menn á
bláman. Hetta hendi eisini,
tá Tróndur var við einum
av bátunum.
Tróndur nærum
gloyptur
-Eg visti av ongum, fyrr
enn eg sjálvur lá í sjónum
Augusturin, vit høvdu
skutlað, fór við fullari ferð
tl botns fyri at koma
uppaftur løtu seinni. Men
ein annar augustur royndi
at koma honum til hjálpar
Hvalurin kom beint ímóti
mær, og hann var so nær,
at eg hugsaði, at hann fór
at: gloypa meg sigur
Tróndur, sum í sama
viðfangi kom til hugs
søguna úr Bíbliuni, um
hvalin, sum gloypti Jónas.
-Eg hugsaði eina løtuna,
at skuldi tú blíva gloyptur,
so ger tað ordiliga. Men líka
veit eg, hann var so tætt vid,
at cg kundi nema hann, tå
hann tó bráddliga vendi. Eg
må vidganga, at:tað var eitt
sindur ógvusligt, ti eg heyði
ongantíð roknað við at
koma upp í kjaftin á einum
hvali.
Tað er annars ikki vanligt,
at hvalurin ger seg inn á
fólk, og serliga ikki, tå tey
eru í sjónum greiðir Tróndur
úr Ha
frá.
Meira vazligt er, at au-
gusturin leggur eftir bátun-
um, og hann er so mikið
klókur, at hann altíð finnur
sær veikasta staðið á bát-
unum. Men fólkið har er
eisini klókt, og tey hava ti
málað strikur á båtin, sum
vóru tey skott, og harvið
veikasta liðið, sum hvalurin
vil raka.
Hóast bert fá óhapp
henda, so er at ansa sær eftir
sveivini, ti tað er ikki lukku-
ligt at koma fyri, tá hvalurin
brestir við sveivini. Tá er
Framhald á næstu síðu