Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juli 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 11. JULI 1998 Oftast eru upp til 20 bátar á augustaveiðu í senn. Við hvórjum báti eru einir 16-20 mans. Her eru tveir av av skutlarunum í ferð við at stinga august Skutlarin stendur á einum springi framman og ger se g til reiðar at stinga band við sjógvin, so hevur listarmaðurin fingið rætti- liga nógvan íblástur til tær tekningar, sum hann bæði áður og aftur nú fer at fáa frá hondini. -Ongantíð havi eg verið so nær spermhvali sum hesaferð. Tað hevur eisini verið ein stór uppliving at síggja, hvussu væl alt er fyriskipað á einum báti sum hesum, hvussu samarbeiðið er millum veiðumenninar og hvussu veiðan gongur. Her finst ein so ótrúlig har- moni millum bát, sjógv og amboð. Tað er sum við if føroyska bátinum. Eins og føroyski båturin er teirra bátur út vikladur gjøgnum mong hundrað ella tåsund ár. Sama er við reiðskapinum. Og alt hetta er í dag fram- vegis livandi mentan. Hesaferð ætlar Tim Se- verin bert at hava tekningar í bókini, ongar myndir. Tær verða svart-hvítar, og Tróndur skal gera tær allar. Hann er fegin um, at hann hevur góða tíð til arbeiðið. Timmurin, sum Tróndur nevnir hann, hevur biðið seg geva sær góða tíð og fáa tað besta burtur úr. Lýsir gamlar mentanir Men hví velja slíka ferð sum hesa spurdu vit Trónd, nú hann hevur verið saman við Timminum á nærum øll- um heimsins høvum! -Timmurin vil sleppa at lýsa gamlar mentanir, sum framvegis eru livandi, men sum vandi er fyri kunnu fara fyri skeyti. Hver veit, hvussu leingi hesin aldar- gamli sidurin at drepa hval frá árabáti, verður veru- leiki? Verður tað ikki onkur umhvgrvisfelagsskapur, sum fær frænir av hesum og steðgar tí, so verður hann neyvan at yvirliva í allar ævir, tí eins og alla aðra- staðni, er ringt at fáa tað unga fólkið at stødast. Flytir tað og eingin er at taka við gomlu veiðumentanini og eftir teimum aldrandi skutl- arunum, so fer hetta í søg- una Føroyingar aftur til nåttåruna Vit spurdu Trónd, hvat hann annars kann læra av slíkari ferð umframt tað at tekna? -Eg haldi vit eiga at koma aftur til náttúruna, tá vit drepa grind, og her hugsi eg um motorbátarnar, sum í dag verða brúktir bæði í rakstri og drápi. Eg haldi, at vit áttu at brúkt árabátar til sjålvt drápið, tí tað hevði verið nógv meira virðiligt fyri okkum føroyingar. Tá hevði drápið verið meira fridaligt og stilt, og tú hevði tá eisini betur kunnað for- svarað tað mótvegis um- heiminum. Tað finnast nógvir góðir grindabátar í landinum, og IV f rr UI Skorid er upp og alt tvøstid og spikid liggur å sandinum áttu vit at tikid hesar í brúk, tá grind verður hildin til. Tá kunnu motorbátarnir brúk- ast til sjálvan raksturin. Ein orsøkin til, at Tróndur heldur ferðina í Indonesia verða so áhugaverda fyri seg er tann sannroynd, at tað í dag bert finnast tvey stød í verðini, har hvalur verður dripin á henda hátt. Síðani er tað hetta, at báðum oyggjafólkunum tørva tvøstid so ella so. I dag er grindatvøst ein tydandi partur av føroyska husar haldinum. Og sama er gald- andi vid augustatvøstinum i Sudurkyrrahavinum. Tróndur og Brandur vóru í Indonesia júst um tað mundið, tá uppreistur var í Djakarta. Teir vistu av ong- um. Aðrenn farið varð Spik og tvøst verður hongt upp at turka nærum á sama hátt sum í Førovum 17 ar, sum hómast á sjónur heimaftur, vóru teir viku á Bali. Sjålvur er Tróndur sera fegin um, at sonurin fekk høvi at vera vid å hesi ferdini. Hann er júst sloppin inn á akademind í Odense, og tí var tað so líkatil, at hann gjørdi sínar tekningar við liðina á páp- anum. Spennandi verður at samanbera og síggja, hvat er komið burtur úr eina