Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juli 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 11. JULI 1998 tíðindablaðið 19 greitt úr hondum oman fyri 200 vmisk verk í ymiskum tónleika líki. Um fáar dagar verður Porkell Sigurdbjørnsson seksti, og hann telist ímillum nútíðar tónaskald- ini. Skaldskapur hansara er ikki torskildur. Tónamálið er hugtak- andi, bylgjandi og kenslusamt. Tónin í hesum máli er ljómandi íslendskur - borið uppi av jøkuls- og goslitum.... Reyðum, svørt- um, grønum, hvítum og klárum ísvatni. Margblómdur kórsangur, sum Jón gamli lyfti við sínum gløgga viti við kóri sínum upp um jøkulsrivur gostindar. Hann er góður við íslendskan kórsang og hevur borið hann víða um á vitjan, á plátum og fløgum. Kona Jón Stefánsson - Oløf Kolbrún Harðadóttir, operasangari sang solo í Faðir vor, pin eilif elska vakir og í Mariukvæðinum. Røddin var eitt lyrisk dramatisk, men sigast må, at væl ljómaði og lat hon kórid væl í við síni fram úr gódu rødd. Porkell Sigurdbjørnsson var vid å konsertini. Hann er litilåtin maður og sera vinsamur. Hann spældi undir til Té Deum og var varðmaður njá Jóni á hesum kór- váli. Kór Langholtskirkju er eitt stórt kór. Tað telir yvir seksti fólk. Tað hevur eisini verið sera virkið sum sagt við fleiri uttanlands- ferðum og ført fram fleiri oratorii til høgtidir í Langholtskirkju. Millum løgini hjá Porkelli var: Heyr pu himnasmiður hvers skaldið biður vid orðum hjá Kol- bein Tumason d. 1208. Gomul orð og hóskaði lagið seg sera væl til henda tekst. At lagið er íslendskt, tað er eingin ivi um tað, men tað kundi eisini verið føroyskt. Tráðurin í lagnum ber boð um kenslusaman tokka til tónlistina. Sjálvsagt kendist á kórinum, at teimum líkaði hetta lagið, og bóru tað uppi sum móðir bar alva sín fram fyri altarið, fyri Gudi og monnum, har andin leiftraði sum ein himna spegilsmynd av sóljukoppum á stillini vatni eins nykurs rósurnar í dammi Monets. Hetta lagið hevur hugtikid greinskrivaran síðani fyrstu ferð hetta lagið kom fyri oyra. Tað kundi gott verið føroyskt, men tað er íslendskt og so sermerkt norðurlendskt. Eftir at kórini vóru farin úr kirkjuni lá lagið: Heyr pu himn- asmiður eftir á einum bonki.. Tað lá og lurtaði eftir ljóm- inum, sum hekk undir bitunum frá hesi frálíku konsert. Kórini og løgini hjá Porkell Sigurd- bjørnsson hava lagt seg undir bit- arnar í Fuglafjarðar kirkju ílatin musikalska búnan hjá Kór Lang- holtskirkju við Jón Stefanssyni sum kórleiðara.