Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 130 — 14. JULI 1998 Lesið eisini Hrottin á Internetinum sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - e-mail til ítróttin: emil (2 sosialurin.fo NS www.sosialurin.fo | Eysturoyingur verður ikki tikin Kappróður: Eysturoyingur. heldur fram við sínum uppvís- ningsróðri, og 10-mannaførini kappast nú bara um annað plássið Allur spenningur um hver fer at vinna, er burtur, tá 10- mannaførini rógva Soleiðis var tað eisini vesturi í Vágunum, og skulu vit meta um vánirnar á ólav- søku, út frá tí, sum higartil er avrikad, so verður bara talan um kapping um næst- fremsta plássið Startstpurturin var ikki lidugur, tå guli båturin hevåi stungið stevnið, rong og skut og menninar åtoftini fram um hinar båtarnar, og síðani var ikki spenningur um, hver tað fór at eydnast Eysturoyinginum at vinna, men heldur um, hvussu nógvum bátslongdum, hann fór at vinna við. Á málinum var munurin meiri enn tvær bátslongdir, og tað er nógv, tá teinurin bara er 1000 metrar. Stórur spenningur var um næstfremsta plássið. Eina løtu såt tað út til, at Kølur og Havnarbåturin skuldu detta eitt sindur aftur um Nólsoying og Vestmenning, men teir togaðu fram aftur, og tað var eyðkent fyri kappingina, at tað skifti nógv. Havnarbáturin blandaði seg væl meiri uppí kappin- gina, enn hann hevur gjørt fleiri av hinum róðrunum. Manningin hevur higartil verið tann sama, sum hon var í fjør, burtursæð frá tvei- mum monnum, ið fóru av eftir síðsta kappingarár, men frammanundan vestan- stevnuni høvdu teir fjørt onkrar justeringar, og teir halda sjålvir, at tad hekk so mikið væl hesa ferð, at teir hava vónir um eitt uppaftur betri avrik á 6lavsøku. Vestmenningur setti ein rættuligan spurt inn móti endanum, men tá var ov seint, og teir náddu kki at taka Nólsoying ella Havn- arbátin. Gongdin kundi bent á ein spennandi 6lavsøkur6Øur, men at havnarmenn, nóls- oyingar, vestmenningar og kollfirðingar skulu gera nakað við superbátin og supermanningina umborð á Eysturoyingi, tað loyva vit okkumat ivast í! jh Startstpurturin var ikki lidugur, tå guli båturin hevdi stungid stevnid, rong og skut og menninar åtoftini fram um hinar bátarnar, og síðani var ikki spenningur um, hver tað fór at eydnast Eysturoying- inum at vinna, men heldur um, hvussu nógvum bátslongdum, hann fór at vinna við, eins og hann gjørdi á Sundalags- stevnuni, har henda myndin er tikin (savnsmynd: Sveinur Tróndarson)