mikudagur 15. juli 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tidindabladid SOS)
Tidindaloysi i
Tinganesi
DaGNY JOENSEN
Besta summartid og ferding
er oftani tengt hvert at ødr-
um, soleiðis eisini í løtuni
Legmaður fer á almenna
vitjan í Noregi í august, og
í september verður Nyrup
Rasmussen, forsætisráð-
gestur í Føroyum
etta eru tíðindi, sum
vanliga verða lýst nærri við
eini skrá, nar greitt verður
frá, hvussu og hvar ferðin
Í hesum summarfrítíðum
er tó torført at fáa skrárnar
lagdar, tí fólk eru í summar-
frí
Einki nýtt er at frætta um
vitjanina hjá Anfinn Kalls-
berg í Noregi í august mán-
að, annað enn at at Kjell
Magne Bondevik, forsætis-
ráðharri, hevur bjóðað løg-
manni at vitja
Í yvirliti, sum normenn
hava gjørt verður nevnt, at
teir skulu tosa um samstarv
landanna millum, men hvat
tosað skal verða um, veit
løgmaður ikki
Tað, at hann skal luttaka
á oljurådstevnuni, er eisini
eftir uppskoti úr Noregi
— Hevdi tað ikki verið
rættari, at landsstýrismað-
urin í oljumálum fór á olju-
ráðsteynu ?
— At eg fari á oljuráð-
stevnu, merkir ikki, at eg
skal umboða hetta gkið. Á
rådstevnuni verður Eyðun
Elttør, landsstýrismaður í
oljumálum, sigur Anfinn
Kallsberg.
Um vitjanina hjá Nyrup
Rasmussen í september,
veit løgmadur heldur ikki
meir at siga. Vitjanin er ikki
fyrr enn eftir summarfritid-
ina, so stundirnar eru góðar
at skipa skrá fyri vitjanina,
sum landsstýrið, ríkisum-
boðsstovnurin og forsætis-
ráðið skulu leggja til rættis.
Anfinn Kallsberg sigur, at
hann veit ikki meir um vitj-
anina hjá Nyrup, enn tað,
sum hann hevur lisið í blød-
unum.
Ongar samráðingar verða
tó um broytingar í ríksis-
rættarligu = viðurskiftum
meðan danski forsætisráð-
harrin viltjar í Føroyum.
Hetta er mál, sum fyrst
skal viðgerast í tinginum.
Væntandi verður aðalorð-
askiftið um ríkisrættarligu
støðuna aftaná 6lavsøku, og
helst í august mánað, sigur
løgmaður, sum heldur, at or-
søkin til at einki stórvegis
er at frætta, er agurkutíð á
politiska vígvellinum, nú
flest øll fólk eru í summar-
frí.
Nr. 131 — 15. JULI 1998
Anfinn Kallsberg. løgmaður, sigur, ar einki hendir á polit-
iska vigvøllinum í løtuni, tí øll eru í summarfri
Ein søguligur sáttmáli
fyri lærarafelagið
Føroya Lærarafelag undirskrivaði saman við Landsstýrinum ein søguligan
sáttmála um lærarar, sum ikki eru tænastumenn. Hetta er fyrstu ferð í hund-
rað ára sógu felagsins, at sáttmáli verður gjórdur millum partarnar um set-
anartreytur
Um vikuskiftið eydnaðist at
fáa sáttmála í lag fyri teir
lærarar í føroyska fólka-
skúlanum, sum ikki eru
tænastumenn. Staðfest er
nú, at heitini „ársvíkarur“
og „tímalærari“ eru ikki til
longur. Nú eru heitið lærari
fur drúgvar tingingar
kundu Føroya Lærarafelag
og Figgjarmålastyrid um
vikuskiftid skriva undir
nýggjan sáttmála fyri lær-
arar. Hetta er fyrstu ferð í
100 ára søgu felagsins, at
sáttmáli verður gjørdur
millum Feroya Landsstýri
og Feroya Lærarafelag um,
hvussu lærarar skulu setast
í starv í fólkaskúlanum
Nýggi sáttmálin, sum
fatar um lærarar, sum ikki
eru tænastumenn, varð
undirskrivadur í hølunum
hjå Føroya Lærarafelag
friggjakvøldid hin 10. juli.
Samráðingarnar = hava
staðið við síðani í fjør
summar. Setningurin, ar-
beitt hevur verið við, hevur
zas900203000x En mon
Føroya Lærarafelag og Figgjarmålastyrid skriva såttmålan undir
verið víðfevndur og
stundum trupul at greiða.
Landstýrið vildi fara frá
tænastumannaskipanini og
finna ein nýggjan, eftir
teirra sjónarmiði, meira
liðiligan = starvshátt á
fólkaskúlagkinum. Tí gjør-
du partarnir longu í fjør
semju um at fara undir
samráðingar um at sátt-
málaseta lærarar.
Í eini skiftisskipan er
ásett, at vikarar og tíma-
lærarar, sum óbrotið hava
starvast við sama skúla í
minst trý ár, vera settir í fast
starv. Eisini verað tímar til
serundirvísing, sum koma
undir heitið „serligur
térvur“, tengdir afturat føstu
størvunum. Hetta svarar
hvert ár til eini 40 lærara-
størv, sum kunnu setast í
økjum. Í samráðingunum
eru partarnir nevnliga eisini
vorðnir samdir um at býta
landið í skúladgmi, so
setanarmøguleikarnir verða
á einum breiðari stødi.
Sáttmálasetti lærarin fær
egna felags (kollektiva)
etirlønarskipan, sum ser-
ligur sáttmáli verður gjørd-
ur um vid Føroya Lívs-
trygging. Eftirlønargjaldid
er í samráðingunum ásett til
at vera 13,75% av lønini.
Eins og såttmålin allur,
tekur henda åseting vid hin
1. august 1998.
Tå samrådingarnar byrj-
adu i fjørsummar, kravdi
landsstyrid, at føroyskir
lærarar skuldu arbeida eftir
eini årsverksskipan. Upp-
skot vórðu gjørd, men part-
arnir høvdu ilt vid at
semjast um hetta mål. I
samráðingarskeiðinum var
løgtingsval og nýggi
landsstýrismaðurin í skúla-
málum útsetti ætlanina um
ársverk ella líknandi skipan,
fyribils í eitt ár.
Fyri teir sáttmálasettu
lærararnar hava Føroya
Lærarafelag og Figgjar-
málastýrið eisini gjørt
høvudsavtalu. Í høvuds-
avtaluni verður tilskilað,
hvussu partarnir í høvuds-
heitum bera seg at, bæði tá
friður og ófriður valda. Í
høvudsavtaluni er eisini
rúm fyri einum víðkaðum
gerðarætti, sum partarnir á
arbeiðsmarknaðinum ar-
beiða við í løtuni.
Altjóða læraradagur verð-
ur hin 5. oktober, og í tí
sambandi fer Lærarafelagið
at skipa fyri eini serligari
kantatu. Hetta er 100 ára
kantata felagsins, sum
lærararnir Alexander
Kristiansen og Pauli í
Sandagerði hava yrkt og
tónasett. Tað er UNESCO,
altjóða lærustovnurin undir
ST, ið hevur henda
dagin at altjóða
læraradag
Limirnir i felagsnevnd
Føroya Lærarafelags hetta
skeiðið eru: Andras L.
Samuelsen, formaður,
Birgir Kruse, næstformaður,
Torfinn Højgaard, kassa-
meistari, Jenny Lydersen,
skrivari og Petur Sigurd
Rasmussen, nevndarlimur.
Skrivstovukvinna i Før-
oya Lærarafelag er Elin
Lambaa, sum er útbúgvin
lærari. Sakførari felagsins
er Hans Trúgvi Teirin, sum
umframt at vera sakførari,
eisini er útbúgvin lærari.
sett
verða