Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðfólk: Ljósmyndari Útgevari, uppseting og prent: | 110 Tórshavn Joensen isti Sosialuri Telefon: 311820 Ár Bórholdsen me sg: sp . Telefax. 314720 Sveinur I Sa et fn r 26, Argj malt Turið Kjølbro Postadr- Postsmoga 76, poste sosialurin.fo Gloymt fólkaræðið Oddagrein AFRIKA er gloymdi heimsparturin. Her eru øll tey fyrrverandi hjálondini, ið byrjaðu frælsið við fólkaræði. Men hjá mongum endaði við diktaturi. Diktaturið varð oftast skipað við vesturlendskum stuðli. Domini eru mong og syrgilig EITT hitt syrgiligasta domið er Nigeria. Landið, ið er fyrrverandi bretskt hjá- land, hevur nú verið hernaðardiktatur í eitt mannaminni. Einaræðisharrarnir hava sitið við valdið við fíggjarligum og hernaðarligum stuðli frá vestur- heiminum, serstakliga NATO-landinum USA. Fleiri ferðir hevur tað eydnast at fáa útskrivað val, men hverja ferð hev- ur endin verið, at demokratiskt valdu forsetarnir hava verið tiknir av døgum eftir stuttari tíð við valdið. FYRI tveimum árum síðan var aftur val og tann demokratiski politikarin Abiola varð valdur til forseta. Men hann slapp ikki at taka við embætinum og varð settur í fongsul uttan rættargongd og dóm. Einaræðisharrin Abadija styrdi við harðari hond dyggiliga stuðlaður av NATO-londunum. Men so doyði einaræðisharrin og heimurin vónaði, at fólkaræðið fór at verða sett á stovn aftur í hesum plágaða landi. Men nei, tveriurímóti, so herðist einaræðið og demokratiska vónin Abiola er deyður í fongslinum — niðurbrotin av teimum ringu umstødunum. Fyri stuttum vitjaði Reyði Krossur Abiola. Hann sat tá í lítlum kliva uttan ljós og uttan nakað slag av saniterum hentleikum. Hann var deyðsjúkur og honum varð noktað læknahjálp. AT vesturheimurin stuðlar eitt stýri, ið ber seg soleiðis at og svíkur demo- kratiið víða hvar fyri at fremja egin áhugamál er sera ódámligt. Tað er ikki bert í Afrika at vesturheimurin stuðlar einaræði og kúgan. Clinton hevur júst verið í Kina og hålsfevnt diktaturið har. Hetta vísir, at alt tos hjá USA um fólka- ræði er uttanumtos og hykl. Sosialurin Til krabbameinssjúk og oll áhugað! Er áhugi fyri at stovna deild av Tidslerne í Fóroyum? Fyri 7 árum síðani stovnaðu nakrar kvinnur í Danmark alternativa krabbameinsfe- lagið »Tidslerne«, ið er fe- lag teirra sjúku. Bert sjúk- lingar hava valrætt og kunnu veljast í nevndina, men øll sum hava áhuga kunnu gerast limir. Limirnir eru ógvuliga glaðir fyri stuðul frá bæði avvarðandi, læknum og alternativum viðgerðarum. Í dag eru 2.600 limir. Felagið er sjálv- støðugt og óheft bæði av læknum og alternativum viðgerðarum. Høvudsendamålid er at taka sær av åhugamålunum hjá sjúklingunum, få antin hava sagt nei til læknaliga viðgerð, ella hava supplerað læknaligu viðgerðina við al- ternativa viðgerð og upp- aftur onnur eru uppgivin av Lesarabrøv i læknunum. Felags fyri okkum limir er, at vit sóknast eftir ny ggj- um leidum og nyhugsanum í krabbameinsviðgerðini, t.d í staðin fyri at drepa tað sjúka so heldur styrkja tað fríska og harvið stimbra immunverjuna. Krabbameinsfelagið Tidslerne vilja vísa á, at sjúklingurin sjálvur kann gera nakað, eins og livast kann við sjúkuni, og at krabbamein kann haldast niðri við viðgerð, lagað eftir tørvi hjá tí einstaka. Somu- leiðis vilja tey í felagnum, at tosast skal um úrslit og hjáárin av læknaligu við- gerdini, og at sjúklingurin sjálvur kann velja, grundað á sakliga upplýsing um árin og hjáárin bæði uppá stutt- og serliga uppá longri sikt Tey meina, ikki at tær tradi- tionellu læknaligu viðgerð- irnar eru vísindaliga grund- aðar, m.a. tí at sjúklingar, ið hava sagt nei til lækna- ligu viðgerðina ikki verða skrásettir. Felagið arbeiðir við at skráseta royndir av alterna- tivum — vidgerdarhåttum, sum sidan verda kunngjørd- ar í blaðnum »Tidslerne«, ið tey geva út 4 ferðir um ári. Í blaðnum eru eisini áhugaverðar sjukrasøgur, t.v.s. persónligar frágreið- ingar, tíðindi og gransking- arúrslit = innan bæði ta læknaligu og alternativu krabbameinsviðgerðini, og mangt annað viðkomandi tilfar. Telefonlinja er opin hvønn dag so tosast kann bæði við nevnd og sjålv- bodnar krabbameinssjúk- lingar, um ein hevur spurn- ingar ella bert hevur hug at práta við onkran í somu stóðu. Hetta hevur stóran týdning, tí tað er prógvað, at krabbameinssjúklingar, ið hava samband við onnur við somu sjúku, hava tað betur og liva longri. Felagið kann eisini geva upplýsing- ar um viðgerðarar, ið ar- beiða við krabbameini. Heldur tú eisini, at hetta ljóðar áhugavert, og at ein deild av Tidslerne átti at verið sett á stovn í Føroyum til frama fyri verandi og komandi krabbameinssjúk- lingar, ert tú vælkomin at ringja á tlf. nr. 31 55 81 at frætta meiri. Viðmerkjast skal at Tidsl- erne eru á internetinum á www.tidslerne.dk Framtíðar oljuvinna í Føroyum Tað hevur fyrr verið skrivað um oljuvinnu í Føroyum og hvar ein fanst hardliga at, at fólk innan tað almenna og land og kommunu, ríki og tað privata, sum skuldu røkja síni dagligu arbeiði og størv, tóku lut í oljuráð- stevnum og fundar- og skeiðvirksemi í Føroyum og uttanlands. Tað hevur eisini verið gjørt vart við, at tað hvorki skulu vera danir ella norð- menn ella hetlendingar ella skotar, ið skulu avgera, hvussu ein føroysk olju- vinna verður skipað í Før- oyum, tí føroyingar skulu við oljufyrisiting stýra allari oljuvinnu í Føroyum. Tað skal eisini verða gjørt vart við, at hetta er eisini gald- andi fyri øll tey oljusamtøk, sum taka seg upp í leiting- arumfarinum og hvers stærur áhugi er fyri og hvers nógv rikidømi man finnast í undirgrundini, ið dult verður fyri føroyingum av teimum. Tað er ti, at føroyingar ikki duga at lesa seismikk kanningarúrslit, sum geva teimum fyrimunir, sum ein vísir til, tá ið øll oman fyri nevndu vilja sleppa upp í eitt føroyskt oljuævintýr undir Føroyum, so vit før- oyingar skulu vera varin, so vit ikki missa tamarhaldið á okkum Tað eru føroyingar og føroyskt vinnulív, sum skulu vera við í framtíðar oljuvinnu i Føroyum, sum vit hava fyrireikad okkum til hesi seinastu årini. Vit skulu ikki hava fremmanda arbeiðsmegi inn í landið at oyðileggja arbeiðsmarkn- aðin i Føroyum. Tað hevur avgerandi tydning, at føroyingar og føroyskt vinnulív gera sær greitt: vit kunnu sjálvandi læra av royndum hjá teim- um oman fyri nevndu, sum kunnu veita hjálp og ráð- geving til at byggja upp eina framtíðar oljuvinnu í Før- oyum, sum vit hava fyri neyðini. Tað skulu ikki vera kommunal- og landspolitik- arar, ið avgera, hvar olju- havvnir og útgerðarhavnir koam at liggja i Føroyum. Tad skulu oljufeløgini og oljusamtøk visa okkum å. Talan verður sostatt ikki um fleiri slíkar oljuhavnir og útgerðarhavnir í Føroyum. Tað skal eisini gerast greitt, at avbygdar- og byarkomm- unur hava ikki somu for- treytir og grundarlag sum Havnin/Sudurstreymoy at bjóða fasilitetir og tænastur Slikt eiga tit avbygdar- og býarkommunur at fáa skapt úti um landið, skulu tit vera við í einum oljuævintýri, sum menn droyma um kring alt landið. Tað at øll almenn og lands og ríkis og privatu fyrisitingarstovnar liggja í Havn/Suðurstreymoy, fáa allar avbygdar- og býar- kommunur fyrimunir av, tá ið avbygdar- og býarfólk ferðast ímillum bústaðir og arbeiðir og stérv í mið- stadarøkjum, tá ið inntøkur/ samsýningar verða goldin hjá tykkum. Tað er nógv fyri, at av- bygdar- og býarkommunal cg landspolitikarar ikki hyggja at, hvussu vit høvdu partar av almennari, lands, ríkis, privatu, fyrisitingar/ stovnar skipaðar kring landið, áðrenn miðsavnan- in byrjaði her í miðstaðar- gkinum Havn/Suður- streymoy, sum tit finnast at. Tað er eisini nógv fyri, at tit ikki kunnu síggja tær kreppur og trupulleikar, tit dagliga skapa her í mið- stadarøkjum sum Tórs- havnar Býráð og Tórshavn- ar Kommuna dagliga stríð- ast vid og hvers tit hava fleiri fyrimunir í dag fram um havnarborgarar, sum ein hevur nevnt í lesarabrøvum. Tað er eisini so, at avbygd- ar- og býarkommunur sleppa eisini undan at loysa teir sosialu trupulleikar, ið tykkara borgarar hava og skapa okkum her í mið- staðargkinum. Hvi vilja tit ikki síggja slíkt í eyguni, at tit dagliga gera so nógvum havnarfólki órætt, sum tt ikki kunnu vera fyriuttan? Tað er tikið við í samgongu- skjalið at fáa skipað økis- menning, t.v.s. at vit kundu gjørt sum fyrst í 70-årun- um at fingið deildir/eindir sett á stovn úti í teimum størru bygdum og býum kring alt landið, tí so kundu tit greitt viðurskiftini í økj- unum ístaðin fyri at leita til Havnar. Tað skal eisini verða sagt, at høvudsstad- urin er við til at skapa tykk- um framburð, menning, trivnað, klára tit avbygdar- og býarkommunur at skapa fortreytir og grundarlag, so at avbygdar- og býarfólkið kann flyta út aftur og taka við tí virksemi, hvørs fólk leggja frá sær vegna aldur. Hugsið um tað og gevist við allari øvund inn á Havn/ Suðurstreymoy. Tað er av stórri týdningi, at vit økja kappingarførid hjá før- oyskum vinnulívi mótvegis teimum útlendsku, sum vilja vera við í føroyska oljuævintýrinum, sum ein kemur aftur til at skriva um í lesarabrøvum. Tað er hetta, sum føroyingar skulu gera sær greitt, ístaðin fyri at klandrast um oljuhavnir og útgerðarhavnir í Føroy- um. i Hans Birgir Hansen | | |