Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A ja Nr. 132 — 16. JULI 1998 | Í | tíðindablaðið Sosa stevnusnøklar Søgulig rullu- skoytukapping Måtafyribrigdini raka føroyska fólkið eins meint og nógva aðra- staðni í framkomna partinum av Europa. Einaferð var tað hula- hop ringurin, sum tók øll á bóli, og bæði undan og eftir hava dóm- ini um uppfinnilsi, sum eru tengd at fritid og stuttleika, verið nógv. Og summarið í ár er trillrunt, sjálvt um føroysku tónleikaoyr- uni eru fangað av „ketsjupp ein- um jórnið“. Rulluskoyturnar eru komnar afturfaftur, og eru so nógy at síggja, sum tær ongantíð áður hava verið. Hetta hevur fingið gøtufélk at skipa fyri eini Sósnlisari rullu- skoytukapping. Kappingin, sum er tann landinum, fer fram friggjadagin og sunnudagin å Oyruni. Kappast verður í slalom upp á fyrsta av sínum slagi í tíð, og aldursbólkarnir eru fýra í and kaftinganar fyr aller at i ka ar fyri allar ald- ursbólkarnar, og 10 tey bestu sleppa við í finaluna, sum verður sunnudagin klokkan 16.00. Innleiðandi = kappingarnar byrja klokkan 17.00 fríggjadag- in. Tá kappast tey í aldrinum undir átta ár. Klokkan 18.00 eru tað tey frá átta til 10 ár, klokkan 19.001 tey frå 11 til 14, og rullu- skoytarar yvir 14 år kappast frå klokkan 20.00. Tað kostar 20 krónur at verða Við, og kravt verður at luttakar- arnir hava hjálm. Vinnararnir av teimum fýra aldursbólkunum fáa steyp til ognar, tá kappingin er av sunnudagin. Haldgrim setur stevnuna Fríggjadagin verða fyrstu tiltøk- ini, men steynan verður alment sett leygardagin, og tað verður gjørt á fótbóltsvgllinum. Tað verður júst fráfarni for- maðurin í Gøtu Ítróttarfelag, Haldgrím Gregersen, sum fer at halda rødu og seta steynuna. Felagskórið úr Gøtu og Lorvik fér at syngja undir setanini. Tivoli allar dagarnar Friggjakvøldid klokkan 19.00 letur tivoli á Oyruni, og har munnu hede; fo at brúka nakað ay tíð um vikuskiftið. Tivoli-tilbodini til gøtufélk og stevnugestir verða eisini opin hinar stevnudagarnar. Leygardagin verður latið upp klokkan 16.00, og sunnudagin letur upp klokkan 15. Allar dag- arnar verður til seint út á kvøldid. Tilbodini vóru nógv, og líkjast 15 teimum, sum fólk kenna frá tivoli á hinum stevnunum kring landið. Eingin kappróður Tilboðini á stevnuni eru mong og fjølbroytt, men tað tiltakið, sum meiri enn nakað annað, set- ur dám á aðrar stevnur, verður ikki við í Gøtu, og tað er kapp- róðurin. Stevnan í Gøtu er lutvís ung og hevur ongar traditíónir við kappróðri. Einaferð í 80'unum róðu teir á Gøtuvik, men seinastu négvu árini hevur ikki verið uppá tal at hava kappróður, og tað hevur tað heldur ikki evriå í år. — Kappróður skal fyrireikast í góðari tíð, og tí verður eingin róður í ár. Men eg skal ikki nokta fyri, at vit gjarna vildu havt kappróður við, og kanska fara at hava tað í framtíðini, sígur Jógv- an Gregersen, sum er formaður í Gøtu Ítróttarfelag. Gøtufélk hava ikki verið eiða- sér til kappróður, sjálvt um Gøtu- Tróndur ikki hevur gjørt um seg seinnu árini. Gøta eigur fleiri FM-heitið við Gøtu-Trondi og Toftabátunum, sum teir landu eitt skífti, men í år rør eingin bátur úr Gøtu. — Sjálvandi heyði kappróður gjørt stóran mun, um hann var við, tí hann dregur so nógv fólk, bæði tey sum rógva, og tey sum fylgja við, men í ár mugu vit klára okkum fyriuttan og leggja okkum tí at hava nógv onnur tilboð á steynuni, sígur Jógvan Gregersen. Dreymurin hjá gøtufélkid er at fáa veruligan FM-kappróður á Gøtuvik, men tað liggur nógv ár frammi í tíðini. Nógv er gjørt burtur ur hugnaløtuni Leygarkvøldid å midnått fara tey at bresta fyrverk f Gøtu Allar stevnur, sum vilja nakad, hava eina kvøld- setu, hugnaløtu, mid- nåttarsamkomu ella hvat tey kalla tað. Og soleiðis er eisini í Gøtu, og í ár verður nógv gjørt burtur úr, at fáa eina veruliga hugnaløtu leyg- arkvøldid á stevnuni. Klokkan 23.00 verður bål tendrað á Oyruni, har nógv á stevnuni fer fram, og Kim Hansen fer at syngja. Tað verður Sámal P. í Grund, løgtingsmadur, sum fer at halda midn åttarrøduna Heitar vaflur og kaffi kann keypast, og røda verður hildin. Á midnátt verður fýrverk og felags- sangur. — Vit hava ikki ásett hvussu leingi hugnaløtan skal varða, tí tað er upp til fólk sjálvi at avgera. Hava tey hug at halda á við felagssangi út á nátt- ina, so kunnu tey gera tað, sigur Sonja á Líðar- enda, neyndarlimur í GÍ og ein av fyrireikarunum av steynuni. — Vit vóna bara, at vit fáa skapt ein veruliga stevnustemning vid hugnaløtuni, og at fólk fara at hava tað hugna- ligt og stuttligt, sigur hon. Esmar Eysturoy við á stevnuni Verður við táfólk fara at royna at ganga millum pirarnar Navnið gevur ábending- ar um, at tiltikni Esmar Eysturoy hevur røtur í Eysturoy, og um so er, kann réliga sigast, at hann kemur heim at halda steynu, tí tiltikni lesandi — føroyingurin verður við, tå bygdar- stevna verður í Gøtu, Leygardagin klokkan 16.30 fara fólk at royna at ganga millum pirarnar, og tann sum ger tað skjótast vinnur 3000 krónur. Tey, sum íkki klára ferðina, enda í sjónum, har tveir kavarar fara at ansa eftir, at einki óhapp spyrst burtur úr. Meðan kappingin fer fram fara Magni Poulsen og Esmar Eysturoy at undirhalda, og skuldi nakar verið í iva, so er tað Esmar í bláa jakka- num. Seinast tiltakid varð roynt, eydnaðist tað framúr væl. | | Nogvur fotboltur at fara til allar dagarnar Besta fótbóltsliðið hjá GÍ er uttanlands, men øll hini liðini spæla steypadystir á Tað er nærum vorðin til ein vana, at 1. lið hjá GÍ er burt- urstatt, tá stevnu er í Gøtu, og soleiðis er eisini í ár. Gøtumenn hava staðið seg so ómetaliga væl í fót- bólti, og teir seinastu árini hava luttikid í europeiskum fótbólti so at siga á hvørjum ári. Soleiðis er eisini í ár, og I. lið við Johan Nielsen á odda er farið til Danmarkar at fyrireika seg til seinnu hálvu av landskappingini og Europa-Cup dystirnar, sum bygdastevnuni koma fyri í august mánaði. — Tað hevði sjálvandi ver- ið best at havt 1. deildarliðið heima á stevnuni, men tað koma ikki altíð so nógv fólk til stevnudystirnar, og ti verdur tad ikki avgerandi fyri, hvussu nógv vit fáa burtur úr, sigur Jógvan Gregersen, formaður í GI. Men manglar 1. deildar- fótbóltur, so verður annar fótbóltur í ríkiligt mát, og tað eru serliga teir sum um nøkur ár verða ålitini á 1. deildarliðunum kring land- ið, sum koma at spæla Skipað verður fyri eini kapping fyri unglingalið, og kappingin, sum var á fyrsta sinnið í fjør, ber navnið Haldgrímskappingini, eftir fyrrverandi formanninum í felagnum. Ta ferðina vann HB kappingina, meðan teir eru ikki við í ár Luttakandi liðini í ár eru GÍ, B36, ÍF, B68, FS Vágar og NSI. Liðini spæla inn- leiðandi dystir fríggjadagin og leygardagin, og sunnu- dagin verða seinastu og av- gerandi dystirnir spældir Trý tey bestu liðini fáa heið ursmerki. Øll hini líðini hjá GI spæla eisini dystir á stevn uni, og tey eiga leygardagin Byrjað verður longu klokk- an 9.30, tá gentur og dreing ir undir skúlaaldur fara at spæla, og restina av fyrra partinum og út á seinnapart inum verða dystir við yngru liðunum hjá GI móti serliga LÍF.