hósdagur 16. juli 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
Foroya
tíðindablaðið S08sj2lurin
Fiskasøla
50 ár
Byrjanin
MØrova FISKASØLG av skipaði
undir heilt ødrum umsteð-
um enn teimum, sum Fiska-
selan arbeiðir undir í dag
I 1948 fekk lutafelagið
Føroya Fiskasøla einkarrætt
til allan útflutning av salt-
fiski og klippfiski úr Fer-
yum. Einkarrætturin varð
iatin felagnum, ti menn tå
hildu hetta vera besta mátan
at tryggja, at føroyska fiska-
framleiðslan varð seld fyri
besta pris í marknadarlond-
unum. Vóru ov nógv feløg
í Féroyum, sum buðu keyp-
arunum fisk, bóru menn ótta
fyri undirbjóðing við minni
inntøkum og vánaligari
rakstri í fiskivinnuni sum
úrslit
Hetta var eisini nidurstød-
an, tá ið undanfelagið hjá
Føroya Fiskasølu varð
stovnað i ringastu tid í 1936
Hetta lutafelagið æt Føroya
Fiskaexport og varð stovn-
ad ul tess at samskipa salt-
fiska- og klippfiskautflutn-
ingin úr Føroyum. Framm-
anundan hevði útflutning-
urin verið á fleiri hondum,
eisini fremmandum, og
hildið varð ikki, at nóg mik-
ið fekst burturúr
Nógv vatn er runnið í
ánni. síðan fyrsti farmurin
hjá Føroya Fiskasølu fór av
landinum við farmaskipin-
um ”Susaa” á heysti 1948
beinleiðis til Spania. Um-
stødurnar at virka undir eru
kki longur tær somu, og
ngu í 1953 læt lutafelagið
Føroya Fiskasøla einkar-
Fyrstu árini í 90'unum
vóru broytingarár hjá Før-
oya Fiskasølu. I kjalavørr-
inum á føroysku búskapar-
kreppuni og bankakreppuni
viknadi fíggjarliga styrkin
hjå Føroya Fiskasølu. Sam-
stundis fór meirilutin av
føroysku fiskavirkjunum å
húsagang og fekk hetta ålv-
arsamar avleiðingar fyri
lutafelagið Føroya Fisksøla
Felagið hevur kortini
varðveitt stødu sína sum
fremsti fiskaútflytarin í Før-
oyum og hevur lagað seg
eftir broytingunum heima
sum úti. Longu í fimtrårun-
um fór Feroya Fiskasela
undir at selja fiskafløk skor-
in í Féroyum. Marknaðirn'r
og framleiðslurnar eru nógv
broyttar igjøgnum
men saltfiskur er framv:
ein tydningarmikil partur av
virkseminum hjå Føroya
Fiskasølu vid umleid 15%
av utflutninginum hjå felag
num i 1997
Búmerkið
Navnið Førova Fiskasøla,
ella á útlendskum máli
“Faroe Seafood", ella bert
FAROE, er kent í fiskivinn-
uni um allan heim. Fiska-
sølu búmerkið hevur um-
boðað eitt fjølbroytt úrval
av føroyskt framleiddum
fiskavørum í 50 år. Vit hava
tí ein heilt natúrligan fram-
íhjárætt hjá kundum okkara
av tí at teir hava álit á, at
FAROE borgar fyri stødug-
um viðurskiftum, har dygd-
in og leveringstrygdin er í
hásæti
Eingin ivi er um, at
FAROE stendur fyri før-
oyskum fiski virkaður í Før-
oyum. Føroya Fiskasøla
strembar eftir at selja til teir
marknaðir, sum geva
hægsta prís. Um ein skal
eiga og røkja hesar markn-
aðir, er fyrst og fremst neyð-
ugt at eiga eitt gott vøru-
merki
Okkara búmerkið hevur
ein reinan stíl, sum ímyndar
servitan og feskleika. Eitt
búmerki, sum umboðar
reinar natúrligar fiskavørur
uttan útílatingarevni v.m.
Fiskasølu búmerkið er
uttan iva kendasta føroyska
verumerkið kring heimin
Bygnaður í dag
- 50 ár aftaná stovnan
Í dag starvast 25 fólk á høv-
udsskrivstovuni í Føroyum
og 20 starvast å skrivstov-
unum uttanlands i Frak-
landi, Stóra Bretlandi og
Danmark. Ein størri og
stórri partur av søluarbeid-
inum verður gjørdur á sølu-
skrivstovunum uttanlands
Endamálið við søluskriv-
stovunum á marknaðunum
er at menna søluna til brúk-
aran og stórkgkarnar til
frama fyri kappingarføri fe-
lagsins í Føroyum og utt-
anlands.
Dótturfelagið hjá Føroya
Fiskasglu í Fraklandi, Faroe
France S.A., er ímillum 10
teir størstu fiskainnflytar-
arnir i Boulogne og liggur
bert fåar metrar frå tydn-
ingarmiklasta flutningsmið-
deplinum fyri feskan fisk í
Europa. Samanborið við
aðrar marknaðir hevur
franski marknaðurin eitt
sera breitt vgruúrval. Fiska-
sølan hevur tí fleiri bein at
standa á á franska markn
aðinum. Frakland er størsti
innflytarin av millum eðr
P
Á 8
um laksi, kókaðum rækjum,
JaKUDSKEIjum svartkalva
Dótturfelagið í Onglandi
Faroe Seafood UK Limited
elur serliga pilkaðar rækjur
frá Rækjuvirkinum á Oyri
Samstundis er Ongland
størsti marknaðurin fyri
fryst og fesk toska- og hýsu-
fløk. Sum nakað nýtt er
søluskrivstovan í Onglandi
farin at innflyta alilaks-í
kapping við skotar. 15% av
søluni hjá Fiskasøluni i
1997 fór til Onglands.
Dótturfelagið Faroe Sea-
food Finance A/S i Hirtshals
umsitur skuldarar felagsins.
Umframt at veita figging
veitir Faroe Seafood
Finance A/S aðrar tænastur
fyri Samtakið, sum td.
tryggingar- og gjaldoyris-
viðurskifti v.m. á kapping-
arførum stødi.
Framtaksgrunnurin eigur
i dag allan partapeningin i
Føroya Fiskasølu. Sambært
vidtøkunum hjå Framtaks-
grunninum er ætlanin, at
partabrøvini i Føroya Fiska-
søla skulu seljast åhugad-
um.
Marknadurin
Samstundis sum heimurin
gerst minni og minni fyri
hvønn dag, opnast nyggir
marknadir hjå Fiskasøluni.
Við hjálp av nútíðar kunn-
ingartøkni er søluarbeidid
munandi broytt seinnu árini.
Stórar mongdir av upplýs-
ingum og vitan floyma yvir
okkum og uppgávan hjá
okkara marknaðarfólki er at
troyta nýggju meguleikar-
nar. Føroya Fiskasøla hevur
eitt ungt ættarlid av roynd-
um sølufélkum, sum ger
brúk av nýggju møguleik-
unum innan kunningartøkn-
ina. Tætt samband er mill-
um hevuðsskrivstovuna í
Føroyum og søluskrivstov-
urnar å marknadinum.
Alsamt fleiri og fleiri fyri-
tøkur innan fiskivinnuna í
grannalondunum verða
keyptar inn í størri eindir
ella velja at samstarva í
stórri eindum. Vit hava sæð
t.d. íslendingar yvirtaka stór
framleiðsluvirkir í markn-
aðarlondunum, hetta fyri at
keypa sær atgongd til teir
betru marknaðirnar. Mótsatt
síggja vit eisini, at fyritøkur
yvirtaka skip og virkir fyri
at keypa sær atgongd til
fiskirættindini. Lyklaorðið
er samstarv
Fiskasølan leggur dent á
at samstarva við kundar,
sum arbeiða djúpt inni á
marknaðunum og eru fíggj-
arliga betri fyri enn teir
traditionellu fiskainnflytar-
arnir
Sum heild má sigast, at
marknaðarútlitini fyri fiska-
verum eru góð. Nýtslan
veksur hvønn dag og krøv
int til matvøruframleidslu
yvirhøvur gerast stórri til
gagn fyri brúkaran. Fiskur,
sum er veiddur og virkaður
undir fullgóðum umhvørvis
umstødum, hevur framíhjá-
rætt á ávísum marknaðum
og hetta kravið kemur at
økjast komandi árini.
Botnfiskurin
Botnfiskasløgini undan Før-
oyum hava altid verid høv-
uðsgrundarlagið undir virk-
seminum hjá Føroya Fiska-
sølu. Toskurin og upsin um-
boðaðu ávíkavist 25% og
13% av samlaða útflutning-
inum hjá Fiskasgluni í
1997.
Frá nærum bert at arbeiða
toskin til saltingar (í dag
15% av søluni) og í flaka-
blokk (i dag 6% av søluni),
verður toskurin og upsin í
dag virkaður til ein hóp av
ymiskum fiskavørum.
Veruúrvalið úr toski og
upsa er ment heilt nógv
seinastu 10 árini, heilt frá
útvatnaðum frystum salt-
fiskaportiónum til nakka-
stykkir klár at koyra í pottin.
Kongafiskurin hevur eis-
ini ein týðandi leiklut hjá
Fiskasøluni. Nærum allur
kongafiskurin undir Føroy-
um verður virkadur á før-
oyskum virkjum og seldur
sum fesk fløk til europeiska
brúkaran. Frá at verða ein
vinna, hvørs høvudsinntøka
var studningur, er konga-
fiskiskapurin í dag burðar-
dyggur, bæði fyri skip og
virkir.
Seinnu árini er ein alt ov
stór mongd av ígroyska
fiskinum "utfluttur til virk-
ingar í ødrum londum.
Hetta er ein hóttan ímóti
føroysku fiskivinnuni og
mugu vit loysa henda trup-
ulleikan ongantíð ov skjótt.
Á sama hátt sum virkir inn-
an ES felagsskapin ikki
kunnu yvirliva uttan før-
oysku rávgruna, kunnu vit
føroyingar enn minni yvir-
liva, uttan sjálvir at gagn-
nýta okkara tilfeingi.
Rækjurnar
Rækjufiskiskapurin, sum
tók seg upp í 70'unum, hev-
ur stóran týdning fyri virk-
semið hjá Føroya Fiskasølu
Rækjurnar umboða í dag
25% av samlaða umsetning-
inum hjá Fiskasøluni
Rækjubátarnir Hviltenni
Arctic Viking, Ocean Castle
og Gilstón hava samstarvað
við Fiskasøluna í nógv ár
Hesi flótandi matvøru
Nr. 132 — 16. JULI 1998
virkir framleiða eina liðugt
pakkaða veru til brúkaran.
Størsti parturin av kókaðu
rækjunum verður í dag seld-
ur til Svøriki, Russlands,
Kina og Fraklands. Fiska-
sølan hevur lagt nógva orku
í at uppbyggja ein nýggjan
markna í Russlandi og Kina
til føroysku rækjuskipini,
sum fiska vid Flemish Cap.
Hægsti prisurin fæst fyri
reyðu stóru rækjurnar úr
Eysturgrønlandi, sum verða
liðugt pakkaðar umborð
beinleiðis til japanska brúk-
aran. Tær smærru rækjurnar
frå rækjubåtunum, so-
nevndu idnadarrækjurnar,
verða í stóran mun pilkadar
á rækjuvirkinum hjá P/F O.
C. Joensen á Oyri.
Við nágreiniligum fram-
leiðslufyriskipanum, reglu-
gerðum og góðskueftirliti
Fiskasglunnar verður
tryggjað, at brúkarin altíð
fær eina dygdargóða og
vælsmakkandi rækju, tá
vørumerkið FAROE stend-
ur á eskjuni.
Á dótturfelagnum hjá
Fiskasgluni í Danmark
verða umleið 1.200 tons av
kókaðum rækjum pakkaðar
til marknaðirnar í Russ-
landi, Kina, Frakland,
Sveríki v.m.
Síðan rækjuvirkið á Oyri
fór undir rækjuframleiðslu
í 1987, hevur Føroya Fiska-
sela staðið fyri søluni, ser-
liga til enska marknaðin.
Umframt pilkaðar rækjur
verða jákupskeljar eisini
framleiddar á skeljavirkin-
um á Oyri, og hevur skelja-
báturin Norðheim troytt
jåkupskeljastovnin undir
Føroyum við skynsemi
seinastu 25 árini.
Laksurin
Føroya Fiskasøla var við frå
byrjan, tå alivinnan t6k seg
upp i Føroyum, og hevur
Fiskasølan síðani útflutt ali-
laks kring heimin. Eisini
innan vørumenningina av
laksaúrdráttum er Fiskasøl-
an ein av fremstu fyritøk-
unum f Førcyum. Frystar og
feskar laksaportiónir verða
framleiddar í Vestmanna og
á Glyvrum fyri Fiskasøluna.
Utlitini fyri øktum virksemi
innan laksaframleiðsluna
eru góð og Fiskasølan legg-
ur stóra orku í at uppbyggja
nýggjar marknaðir fyri
laksaúrdráttum virkaðir á
føroyskum virkjum
Føroya Fiskasøla eigur
partapening í alibrúkinum
East Salmon P/F í Klaksvík.
Framtíðin
I 1997 varðveitti Føroya
Fiskasgla sín marknaðarpart
upp á 50% av føroyska út-
flutninginum av fiskavørum
framleiddar úr botnfiska-
sløgunum. Fiskasølan seldi
fyri 875 milliónir krónur
ella eina bingju av fiski um
tíman, hvønn arbeiðsdag í
fjør.
I dag er figgjarliga styrkin
hjå Føroya Fiskasølu endur-
reist og hevur Fiskasølan
víðar figgjarkarmar hjá
bankum í Føroyum og utt-
anlands. Raksturin av Før-
oya Fiskasølu er f dag
burðardyggur og útlitini fyri
1998 eru góð.
Føroya Fiskasgla hevur
eitt sera fjølbroytt vørutr-
val, sum byggar á ein breið-
an skara av framleiðslu-
eindum. Í alt framleiða um-
leið 42 ymisk skip og virkir
verur fyri Føroya Fiskasølu.
Kundarnir eru somuleiðis
nógvir og fjølbroyttir. Í fjør
útflutti Fiskasølan verur til
22 ymisk lond kring heimin.
Høvudsparturin verður út-
fluttur til ES-londini.
Felagið hevur ætlanir um
at betra og økja samstarvið
við føroysku fiskivinnuna
við tí endamáli at styrkja
stóðu felagsins á føroyska
marknaðinum. Á altjóða
marknaðinum er Fiskasglan
framvegis ein stór fyritøka
innan fiskivinnuna, sum út-
vegar viðskiftafólki okkara
verur og tænastur á kapp-
ingarførum stødi.
I dag utflytur Føroya
Fiskasøla føroyskan fisk,
veiddur av føroyskum skip-
um og føroyskari manning,
landaður til føroysk virkir,
skorin av føroyskum flaka-
fólki, seldur av føroyingum
og å føroyskum søluskriv-
stovum í Europa. Við sjålvir
at veida, virka og markn-
aðafgra fiskir fáa føroying-
ar mest burturúr tilfeingin-
um kring oyggjarnar. Før-
oya Fiskasøla hevur ongar
ætlanir um at útflyta heilan
fisk til virkingar uttanlands.
Føroya Fiskasgla vil
framhaldandi verða fremsti
fóroyski fiskaútflytarin
komandi árini og standa á
odda fyri marknadarføring
og menning av føroyskt
virkaðum fiskavørum.
}
í
i