Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 134 — 18. JULI 1998 tíðindablaðið Ar nrfr uUU SOSVGUUM Helsestatistik for de nordiske lande 1996: Færri framdar i Føroyum Norðurlondini við teim linastu treytun- um eiga flestu fosturtókurnar Tur KJØLBRO Síðani miðskeiðis i sjeytiår- unum hevur tað verið møguligt at framt fostur- tóku í flestu Norðurlond- unum. Í Svgríki er treytin fyri fosturtøku tann, at hon verður framd áðrenn kvinn- an er komin í 18. viku, men fosturtøka í hinum Norður- londunum skal fremjast, áðrenn kvinnan er komin í 13. viku. Fosturtøka kann tó fremjast eftir ávikavist 18. og 13. viku, men tá skal tað vera eftir serligari met- ing og við serligum loyvi. Í Danmark, Grønlandi, Noregi og Svøriki er tað upp til kvinnuna, sum er við barn, at gera av, um fostur- tøka skal fremjast, meðan tað i Føroyum, í Finnlandi, Alandi og Íslandi krevur serligt loyvi. Eitt slíkt verð- ur givið út frá sosialum ella medisinskum treytum. Øking og minking Tað er ein ávísur munur millum Norðurlondini við atliti til talið á framdum fosturtøkum. Hægstu tølini finna vit í Grønlandi, Svø- ríki, og Danmark, meðan Finnland, Áland og Ísland hava tey lægstu. Í ngkrum av londunum ber til at fáa eygað á eina ávísa øking og í øðrum eina minking, bæði viðvíkjandi samlaða talin- um av fosturtøkum og á fosturtøkum fyri hvørji 1000 livandi fødd børn. Hyggja vit at hagtølunum síggja vit, at í tíðarskeið- inum 1986-1990 vórðu 20,828 fosturtøkur framdar í Danmark. Í tíðarskeiðnum 1991-1995 er talið 18,513. Í Føroyum var talið fyrra tíðarskeiðið 81 og seinna 57, sostati er talan um eina munandi minking. Svgríki, sum hevur linastu krøvini hesum viðvíkjandi og somuleiðis størsta fólkatal- ið, eigur eisini flestu framdu fosturtøkurnar hesi bæði tíðarskeiðini, men talan er um ein lítla minking. Í mun til fólkatalið er tað nógv vanligari í Grønlandi, at taka fostrið í móðurlívi enn í hinum Norðurlond- unum. Talan er um eina evarska lítla minking, men fyri hvørji 1000 livandi fødd grønlendsk børn verða Helsestatistik for de nordiske lande 1996: Fleiri lata seg sterilisera Tað er nógv vanligari, at konufólk lata seg sterilisera enn mannfólk. 11996 valdu trý fóroysk mannfólk hesa loysnina, meðan konufólkini vóru 59 í tali. Turi KJøLBRO At velja sterilisasjón er van- ligari millum konufólk enn mannfólk. Í nýútkomnu bókini »Helsestatistik for de nordiske lande 1996< vísa hagtølini, at tað er nógvar ferðir vanligari, at konuf6lk velja hesa loysnina heldur enn menn. Og her skara Finnland og Ísland framúr. Í 1996 valdu 11 finskar og íslendskar kvinnur út av 1000 kvinnum í aldrinum 25 til 54 ár at sterilisera seg. Í Finnlandi er talan um eina stóra øking og í Íslandi um eina lítla minking í mun til 1985. Tølini í Føroyum eru sum vera man tey smæstu í hag- tølunum. I 1985 vórðu 10 kvinnur millum 24 og 54 ár steriliseraðar og í 1996 var talið 59. Talan er sostatt um ein seksfalding hetta tíggju- áraskeiðið. Tølini í Dan- mark, Noregi og Svøriki fyri 1996 eru ávikavist 5, 5 og 4 kvinnur út av hvgrjum 1000 kvinnum og í øllum londunum er talan um eina lítla minking í mun til 1985. Nógv færri mannfólk enn konufólk velja hesa loysn- ina. Tølini eru små og av Norðurlondunum liggur Danmark á odda við 5256 mannfólkum í 1995. Í øllum Norðurlondunum uttan í Svøriki er talan um ein litl- an vøkstur, men hóast so er, er tvífalt so vanligt í Dan- mark, at mannfólk verða steriliserað enn konufólk. I teim flestu Norðurlond- unum nýtist einki loyvi til at lata seg sterilisera eftir at ein er vorðin 25 ár. Eingi samanberandi hagtøl finnast fyri = Norðurlondini um brúkið at hít sum fyribyrgj- andi. Í Føroyum var talið av framdum fosturtøkum í tíðarskeiðnum 1986-1990 81 og í tíðarskeiðnum 1991-1995 57, sostatt er talan um eina munandi minking uml. 850 fosturtøkur framd- ar. Í hinum Norðurlondun- um liggur talið millum 200 og 300, í Føroyum væl undir 100. gi" wf Sþúálabúðin Galdandi fyri øll londini er, at flestu kvinnurnar, ið velja at taka fostrið, eru í aldrinum 20-24 ár. Kvinnur yngri enn 19 ár eru tó væl 2 Olavsøku- tilboð!!! Skjúrtujakkar bláir-gráir-beige hvítar a Troyggjur 100% bummull 298,- við í hagtølunum og tað er serliga galdandi fyri Grøn- land, Aland, og Ísland. Hag- talsbýti í aldursbólkar er ikki fyri Føroyar. Dr. Jakobsensgøta 21, tlf. 315315