Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 134 — 18. JULI 1998 „Flog“ hevði framsýning á sjálvum sandinum Fimleikur frá „flog“ í Fuglafirði Fimleikafelagið „Flog“ skipaði fyri undirhaldandi tiltaki í Fuglafirði 20. juni við millum annað fimleiki Vísandi til væleydnaða til- taki hjá Fimleikarafelag- num „Flog“ úr Fuglafirði, sum byrjaði klokkan 10 á morgni hin 20. juni, við køkutombola og loppu- marknaði, og endaði umleið klokkan 22 á kveldi við fimleiki, kappróðri við gummibátum, sangi Jóan- søkubåli og øðrum heima á sandinum, ynskja fyri- reikararnir at takka øllum, bæði hjálparfólki og ikki minst av gllum, sum vístu sín áhuga við at verða við, og hervið settu sín dám á hugnan og samveruna frá- líka summardag. summararobic A skránni hevur fim- leikafelagið „Flog“ summ- ararobic, sum er í Ítróttar- høllini á Kambsdali hvørt mána- og hóskvgld klokkan 20 í summarfrítíðini, tó Lesarabrev tíðindablaðið undantikið mikukveldið 20. juli. í staðin fyri hóskveldið 21. juli, har øll eru vælkomin at vera vid. Kostnadurin er 20 krónur fyri eina ferð. Byrjaðu fyrstu ferð månakvøldid 13. juli, og luttøkan varð heilt stór, men vit vanta og vóna enn fleiri komandi kvøldini. Alkoholiska Pestin Alt meðan neyðin, orsakað av alkoholmisnýtslu, sjaðist sum ringar í vatni, bendir alt á, at hvor pysluvognur í Tórshavnar Kommunu kann fáa skeinki- loyvi. Á brúnni stendur borgar- stjórin sjálvur og heldur seg skoða út yvir tignar sínar, með- an hann setur kikaran fyri blinda eygað. >Hugsjónin< er tann, at tess fleiri skeinkistød eru, betur >læra< vit at drekka: Jú, tey, ið smittað eru av alko- holisku pestini og trína dansin um gullkálvin, brúka hetta við at nú skulu føroyingar læra at drekka. Og tað verður sagt í ramasta álvara. Tit forsprákarar fyri út- breiðslu av alkoholi, eg skal her stilla tykkum nakrar fáar spurningar. Og fyri at lætta um hjá tykkum, so skal eg vera so beinasamur at svara teimum fyri tykkum. 1. Vita tit, hvussu ringt tað er at drekka seg frå håsi og heimi, konu/marni og børn- um? Nei. . Vita tit, hvussu ringt tað er at liggja í dýkinum vegna drykkjuskap? Nei. 3. Vita tit, hvussu ringt tað er at vera vanvirdur av mest sum øllum vegna alkohol- misnýtslu? Nei. 4. Halda tit, at tað er til stutt- leika, at fólk í gllum ald- ursbólkum kring landið alt N drekka mest sum hvønn dag f viku? Ja (tørvandi vilji, sig- ur onkur). Sum ein verja fyri alkoholisku pestini verður mangan sagt, at tå verður vístur á dyr, um tú ert sjónliga ávirkaður á eini matstovu við skeinkiloyvi. Hetta er kolasvørt lygn, og borgarstjórin við sínum gull- kálvadansarum átti sum skjót- ast at søkt Almannastovuna um nýggjar brillur, um teir ikki hva ráð til tess sjálvir. Sjálvur havi eg nýliga sæð borgarstjóran gingið fram við eini matstovu við skeinkiloyvi. Har sótu tveir mans avdotnir beint innan fyri — mest sum til framsýning — hetta sá borgarstjórin helst ikki, men eg og fleiri við mær sóu tað. Og hetta er vanlig sjón har á staðnum. Ein annar ósið- ur sama stað, er tann sann- roynd, at hvgnn sunnumorgun kl. 11, meðan kirkjuklokkurnar ringja, lata barrdyrnar upp. Tað sær ikki júst dámligt út. Og tað er ikki óvanligt, at menn leiga sær kamar á Hotel Føroyum og drekka har fyri fleiri túsund krónur, uttan at verða vístir á dyr. Sjálvandi munar hetta lítið í hagtølunum. Einans 6% av samlaðu nýtsluni stava frå nýtslu á matstovum, verður sagt. Tað er óivað rætt. Men hví í allari víðu verð er tað so umráðandi at fáa hetta talið upp eftir? Tað kann einans vera fyri at lívga um smá- og stórkapi- talistarnar, sum liva av at sorla mannalagnur: Fyrr í gldini vóru brennivínstraðirnar tann stóri sorgarleikurin, nú er bara talan um onnur virði. Sjálvandi verður meginpart- urin av alkoholi her á landi selt í Rúsunum og bryggjaríunum. Men tá tey, ið ringast eru fyri, ikki eiga fleiri pengar, royna tey at skava so frægt saman, at ráðini verða til ein dunk av húsarhaldsspritti, Royal d'Or ella hundashampoo. Økid tit bara um skeinki- loyvini, skaðarnir verða har eftir. Í Noregi meta teir, at skaðarnir har á hverjum ári kosta tað sama í peningi, sum 5 Lillehammer-olympiadur, umframt tey mongu, ið lata lív í ójavna stríðnum ímóti tí mátt- mikla Alkohol Kongi. Heilaga kúgvin, vinnan, sigst vera orsøkin til hetta áar- førid av skeinkiloyvum. Okk- urt frægari måtti verid at havt sum vinnuveg, enn at liva av alkoholi, sum hevur kostað okkum so nógv mannalív og so ófatuligar sorgarleikir. Tey, sum antin so ella so liva á lívsins skuggasíðu, munnu flest øll geva mær rætt í hesum sjónarmiðum. Arnbjørn R. Thomsen 21 | ÓKEYPIS Tíðindablaðið soslalurin = Box 76 pos:s00 110 Tórshavn == Undirritaði teknar seg sum haldara av Tíðindablaðnum Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Ég gjaldi bert fyri blgðini, sum eru eftir av ársfjórðinginum... Navn Búst Postnr., bygd/býur Tlf Undirskr [] Haldarar í Føroyum: 240,-/ársfj. [] Haldarar i Danmark: 425,-/ársfj. [3 Haldarar í Danmark, 5 blød i senn: 340,-/årsfj. [] Onnur lond: Ymiskir prísir