týsdagur 21. juli 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
selv ="
Takið MVG av
trygdarútgerð!
Oddagrein
MANGAN hevur verið tosað og talað um at
sleppa allari trygdarutgerå undan avgjøld-
um, men lítið og einki er hent. Sum er, skal
meirvirdisgjald gjaldast fyri vanliga trygdar-
útgerð til bátar, bilar og annað líknandi.
NÓGV trygdarútgerð krevst til bátar yvir eina
ávísa stodd, sum eftir gamla mátinum svar-
ar til áttamannafar. Og tað er púra rætt at
krevja hesa útgerð, tí nógv dømi eru um, at
slík útgerð er komin væl við.
SO kann sjálvandi spurnartekin setast við,
hver munurin er millum en góðan bát við
dekki, sum er 22 fotur, og eitt áttamannafar,
sum er 24 føtur. Trygdarkrøvini til tann fyrra
eru nógv minni enn til tann seinna, tí markið
liggur um 24 føtur. Men hugsast kann, at
tann fyrmevndi báturin fer bæði longri leið
og fer oftari út í ivaveðri.
VIÐVÍKJANDI trygdarútgerð, so eiga lands-
politisku myndugleikarnir at taka henda
spurningin um mvg á trygdarútgerð upp og
endurskoða reglurnar á hesum eki. Føroy-
ingar eru eitt sjófarandi fólk. Fjórða hvort
húski hevur kanska bát, og teir flestu for-
oysku dreingirnir tráa helst eftir at koma í
bát, so endamálið eigur at verða, at allir
bátar hava ta neyðugu trygdarútgerðina.
HER verður hugsað um bæði bjargingar-
vestar, whf-sendara, bjargingarkrans, bjarg-
ingarbåt, segl, neyðrakettir o.a. Flestu storru
bátar hava whf-ara, men óivað høvdu fleiri
bátar, sum ikki koma undir kravið, havt
sendara, um teir vóru 25 prosent bíligari.
FÁIR stuttleikabátar hava bjargingarbát,
hóast gummibåturin hevur bjargað mongum
manni. Men vóru teir bíligari, høvdu óivað
fleiri stuttleikabátar havt bjargingarbåt, tí
munur er á at keypa ein bát fyri 12.000
krónur enn ein fyri 16.000.
SO kann onkur sjálvandi spyrja, hvaðani
skal mista inntekan hjá landskassanum
takast. Sum demi kann nevnast, at heima-
stýrið kann sjálvt fara at umsita >tinglýsing-
ina«, sum er eitt yvirtikið målsøki, men sum
danski dómarin, Sorinskrivarin, umsitur, og
tíkið eitt gjald, sum samsvarar við t.d. ting-
lýsingarkostnað aðrastaðni. Hetta kundi ver-
ið ein okt inntøkukelda, tí verandi kostnaður
er settur eftir rakstrarkostnaði. Men fyrst og
fremst eigur at verða hugsað um trygdar-
útgerðina — og eina bíligari trygdarutgerå.
Hon kann sanniliga spara í seinna enda.
Sosialurin
Føroyskt pass - einki annað
Vit eru føroyingar, serstøk
tjóð, verður sungið og við-
hvort reypað. Tó eru vit ikki
meira serstøk tjóð, enn vit
higartil ikki hava havt okk-
ara egna samleikaprógv —
okkara pass — sum vísir, at
vit eru føroyingar.
Hitt grøna passið, sum nú
knappliga kallast hitt før-
oyska passið, er hvørki
fuglur ella fiskur. Kortini
stendur orðið »føroyingur«
í ti. Men nakað føroyskt
pass hevur tað aldri verið
og verður aldri annað enn
eitt danskt pass, sum kann
brúkast av føroyingum.
Eins og tey gomlu koyri-
kortini, sum nú móti end-
anum hava verið donsk
koyrikort, sum bara føroy-
ingar fingu og brúkt. Danir
brúka ES-koyrikort. Og á
sama hátt er við føroysku
pyntipeningaseðlunum,
sum eru danskir peninga-
seðlar, gjørdir av danska
tjóðbankanum til brúks í
Føroyum. Teir eru púra 6-
neyðugir. Matadorpeningar.
Eingins um helst orsøk
hevur nakrantíð verið at
brúkt teir. Føroyskir eru teir
so ikki, og vit fáa ikki før-
oyskar peningaseðlar fyrr
enn vit hava føroyskan tjóð-
banka.
Men úrmælingurin av
Oyri náddi at skapa ein
imagineran trupulleika,
áðrenn hann fór frá sum
løgmaður. Knappliga vildi
hann vera við, at grøna
passid voldi føroyingum
ómetaligar trupulleikar,
hóast hetta als ikki passar.
Og sum trøll úr eskju sprakk
hann upp við tí reyða ES-
mirakulpassinum í hondini.
Hetta skuldi loysa allar
trupulleikar føroyinga. Men
í hesm passi stendur, at
eigarin er dani og ES-borg-
ari. Nú sigur passið bein-
leiðis ósatt. Føroyingar,
sum búgva í Føroyum, eru
jú ikki ES-borgarar. Ikki tí,
hóast størsta ynski Ed-
munds er at fáa Føroyar inn
í ES, sum eina danska blind-
gørn, so at vit eins og danir,
geva alt sjálvstýri frá okk-
um, so er framvegis stórur
meiriluti her á landi fyri, at
Føroyar halda seg uttan fyri
henda stórtýska felagsskap,
hinum Fjórða Ríkinum, um
tú vilt.
Men hesin >trupulleikin<,
sum als ikki er til, verður
loystur av sær sjálvum,
møg innan eitt år ella
. I nåverandi samgongu-
skjali stendur klårt og greitt,
at føroyska ríkið skal stovn-
ast um stutta tid, hetta merk-
ir eisini føroyskan heima-
rætt, og vid føroyskum
heimarætti er eitt veruligt
føroyskt pass ein sjålv-
fylgja.
Sjålvsagt talar Høgni
Hoydal at, tå stødugt fleiri
føroyingar nyta eitt fyri før-
oyingar ólógligt pass, og
sjálvsagt vil hann steðga
hesum vitloysi Tað skal
vera mín vón, at hann um
stutta tíð verður Føroya
fyrsti = uttanríkismálaráð-
harri, so at vit fáa skil á við-
urskiftum okkara við út-
heimin.
Og lat tað so verða sligið
fast, at tað er púra líkamik-
ið, um komandi føroyska
passið verður morreytt við
grónum prikkum ella hvat
tað nú verður. Bara tað er
føroyskt, umboðandi ein
borgara i føroyska rikinum,
og hann kann væl vera kin-
verji ella sudurafrikani, bara
hann hevur føroyskan rikis-
borgararætt. Liturin hevur
einki at siga.
Á sama hátt við stuttu
brókunum hjá oyradrong-
inum. Tær verða ikki meira
føroyskar av at vera í lit-
farnum føroyskum litum.
Arnbjørn R. Thomsen
Mangt broytist å mansins ævi
At mangt broytist å man-
sins ævi gongur týðuliga
fram, nú rættindi hjá fak-
rørsluni eru í vanda.
Tað má vera ein ringur
ráki í munninum á lands-
stýrismanninum Karsten
Hansen, nú hann gongur á
odda við fólkaflokkinum
við tí endamáli at máa stød-
ið undan rættindunum hjá
fakrørsluni. Rættindi til at
fara í verkfall vóru tey, sum
kendir tjóðveldismenn
bardust fyri, teir vardu borg
og tað væl og virðiliga. Men
nú er broytt í holuni. Flokk-
urin hevur vent tí verka-
fólki, sum stovnararnir
bardust fyri, teimum hevur
tað nýggja tjóðveldið vent
bakið, men tað kom eisini
fram, tá Signar á Brúnni í
útvarpssendingini í
andgletti segði frá, at tjóð-
veldisflokkurin var ein libe-
ralur flokkur og tað hava
teir so sanniliga hesa stuttu
tíð teir hava verið í sam-
gongu við fólkaflokkin, víst
í verki.
Flokkurin, sum var stovn-
aður sum ein arbeiðara- og
fiskimannaflokkur, er nú
blivin ein stuðulsflokkur hjá
tí eitursprænandi fólka-
flokkinum, sum bert hevur
ein fígginda: verkafólk og
sosialismu. Tjóðveldis-
flokkurin við ungu mann-
ing síni, sum einki kenna til
tað og helst ikki vilja kann-
ast við tað sum undan-
gongumenn floksins stóðu
fyri, teir føla seg betur í
flokki við fólkaflokkium.
Ja, mangt broytist á man-
sins ævi, kanska eru tað tær
ungu kreftirnar, tær, sum
hava fingið sína útbúgving
á RUK við donskum stuðli,
sum ikki vilja kennast við,
at í fimtiårunum var tað
tjóðveldisflokkurin, sum
hevði ræðið á Føroya Fiski-
mannafelag. Erlendur Pat-
ursson sáli var formaður og
honum undir lið stóð Frede-
rík Hansen sáli. Teir vóru
menn, sum vardu borg,
sjálvt um tað kostaði nógv,
serliga var tað Frederik,
sum skrivaði navn sítt í søg-
una sum tann, ið vildi verja
tey vunnu rættindi, tey rætt-
indi, sum landsstýrismað-
urin í fíggjarmálum saman
við tjóðveldisflokkinum vil
broyta, soleiðis at styrkin
hjá fakrørsluni viknar. Hetta
er tónleikur í oyrunum á
teimum borgarligu.
Tað at stýra fram ímóti
einum sjálvstýrandi Føroy-
um, har tann arbeiðandi
fjøldin missir rættindi, sum
av undangongumonnum og
kvinnum eru vunnin við
blóð, sveitta og tárum, tað
er prísurin, sum tjóðveldið
letur fyri at sita í samgongu
og toknast folkaflokkijnum,
ein høgur prísur, men tað er
ikki alt. Í sambandi við
figgjarpolitikkin hjá verandi
landsstýrismanni hevði Jó-
annes Eidesgaard nakrar
viðmerkingar og atfinning-
ar. Til tær var tað ein av
ungu alvum tjóðveldisflok-
sins, sum hevði eitt aftur-
svar, ikki so at skilja, at eg
skal eins og Finnur Heims-
dal svara fyri tað, sum ann-
ar skrivar. Jóannes er førur
fyri at svara sjálvur, og
sama meti eg, at Karsten
Hansen er. Finnur Helms-
dal hevur enn ikki í hesum
leiki sett spónin í greytin,
men lat meg skoyta uppí, at
hann tó hevur rætt í onkrum,
hann førir fram. Fyrr var
illa. Tað er rætt, at Jóannes
sum formaður javnaðar-
floksins eftir mínari metan
hevur gjørt mistøk, tað var
eftir minari metan eitt
mistak, at vit slitu samgong-
una við sambandsflokkin og
lótu lyklarnar til fólkaflokk-
in. At lata tað politiska stýr-
ið til fólkaflokkin, nú fram-
gongd var sjónlig og sum
teir eisini hava fiftgið við-
rák til valið, tað var polit-
iskt skeivt. Men tað mest
avgerandi mistakið var at
skjóta uppá tjóðveldis-
flokkin sum leiðara av sam-
ráðingum um landsstýri, tá
fór tjóðveldisflokkurin í
fólkafloksleypin og javnað-
arflokkurin settur uttan fyri
alla ávirkan. Og verður
framhaldið soleiðis sum
útlit eru fyri, so er einki gott
í væntu.
Men egmá sanna, at hesi
av mær mettu mistøk haav
ikki órógvað tað, at Jóann-
es Eidesgaard stendur sterk-
ur í flokkinum, so helst er
tað ikki bara tjóðveldis-
flokkurin, sum er broyttur
hevur skift kós, men før-
oyskur politikkur sum heild.
Lat meg enda við tí, sum
Karsten Hansen segði í út-
varpinum nú um dagarnar,
har hann vísti til tey 7 ringu
og tey 7 góðu árini. Um tað
verður soleiðis, sum søgan
sigur, so verða tað tey veik-
astu, sum koma at líða mest.
Við tí gongd, sum er sjón-
lig, so verður tað verka-
mannafjøldin, tå hon miss-
ir sín rætt at mótmæla, men
verður drigin fyri rættin.
Tað er ein rættur, sum tjóð-
veldisundangongumenn
bardust fyri, men tað hevur
ikki tann stóra politiska
týdningin at verja vunnin
rættindi hjá føroyskum
verkafólki, tá ein sjálvur er
tryggjaður sum danskur em-
bætismaður við danskari
løn og eftirløn
Mefjan verkamannafjøld-
fer vig eftir å berum.
f politikkur verdur
framdur av tjóðveldis- og
fólkafloksumboðum. Jú,
sanniliga, pípan hevur fing-
ið annað ljóð.
Sverre Midjord