mikudagur 10. desember 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 236 - 11. desember 2003
Nr. 236 - 11. desember 2003
25
Kim Simonsen
Í vikuskiftinum herfyri
vóru fundir bæði um Norð-
urlensk mál og bókmentir á
nýggju
Norðuratlants
Bryggjuni – Norðurbryggj-
uni. Henda stevna kallaðist
"Nordiske sprog- og litte-
raturdage". Við vóru mál og
bókmentagranskarar, høv-
undar frá Íslandi, Grøn-
landi og Føroyum. Úr Før-
oyum vóru komin Oddvør
Johansen og frá Universi-
tetinum í Keypmannahavn
deildini fyri Arnamagne-
anskt tosaði Jógvan Isak-
sen. Úr Grønlandi tosaði
bert hin ungi yrkjarin Kelly
Berthelsen og ein danskur
granskari helt røðuna um
grønlendska mentan og
bókmentir í dag.
Heili 10.000 fólk høvdu
funnið sær vegin út á
Bryggjuna hetta vikuskiftið
sigst til eina fjølbroytta
skrá á Norðurbryggjuna,
sum framum at húsa am-
bassadum og viðskifta-
stovum fyri tey trý londini,
eisini er eitt nýtt mentanar-
hús og sentur fyri vinnulív
og gransking. Mánadagin
eftir lat so matstovan Noma
upp fyri almenninginum
við kenda kokkinum Claus
Mayer sum kokki.
Hvussu hetta hús ætlar at
blanda seg innan gransking
veit eg ikki heilt, men her
eru góð høli til at halda
smáar og stórar ráðstevnur
og tey bjóða í einum fald-
ara fólki at skipa fyri kjakið
um aktuel evni.
Vigdís Finnbogadóttir
stovnurin
Hesa ráðstevnuna hevði ein
stovnur kallaður "Vigdís
Finnbogadóttir Instituttet
for Fremmedsprog" við
Universitetið
í
Íslandi.
Fyrrra dagin varð tosað um
mál, har vóru fólk sum Jørn
Lund, Pia Jarvard, sum
tosaðu um málpolitik í
Norðurlensku londunum.
Seinna dagin vóru Norður-
lenskar
bókmentir
á
skránni
Um Einar Már
Gudmundsson
Fyrsti talarin var hin kendi
kritikarin í Danmark Erik
Skyum-Nielsen, ið hevur
týtt hópin av íslenskum
bókum til danskt. Serligani
er hann kendur fyri at týða
Einar Már Gudmundsson
til danskt. Gudmundsson
hevur skrivað søguna hjá
undirstættini í Norðanlond-
um, við at taka støði í egn-
ari familju. Hann vil sum
frásøgumaðurin í "Drømme
på jorden" "give tausheden
mæle". Tað er ein dupultur
tráður av hugflogi, saga og
modernaðum heimstaðar-
forteljara, í stíl við William
Heinesen, ið vit møta í
vøkru bókunum hjá hesum
óvanligani gávaða høvund-
inum. Mest av øllum eru
bøkur sum "Vingeslag i
tagrenden", "Regndråber-
nes epilog", "Drømme på
jorden",
"Universets
engle",
"Fodspor
på
himlen" og yrkingarsøvn
sum "Orkanens øje" og
stuttsøgusøvn sum "Måske
er posten sulten" merktar
av
humor
og
djúpari
melankoli. Tað eru altíð
djúpt tragiskar søgur, men
altíð settar fram við humor
og ikki minst og mest
umráðandi av øllum, man
kann merkja at Einar Már
elskar hesar ørvitisknokkar
og megalomanu tankans
Djengis Kahnar, sum tó
mest endaðu við at koyra
taxa í Reykjavík.
Erik Skyum-Nielsen tos-
aði um eina Vestnordiska
traditión innan skaldskap
og forteljing, har tað munn-
liga er nærverandi.
Grønland eitt land
ávegis
Fyri Grønland kom yrkjarin
Kelly Berthelsen, ið hevði
onkrar stuttligar yrkingar,
m.a. tá fólk tosaðu fyrr um
"tey villu", um grønlend-
ingar sum villar, tá hevði
hann hug at tosa um hini
sum "tamd", sum tamar
hundar. Annars var hesin
yrkjarin
ikki
serligani
búgvin í myndamáli og
legði fram í einum nærum
ómodernaðum
stíli,
ið
kundi tykjast naivur.
Annaðleiðis generaliser-
andi var Kirsten Thisted frá
Institut for Minoritetsforsk-
ning á Københavns Uni-
versitet. Hon hevur arbeitt
við grønlenskum. Hon tók
til, at Grønland í dag er eitt
land sum er mitt í einari
ógvusligari tjóðarbygging.
Hon læs ymiskt upp um
hetta, har grønlenskir høv-
undar hava fyrihildið seg til
hetta rák. Serligani áhuga-
verdur er Ole Korneliussen,
sum tosaði um at spreingja
allar røtur til forfedrar og
vildi skapa ein persónligan
samleika heldur enn hin
grønlenska felagssamleik-
an. Fara vit til modernitets-
gransking og modernaða
sosiologi síggja vit t.d. hjá
Anthony Giddens, at mun-
urin á einum siðbundnum
samfelag sum grønlenska
fangarasamfelagnum, sum
skjótt er horvið, og einum
modernaðum
samfelag,
mest av øllum er hesin sum
Korneliussen skrivar um, at
upprunafólk siga "vit",
meðan modernaði fólk siga
"eg". Hesin modernaði
grønlenski útisetayrkjarin
hevur fingið eina frástøðu
til tað grønlenska sum oft-
ani bert útisetar kunnu fáa.
Hann vil gera av við
fortíðar- og forfedradyrkan.
Her síggja vit ta sentralu
konfliktina í Grønlenska
samfelagnum í dag, hana
millum
modernitet
og
gamla samfelagið. Kornel-
iussen vil hava modernitet
og spreingja forfedradyrk-
anina og allar røtur við
dynamitti.
Hjá høvundum sum Hans
Anthon Lynge møta vit tó
einum nógv meiri pro-
grønlenskum lyndi.
Føroyingar tosa uttan
íhald
Jógvan Isaksen tosaði um
føroyskar bókmentir sædd-
ar við postkolonialistiskum
brillum, her serligani um
William
Heinesen
og
Jørgen-Frantz
Jacobsen.
Postkolonialisma er eitt hitt
nýggjasta ástøði innan bók-
menta og mentanargransk-
ing. Sjálvt ástøði er runnið
av rótini innan poststruk-
turalismuna (Foucault) og
arbeiðir ofta við at endur-
tulka bókmentir og bók-
mentasøguna, her serliga
bókmentir sum viðgera
viðurskifti millum fyrrver-
andi hjálond og fyrrverandi
hjálandaveldi.
Serligani
kendur
er
Edward W. Said fyri at
skriva um, hvussu vestur-
heimurin kom at lýsa
viðurskifti í Miðeystri, sum
eykent av eini "oriental-
ismu", ið er ein avlagaður
og avskeplaður háttur at
seta viðurskifti fram, eyð-
kent av einari serligari
snerkjan ella eini hálovan
av onkrum mystiskum, har
sannleikan verður rangtulk-
aður. Vit merkja hetta
mangan eisini, har útlend-
ingar sum t.d. kendi sjón-
varpsmaðurin Søren Ryge
Petersen bert hevur áhuga í
brimi, fuglum, bjørgum og
einum útvaldum parti av
føroyska
veruleikanum,
sum hann kann gloypa um
við
sínum
romantiska
hjarta. Ryge Petersen hevur
ongan áhuga í at fara í
Tórshøll ella Tórsvøll, í
SMS, á ein dagstovn ella á
eina føroyska stongda deild
fyri
sinnissjúk.
Sosiali
veruleikin í dag hevur lítlan
og ongan áhuga fyri slík
fólk. Eg havi sjálvur møtt
fólki á Ráðstevnum í USA
og í Europa, sum í den grad
folklorisera og romantisera
Føroyar og Ísland sum ein
"reinan" (rasureinan) upp-
runaligan og mergjaðan
heim av bardum, skjold-
møer og víkingaroksi. Eg
kann ikki taka slíkt í álvara,
eins lítið sum ávísir órúm-
ligir málsligir føroyskir
fanatikarar romantisera og
hava "enduruppfunnið" sær
eitt "Ultima Thule", ið er
tankin
um
málsliga
Kánanslandið Ísland. Hesi
hava heldur ongan áhuga í
modernaðari
íslenskari
mentan við punkrokki,
amerikanisering, sushibarr-
um, náttarlívið og teim
lívligu íslendingunum, sum
mær dámar so væl at tosa
við. Liminir í hesum felag-
inum av "íslandistum" vilja
bert hoyra um sagnir og
ævintýr, um Grettir og
Eirik Skallagrímsson, með-
an moderniteturin í Íslandi,
hann eg havi møtt, fer
brølandi kring um hvørt tað
einasta gøtuhorn í hesum
landinum í dag. Tað er hetta
vit føroyingar eiga at læra
av og ikki sita føst í fonnum
sum nøkur nationalromant-
isk hým og dyrka fortíðina.
Postkoloniala ástøði kann
minna um ideologikritiskar
leiðir sum feminismuna og
marxismuna, men her í eini
postmodernaðari útgávu og
tí kemur henda leiðin
mangan at gerðast alt ov
uttanvelta í mun til listaliga
góðsku (retorik og tulking)
t.d., har bókmentir gerast
ein lítil partur av bók-
mentasøguni, meðani kolo-
nial søga yvirtekur pallin.
Jógvan Isaksen legði fyri
við at sitera Elisabeth
Taylor sum ferðaðist í
Føroyum í 1890inum, sum
tók til, at hon hevði ongan-
tíð hoyrt fólk sum tosaðu so
nógv sum føroyingar. Hetta
punkterar kanska okkara
sjálvsmynd um at eldru
føroyingarnir vóru tigandi
fólk. Jógvan tók samanum
hvussu føroysk mentan var
ávirka av Vedelsa vísubok,
av Kingo og spurdi hvar eru
føroysku sálmayrkjarnir?
Hann tók leiðina frá Debes
via Svabo til romantikkin
og Svend Grundtvig. Og
legði so at knýta saman
millum hesa føroysku mið-
øld og William Heinesen og
tvørleikarnar hjá hesum at
skriva á donskum. Um hví
William ikki vildi innstill-
ast til Nobel. Og tá hann
fekk Norðurlandavirðisløn-
ina í 1965, men var noydd-
ur at deila hana, skrivaði
hann til eina av teim, ið
hevði lova honum hana
"Jeg takker dig af mit halve
hjerte". Jógvan kemur eis-
ini granska serliga máls-
liga búnan hjá William.
Jógvan hevði eisini ein
góðan sans fyri at Føroyur
við at fara frá einum
feudalum bóndasamfelagi
loyp modernitetin nærum
um, sum endaði við at vit
ikki fingu eina yvirgongd,
ið førdi til konservatismu
og radikalar og víðgongda
hugsan.
Ísland er málsligani
uttanfyri
Eitt stórt problem hendan
dagin var, at íslensku
granskarnir vóru noyddir at
tosa danskt, ið teir duga so
illani, at tað er nærum
ógjørligt at skilja, hvat teir
siga. Danmark er fyri Ís-
land eitt land og eitt mál
man hevur fortrongt og tí
ikki lærir í álvara. Íslenskir
granskarar lesa oftani heil-
ar útbúgvingar í USA, ið
bert er gott, hetta ger tó
eisini, at hesi ikki til endans
duga at føra eina fornuftiga
framløgu á donskum ella
øðrum norðurlenskum mál-
um. Tað er píniligt at hoyra
fólk standa og feilúttala alt
og leggja øll trýst í málin-
um ravruskandi skeivt,
soleiðis at danska málið
verður bronglað til ókenni-
ligheit. Eingin somaliari
ella pakistanari í Danmark í
dag tosar so pínligani
elendugt danskt sum ís-
lendingar, teir duga yvir-
høvur ikki danskt, stutt
sagt. Eg kann heldur ikki
siga við meg sjálvan, at eg
dugi italienskt tí eg dugi
eini 25 orð og eini fýra fast-
ar
vendingar.
Lurtarin
missur tráðin beinanvegin
og hetta hendur við teim ís-
lensku yrkjarunum. Glo-
baliseringin hevur gjørt, at
vit eru noydd at samskifta
við íslendingar á enskum
og ikki billa okkum inn, at
man kann føra eina áhuga-
verda samrøðu innan vís-
indi við fólkum, sum eru
málsliga uttan førleikar og
tí púra brekað.
Betri gekk tá Einar Már
Gudmundsson, ið hevur
búð niðri, kom fram á pall
at lesa yrkingar og eitt brot
úr nýggju bókini "Navnløse
veje" frá 2003. Bókina vil
eg viðmæla, hon rættu-
ligani góð. Einar Már er ein
stórur entertainari og tikin
úr leikum sum upplesari.
Rætt mær norðurljósini!
"Tú sum hevur heim títt
á eini oyggj í hjartanum
og himmalrúmsins víddir
sum gongubreyt undir tínum fóti (…)"
Einar Már Gudmundsson
frá yrking kallað "Nordlýsi í Tórshavn"
– Fundir á nýggju Bryggjuni
Norðurbryggjan er sjósett og
hevur longu víst sín stóra
týdning
Mynd Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
25
24