hósdagur 23. juli 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðfólk: Ljósmyndari: Útgevari, uppseting og prent:
Dagny Joensen, Jens Kristian Vang Sp Sea
= | mn | Sinn Amen
mil L. r og sela: avegur 26,
Sveinur Tróndarson Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76,
Turið Kjølbro 110 Tórshavn
Nú koma tey stóru
ferðamannaskipini
Oddagrein
HETTA er tann tíðin, tá stóru ferðamanna-
sige leggja leidina til Føroya. Sum so er
einki nytt í hesum, ti ferðamannskip hava
vitjað í Føroyum á nærum hverjum sumri
langt langt aftur í tíðina.
MEN alt broytist og so er eisini við hesum.
Skipini gerast fleiri og storri, og hetta merkist
so eisini her hjá okkum. Nú skal ein ikki gera
alt upp í pengum, men tað er ein veruleiki,
at ferðamannaskipini, geva sítt íkast til sam-
felagshúsarhaldið, um ikki talan er um so
nógv kortini. Men tó eiga vit ikki at undir-
meta týdningin hesi ferðamannaskipini hava
fyri landið.
EITT er tað, at Tórshavnar Havn, har tey
flestu skipini koma, fær væl av inntokum frá
hesum skipum. Annað er, at mongu ferða-
fólkini, sum fara í land, leggja eisini nakað
eftir seg hjá handlum og fyritakssemi sum
heild. Mong fólk í landi skulu til at taka sær
av hesum ferðafólkunum, og ein má siga, at
her er bygd upp ein ekspertisa, sum vit ikki
eg at undirmeta heldur. Fólk innan ymisk
yrki hava bygt upp drúgvar royndir, og tað er
greitt, at tess betur hesi fólk gera sítt arbeiði,
tess størri tydning fáa hesar vitjanir fyri okk-
um sum ferðamannaland.
TAÐ hevur nógv at siga, at væl er skipað fyri
og at alt gongur, sum tað eigur. Vit hava var-
hugan av, at vit her eru sera væl fyri, tí talan
er um fólk, sum duga væl at skipa fyri. Sum
nakað nýtt verður nú eisini farið umborð á
stóru ferðamannaskipini við tænastuveit-
ingum, og dømi um, at hetta riggar væl, var
tá stóra ferðamannskipið Crystal Symphony
legði til bryggju í Havn í vikuni. Kunning-
arstovan og Føroya Banki høvdu fólk á staðn-
um, og hetta gav bæði ein internationalan
og protessionellan dám. Nakað, sum vit før-
oyingar ikki eiga at undirmeta heldur, nú vit
so fegin vilja hava fleiri ferðafólk henda veg-
in.
TAÐ er greitt, at hesi stóru ferðamannaskip-
ini leggja nakað eftir seg, tá hugsað verður
um, at ikki færri enn 24 av hesum skipum
koma til Føroya um árið. Eisini er hetta eitt
slag av ferðamannavinnu, sum kostar okkum
lítið. Her skulu ikki gerast ílogur ella stórvegis
hávi burtur úr. Tað koyrir bara. Men okkara
porte må so ikki liggja eftir, og tað ger hann
eldur ikki. Veðrið kunnu vit so einki gera
við. Eingin ivi er um, at tað verður gjørt nógv
fyri at fáa enn fleiri skip henda vegin. Slík
marknadarføring er gull verd, og tí eiga bæði
myndugleikar og ferðavinnan sum heild at
taka saman hendur fyri at fáa so mong ferða-
mannaskip til landið, sum til ber. Áhugavert
kundi annars verið at sæð roknistykkið yvir,
hvat t.d. tey 24 skipini og ferðafólkini leggja
eftir seg í Føroyum i ár, og hverja åvirkan
hetta hevur á búskapin.
… Haldið sostalin
Lesarabrev
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post & sosialurin.fo
Samfelag fyri øll
M.B.F. hevur síðan ár teirra
brekaðu í 1981 arbeitt fyri
at vinna brekaðum, blind-
um, deyvum, menningar-
tarnaðum og øðrum saman
við limafeløgum og for-
eldrabólkum, at hesi skulu
fáa mannsømandi lívskor at
liva og virka á jøvnum stødi
við fólk, ið eru frísk. Tað
hevur líka síðan tá verið ar-
beitt við at fáa loyst at-
komutrupulleikar og bú-
stovnatrupulleikar og við-
gerðartrupulleikar og hvers
drúgvt arbeiði liggur aftan
fyri og nógv fundar- og
skeivirksemi at menna før-
leikaevnini hjá oman fyri
nevndu.
Tað vóru áhugaverdir
fundir, ið MBF og felagið
Javni, landsfelagið menn-
ingartarnaðum at bata, skip-
aðu fyri úti í læraraskúla-
høllini 18. apríl, og 20. april
á Hotel Hafnia, har atkomu-
trupulleikar og bústovna-
trupulleikar vórðu nógv
umrøddir. Tað tykist vera
trupult at fáa kommunal- og
landspolitikarar at skilja
hesar trupulleikar, at ynskj-
andi er at fáa við í kommu-
nalu og landsætlanir, at
hesir atkomutrupulleikar og
bústovnatrupulleikar = og
viðgerðartrupulleikar skulu
loysast, hvat stórur tørvur
er á í dag. Tað skal tí verða
sagt, skulu vit føroyingar
skapa eitt samfelag fyri øll,
so verða allir limafelags-
skapir og foreldrabólkar, ið
eru umboðað innan MBF,
at taka lógvatak fyri at fáa
kunna kommunal- og lands-
politikarar um støduna hjå
brekadum, blindum, deyv-
um, menningartarnadum og
ødrum. Tað hevði ti verið
upp á sítt pláss, at kommu-
nalir og landsmyndugleikar
og aðrir tóku umboð fyri
MBF og limafeløg og for-
eldrabólkar við upp á ráð i
kommunal- og landsætlan-
ir, ið framdar verða og rað-
festingar av arbeiðum, so at
nevndu trupulleikar verða
loystir. Tað er eingin í dag,
sum kann ímynda sær eitt
samfelag uttan brekað,
blind, deyv, menningar-
tarnad og onnur, og øll tey
gomlu og sjúku, sum verða
burturgoymd á ellis- og
røktarheimum og sjúkra-
húsum og bústovnum/stov-
num og sambýlum og vard-
um íbúðum, sum ein er
nógv ímóti.
Tað kann verða spurt,
hvat skuldu vit gjørt við øll
arbeiðs- og starvsfólk inn-
an Almannasovuna og pen-
sjóns og forsorgardeildirnar
og almanna- og heilsurgkt-
arskipan og sjúkrahúsverk
og sosialu deildirnar hjá
kommunum kring alt land-
ið, høvdu vit ikki tey oman
fyri nevndu ímillum okkum
í tí dagliga lívinum. Tað er
tí, at hesi hava uppiborið at
uppliva dagliga samfelags-
lívið og náttúru og um-
hvørvi við at skipaðar verða
útferðir kring alt landið og
uttanlands, so at hesi kunnu
fáa upplivingar á sama hátt
sum frísk menniskju, sum
ikki eru í somustødu sum
hesi, ið ein hevur samkenslu
við, og MBF-limafeløg og
foreldrabólkum.
Tað allarfyrsta, sum eigur
at verða framt at kommu-
nalum myndugleikum, er at
fáa skift kantsteinar út við
skrásteinar við fótgongu-
teigar, so at tey í rullistólum
tá kunnu sleppa upp á og
niður av gongubreytum við
fótgonguteigar allastaðni á
bygd og í bý kring alt landið
og at fáa teleslyngur, t.v.s.
ávaringarljós og -ljóð. Tað
næsta er so at fáa skift hurð-
ar og gáttir og trappur út við
dyr við ongum gáttum og
koyribreyt til dyrnar, so at
tey í rullistóli kunnu koyra
til avgreiðslurnar, ið fleiri
av stovnum hava fingið her
í Havnini, sum ynskjandi er
at fáa aðrastaðni. Tað vil
siga bústovnar/stovnar/ellis
og rgktarheim og sjúkrahús
og sambýli og vardar íbúð-
ir og vard verkstød/verkstød
og skúlar og ítróttar- og
samkomuhøllir og kirkjur
og samkomuhús kring alt
landið og at fáa teleslyng-
ur, t.v.s. ávaringarljós og
ljóð við neyndu pláss.
Tað er eisini ynskjandi at
fáa fotocellur oman fyri
dyrnar ella knøttar at trýsta
á til at lata upp og aftur
dyrnar hjá teimum í koyri-
stóli, so hesi fáa eins góðar
atkomumøguleikar, sum
tey, ið eru frisk sum mong
avvarðandi og foreldur hava
stríðst við kommunalu og
landspolitikarar og mynd-
ugleikar og valdir síðani ár
teirra brekaðu í 1981.
Tað er ein stór skomm
fyri okkum føroyingar,a t
vit skulu vera langt aftan
fyri Norðurlond og knnu
samanlíkna okkum við
Kenja í Afrika, tá tað snýr
seg um at fáa loyst hesar
atkomutrupulleikar, sum
áður nevnt so mong stridast
við í ti dagliga lívinum
kring at landið. Tað er ikki
minst galdandi at fáa loyst
atkomutrupulleikar innan
samferðsluna við Bygda-
leiðum og strandfaraskip-
unum, og tá ið talan er um
atkomutrupulleikar við dur-
um, gáttum og trappum at
fáa skift út, so vit fáa
koyribreyt við fotocellum
oman fyri dyrnar ella knøtt
at trýsta á hjá teimum í
koyristólum og lift til buss-
ar og strandfaraskip, sum
kunnu taka hesar koyristól-
ar.
Tað hevur skund hjá av-
varðandi og foreldrum at
fáa loyst hesar trupulleikar,
nú hesi eru komin upp í
árini og vilja hava eina
trygd fyri børn, ungdómar
og tilkomin teirra fáa
tryggja mannsømulig kor,
og at øll hesi eisini fåa sini
rættindi og virkis- og
lestrar- og lærumøguleikar
og fritidarmøguleikar á
sama hátt sum tey frísku.
Tað kostar fleiri mill. kr. at
senda føroyingar fleiri
ferðir um árið niður á Rík-
issjúkrahúsið í Keypmanna-
havn og at búleikast á Ho-
tell Tórshavn, sum skapar
nóg mikið av trupulleikum
hjá avvarðandi og foreldr-
um og hvers hesi eisini
stríðast við Almannastov-
una og pensjóns- og for-
sorgardeildirnar kring alt
landið.
Tað hevði verið ynskiligt
hjá teimum at fingið hesar
viðgerðir á Ríkissjúkrahús-
inum í Keypmannahavn
fluttar til Føroya, sum
kundu farið fram á teimum
føroysku sjúkrahúsunum.
Tað hevði spart okkum fleiri
mill. kr. um árið, og vit
høvdu loyst trupulleikarnar
hjå avvardandi og foreldr-
um at skula stridast vid Al-
mannastovu- og pensjóns-
og forsorgardeildir. Tað
kundi eisini verið skipað
fyri, at serlæknar/læknar
kundu komið til Føroya at
vidgjørt føroyskar sjúkling-
ar á føroyskum sjúkrahús-
um. Tað hevði verið ein
nógv betri og bíligari og
skynsamari loysn fyri okk-
um føroyingar, sum vit
skulu fáa kunnað kommu-
nal- og landspolitikarar um.
Tað kundi eisini verið
skipað fyri, at arbeiðs/
starvsfólk innan sjúkrahús-
ini fingu eftirútbúgvingar,
sum tørvur man vera á í dag
hjá teimum, so tær verða á
hædd við Norðurlond. Eis-
ini kundi verið skipað fyri
fundum og skeiðum at
kunna um ymisku
viðgerðarháttir so at gll
kunnu vinna sær størri
heilsubót, hvat øllum tørvar
í dag kring alt landið. Tað
hevur erið ein áhugaverd
sendirgð seinastu tíðina í
SvF hvert mikukveld,
»Ødrvisi vidgerdir«, sum
vit føroyingar skuldu fingið
til Føroya, so at alt fleiri og
fleiri føroyingar kunnu
byrja at fáa broytt sínar lívs-
vanar og fáa fjørbroyttan og
frískan kost og kosttilskot
og motión, sum øllum tørv-
ar í dag kring alt landið,
sum ein arbeiðir við í tí
dagliga. Tað er eisini stórur
tørvur á at fáa loyst íbúð-
arspurningin við sambýlum
og vardum íbúðum til brek-
að, blind, deyv, menningar-
tarnað, gomul o.m.o. kring
landið, sum hesi klara at
gjalda við almannaveiting
og pensjón, og at hava pen-
ing at liva fyri, hvat vit
skylda at hjálpa teimum við
í dag, so at tey fáa mann-
sømilig kor. Tað eru eisini
samskiftistrupulleikar, hesi
hava at dragast við Al-
mannastovuna og pensjóns-
og forsorgardeildir kring alt
landið, so hesi fáa kunning
um rættindi og skyldur, ein
kann koma aftur til at skriva
um.
Hans Birgir Hansen
$