Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðstjóri: Internet: www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Eirikur Lindenskov | | Blaðfólk: | Dagny Joensen, | Áki Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Sveinur Tróndarson ! Turið Kjølbro Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Lýsingar og sela: Jonhard Hammer Útgevari, uppseting og prent: Sp}: Sosialurin fem ur 26, Argj rgjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post esosialurin.fo Broytingartíð Oddagrein Í dag lata fýra stór oljufelog upp skrivstovu í Havn. Talan er um „The Faroes Partnership", umboðandi feløgini Amerda Hess, Dong, Norsk Hydro og Lasmo. Ein kann spyrja, hvat nytt og åhugavert er i hesum, ti tad er einki óvanligt i tí, at vinnulivsfyritøkur lata upp skrivstovur í hovuðsstaðnum. JÚ her er ein munur. Og hann er tann, at júst hendingin í dag er kanska eitt itøkiligt tekin um, hvønn veg tað ber á oljuøkinum. At fýra so stór oljufeløg festa røtur her á landi merkir væl, at tey hava stórar vónir til, at olja og ass finst við Føroyar. Aðrastaðni í verðini, ar felog arbeiða í nýggjum on plaga tey vanliga ikki at lata upp egnar skrivstovur fyrr enn tey hava fingið ein lisens ella hava funnið olju. FYRI kortum lat norska oljufelagið SAGA sum tað fyrsta útlendska oljufelagið upp skriv- stovu í Havn, og har tað eisini eru sett fólk, harímillum førovingar at arbeiða. Ein kann so siga, at munurin nú og tá er tann, at hesa- ferð er tað eitt oljusamtak við fýra oljufel- øgum, sum ger av at lata upp skrivstovu í Føroyum og seta fleiri fólk í arbeiði. Og talan er um risastórar fyritokur eftir foroyskum málistokki. EINGIN ivi er um, at hendingin í dag, mar- kerar eina byrjan til eina nýggja tíð í For- oyum. Hon signalerar, at ein heilt nýggj vinna stel ri framman. Her skulu vit tó gera okkum púra greitt, at eingin eigur at selja skinnið r enn bjernin er skotin. Og tað eiga førovingar eisini at gera sær greitt. A- hugin fyri at leita eftir olju vid Føroyar merkir ikki, at olja er her. Men so stórur er hesin áhugi og so nógv olja er longu funnin beint við markið, at nógv bendir á, at tað eisini t oljukeldur á føroyskum eki. Tann nroynd, at oljufeløg í dag bora á djúpum ii stutt frá føroyska fiskimarkinum, sigur ykkum, at oljuvinnan nærkast Føroyum við fullari ferð. Skuldi tað hent, og tað er tað sum stór oljufelog sum Mobil, Conoco og Arco í letuni vilja finna fram til, at olja verður funnin við markið, so kann ein bara ímynda sær moguleikan fyri, at oljukeldurnar - feltini um ein vil - eisini ganga inn á foroyskt oki. SAMANUMTIKIÐ kann sigast, avgerðin hjá teimum fýra oljufelogunum at lata upp skriv- stovu í Havn og tann sannroynd, at stór al- tjóða oljufeløg í løtuni bora beint upp at tí foroyska markinum, eru álvarsligar ábend- ingar um, at Føroyar ikki bert eru á veg inn í eina nýggja old, men eisini inn í eina nýggja tíð, har ein oljuvinna fer at fáa stórar avleið- ingar fyri alt samfelagið - uppá gott og ilt. Nú ræður so um at brúka allar kreftir - vit og skil - til at benda útviklingin tann vegin, at árinið á samfelagið og fólkið her býr, verður positivt og gott. Tað er lættari sagt enn gjørt, men tað er so upp til okkum sjálvi at avgera. Vit og aleina vit kunnu stýra útviklinginum, men til tess at kunna tað mugu vit eisini útbúgva fólk og alla tíðina hava tamarhald og stýring á útviklinginum. Eingin løtt upp- gáva, nei, men landið - undirgrundin - er okkara - og viljin er okkara. Livst so spyrst. Sosialurin Sjálvstýrisflokkurin tekur undir við tí, um uppskot kemur fyri tingið at hækka lønirnar til løgtingsmenn: — Eg havi leingi havt ta áskoðanina, at lønin er ov lág, og at tað er neyðugt at hækka hana. Eg veit ikki, hvussu nógv hon skal hækka, og tað er neyvan hugsandi, at hon fer at hækka til tað, sum eg haldi, at Føroyar og føroyingar høvdu havt best gagn av, at hon var, sigur Såmal Petur f Grund, sum er formadur i sjålvstyrisflokkinum å tingi. Hvussu tå? Tað skal loysa seg at vera politikari — Eg haldi, at tá millum trý og fýra hundrað fólk bjóða seg fram at vera vald inn á ting, so skulu tey, ið verða kjósaði, fáa eina løn, sum tey kunnu liva av, um tey vilja halga seg politiska arbeiðnum. Í prinsippinum haldi eg, at tað so at siga skal loysa seg fíggjarliga at vera politikari, men eg dugi væl at síggja, at politikara- lønirnar fara ongantíð at vera hægstu lønirnar í land- inum. — Fer tað at loysa seg fíggjarliga at vera politikari, so verða tað ivaleyst fleiri, sum bjóða seg fram, og so er sannlíkið ivaleyst eisini størri fyri, at vit fáa tey bes- tu fólkni upp í politiska ar- beiðið, heldur løgtingsmad- urin fyri sjálvstýrisflokkin Hann vísir í hesum sam- bandi á, at fyrr í tíðini fingu trolaraskipararnir seks part- ar. — Nú fáa teir nakað minni, men prinsippið er tað sama. Lenin er so mikið góð, at reiðararnir kunnu velja og vraka millum teir bestu. Tað lopysir seg fyri teir at fáa teir bestu, og tað hevði loyst seg fyri føroyska samfelag- ið, um tey bestu bjóðaðu seg fram at stýra landinum. Fyrimunirnir Sámal Petur í Grund er samdur við Finnboga Ísak- son, tá hann í blaðnum í gjár segði, at tað er so nógv ann- að arbeiðið tengt at tí at vera løgtingsmadur, enn bara at møta á tingfundum og nevndarfundum: — Tað verður ofta funnist at, at politiska orðaskiftið í Føroyum er so lítið og fát- æksligt og at politikararnir taka so litid lut f almenna ordaskiftinum. Eg eri ikki ósamdur í hesum, men eg haldi, at ein stórur partur av orsøkini er, at politikararnir eru ov illa fyri. Skalt tú taka lut í orðaskiftinum, so skalt tú hava nakað upp á hjartað, og skalt tú hava nakað uppá hjartað, so skalt tú brúka tíð til at seta teg inn í viður- skiftini. Tað hava føroysku politikararnir ikki í dag, tí teir brúka tíðina til at røkja aðrar skyldur, og tað er spell. Men broytingar í løn- arviðurskiftinum kundu bøtt um hetta. Tí ivist eg ikki í, sigur Sámal Petur í Grund. jh Nýumvæld høli til politiska arbeiðið Tað er stórt virksemi á gam- la apotekið í hesum døgum. Handverkarar av ymsum slagi stríðast fyri at fáa um- vælingararbeiðið liðugt, so løgtingsmenn fáa hóskandi hóli til politiska arbeiðið, sum ikki gongur fyri seg í m tingsalinum, nú teir 5 vur 1 undir eitt nýtt politiskt Tað er nakað síðani, at umsitingin hjá løgtings- skrivstovuni og allar nevnd- uttan figgjarnevndini ir gamla apotekið og in í håsini, har Dimma- tætting helt til, og nú verður beitt við at umvæla gamla apotek, soleiðis at hølini vera betri egnað til arbeiðið flokkunum og fíggjar- nevndini Arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt Glavsøkudag, og tað verður roknað við, at ætlanin fer at halda Tå farið verður til verka í politiska arbeiðnum eftir Olavsøku, fer figgjarnevnd- in at halda til í ovalu høl- unum út ímóti Aarvegnum, har apotekið var Flokkarnir hava hølini í erva. Onkrar umbýtingar hava verið, tí onkrir flokkar so at siga eru vaksnir úr høl- unum, sum teir hava havt T.d. er politiska manningin hjá tjóðveldisflokkinum far- in úr fýra tingmonnum og upp í átta tingmenn og tríggjar landsstýrismenn, og tað vil aftur siga, at hjá teimum er neyðugt við nógv stórri rúmd, tá teir skulu hava innanhýsis fundir. Pol- itiksa manningin hjá fólka- flokkinum er vaksin til somu stødd sum tann hjá tjóðveldinum, og eisini javnaðarflokkurin er vaksin eitt sindur, meðan politiska manningin hjá sambands flokkinum er farin úr átta tingmonnum og trimum landsstýrismonnum og nið- ur í seks tingmenn. | frå Kostn. kr. 100,- VW! Tad verdur løgtingsval aftur f seinasta lagi um try år og niggju månadar. Spurningurin er so hvørjar flytingar verða neyðugar tå! jh » Am. —- > at! g SNOYMNØ r 4 h NEL