fríggjadagur 24. juli 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 138 — 24. JULI 1998
tidindabladid XT
23
B36 spældi seg til fleiri kjansir
Fótbóltur: Benfica-venjarin Graeme
Souness var í Jerusalem og hugdi
eftir dystinum hjá B36
B36 fekk mikukvøldid tað,
sum vit fyri nøkrum árum
síðani høvdu kallað eitt
heiðurligt úrslit, tá teir
spældu móti Beitar Jerusa-
lem.
Nú hevur føroyskur fót-
bóltur luttikid í altjóða
kapping í nogv ár, og tað er
sjáldan at spælarar og venj-
arar eru nøgdir, tá teir hava
tapt, sjálvt um tað bæði
kann verða gott og heið-
urligt avrik fyri tað.
B36 hevði mikudagin
sera truplan dyst fyri í Jeru-
salem, og hóast teir í Beitar
Jerusalem væntað sær stór-
sigur, fingu teir ongan lætt-
an dyst, og B36 beit frá sær,
serliga í seinna hálvleiki.
Úrslitið var 4-1, og ser-
liga skuffandi var tað hjá
B36, at ísraelsmenn skuldu
fáa tað seinasta málið. Tað
er munur á at skula vinna
tvey og trý mál innaftur á
Svangaskarði.
Salloi hattrick
B36 fekk sum frammaná, tá
Beitar skoraði longu í gðr-
um minutti. Nýggi spælarin
hjá Beitar Ofer Shitret fekk
dreymabyrjan, tá hann skor-
aði eftir veikt verjuspæl. Ein
langur bóltur var sendur har
afturi frá og Shitret rann seg
leysan og skoraði.
B36 verjuspælið var ikki
tað besta hendan dagin, og
tá ísraelsmenn skoraðu, var
tað ofta eftir tilvild og mis-
tók.
Ungarski stórspælarin
Stefan Salloi skoraði hat-
trick móti B36. Júst hesin
spælarin hevur verið topp-
skjútti hjá Beitar seinastu
árini, og hann vísti stórform
i fyrsta dystinum í nýggja
kappingarárinum.
Fyrsta málið hjá honum
kom longu tå 9 minuttir
vóru spældir, men eftir hesi
málini fekk B36 skil á, og
helt Beitar burtur frá fati-
num til beint fyri hálvleik,
tá Salloi skoraði, eftir at Eg-
in Høgnesen fyrst djarvt
hevði bjarga eini roynd frá
Ístvan Hamar.
Í seinna hálvleik fór B36
longur fram á vgllin, og tað
var serliga spælandi venj-
arin hjá B36, Tomislav Siv-
ic, sum royndi seg móti
málinum. Hann hevði
tríggjar naskar royndir, men
inn vildi bólturin bara ikki.
Souness til dystin
Eitt gott korter fyri leiklok
fekk B36 umsíðir okkurt
burtur úr. Dómarin bríkslaði
fyri brotssparkið, og tað tók
John Petersen sær av.
Beitar Jerusalem legði
eftir B36-málið meira fyri
aftur, og teir kláraðu eisini
at gera eitt mál aftur at, tá
Salloi skoraði. 4-1 gjørðist
úrslitið, og nú skal B36
vinna 3-0 á Svangaskarði,
skulu teir víðari í kapping-
ini.
Ísraelsmenn høvdu ikki
væntað nógvar áskoðarar til
dystin, og tí kom tað óvart
á, at 11.000 fólk møttu á
Teddy leikvøllinum.
Millum áskoðararnar var
eisini Benfica-venjarin Gra-
eme Souness. Skotin, sum
var tiltikin fyri sítt harða
fótbóltsspæl í 80'unum,
stendur á odda fyri portu-
gisiska liðnum, sum í 2. inn-
leiðandi umfari av Cham-
pions League skal meta
vinnaranum av dystinum
millum Beitar Jerusalem og
B36.
Hann sá ikki nakað ræð-
andi sterkt mótstøðulið á
vellinum mikukvøldid, og
hann er uttan iva farin heim
í vissuni um, at hann skal
føra Benfica inn í »lovadi
landid«, Champions Lea-
gue.
Longu avstad
Seinni dysturin milum B36
og Beitar verdur å Svanga-
skardi månakvøldid. Hann
er fluttur frå dlavsøkudegi
og tveir dagar fram.
B36 vildi sjålvandi sleppa
undan at spæla å Svanga-
skarði Olavsøkudag, og tað
eydnaðist teimum at sam-
ráða seg uppá pláss.
Flytingin hevur tó før við
sær, at Beitar Jerusalem
longu í gjár fór avstað úr
Ísrael. Tað er trupult at fáa
ferðaseðlar norður í Europa
og til Føroya hesa ársins tíð,
og tí settu teir í gjár kós mót
Danmark, har teir verða í
tveir dagar, áðrenn teir
koma hendan vegin.
Og meðan teir brúka
tíðina í Danmark og í Før-
oyum, fer Benfica at fyreika
seg til 2. innleiðandi umfar
við dystum móti Newcastle,
Mønchengladbach og
Lazio
Og um tad so verda
israelsmenn ella B36'arnir,
John Petersen skoradi
málið hjá B36 við
brotssparkið, tá gott
korter var eftir av
dystinum. (Savnsmynd)
sum koma víðari, bíðar eir
veldug avbjóðin
Vit royndu í gjár at fáa
fatur á onkrum B36-spæl
arum, men tað eydnaðist
ikki
ek
Føroyar niður á
FIFA-listanum
Fótbóltur: Tapið móti Estlandi kostaði bara tvey pláss
Á nýggjasta styrkislistanum
hjá altjóða fótbóltssam-
gonguni FIFA eru Føroyar
farnar tvey pláss aftur.
Og onkur hevði kanska
roknað við meira eftir stór-
tapið í Estlandi, men tað
gjørdist nú ikki til meira enn
tey tvey plássini.
Listin er gjørdur eftir HM
í Fraklandi, og Føroyar eru
nummar 119 av 1992 lond-
um.
Brasil, sum tapti HM-fin-
aluna fyri Fraklandi, er ov-
ast á listanum, meðan HM-
vinnararnir Frakland hava
togað seg fleiri pláss upp til
nummar 2. Týskland er
nummar 3 , Kroatia nú nr.
4, og Argentina nr. 5.
Danmark er åeinum 18.
plåssi, og Noregi er fram-
vegis besta norðanlandið,
teir eru nummar 11.Svgríki
er nr. 30, og Finland nr. 62,
sjálvt um okkara oddaliðið
júst hevur vunnið á teirra
oddaliði. Ísland er nummar
69.
Av liðunum, sumvit eruí
bólki saman við í undan-
kappingini til EM, er Kekk-
ia tað hægst plaseraða land-
ið. Teir eru framvegis
nummar 6 á FIFA-listanum,
sjálvt um tað hevur gingið
illa hjá teimum síðani EM-
endaspælið í 1996.
Næst eftir Kekkia er
Skotland, sum fór eitt pláss
fram á nýggjasta listanum,
og sum nú er nr. 36. Litava
er nummar 55, Bosnia-
Herzegovina er nummar 94
og Estland er nummar107,
12 pláss frammanfyri okk-
um.
Vit hava framvegis tey
veikastu londini í Europa
aftanfyri okkum. Malta.,
Luxemburg, Liechtenstein
og San Marino eru at finna
ávíkavist á plássunum nr.
124, 142, 163 og 177.
Tað er ikki heilt greitt
hvussu FIFA roknar stød-
una út, og sjálvt um teir
hava roynt at greiða frá tí.
Sjálvir halda teir, at HM-
endaspælið vísti, at teirra
styrkislisti er rættur, sjálvt
um nógvar atfinningar eru
ímóti honum.
ek
Stórtapið í Estlandi sæst
aftur á nýggja styrkis-
listanum hjá FIFA.
Føroyar er farin tvey
pláss aftur