Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-24, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 1998síða 35

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| í A ólavsóku savnast fólk úr øllum ættum í høvudsstadnum til gaman og álvara. Býráðsins vegna skal eg bjóða øllum hjartaliga vælkom- num til Havnar. Tað er onki at liggja om- aná, at svára kreppan fyrra- partin av nítiárunum setti ein ikki júst upplívgandi dám á tjóðarhátíð okkara hesi árini. Men nú sær umsíðir aftur ljósari út fyri framman. Tað bragdar aftur at kalla í hvørjum króki í landinum. Eisini her í høvudsstad- num — ið sjálvandi eisini kendi sviðan av kreppuni — hevur eydnast at venda aft- urgongd til framgongd. Bjartskygni hevur avloyst svartskygni, virksemið øk- ist í hvørjum og fólk leita higar sum ongantíð fyrr — bæði innan- og uttanlands frá — at seta búgv. Hetta setur sum rímiligt er síni krøv — stóru krøv — til okkara, ið eru sett at leita og stýra býnum og komm- ununi, sum eisini í vavi veksur í hvørjum. Dagliga arbeiði okkara er eisini nógv merkt av hes- um, og aðalmál okkara er at skapa gllum, ið virka og búleikast her, so góðar virk- is- og trivnadarmøguleikar sum tilber Hevuðsstevna okkara Eg fari at nýta hevið til at takka Tórshavnar Ítróttar- ráði, skótaliðum, trúar- og ødrum áhugabólkum og einstaklingum fyri tað megnararbeiði, ið á hvørj- um ári verður lagt í at gera tjóðarhátíð okkara — summ- arstevnuna, ið ber av gllum — so livandi, áhugaverda og fjølbroytta sum gjørligt. Somuleidis eigur Kunn- ingarstovan stóra tøkk uppi- borna fyri leiklut sin sum samskipari av 6lavsøku- Nr. 138 — 24. JULI 1998 | | skránni. Hugaligt er at staðfesta, at skráin gerst alsamt rúgv- usmiklari ár undan ári við nýggjum og spennandi til- boðum bæði til stór og smá. Hetta ber boð um, at fyri- reikararnir taka uppgávu sína í álvara og alla tíðina eru úti um seg og royna at skapa eitt so breitt og fjøl- broytt innihald sum tilber. dám Eitt av teimum forvitnisligu tiltókunum á ólavsgku í ár, er uttan iva altjóða styrkis- kappingin „Atlantic Giant, sum Føroya sterkasti maður — havnarmaðurin Regin Vågadal — hevur tikid stig til og sum fleiri av heim- sins sterkastu monnum fara at seta sin dåm å. Talan er um kapping, id eisini hevur stóran áhuga úti í heimi og sum tí kann gera land og fólk og høvudsstad okkara kendan langt åt um landoddarnar. IFSA (altjóða felagsskap- urin hjå sterku monnunum) hevur g6dkent kappingina sum eina av grand prix- kappingunum i år, og hetta hevur fingid heimsins eygu at venda sær móti okkum SvF tekur við hesum í huga kappingina upp — við fremsta fråsøgumanninum í heiminum á hesum gki við mikrofonina — og einaferð í heyst fær so umheimurin eisini høvi til at síggja tey roysnisverk, ið framd verða á ovara vølli ólavsgkuaft- anskvøld, kryddað við al- skyns náttúru- og landslags- myndum úrokkara vakra og yndisliga landi. Hvønn tydning kann hetta fáa fyri bý og samfelag okk- ara yvirhøvur — eitt nú í ferdavinnuhøpi — ivast neyvan nakar i, og tf heilsa vit hesum nýggja og vón- andi afturvendandi árliga ólavsgkutiltaki vælkom- num. Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at býráðið er millum teir stovnar og fyri- tókur, ið hava hildið tað Olavsøku Eg ynski øllum eina g60a og minnisrika 6lavsøku verið natúrligt at stuðla hes- um tiltaki. Mong onnur til tek Men ólavsgkan er so sanni- liga annað og meira enn bara sterkir menn! Sum sæst á skránni, trýt- ur ikki við tilboðum og til- tókum fyri bæði stór og smá. Skrúðgonguna og setan- ina ólavsgkuaftan vilja tey flestu hava við eins og kappróðurin aftaná. Í skrivandi stund er iva- samt, hvussu verður við fót- bólti hesa ólavsgkuna, tí bæði HB og B36 eru upp- tikin av dystum í europe iskum kappingum — og enn ber tíverri ikki til at brúka Gundadal sum karm um tí- líkar dystir. Vónandi fer hetta bara at skunda upp aftur meira undir Tórsvgll! Hinvegin verður sum vant bæði nógvur og góður hondbóltur á skránni eins og renning og súkkling. Fyri ikki at gloyma kappríðing“ 6.000 fólk á Vaglinum Eitt tað best vitjaða tiltakið á ólavsgku er midnáttar- sangurin á Vaglinum ólav- søkukvøld. Hesi seinnu årini hevur býráðið latið prentað sang heftið >Syngið við< til hesa frálíku hugnaløtuna Upprunaliga vóru prentað 4.000 eintøk, men hetta vísti seg at vera ov lítið. Farið varð síðani uppá 5.000 ein- tók, men heldur ikki tey rukku til I år hava vit so gjørt av at prenta 6.000 hefti. Eitt annað stórt og rósvert framstig í ár er, at tjóð- dansur okkara nú umsíðir aftur kemur til heiður og æru á ólavsgku — í góða gamla Sjónleikarhúsinum Har hava tey arbeitt dag Ískoyti til Familjutryggingina: og nátt við at broyta salin soleiðis at aftur ber til at dansa har — til stóra fragd og gleði fyri ikki minst tað eldra ættarliðið Tøkk fái tit í Sjónleikar húsinum fyri at hava fingið hetta í lag! Við hesum orðum og vónini um góðan hýr og gott veður, ynski eg gllum eina góða og minnisrika Olav søku Leivur Hansen, borgarstjóri Ferðast trygt - fyri ein triding! * Trygd er ri: farið undir at selja ferðatryggingar Tryggingin hjá Trygd fevnir um allar ferðir, sum tú gert gjøgnum árið - antin í Skandinaviu/Bretlandi ella Europa. Tú sleppur sostatt undan at tekna trygging, hverja ferð tú skalt út at ferðast. * Ferðatrygging fyri lágprís Kostnaður fyri ferðatrygging galdandi í Skandinavia/Bretlandi er einans 250,00 kr. og fyri Europa einans 500,00 kr. árliga tyri alt húskið. * Ferðatryggingin er ein ískoytistrygging til Familjutryggingina Einasta treyt fyri at fáa eina ferðatryggins er, at tú hevur ella fært eina familju- trygging frá Trygd. Ráðgeving og sela av try ggingum er hjá Trygd ella á deildunum hjá Foroya Banka * Prisdømi: Ferðatrygging fyri 4 fólk í 14 dagar í Spania Vanligur prísur Ferdatrygging frá Trygd 1.658,00 kr. (hvørja ferð) 500,00 kr. (galdandi alt årid) 1.158,00 kr. (Velur tå sjálvsábyrgd uppá 1.000,- kr., gerst ferðatryggingin enn bíligari). Tryggingarfelagid við teimum bíligu ferðatryggingunum. RYGD Tórsgeta 16 Postsmoga 44 FO-110 Tórshavn Tel. 31 1677 Fax 31 7211