fríggjadagur 24. juli 1998síða 61
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 138 — 24. JULI 1998
Ung og
øOrvisl
nyhugsan
Sum nakað nytt, er ætlanin at hava
eitt ungt listafólk at sýna fram á ólav-
søku, umframt árligu 6lavsøkufram-
sýningina. Hetta verður fastur táttur
og byrjað verður í ár, nú Listasavnið
fyllir fimti og hálvtrýsinstjúginda
ólavsgkuframsýning hjá Listafelag
Føroya er sett upp. Lagt verður fyri
við Hansinu Iversen
DAGFINN OLSEN
Nýggja framsyningin verð-
ur í høli fyri seg, meðan
ólavsgkuframsýningin
verður í gamla partinum av
húsinum.
Hetta er Fyrstu ferð
Hansina Iversen sýnir fram
einsamgll í Føroyum. Hon
hevur áður havt stakfram-
sýningar, t.d. í Føroyahusi-
num í Keypmannahavn og
fleiri ferðir í Helsinki í
Finnlandi.
Aðrastaðni
Hansina er úr Havn og er
fødd í 1966. Hon er komin
heimaftur til Føroya, eftir
listaliga útbúgving í Íslandi
og Finnlandi. Hon var næm-
ingur á Myndlista- og
Handíðaskóla Íslands í
Reykjavík 1989-93, síðani
fór hon á Kuvataide-
akatemia, Helsinki, hadani
hon er Master of Art.
Fyrst fór hon til Islands í
læru í Tjóðleikhúsinum,
sum leiktjaldamálari, men
húsið varð latið aftur, tí tað
skuldi umvælast. Hetta var
í 1988, so Hansina hevur
verið í útlegd leingi, hóast
sín unga aldur. Og neyvan
er tað av tilvild, at hon á
íslendskum, finskum og før-
oyskum nevnir framsýning-
ina; Annar staðar - Toisaalla
- Aðrastaðni. —
- Eg havi búð í Íslandi og
Finnlandi, men eri úr Før-
oyum; Føroyar sita í merg-
inum, sigur Hansina.
Spennandi
listakvinna
Hansina var fyrst i Finn-
landi sum Norð-pluss næm-
ingur. Tá hon hevði tikid
B.A. prógv í Íslandi, vildi
hon sleppa aftur til Finn-
lands, tí hon har heyði havt
so góðan lærara á málninga-
list.
Hansina arbeiðir mest við
oljumálningum, men
kanska ikki, sum vit vanliga
kenna hesa list í Føroyum.
— At mála er fyri mær nú
meira minnir og upplivilsi
úr egnum lívi. Ikki bein-
leiðis landslagsmyndir, men
kanska óbeinleiðis lands-
lagsmerktar myndir. Alt
ávirkar, sum eg síggi; fólk,
rusk, bygningar og ljós og
litir, sigur Hansina.
— Eg eri ikki nakar slóð-
brótari, málningalistin er jú
gamal listaformur, men typ-
isk føroysk er mín list nokk
ikki. Men kanska er okkurt
nýtt í føroyskum høpi.
Hugsan mín um, hvat tað at
mála er, haldi eg er ødrvisi,
enn vanliga hugsanin í Før-
oyum, heldur Hansina.
— Eg er sjålvsagt eisini
ávirkað av ti eg havi sæð,
har eg havi verid. Eg havi
sæð so nógvar framsýning-
ar, bæði í Reykjavík og í
Helsinki. Har sær ein so
nógv av tí, ið gongur fyri
seg her og nú runt um í
heiminum, sigur Hansina.
Saknar eitt
listaumhvervi
Hvat víðari skal henda, um
hon skal seta fast búgv í
Føroyum, veit Hansina ikki.
— Nú havi eg verið heima
í hálvtannað ár, havi havt
arbeidshøli í býnum. Men
eg sakni líkasum eitt um-
hvørvi - listaumhvørvi. T.d.
var tað so, at tå eg var
næmingur í Finnlandi, so
fekk ein sær sjálvur arbeiðs-
høli uttanfyri skúlan, sum
aðrir yrkismálarar. Tá var
tað altíð ein gomul verk-
smiðja, ellá okkurt tílíkt, ið
varð útleigað til fleiri. So
kundi ein ganga inn til
Olavsøku
hvønn annan, siggja hvat
hin tókst við, fáa eitt prátt,
kjakast um tað, ið vit høvdu
lagt úr høndum. Her er
eingin, ikki á mínum aldri,
sum arbeiðir við tí burtur
av. Tað sakni eg. Eisini
sakni eg at fara út at síggja
ymiskt, at fara á museum
ella gallarí, sigur Hansina.
— Men tað er so lítið í
Føroyum, so tað kann ikki
vera sum í einum stórbýi
niðri á meginlandinum. So
ein má gera upp við seg
sjálvan, havt ein vil hava,
fyri at fáa íblástur ella at fáa
gerandisdagin, arbeiðsdagin
at ganga.
— Eg havi kent meg eitt
sindur avbyrgdad, havi
líkasum havt ilt við at finna
stevið, nú eg havi verið
burtur so leingi, sigur
Hansína.
NC 112
SYS
In nr
9 månadar
i
Hansina heldur tad t6 altid
og allastaðni vera eina av-
bjóðing at arbeiða.
— Eg hevði td. eitt so-
kallað gestaarbeidshøli í
Finnlandi úti á landinum.
Har var einki nærhendis og
øll tosaðu finskt, so tað var
løgid. Har var bert skógur
og vøtn, men har var eg í 9
mánaðar. Tá kennir ein seg
eisini avbyrgdan.
— Tað er ringt, men tað
hendir nógv alíkavæl. Ein
flytir seg sjálvan, so hendir
nakað, tí ein kann ikki taka
nakað fyri givið, einki er
sjálvsagt. Einki kemur av
sær sjálvum, sigur Hansina,
sum ikki ivast í, at eisini
hetta tíðarskeið, ið hon
hevur verið heima, fer at
geva henni nógv.
- Ein sær tað kanska ikki,
meðan ein er í tí. Seinni
varnast ein, hvat er komið
burturúr, sigur Hansina.
Listin er
ikki søluvøra
Hon saknar eisini stuðul,
ella legat, til listafólk í Før-
oyum.
— Ein má selja tað ein ger,
men ein kann ikki arbeiða,
sum var listin ein søluvøra.
Um so er, kann ein arbeiða
í mótahandli ella við lýs-
ingum, sigur Hansina, sum
heldur tað vera upp til
stjórnina í einum landi at
avgerða, hvat hon vil stuðla.
— Men høli og tilfar skal
ein so hava, sigur Hansina
Iversen, ein føroysk lista-
kvinna í yngra ættarliðnum,
við altjóða royndum og
íblástri. Spennandi, ødrvisi
Hansina Iversen sýnir
listaverk fram i Lista-
skálanum á Glavsøku.
Hetta er fyrstu ferð, at
hon einsamøll myndar
eina framsyning i Før-
oyum Mynd: Jens
Kristian Vang
og vid nyhugsan i føroysk-
um listahøpi.
27. juli kl. 16:00 letur hon
upp framsyning í Listaskål-
anum. Framsýningin er
opin til 23. august 1998