Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juli 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 139 — 25. JULI 1998 tíðindablaðið 9 Tað er skeivt at politiskt arbeiði er ein utreidsla Vilhelm Johannesen heldur, at tað er alneyðugt at fáa pens- iónsviðurskiftini hjá tingmonnum í eina betri legu, enn tey eru nú JÓANNES HANSEN Galdandi avtalur eru ikki nóg góðar. Tær eru so mikd vánaligar, at tað kostar teimum ikki so lítið, sum fåast við politiskt arbeiði. Hetta sigur Vilhelm Jo- hannesen, sum er tann í tingmanningini hjá javnað- arflokkinum, ið hevur drúgvastu royndirnar í pol- itiskum arbeiði. Hann varð valdur á ting á valinum í november 1980, og hann hevur verið afturvaldur á hverjum vali síðani tá. Tvær ferðirnar hevur hann sitið í landsstýrinum. Fyrra ferðin var í fjúrtan mánaðir 1979- 1980, og seinna ferðin var tey fýra árini frá fyrst í 1985 og til eftir nýggjár í 1989. Ítskiliga dømid Vilhelm Johannesen heldur, at tað eigur at hyggjast at lønarvidurskiftunum, og hann heldur, at skipanin, sum er galdandi, tá tað víð- víkur pensiónunum er púra við síðuna av: — Eg havi í mínum borg- arliga starvi fíggjarligar av- leiðingar av, at eg havi tikið lut í politikki, og tað haldi eg ikki eigur at vera rætt. Og Vilhelm Johannesen útgreinar: — I. juli í 1967 varð eg settur í aspirantstarv til tæn- astumann í postverkinum. Síðani tá havi eg havt hetta starvið, og eg skuldi ongar trupulleikar havt av at røkka fullum starvsaldri, sum eg haldi er 38 år, og harvid rokkið fullari eftirløn, men f stadin fyri at hava 31 åra starvsdag i år, so fari eg at hava 25 ára starvsdag i ár Tað er søkin og ikki lønin sum telur Heini O. Heinesen sær ein vanda í tíog vit hava lagt eins stóran álvara í , um tað figgjarliga fer at loysa seg at vera politikari Heini O. Heinesen, formað- urin í ungbólkinum hjá tjóð- veldisflokkinum, sær ein stóran vanda í ti, um lénin hjá tingmonnum fer at hækka so mikið nógv, at tað fíggjarliga fer at loysa seg at fara uppí politikk: Eg eri ikki samdur við Såmali Petur í Grund, tå hann sigur vid Sosialin, at møguleikin fyri at fåa bestu fólkini til politikarar verður stórri, um lønin verður sett langt upp. Í mínari verð gkir ein so stór lønarhækking, sum tann hann nevnir, um vandan fyri, at fólk fara at bjóða seg fram og kanska fara at verða vald, sum fara at hava størri áhuga í sam- sýningini, enn tey fara at hava fyri politikkinum, og tá verður nakað heilt galið, heldur Heini O. Heinesen. Trongdin Tjóðveldistingmaðurin i Kunoy heldur, at tað er sera týdningarmikið, at tey, sum bjóða seg fram í politikki, gera tað, tí tey halda seg hava ein politiskan boð- skap, sum tey vilja stríðast fyri, eisini um lønin ikki er nakað at reypa av. — Eg trúgvi uppá, at tað er alneyðugt, at vit føroy- ingar sjálvir taka um stýr- isvglin í hesum samfelagn- um. Tað er hetta, sum hevur drivið meg upp í politikk, og tað er bara so leingi, sum cg kenni eina trongd at stríðast fyri hesum, og tað rokni eg við verður altíð, at eg fari at taka lut í politikki. — Fyri mær er henda pol- itiska stevnan so mikið týdningarmikil, at eg haldi, at eg hevði brúkt tíðina upp á politiska arbeiðið, um løn- in so var nógv lægri, enn hon er í dag. ikki fleiri lønir Heini O. Heinesen sigur, at tjóðveldisflokkurin hevur ikki vidgjørt spurningin um tingmannalønirnar. Men hann fer ikki at seta seg i- móti, at lønirnar verða kvinkaðar uppeftir, tí ting- mannalønin er ikki so høg: — Eg havi valt at vera tingmadur burturav, og tað ber til. Men eg skilji væl, um tað hjá ødrum við fleiri skyldum, enn eg havi, fer at knípa, um tey bara hava lønina sum politikari at dúv- a uppá. Um lønirnar fara at hækk- a soleiðis, sum tingformað- urin ætlar at spæla út við, so er Heini O. Heinsen harðliga ímóti, at tað skal bera til eisini at sita við aðr- ari løn: — Eingin er verdur meiri enn eina almenna løn. Fært tú eina trivaliga løn sum lýgtingsmaður, so eigur tað ikki at bera til at fáa løn fyri at røkja eitt annað arbeiðið, tí tað fer ikki at bera til at arbeiða fyri ta lønina, sigur Heini O. Heinesen, ið so statt er ósamdur við Bjarna Djurholm, sum í gjár segði. at tað má standa upp til tann einstaka, um hann velur at vera politikari burturav ella at sita í sínum starvi sam stundis sum hann er polit ikari Tænarin Heini O. Heinesen heldur, at tað er av stórum týdningi, at tey, sum verða vald inn á ting, kenna seg sum tænarar hjá fólkinum og íkki ímill um valini kenna seg sum harrar hjá veljarunum Vit eru fólksins tænarar Tað skulu vit vera, og so leiðis skulu fólk síggja uppá okkum. Eg kvígi fyri, at um lønarhækkingin verður so ógvuslig, sum tað nú hevur verið nevnt, so fer tað um- framt óhepnu avleiðingina, sum eg nevndi í áðni, eisini at hava við sær, at gjógvin millum veljararnar og tey valdu fer at økjast, og møg- uleikin verður stórri fyri, at politikarnir fara at síggja seg sum harrar, og at velj- arin eisini fer at síggja pol- itikarnar sum harrar og ikki tænarar. Verður tað soleiðis, so verður talan um stórt aft- urstig, tí vit eru og eiga at vera fólksins tænarar. jh 2000, og tað kemst av pol- itiksa arbeiðnum. — Eg havi verið bururfrá í eini sjey ella átta ár. Um- framt tíðarskeiðini í land- stýrinum hevði eg farloyvi í eitt år frå 1. november 1993. Eg var formaður i figgjarnevndini og f ting- bólkinum hjá javnaðar- flokkinum, og eg kendi meg noyddan at vera leysan av borgarliga starvinum, um eg skuldi megna at rgkja hesi størvini hetta tíðarskeiðið, sum var merkt av kreppu. Starvsaldurin hjá Vilhel- mi í postverkinum hækkaði ikki, meðan hann var burt- urfrá í politiskum arbeiði, og prinsipielt heldur hann, at tað kann ikki vera rætt, at hetta skal kosta honum fíggjarligan miss í pensión ini: Login um eftirløn til tingmenn sigur, at um tú fært eina eftirløn í tínum borgarliga starvi, so skalt tú velja, um tú vilt hava eftir- lønina frå løgtinginum, ella um tú vilt hava hana frå borgarliga starvinum. I min- um føri verður eftirlønin frá postverkinum helst hægri, og so velji eg sjålvsagt hana, men hon verdur ikki eins høg, sum hon vildi havt verið, um eg ikki hevdi havt verið burturfrá í politiskum arbeiði, og tað er her, at eg haldi tað er prinsipielt skeivt, at lógin um eftirløn til løgtingsmenn t.d. ikki tekur hædd fyri hesum. — Tað er skeivt, at borg- arar skulu hava útreiðslur av at vera lógarsmiðir, heldur Vilhelm Johanneser Bíðilgnin burtur Tá Vilhelm Johannesen var farin frá sum landsstýris maður. Skipanin tá var so- leiðis, at hesar upphæddirn ar vórðu drignar frá ting- mannapensiónini Nú er skipanin hjá lands- stýrismonnum og ting- monnum soleiðis, at teir fáa løn, tá teir fara úr lands- stýrinum. Ein landsstýris- maður fær løn í seks mán- aðir, og ein tingmaður fær løn í tríggjar mánaðir Sosialurin - fimm ferðir um vikuna! Ískoyti til Familjutryggingina: Ferðast trygt - fyri ein triðing!? * Irygd er nú farið undir at selja ferðatryggingar * Ferðatrygging fyri lågpris y * Ferdatryggingin er ein ískoytistrygging til Familjutryggingina binasta freyt fy ferðatrygging a eima fann rt Raðgi Ing alla aab Bank. * Prisdemi terðatrygging tvri 4 folk í 14 dagar í Spania Fu spar SN DO Ár hverja te SLR galdandi 1 18800 kr LE LÆS ro alt art Iryggingarfelagið vid teimum biligu ferðatryggingunum.