Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juli 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SON Nr. 139 — 25. JULI 1998 Broytt olavsøkurenning Sum vant skipar Bragdið — felagið fyri frælsa ítrótt í Havn — fyri renning á ólavseku. Í mun til undanfarin år, tá renningin hevur verið Olavsøkudag 29. juli, verður renningin månakvøldid 27. juli, og byrjað verður kl. 18.30 við Farstødina Renningin verdur skipad i trimum aldursbólkum. Bólkur | eru børn 6-9 ára gomul gentur/dreingir sum renna Í km. Bólkur 2 eru børn, sum eru 10-12 ára gomul gentur/dreingir, sum renna 2 km. Bólkur 3 eru so menn og kvinnur, sum renna 5 km. Olavsøkurenningin er eisini 7. og síðsta umfar av Grand Prix kappingini, sum hevur verið á summar- stevnunum í ár. Hjá monnunum er tað Guttorm Sør- ensen år Treystinum, sum hevur vunnið allar 6 kapp- ingarnar higartil í ár. Hann liggur klárt á odda við 240 stigum, meðan spenningur enn er um 2,3,4 og5 plássið. Hjá kvinnunum er Rigmor N. Joensen klárt á odda vid 224 stigum, meðan Annbjørg Abrahamsen og Sunnevá Bjarnastein kappast um annað plássið. Steyp verður latið til vinnararnar í teimum seks bólkunum, meðan nr. 2 og 3 fáa heiðursmerki, sum Feroya Banki hevur latið. Mjólkarvirkið bjóðar Pop Top aftan á renningina. Tilmelding verður á staðnum millum kl. 17.30 og 1800. og heitt verður á luttakararnar um at meta í góðari tíð. Bragdið leggur dent á, at renningin er fyri øll, yngri sum eldri, og roknað verður við góðari uppmeting Samgongan ímóti Andstøduni á niðara velli sunnudagin 26. juli kl. 16 Aftur í ár fara samgongutingfólk at dystast ímóti and- støðutingfólki. Dysturin verður leiktur á nidara velli í Gundadali sunnudagin 26. juli kl. 16.00. Undan dystinum og í steðginum fer GHM at spæla nakrar tónar. Eisini verður stutt upphiting við fim- leikaliðnum hjá Torkili Dahl Eftir dystin fær vinnandi liðið steyp handað. Allur peningurin fer óskerður til Amnesty International, og felagið vónar sjálvandi at nógv fólk kemur til dystin. Frå Stokkastovuni i Runavik | Pizzakøkurin er opin hvønn dag Minnst til dagsins rætt og A la carte matseðilin! Vit skipa eisini fyri stórum sum smáum veitslum. i | Á Stokkastovan - Tlf. 48850 |; VALUTAKURSIR Ultimo 24.07.98 síðsta mán. USA Dollarar 679,9000 689,6400 Bretíand Pund 1124,0200 1147,7000 Tyskland Markur > 381,4500 381,2500 Svøriki Króna 85,9100 86,4700 Noreg Króna 90,0900 89,8700 Frakland Frankur 113,8500 113,8100 Beigia Frankur 18,5100 18,5000 Sveits Frankur 453,5100 452,1700 Holland Gyllin 338,3400 338,2100 Italia Liri 0,3873 0,3876 Finnland Markur > 125,6700 125,6400 Island Krona 9,7400 9,8000 Eysturriki — Skillingur 54,2550 54,2290 Spania Pesetas 4,5020 4,4990 Portugal Escudos 3,7360 3,7310 Kanada Dollari 455,2800 469,8900 Grikkaland Drakmur 2,3230 2,2890 Japan Yen 4,8494 4,9356 Irland Pund 959,5200 955,2000 XEU 753,0300 760,6400 Jtisetabokin å tridja sinni Nú er Útisetabókin '98 komin. Hetta er triðja útgávan av Útisetabókini, ið er einasta telefonbók yvir føroyingar búsitandi uttanlands. Nú eru um trý ár liðin síðan Útisetabókin sá dagsins ljós. Fyrsta útgávan kom um árskiftið 95/95, og góða undirtøkan Utisetab6kin fekk, gjørdi at Utisetab6kin gjørdist årligt afturvendandi tiltak. Føroyingar i fjar- skotnum londum Útisetabókin er einasta tele- fonbók yvir føroyingar utt- anlands, og ofta verður farið í hana at leita tá ein skal finna føroyingar sum eru fluttir av landinum. Hetta verði seg bæði hjá fyritøk- um og privatfólki. Í Utiseta- bókini '98 eru einir 3200 útisetar at finna og eru teir úr 22 londum kring knøttin, heilt frå Grønnlandi í noðuri til Ný Sæland í suðuri, og eisini eru føroyingar at finna í bókini sum búleikast í so fjarskotnum londum sum eitt nú Kina og Oman. Aðalmálið hjá Útisetabókini, Aðalmálið hjá Utisetab6k- ini er at hon skal fevna um allar føroyingar ið búleikast uttanfyri Føroyar. Hetta er framsøkid mál at seta sær, men "fram kemur hann ið hóliga fer", og Utisetab6kin mennist ár um ár. Í fyrstu útgávuni av Utisetab6kini vóru um 1800 fólk í bókini, nú er hon so nærum tví- faldað, og næsta málið er at um aldarskiftið verða einir 5000 útisetar at finna í bók- ini. Ókeypis at standa í bókini Tað er sjálvandi ókeypis at standa í Útisetabókini, og kunna allir føroyingar, og fólk við tilknýti til Føroyar, lata seg skráseta í bókini. Útisetabókin arbeiðir stød- ugt við at økja um felaga- talið í bókini, og eru fleiri útisetar úti um heim, sum hjálpa væl til við hesum ar- beiðið. Eisini føroyingar í føroyum eru idnir at siga Útisetabókini frá um vinir og kenningar kring knøttin sum eiga at verða í Utiseta- bókini. Hetta eru teir á Uti- setabókini sera takksamir fyri, og vóna at fólk fram- yvir eisini fara at gera vin- um og kenningum um allan heim varug við Utisetab6k- ina, soleiðis at hon verður enn hentari at hava. Greinir við felagsevni Ikki eru bara telefon- nummør og bústaðir hjá úti- setum at finna í Utisetab6k- ini, hvert ár Utisetab6kin er útkomin hava greinir við felagsevni verði at finna í litfagra miðblokkinum í bókini. Í Útisetabókini '98 er felagsevni føroyskir fjøl- miðlar og møguleiknarnir hjá útisetum at kunna seg um hvat hendir heima á klettunum. Eitt sum verður vidgjørt í ár er eisini inter- netið, sum hevur lætt mun- andi um hjá útisetum at frætta heiman. www.utisetabokin.com Nú er Útisetabókin eisini at finna á internetinum, og gevur hetta nógvar nýggjar møguleikar og fyrimunir. Ein av fyrimununum vid internetútgávuni av útiseta- bókini er, at nú verður bókin dagført javnan, og eru fesk- astu rættingarnar og til- meldingarnar altíð at finna í internetútgávuni. Pappírsútgávan Enn er tað tó pappírsútgáv- an av Útisetabókini sum verður mest nýtt. Pappírs- útgávan er prentumsitin av Hestprent, sum aftur hevur latið eitt dygdarverk úr hondum. Útisetabókin '98 er at fáa í bókabúðunum kring landið, og kostar hon kr. 75,00. Olavsøkan í Keypmannahavn Fóroyahúsið í Keypmannahavn skipar aftur í ár saman við óðrum fyri ólav- sókutiltókum Ólavsgka í Keypmanna- havn er ikki tað sama sum ólavsgka í Havn, men mong hava hug at hittast hesar dagar til prát og gaman og at fáa ein føroyskan bita. Týðiligt er, at mong eru fólk, sum er niðri og ferðast og so leggja leiðina fram við Vesterbrogade 17A á ólavsgku. Tey flestu lesandi eru heima, men nakað av teimum mongu fastbúgv- andi leita sær eisini ein túr inn á Vesturbrúgv at hitta kenningar. Olavsøkutiltøkini á hes- um sinni verða bert teir båd- ar Olavsøkudagarnar 28. og 29. juli. Skráin er hendan: Olavsøkuaftan: kl. 12: Kaffistovan letur upp. Smurdur matur vid før- oyskum viðskera og før- oyskt øl frå Føroya Bjór fæst m.a. i kaffistovuni. kl. 14: Fernisering: »Studie- rejse udi Færø«. Tolv lista- fólk hava framsýning av myndum, sum vórðu gjørdar á Feroyaferð í vår Hesi listafólk hava arbeitt saman á Billedskolen pá Jagtvejen. Teirra millum eru Eivind í Gongini og Elin Smith. Undir ferniseringini er húsið vertur. kl. 16: Vit samsenda kapp- róðurin í Havn yvir telefon- ina saman við Útvarpi Før- oya. Við tí nýggja ljóðan- legginum hoyrist hetta sera væl. Í kl. 19: Olavsøkurødan: Ragnhild Sørensen heldur røduna. Felagssangur. kl. 22-03: Olavsøkudansur. FUSE vid Kristinu Heldar- skarð, Axel Eysturstein og Simun Konoy spæla. Eisini verður farið upp á gólv. At- gongumerkið til dansin kostar 50 kr Olavsøkudag: kl. 12: Kaffistovan letur upp kl. 17: Olavsøkugudstæn- asta i Eliaskirkjuni å Vest- erbro Torv. Tad er stutt frå Føroyahusinum. Bergur Ja- cobsen prestur prædikar. Eftir gudstænastuna hittast fólk aftur í Fóroyahúsinum. kl. 21-24: Kafékvøld við fe- lagssangi. Axel Eysturstein spælir. Kl. 22.30 er mid- nåttarrøda: Tormóður Stor- á, formaður i nevndini fyrr Føroyahusid, heldur rødu Tiltøk i Føroyæ håsinum i heyst: I juli månad hevur kaffi- stovan verið stongd. Gólv- ið er umvælt og stovan vaskad upp og nidur. Kaffi- stovan letur uppaftur sunnudagin 26. juli. Opið er gerandis frá kl. 14. Tó verð- ur í august bert opið frá kl. 14-18. Leygardag er kaffi- stovan stongd og verður nytt til onnur tiltøk. August er vanliga fridar- ligur mánaður. Fólk støkka inn á gólvið at fáa sær ein drekkamunn og lesa før- oysku blødini. Men tá ið august fer at halla, verður farið undir tey mongu til- bodini og tiltøkini, sum halda åfram til seinas tf mai. Tysdagsdøgurdarnir, sum eru felagsborð, byrja aftur týsdagin 25. august kl. 17.30. Teir eru hvert týs- kvold. Hetta fyrsta týs- kveldið kl. 19 verður re- septión. Tá kemur triðja út- gåva av Utisetabókini. Oli Olsen, sum er útgevari, fer at greiða frá arbeiðnum við hesi sera hentu telefonbók- ini hjá føroyingum uttan- lands. Høvi verður eisini at síggja nýggju føroysku orðabókina. Sunnudagin 30. aug. verður fernisering: Erik Olsen, sum býr í Esbjerg, fer at sýna fram brúkslist: stakar, vasar, borð, stólar o.a. Erik fer eftir døgurdan 1. sept. at greiða frá hesi list og sínum arbeiði sum buss- smiður o.m.a. Eftir hesa framsýning koma tvær aðrar í heyst, sum Føroyska Listafelagið í Keypmanna- havn skipar fyri. Týsdagin 8. sept. byrjar bingokvøldini aftur. Tey eru annadhvørt tyskvøld kl. 19. Sjey kveld verða í heyst og sjey aftur til várs. Hetta eru vældámd kvøld, sum byrja beint eftir døgurdan. Tey eru eitt gott íkast til rakst- urin í húsinum, men hetta er eisini hugnakvøld hjá mongum. Umframt hes tiltøk eru mong onnur i heyst: fyri- lestrar, békmentakvøld, bridgekappingar, kafé- kvøld, veitslur, dansur, vin- dagurin við borðhaldi 3. ok- tober, Kulturnatten 9. okt., sum er felagstiltak í Keyp- mannahavn o.a.