leygardagur 25. juli 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 139 — 25. JULI 1998
tíðindablaðið
19
Stór krøv sett U16 landsliðspælarunum
Jógvan Martin Olsen hevur
nú úttikið spælararnar, sum
skulu manna U16 dreingja-
landsliðið í fótbólti, sum 2.
august fer til Íslands at
spæla í NM kapping. Kapp-
ingin, sum verður á Aku-
reyri, verður til 9. august.
Spælararnir eru: Karstin
Joensen, Hjalgrím Elttør,
Símun Joensen og Jóannes
I. Jacobsen úr KÍ, Teitur
Ellingsgaard, Jón Rói Jac-
obsen og Vagnur Mortensen
úr HB, Pól Næs Joensen,
Bárður Johanneen og Niels
Joensen úr B36, Kristian
Poulsen úr B68, Gisli
Danjålsson ur Royn, Bryn-
jålvur Nielsen år NSI, El-
finn Ørvarodd úr SÍF, Atli
Gregersen úr Neksø.
Hesi spælararnir skulu å
venjingarlegu i Runavik f
dag og f morgin.
fyrireikingunum til NM
hevur stórt arbeiði verið lagt
í, at fáa spælararnar í so
góða konditión, sum gjør-
ligt. Samstarvið hevur verið
tætt millum landsliðsvenj-
aran og venjararnar í feløg-
unum hjá dreingunum.
Við jøvnum milumbili er
konditión roynd í tí sum
verður nevnt Biptestini.
Bara spælarar, sum hava
víst framgongd og við end
an á fyrru hálvu av kapp
ingini høvdu eitt kondital
umleið 60, hava verið inni í
myndini.
Fram til 1. juli høvdu
spælararnir verid saman til
landsliðsvemjngar 8 ferðir.
Og eftir síðstu venjingar
leguna, sum var 14. til 16
juli, hevur venjarin úttikið
endaliga liðið uppá 16 spæl
arar. Tilsamans hava 38
spælarar verið við til eina
ella fleiri venjingar
ek/jh
Kyndil og VÍF
dystast á ólavsgku
HONDBÓLTUR: Bestu
mans- og kvinnuliðini hjá
Kyndil og VIF fara at dyst-
ast á 6lavsøku.
Báðir dystirnir verða
spælir í ítróttarhellini á
Hálsi ólavsgkuaftan.
Kvinnurnar spæla fyrst,
og tann dysturin er ásettur
at verða kl. 19.30. VÍF
spældi í vetur í 2. deild, men
tað eydnaðist teimum at
vinna deildina, og harvið
flyta uppaftur í 1. deildar,
har tær vóru fyrraárið. Vest-
menningar hava sett eitt
rumenskt par sum venjarar,
og tey skuldu eftir ætlan
koma til landið áðrenn ólav-
søku.
Bædi madurin og konan
skulu umframt at venja,
eisini spæla vid VÍF. Jacklin
Durhuus, sum í fjør spældi
í Han, er flutt aftur til Vest-
mannna at spæla, nú teirra
lið er við aftur í bestu deild-
ini. Liðið hjá Kyndli verður
so at siga tað sama, sum
spældi í fjør. Í løtuni er
danska Lotte Sørensen tó
ikki í landinum, men hon
kemur aftur seinni.
Til dystin hjá kvinnunum
hevur Thomas Dam latið
steyp, sum verður vunnið til
ognar.
Eftir kvinnudystin fara
menninir hjá VIF og Kyndli
at dystast, tann dysturin
byrjar væntandi kl. 21.00.
VIF vann meistaraskapin í
fjór, men í ár skulu teir
spæla uttan teirra besta
spælara Inga Olsen. Teir
hava fingið nýggjan venj-
ara, og hann skal eisini
spæla við teimum.
Hjá Kyndli verður liðið
at líkna tí, sum spældi í fjør,
men spælarar, sum eru í
landinum nú, men sum ikki
kunnu væntast at verða við
í vetur, spæla við á ólav-
søku. Millum teirra er mál-
verjin Erlendur Johannes-
sen, sum hevur verið yrkis-
spælari í Spania, og Tróndur
Joensen, sum hevur spælt í
Danmark.
Feðgar hevur latið steyp
til hendan dystin, og tað
verður eisini vunnið til ogn-
ar.
ek
Pláss er eisini fyri hondbólti í stóru ólarsskuskránni. Bestu mans- og kvinnuliðni
hjá Kyndli og VÍF fara at dystast ólavsskuaftan
Scillyoyggjunum komandi
ár. Í blaðnum hósdagin
skrivaðu vit hetta eisini,
men har var í tí eina førinum
komið at standa, at tað var
vinnarin á ólavsgku, sum
skuldi niður hagar. Tað
passar ikki, og so eru øll
vónandi greið yvir hetta.
FM spenningurin
Størsti spenningurin um FM
og harvið eisini um úrslitið
á ólavsgku verður, tá 6-
mannaførini við gentu-
manning fara at rógva.
Hvessingur og Jarnbardur
hava báðir 28 stig, og tann
av hesum báðum, sum verð-
ur fyrri á mál ólavsgku-
aftan, verður FM vinnari.
Men tað er ikki víst, at
annar av hesum báðum fer
at vinna ólavsgkuróðurin.
Gongurólvur hjá Havnar
Róðrarfelag hevur víst
støduga framgongd, og á
vestanstevnu í Miðvági
vóru tær fyrstar, men tað var
í harðari kapping við hinar
Í blaðnum mikudagin skrivaðu
vit um ólavsgkuróðurin. Í tí
sambandinum varð sagt, at
Eysturoyingurin sum FM vinn-
ari fær í boði komandi vár at
fara niður á Scillyoyggjarnar
at rógva kapp. Tíverri var í
einum føri staðfest, at tað er
vinnarin á ólavsgku, sum fær
henda møguleikan. Vit biðja
lesararnar halda okkum til góð-
a, at vit gjørdu hetta mistakið
og staðfesta enn eina ferð, at
tað er FM vinnarin hjá 10-
mannaførunum, sum fær
møguleikan at royna seg uttan-
lunda.
blm.
Stødurnar
5. -mannafur dreingir
1. Órnin ....
Á SVENUF sera
5. Erla Kongsdóttir .
6. SO...
nopp
2. Sølmundur .......
3. Hósvíkingur ....
4. Strálan ..........
5. Hvessín;
B-mannafør
2. Miðvingur .......
3. Kvívíkingur ...
4. Húsavíkingur
4. Órvur ..
7. Gullbrandur ....
7. Sjóriddarin ...............
10-mannafør
i. Bysturoyingur ..............
2. Nélsoyingur
3. Havnarbåturin
4. Kjølur. ...............
5. Vestmenningur
S- Mir man
6. Gongurélvur ..........-......
i. jabåturin REre
Bee kra 24 stig
B36 tryr upp å
møguleikan
Fótbóltur: Israelsku mótstøðumenninir eru longu komnir
til Føroya
Månakvøldid klokkan 19
skal B36 á Svangaskarði
royna at venda 4-1 tapinum
í Jerusalem til samlaðan sig-
ur í fyrra innleiðandi um-
farinum í europeisku meist-
arakappingini.
Og teir í B36 halda seg
hava alla orsøk til at rokna
við einum góðum ursliti:
— Eftir dystin har niðri
søgdu tíðindamenn seg y ora
bilsnar yvir, at okkara spæl-
du so væl, og sjålvur haldi
eg, at tað gekk sera væl hjá
okkara monnum. Men skulu
vit vinna månakvøldid og
kanska hava møguleika at
koma víðari, so skulu vit
fyri tað fyrsta gera betri
nýtslu úr møguleikunum,
sum vit fáa, og harafturat
ikki lata teir fáa so hílig mál,
sum teir fingu fyrru ferðina
Hetta sigur Kjartan Mohr,
kassameistari í B36, sum
roknar við nógvum við-
haldsfólki månakvølcid
Mistøkini í Jerusalem
vórðu gjørd innanfyri fyrstu
tiggju minuttirnar, tá heima
liðið kom á odda 2
skoraðu teir til 3-0 í yvir
tíðini av |. hálvleiki
Bæði í 1. og í 2. hálvleiki
0. og so
hevði B36 nógvar møgu-
leikar: Ronnie Samuelsen
sendi í samankomingina, tá
korter var farið, John Pet-
ersen hevði bæði i 1. og 2
hálvleiki næskar royndir,
m.a. tá málverjin spældi
bóltin út til hansara, og fyri
føroyingarnar kendist tað
sum lagnuløta, tá gríski
dómarin á hálva tímanum
tagdi. Jákup á Borg fór eins-
amallur móti málinum og
varð kliptur niður ein metur
uttanfyri brotsteigin. B36
menninir mettu støduna til
reytt kort, og so hevði tað
kanska sæð ødrvisi út
Tomislav Sivic var hang-
andi ålopsmadur. Hann
spældi væl, og hann var 6-
heppin tíggju minuttir inn í
2. hálvleik, tá hann sendi í
stólpan
Hitastigini vóru 30 í tali,
men tað tóktist sum um
nógva venjingin í jugoslav-
iska hitanum gjørdi, at B36
menninir vóru vid alla tíð-
ina
A B36 liðnum vóru: Egin
Høenesen — Jákup á Borg
íJan Guttesen, 46.), Jens
Kristian Hansen, Arnbjørn
Danielsen. Pól Thorsteins
son, Minoslav Milenkoviv
- Mikkjal Thomassen, Róg-
vi Larsen (Aki Mørk, 78
Ronnie Samuelsen, Tomi-
slav Sivic — John Petersen
Carl Høgnesen varð
skaddur i fétinum undir
venjingarleguni i Jugoslav-
ia, men teir rokna vid, at
hann verdur klårur måna-
kveldið. Jan Guttesen hevði
eisini havt ein litlan skada,
men tad bilti ikki, tå hann
kom inn i 2. hålvleiki
jh
itrottar
sosialurin
Vid har
nakað
hendir!