týsdagur 28. juli 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðfólk:
Jan Miller | Dagny Joensen,
| Aki Bertholdsen,
Blaðstjóri: Emil L. Jacobsen
; Á Eirikur Lindenskov Sveinur Tróndarson
Internet: www.sosialurin.fo Turið Kjølbro
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Lýsingar og sela:
Jonhard Hammer
>
vari, uppseting og prent: Telefon: 311820
Sosialurin Telefax. 314720
Bústaður .
Argjavegur 26, Argjum e-mail:
Postadr: Postsmoga 76, post & sosialurin.fo
110 Térshavn
Ein nýggjur varði
er lagaður
Oddagrein
Ein nýggjur varði er lagaður
TAÐ gevast høvi, sum eftirtíðin minnist aftur á
við virðing og takklæti, og onkuntíð ert tú so
heppin, at sum eygnavitni, kennir á tær, at hetta
verður ein lota, sum framtíðin fer at minnast aftur
á. Letan fríggjadagin, tá nýggja móðirmálsorða-
bókin rd ment løgd fram, fer at verda minst
aftur å. Tad er upplagt, at tey, sum i framtidini
fara at búleikast her, fara at minnast 24. juli 1998
og móðirmálsorðabókina sum nakað serstakt og
søguligt
VIT royna í bladnum í dag — eftir førimuni — at
gera burturúr tí, sum sást og hoyrdist í Norð-
urlandahúsinum. Undrunarvert er, at elektron-
isku fjølmidlarnir, sum hava meguleika at senda
beinleiðis, ikki gjørdu meiri burturúr hesum væl
skipaða tiltakinum. Serliga útvarpið átti at havt
møguleikar at gjørt burturúr, men vónandi fara
teir at geva orðabókini rúm í onkrari mentunar-
sending seinni
SUMMAR mentunarligar hendingar eiga serligt
rúm í huganum á førovingum, tí tað vísti seg, at
ran týdning fyri lívið og gerand-
td. nevna, tá Bíblian kom á
g tá Útvarp Føroya sá dagsins ljás.
ir verður hetta havt á munni, og tey,
1 fyri verða minst við heiður og æru.
og af
1 slóðaðt
MÓÐIRMÁLSORÐABÓKIN hevur verið ávegis í
mong ár. Fleiri teirra, sum eldhugað virkaðu fyri,
mál okkara skuldi eiga sjálvsagdan rætt á ollum
økjum i sé elagnum — eitt nú í skúla, kirkju
politikki, r2 »ttarsali og í sambandi við hægri lestur
- eru farin undir grønu torvu. Orðabókin er ein
varði yvir øll hesi, og yvir ell tey kring landið,
heilt frá Svabo um Hammershaimb, dr. Jak-
ob Jakobsen og millum aðrar Rikard Long, Christ-
ian Matras, Jóhannes av Skarði og til Jóan Hend-
rik Winther Poulsen og dagin í dag við nærlagni
og av reinum huga hava sitið undir og lofta orð-
um og vendingum, sum tey hava lagt sær í geyma
og borið víðari
su
SPURNINGAR um nýggj orð og nýggjar vend-
ingar stinga seg alla tíðina upp, og tað er væl, at
taðeru ymiskar áskoðanir, og at tað framvegis
verður tosad og mett um, hvat er gott føroyskt
mál og hvat er målspilla. Hetta er prógv um, at
tað er lív í, og at mál okkara harvið eigur eina
framtíð. Hetta fer uttan iva eisini at síggjast aftur
í komandi útgávum av móðirmálsorðabókini.
ÚRSLITIÐ av strevinum við móðirmálsorðabók-
ini liggur nú á borðinum, og so mugu vit vóna, at
bókin verður brúkt, og at tað fer at síggjast og
hoyrast, at hon verður brúkt. Ikki minst í fjol-
miðlunum og í skúlanum. Tað kostar at ogna sær
orðabókina, og kommunurnar fara í heyst at
frætta frá skúlunum, sum fara at biðja um fleiri
pengar til undirvísingartilfar, ti nå skulu orða-
ekur keypast. Kanska hevði tað verið eitt hug-
skot, at skúlarnir fingu onkra seravtalu um prís,
nú teir skulu syrgja fyri, at næmingarnir fáa høvi
at brúka orðabókina. Illa sperdu kommunurnar
eiga at leska skúlunum til orðabekur, og skúlarnir
eiga at seta orðabókina ovarlaga á listanum, tá
teir raðfesta keyp av nýggjum amboðum.
VIT ynskja tykkum, sum hava lagt orðabókina til
rættis og staðið fyri ngávun tillukku við arbeið-
num, og vit ynskja ollum Føroya fólki tillukku
við fyrstu móðirmálsorðabókini, sum avgjert má
metast at vera ein nýggjur og hentur varði í før-
oyskari segu og mentan
Sosialurin
Stór skomm
fyri samfelagið
Náttúran blómar av tí
fagrasta í oyggjalandi
okkara, vøkstur í bø og
haga geva mettu til seyð
og neyt og alt, sum treing-
ir til fødi, finnur hana í
landi okkara.
Frá Skaparans hond
hava vit eitt fiskirikidømi
rundan um oyggjar okk-
ara, sjómenninir føra stór-
an ferning til lands, sum
er grundarlag undir øllum
tí, sum rørist í landi okk-
ara, soleiðis hevur tað
verið igjøgnum øldir.
Sagt verður, at vit eru
væl fyri fíggjarliga, her
gongur alt sera væl, nýgg-
ir grasvøllir verða rulladir
út til at spæla á, tað sær
alt sera gott út fyri tað
a ættarliðið. Men tey,
a lagt lunnar und-
samfelagið og
hava lagt arbeiðsdagin
afturum, heysta ikki stór-
vegis virðing frá teim ráð-
andi her á land. Fjórða
hvert år hava politikarar-
nir eitt minningarhald fyr
teimum gomlu, har ten
lova gull og grønar skog-
ir, um teir verða valdir inn
á løgting, men hesi lyfti
tykjast svinna burtur við
summarnáttini
Tann seinasti boðskap-
urin til tey gomlu er, at
heimahjápin skal næstan
niðurleggjast vegna spar-
Blá Kross Ungdómur
á Olavsøku
ingar. Hetta er tann ævigt
gamla søgan, sum endur-
tekur seg. Skal sparast, ja,
so eru tað vaskikonurnar,
sum tykjast vera tað lætt-
asta offrið hjá teimum,
sum skera skulu inn á
bein. Hetta er stór skomm
fyri land okkara. Nú ann-
ars alt annað stendur í
fagrasta blóma, følna øll
tey gyltu lyfti, og dagurin
hjá teim gomlu gerst alt
longri og myrkari, nú
summarið svinnur burtur
Og tó ein uggi hjá teim
gomlu kann møguliga
vera at stytta sær stundir
við at hyggja í ta nýggju
orðabókina, nú kvoldin!
fara at gerast longri, men
hjá teimum, sum hava
mist sjónma uppá tilver-
una, er neyvan stór hjálp
at heimta úr hesum vala
verki. Har verður tað
kk tann hjálpandi
hondin, sum telur meira
fyri tey, sum hava hjálp
fyri neyðini, enn alt hetta
tosið um krónur og oyru,
at tey gomlu
kenna seg at vera til stóra
byrðu fyri samfelagið
Tey hava størri virðing
uppiborna av samfelagið
okkara
sum ge€r,
Malmberg D. Olsen,
Strendur
Olavsøkuaftan og ólavsókudag hevur BKU
hesi tiltók á skránni:
Stað:
Ovarlaga í Niels Finsensgetu, yvir av gamla Foss-
bankanum.
Tiltak:
Ein Blákrossbásur, har møguleiki er at 1) síggja bøkur
og annað lesandi viðvíkjandi rúsevnismisnýtslu, 2)
fáa kaffi og køkur, 3) at keypa ís, 4) samtalu.
Hesin básur er opin frå kl. 15.00 til 21.00
Stað: Í Grasagarði
Tiltak: Sangur
Olavsøkuaftan: kl. 17.00 Robert Thomsen og vinfólk
kl. 20.00 Petur Hans og Tummas Dam
Olavsøkudag:
kl. 20.00 Ung år Vågum
Olavsøkubridge
Leygardagin |. aug. verður parakapping, barometur-
kapping, í Bridgehúsinum í Gundadali.
Ikki er neyðugt at tekna seg til kappingina, men
bara mýta nakað framman undan í húsinum.
Kappingin byrjar kl. 15.
Nógvur politikkur |
liggur og bíðar
eftir løgtinginum
Í Soleiðis ljóðar rætta yvirskriftin á greinini á síðu 2
leygardagin, sum kom skeivt fyri í blaðið. Tíanverri var |
leitt orð dottið burtur ímillum í yvirskiftini. Vit biðja |
Í bæði lesarar og greinskrivaran um umbering.
| Blaðstjórin
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdegrið á tlf. 18820.
Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst persónlig ráð-
geving og serligir spurningar verða svaraðir.
Kappróður á Olavsøku
Bátarnir fara at liggja i hes nummarróð til
kappróðurin á ólavsøku 28. juli
5-mannafør, dreingir 6-mannafør, menn
Nr. kort Nr. Kort
] Fípan Fagra 1 Lómur
2 Bára G-1 2 Hósvíkingur
3 Drekin 3 Gongurólvur
4 Súlan 4 Hvessingur
5 Junkarin 5 Snopprikkur
6 Blikur 6 Strálan
7 Svanur 7 Selmundur
8 Tjaldrið 8 Jarnbardur
9 Simo 9 Kollfirðingur
6-mannafør, kvinnur 8-mannafør
Nr. kort N; Kort
] Lómur 1 Sjóriddarin
2 Hvessingur 2 Gullbrandur
3 Gongurólvur G-1 3 Miðvingur
4 Jarnbardur 4 Argjabáturin
5 Strálan 5 Húsavíkingur
6 Ørvur G-1
5-mannafør, gentur 7 Kvivikingur
Nr. kort 8 Khnørrur G-1
] Blikur
2 Fipan Fagra 10-mannafør
3 Beinta Nr. Kort
4 Sílið 1 Tverabáturin
S Kollur 2 Vestmenningur
6 Ørnin 3 Nólsoyingur
7 Junkarin 4 Eysturoyingur
8 Svanur 5 Havnarbåturin
9 Erla Kongsd. 6 Kjølur
10 Båran
11 Drekin
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, ið sýndu okkum sam-
kenslu í stóru sorg okkara, tå ið kæra mamma okk-
ara
HERBORG PETERSEN
Kaldbak
doyði og varð jarðað.
Takk til tykkum á BS, ið hjálptu okkum at fjálga
um mammu ta seinastu tíðina. Takk til tykkum, ið
á ymiskan hátt hjálptu okkum. Takk fyri blómur
og kransar, og takk til øll tykkum, ið fylgdu mammu
til hennara seinasta hvíldarstað her.
Familjunnar vegna,
Fanny, Hans, Sonja, Ingibjørg, Frank, Páll,
Ruth, Agnar og Torkil